Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-06-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 14. juni 1948 POUL POULSEN POUL Á GADDINUM kallaður. Fyrsta lærarastarv mitt fall í Sunnbæ. Tá var Poul Poulsen ella Poul á Gaddinum formaður í Sunn- biar kommunu. Ókendur sum eg var í Sunn- bæ, málli eg mær fil sóknarstýrisformannin um at veita mær vistarhald. Hóast fult hús av fólki sonurin Niclas var inngiflur og flestu av Poulsens nógvu børn- um vóru ófloygd og gingu í skúla — fekk eg innivist hjá honum. Av blíðastu fólkum og bestu vertum vóru tey bæði Poul og Marianna Poulsen. Tað vil eg við tøkk bera teimum báðum, nú tey eftir langan og stravnan arbeidsdag liggja undir grønu torvu. Ein nýtist ikki at búgva leingi hjá Poul á Gaddinum fyri at verða greiður yvir, at hann var ein merkismaður, vitugur, ar- beiðsfúsur á sjógvi, uttan sum innan garða eins og í fuglabjørg- unum. Hann og konan settu føtur undir egið borð við ikki so nógvum fæi. Men so væl høvdu hesi dugnafólk sitid við ti, tey høvdu og so við og við lógdu aftrat, at táið eg kom til teirra, var hús teirra ment at vera eitt hitt størsta valahús í bygdini. Ognin totadist upp ímóti tveim- um mørkum. Summi ár varð skorið millum sjeyti og åttati, harímillum fleiri gamalsseyðir. Sum hjá nógvum av teim góðu gomlu Føroyingum var tað mikið fragd hjá Pouli á Gadd- inum at skera úrvalsseyðir. Hjá honum hevur, sum gamli Dán- jal segði, mong góð síðan á borðinum frøtt gestsins eygað. Altíð hitt besta, id húsið álli, sum hesi gomlu borðreiddu teim fremmandu. Lítil og eingin var skúlin, tá ið Poul Poulsen var smádrong- ur, Men í tí lítla mansevninum raks hugurin til bókina. Hann fór til Øravíkar at leita sær eykakunnleika hjá hinum við- gitna Lamba Poul. Ein vetur var hann húskallur í Øravík. Lønin var serliga undirvísing í roknikynstri, ið honum kom til góðar seinri í livinum. Hann hevði nevniliga handil fyri Garðamenninar í hálvthundrað ár, tá ið hann læt handilsskapin frá sær til Gunnar sonin og sonarsonin Poul hjá Niclasi. Poul á Gaddinum kundi siga, at frøði er komin úr Íslandi. Hann var eitt ár har uppi og róði út, og kom hann at duga so væl íslendskt, at hann las tað sum sítt egna mál. Hann venda var hugtikin av teim íslendsku søgnum og søgum, ið »skrivad- ar vóru í bøk«. Meðan hann stóð og spann, yrkti hann fleiri kvæði. Eitt var um Gunnar á Líðarenda, annað um Niels Ebbesen, triðja um Flokksmenninar. Hann var álitismaður. Sat leingi í sóknarslýrinum sum tess formaður. Var mikið fram- burðsvakin. Hann var soleiðis millum fleirra, sum heitast tók undir við tankanum um vega- bygging, tå ið verkfrøðingur Horn í 1904—1905 var her uppi og kannaði vegalikindini. Longu tá tók hann til orða fyri at fáa Sunnbiar vegin, sum hann hevði ta gleði at síggja gjørdan. Tað hugsi eg, at bygdamenn hansara einmælt vilja geva hon- um sum viðmæli, at hann altið hava skil og góðan sið í bygdavidurskiftum, Sunnbæ i honum bestu synum sínum. Poul Poulsen á Gaddinum var borin í heim 10. septembir 1867 og fór hiðani 1. mei 1948. Friður lýsi yvir minni hans- ara. vildi og hevur mist ein av Á Tvøroyri, tann 5. juni 1948. P, M. Dam. Keypistevnan i Fredericia. 5. til 15. keypistevna i Fredericia. Føroyar verða umboðaðar á hesi keypistevnu við síni egnu deild. Tað er prentarin Stig G. Rasmussen, ið hevur fingið í lag at fáa Førovar umboðaðar. Og landastyrid hevurjáttað at tryggja luttøkuna = peningaliga; men ætlanin er annars at hava tom- bola í samband við stevnuna, og roknað verður við á henda hátt at fáa nakað væl av peningi til vega. Ætlanin er at sýna fram fyrst og fremst tær framleiðslur, før- oyingar hava av fiskivinnuni og idnaði; men eisini annað, ið framleitt verður í Føroyum, sjålvt um tað ikki beinleiðis er útflutningsvøra, verður sýnt fram. | Ein mynd av framburðinum fiskivinnuni viðvíkjandi verður framsýning av før- oyskum fiskiforum i »modellum« frá årabåtinum til hin nýmót- ans trolarin. Hóast henda framsýning fyrst og fremst er ein keypi- ella sølustevna, so ætlar S. Rasmus- sen við góðum myndum eisini at gera fólk kunnugt við før- oyska náttúru og fólkaliv. Vónandi vilja allir, ið hava virkir, ið framleiða útflutnings- vørur luttaka og styðja Stig G. Rasmussen á besta hátt. Hetta er eilt stórt tak fyri einstakan mann at vera farin undir, og august í ár verður givin við Keypistevna i Fredericia Dagarnar 5. til 15. august i år verdur 38. keypistevnan hildin i Fredericia, og i år hava Før- ovingar fingið eitt høli — 150 m? — á frålika góð- um staði. Tær fyritøkur ella tey virki, sum hug hava at luttaka í hesi søluframsýning, fáa allar upplys- ingar við at venda sær til undirskrivaða. Tað, ið mestan áhuga hevur, eru útfluttn- ingsvørur, men eisini vørur og lutir, ið hava ser- ligan týdning í føroyskum fólkalívi, eru kærkomin. Henda framsýning verður fyrireikað við serligum viðmæli frá landsstýrinum og við stuðli frá løgtinginum, og hevur ti ikki bert tydning fyri hin einstaka luttakaran, men fyri landið sum heild. — Framsýningin hevur fingið loyvi til at hava tombola á staðnum; um ti er onkur, ið vil styðja hetta tillak við at geva einhvønn førovskan lut, verður tikið imoti honum við takksemi. — Inn- tøkan av tombolanum fer øll til føroysku fram- sýningina sum heild. Av ti at alt, sum skal á framsýningina, má verða sent niður vid »Tjaldrinum« 17. juli, er tað skilligt, at skjótt má verða atborið. STIG G. RASMUSSEN Tórshavn. BYRSUR Bagladarar kal. 12 og 16 eink. og dupilt, eru nú aftur á goymslu. P.f Thomas Dam & Co. Box 13 Torshavn Telf 13 tað kann koma at fáa allstøran tydning fyri føroyska vinnu, at tað eydnast væl. Á . . Utheimurin: Valið í Suður-Afríka gav tap fyri hin gamla og gitna stalsmannin = general Smuts. Flokkurin hjá dr. Malan, natio- nalistur, fingu meiriluta. Hetta er flokkur, sum er móti sam- bandinum við Bretland. Hann er eisini ein afturhaldsflokkur. Er ímóti sosialum tilløkum, og er hart ímóti, at teir fargaðu íbúgararnir skulu fáa somu rættindi sum telr hvítu. Tað sigst, at nógvir hvítir menn, sum eru fyri samband- inum við Brelska Samveldið, slemmaðu á flokkin, tí hann agiteraði við, at menn Smuts fóru at geva teimum svørtu slíkt vald, at tað fór at treingja at hjá hinum hvítu. Helst verður so ikki, at Suður- Afrika við dr. Malan-stjórnini hesa ferð fer at siga seg burtur úr Samveldinum. Í London er stjórnarviðtøka gjørd fyri Vestur-Týskland. Ekspeditrica fær pláss. H.N. Jacobsens bókahandil. Tlf. 36. ES