leygardagur 26. juni 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ØE
p
Á 6 , &
SOSIAL-DEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNADUR BROÐURSKAPUR
og kunnleika. Tað má vera ein | HITLER-SKIP VIÐ DEYÐA-
Alt er ikki í lagi
»Tingakrossur« hevði góða og
áhugaverda grein um mentunar-
standin — serliga millum ung-
dóm okkara.
Tað verður kanska hildið, at
ov ofta verður trivið í henda
spurning. Til tað er at siga, at
hesin spurningur er hin týdn-
ingarmesti av øllum samfelags-
ins spurningum. Tað er sum
allir aðrir ganga upp í henda
spurning. Hann er aðaltætturin
í mannalívinum, mál menniskj-
unnar. Og tí verður hesin spurn-
ingur ikki ov tíðum umrøddur.
Allir kunna sanna, at vit hava
mong problem at kanna og tala
um viðvíkjandi mentunnar-
standinum hjá fólki okkara. Og
tá ið fólk okkara verður nevnt,
so er fremst at taka fram okk-
ara ungdóm. Hitt unga ættar-
liðið er tað, ið bera skal lands-
ins framtíð, og tað skal byggja
á tað støðið, sum hitt fyrra
leggur.
Onnur lond eru sjálvandi
eisini uppi í somu spurningum,
og hava somu vandamál at
greiða sum vit. Heimurin er
farin gjøgnum tveir stórbardag-
ar, ið løgdu eftir seg ein støðu-
leysan og ivandi ungdóm, ið
fekk slignan burtur allar skorð-
ur undan teimum hugsjónum,
hitt eldra ættarliðið hevði flutt
teimum. Heimsmyndin broyttist
eisini so heilt hetta nýggja tíðar-
skiftið, og hin verkliga menn-
ingin er komin so knappliga og
hevur gjørt so stór stig, at menn-
iskjan er farin heilt av fótum.
Einki land í heiminum er
kanska komið bráðligari í hetta
harða streymrákið enn okkara.
Og vit eru so lítið land og hava
ikki so nógv at standa ímóti við.
Allir lesturin, ungdómur okk-
ara lesur, kemur uttan ífrá, og
í hesum tíðum er hann ikki av
ti slagi, ið veksur um vit og
vandni = ungdómsins. Heldur
tekur hann úr honum tann and-
liga merg, ið hann kanska hevði.
Ferðirnar til útheimin eru øktar
í stórum eisini, og frá teimum
kemur ikki mentun og menning.
Men tað er sjálvandi lítið fram-
stig í tí bert at ávísa brekini og
einki at hava at seta aftur ímóti.
Ei heldur gevur tað málinum
nakran frama at gerast firtin,
verja og siga, at ungdómur
Føroya verður skammiliga við-
farin, hann er ikki øðrvísi enn
annara landa ungdómur.
Sagt kann vera, at vit hava
fingið ymiskar nýroyndir uttan-
ifrá, men hesar hava enn ikki
rinið nógv við. Skótararørslan
og sportsrørslan, báðar skulu
bera í tað borð at uppvenja og
stimbra bæði kroppsliga og
andaliga. Hetta er so statt eitt
»midul« og ikki eitt mål.
Ungmannarørslan er eingin
nýggj rørsla, og ivaleyst hevur
hon eisini gjørt sítt gagn; men
ein kann fílast, at úrslitið av
virki hennara er ov lítið.
Tann, id verið hevur uppi í
ungmannafelagi, kann ivaleyst
ofta hava verið svikin. Leiðslan
kann kanska ikki altíð hava
verið av tí besta, men limir
hava ikki altíð sýnt stóran á-
huga. Teir hava sjáldan møtt,
uttan til hina vanligu ársveitsl-
una, so henda veitslan hevur
næstan verið hitt einasta, ið
sýnt hevur at bragdað hevur í
felagnum.
Ungmannafelagið, um hugur
kann skapast um virki tess, kann
vera hin størsti stuðul til anda-
ligan vøkstur millum ungdómin.
Har kann hann skifta orð um
øll tey problem, ið mannfelagið
hevur at takast við. Har kann
hann læra samanhald og at
skilja sínar sambygdarmenn.
Tjóðskaparspurningurin kann
har sjálvandi verða havdur
frammi, men ikki gjørdur til ein
politiskan partaspurning. Saman
um tikið er at siga, at ung-
mannafelagsrørslan nettupp eig-
ur at skapa og fremja tolsemi
millum manna: at allar hugs-
anir og áskoðanir frítt sleppa til
orða og sáttliga verða umfarin.
Slíkur andi er eyðkenni fyri alla
sanna mentan.
Lesiringurin — hetta nýggja
og frálíka undirvísingarlagið —
hevur eisini verið nevndur við-
víkjandi = mentunarspurningin-
um. — Hetta er eitt lag, sum
teir nýta nógv uttanlanda, og
siga allir tað at bera góðar
fruktir. Slíkir lesiringar eru iva-
leyst sera hentir at knýta aftur
at ungmannafelagsfundunum.
Andalig mentan er mál menn-
iskjunnar. Men ikki ein mentun,
sum bert treingir seg um vitan
moralsk mentun. Mentun og
menning, sum stimbrar ungdóm,
so hann gerst fráhaldandi og
kann sær hógv.
Tað er siðmenningin í rættum
týdningi.
Skulu trolarar
verða seldir?
Røddir eru uppi, sum mæla
til at selja trolarar til Týsk-
lands. Og saman við hesum til-
mæli fær sum vant Vinnuláns-
grunnurin óførar ábreiðslur.
Tað er langt síðan havt á
máli, at øll skipakeypini vóru
ikki góð, og best hevði verið,
at landið hevði skipað keypini
við sakkønum monnum á odda.
Men hin samfelagspolitiska á-
skoðan her á landi var ikki sint
at fara hesa leið.
Tó er at nevna tað rangsagt
at siga, at meginparturin av
skipakeypunum hava verið
burtur úr vón og viti. Vit skuldu
hava fiskiskip, og Vinnuláns-
grunnurin var hin óføri stuðul
fiskimannsins at fáa hendur á
hesi skip.
Vit hava fingið nógv góð skip,
sum lagt hava inn óført. Tey
vánaligu skipini eru í minnitali.
Kann vera at best var at selt
onkum trolaran, men so mugu
ráð vera at fáa annað skip í
staðin. Ringast ráðini, ið gerast
kunna, er at fara og selja, og so
gera tað, at fiskimenn liggja
uppi á landi. — Óført er at fáa
nýggjar og nýmótans trolarar,
men fleir kosta eisini stóran
pening.
MANNA-BEINUM SKAL
VERÐA TIKIÐ UPP
ONGLENDINGAR SØKTU TAÐ
YVIRI VIÐ NOREG Í 1944
Týskarar sendu nógv skip
upp til Noregs, og nógv vóru
søkt, so har liggja við botnin
mongdir av skiparovum.
Nú eru teir farnir at heyja
upp frá botni hitt stóra týska
hermannaskipið »Riegel«.
Ensk flogfør søktu tað í 1944.
3800 manns doyðu, helvtin
fangar. Fáir komu undan við
lívinum. Eini 1000 lík róku á
land, men teir halda, at eini
2000 liggja eftir í vrakinum.
Eitt felag úr Tróndheim keypti
vrakið og er farið at kanna
skipið innan. Kavarar, sum
niðri hava verið, siga seg at
hava funnið fleiri hundrað
beinarøð í koyggjunum, gong-
unum og í lastini.
Skipið skal verða tættað, so
tað kann verða fylt við luft og
flotna upp.
Annars hava tjóvar verið fram
við longu. Kavarar hava verið
og skorið spøl og maskinur leys
á dekkinum og niðri undir.
Tað lættasta er tikið og selt á
„svarta børs«. Hetta er ætlandi
gjørt myrkar vetrarnætur og í
mjørkaveðri.
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
livurpostei
salatir
konserves