leygardagur 10. juli 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROY,
SOSIALDEMOKRATUR
FRÆLSI
JAVNAÐUR
BROÐURSKAPUR
Nr. 26
ur ge! fyri mm:
F síðu, 10 Oy å 3. og 4 síðu
12 oyru á
Leygardagin 10. juli 1948 |
Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
kostar kr. 2,00 + Porta um fjordingsårid
22 årg.
DYR NAFJALL KOM Å TVØROYRI TYSKVØLDID
Stór maånnfjøld var komin at taka ímóti.
Trongisvágsfjørður var sum
ein spegil, tá ið OYRNAFJALL,
farmaskúta Føroyinganna, flagg-
skrýdd á fyrsta sinni stevndi inn
á føroyskan fjørð og legði at
Drelnes-bryggjuni.
Tað legði at landi beint undir
Oyrnafjalli, sum tað eitur eftir.
Hetta fjallið er sum Føroyingar
flestu såltligt og litillåtad, og
ivaleyst hevur tí einki dámað,
at tað kom at verða so umrøtt
millum manna. Tó hesa løtuna
sýndi tað seg blidskortad við
einum høgum flaggi uppi á ti
gráa skøltinum og rakettunum
farandi upp móti ti skyfria loft-
inum. Tað hugdi eisini vinar-
liga niður at navnanum, sum
er fittur sleppingur millum sin-
ar líkar, um hann ikki er so
roysimikil sum hesin gamli
steinrisin.
Alt fólk um allan fjørðin
var á ferð. Bilar og cyklur hast-
aðu ímillum, og flokkar fóru
eisini til gongu. Dagin fyri var
frætt, at skipið skuldi koma
kl. 4 á degi, tí høvdu øll gingið
búgvin allan dagin, men so
frættist aftur, at lad kom ikki
fyrr enn um kvøldið.
Skótarnir gingu skrúðgongu
oman ímóti, aftaná komu lær-
arar við skúlabørnum, og niðast
við sjóvarmálan stóð sóknar-
stýrið fyri
býarins vegna var komið at
biðja skipið vera vælkomið.
Tað er ikki so vanligt, at so
stór skip leggja at í Føroyum,
men atleggingin gekk sera skjótt
og lagaliga.
Tá ið fast var vorðið, leikaði
tónleikur Tú altfagra land mítt...
og songurin ljóðaði. Aftaná bar
sóknarstýrisformað., P. M. Dam,
fram hesa røðu:
Í Norðbúgvum lá ein sterkur
útferðarlongsul. Í víkingaskútum
stevndu teir í ællar ættir kring
knøttin. Teir festu búgv har id
teir komu — og teir smæddust
ikki burtur. Tað var mergur í
knotum. Árivismiklir merktu
teir land og fólk, teir komu til,
tó teir ofta vóru harðir.
Teir komu eisini framvið her,
nomu land og tóku Føroyar.
Froðbiar sókn, sum í
Vit eru so statt av sterkum
bergi brotnir.
Í okkum liggur hin sami út-
ferðarhugurin. Tær fjarskotnu
leiðirnar draga. Við Íslands,
Grønlands, Svalbard og Hvíta-
havsins strendur liggja okkara
sjógarpar og balast.
Tað var stórtak, ið tikið varð,
tá ið Nólsoyar Páll á sinni smíð-
aði hilt fyrsta farmaskipið. Eitt
satt ódnartak í mun til tåtidar-
innar umstøður og møguleikar.
Tað var eisini eitt stórlak, ið
tikið varð, tá ið Føroyingar tóku
seg saman um hitt fyrsta Tjaldrið.
Fyrsta takið viðvíkjandi hesum
tiltaki varð rakt av kreppu og
misseydnaðist. Men við stuðuli
frá danska stáli og miklari hjálp
frá Ø.K. eydnaðist á øðrum
sinni.
Men útferðar- og kappingar-
hugurin hjá okkum Førovingum
hevur staðið og stendur longur
enn til bara neyðsynjarflutning
til og frá Føroyum.
Tað hevur nú í mong ár verið
skrivað og talað um at leggja
uppí hina internationálu farma-
siglingina. At vísa okkara merki
ikki bara á fiskimiðum kring
heimin, men eisini á farmaskip-
um er í hvørjum vorðið meiri
og meiri hitt glasiligasta fram-
taksmál hjá teirri ungu føroysku
tjóðini.
Og so bar tað so væl til, at
vit aftur, eins og sum nevnt tå
ið »Tjaldrid« kom, við ógvuliga
vælviljaðum stuðuli frá danska |
stálinum komu at verða førir
skipaliga sæð at gera tiltakið,
ið ber av óllum øðrum.
Og hesa ferð leggja vit út í
alheimssiglingina.
2g kenni meg vísan í, at allir
rættir Føroyingar eru glaðir
yvir hetta stásiliga far og ynskja
ti góða framtið, og at tað má
eydnast at festa tess støðu, so
tað tillakið, sum tað er byrj-
unarstigið á, má verða grund-
fest, órongiligt og haldgott sum
tess navni, fjallið, ið dagar móti
himli omanfyri okkum, óvikiligt
í ódn og stormi sum í logn,
lýðku og blíðum byri brandandi
í morgun- eins væl og í kvøld-
roðans vakurleika, høgt og há-
borið skoðandi út í allar ættir
við tí óavmarkaða sjónarring-
inum.
Eg kenni meg í samljóð við
tey bestu ynski hjá øllum rætt-
um Føroyingum, tá ið eg seti
fram vónina, at hetta okkara
vakra og okkara lands størsta
og glasiligasta skip, Oyrnafjall,
má vaksa seg til eitt landsins
fjallafylgi, ið ber okkara fostur-
lands navn og merki kring
knøttin millum allar heimsins
tjóðir.
Á býarins vegna bjóði eg hes-
um prúða fari at vera væl-
ken til Føroyar.
Vakurt veitrar á tess virkis-
merki víkingaskútan, tekinin
uppá útferðarhug og landa-
vinning.
Vit eru fáir og smáir og stevna
ikki at at vinna lond í bókstav-
ligum týdningi. Men lat okkum
fylkjast um stevnuna at vinna
arbeiðs- og virkisrúmd. Vit eru
eitt oyggjarfólk. Okkara vinnu-
breytir vilja til allar tíðir koma
at liggja á havinum -— og tað
eru hesar breytir, vit megu
ganga, og við at stíga inn á ti-
líkar tiljur sum á hesum fari,
vid utferdarstevnuni í húnum
hátt, stíga vit stórliga fram.
Vit fagna tí Oyrnafjalli og
ynskja tí ríkar dagar og góðar.
— Síðan takkadi skiparin
J. Didriksen fyri ta móttøku,
ið Tvøroyri hevði sýnt »Oyrna-
fjalli. Spælt var aftur og sung-
ið, og tá ið endað var, fóru
fólk umbord, sum alspent høvdu
staðið á bryggjuni og bíða
eftir at sleppa at seta fótin inn-
anborða á hesum gitna fari.
Umborð sást stjórin fyri skip-
inum, harra Z. Joensen, sum
við frú var komin suður av
Havnini at taka ímóti.
Øll vóru einmæld um at rósa
og halda, at hetta var stásiligt
og gott far, sum Føroyingar
høvdu fingið hendur á. Nøkur
ferðafólk kunna vera við, og
eru rúmini til teirra sera góð
og nosslig. Skipið er bygt í 1929,
so tað er at rópa nýtt skip, og
Týskarar, sum bygt tað hava,
vóru, hvat annað ið er at siga
um teir, menn, sum gitnir hava
verið at gera dygdargott arbeiði.
Blíðskapurin var stórur, sum
sýndur var teimum, ið umborð
komu at síggja skipið og heilsa
tí, og gingu skiparin og frúa
á odda at taka væl ímóti teim
vitjandi og sýna tað gestablidni,
sum Føroyingurin altíð og víða
er róstur fyri.
Aðrenn farið var av Drelnesi,
slógu menn ring á bryggjuni
hetta ljósa, hugnaliga summar-
kvøld. Meðan stóð hitt gamla
Oyrnafjall håbærsligt haruppi í
tí bleika dimminum, hevdi sama
blíða bráið og sýntist at bera
fram ynskið, at hetta siglandi
»Oyrnåfjall« skuldi vera eydnis-
gott, og sum stundir liðu, hava
ein systkinaflokk í hølunum á
sær,