Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-07-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10. jali 1948 FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR [ff Af AA fy Af AA Af ff ff Af AA AAA AA AA AA AA AA AA AA AAA AA AA Af AA AA AAA AA AA AA AA AA AA AA AA [A [AA [AA [ [ Mentun- og menningarstevna javnadarmanna á Tvøroyri 17., 18. og 19. juli å Tvøroyri. Vit undirskrivaðu loyva okkum hervid at bjóða javnaðar- fólki í Føroyum til stevnu á Tvøroyri eftirmiddagin leygardagin 17., sunnudagin 18. og gerðar av: fyrrapartin mánadagin 19. juli til vid- 1) Mentun- og menningarsteynu javnaðarmanna. Har undir: 2) Nýskipan av bladvidurskiftum flokksins og orðgongu. 3) Úlbygging av felagsskapi javnaðarmanna við stovnan av nýggjum feløgum. Harundir stovnan av: 4) ungmannafeløgum og vidkan av flokksins fylking við javnaðarmenn í øðrum londum. 5) Fyrireiking av uppskoti viðvíkjandi flokksins steynu og politikki at leggja fyri komandi ringfelagsfund. 6) Fylking av øllum fakfeløgum í Føroyum saman við javnaðarflokkinum til eina politiska kraft eins og til- felli er i grannalondunum sum t.d. í Stóra Brettlandi, Danmørk, Noregi og Svøríki, ásannandi at uttan polit- iska stevnu og landsfylking hevur arbeidsmanna- og fiskimannafjøldin onga avgerandi kraft í landinum. P, M. Dam. Hans Dalsgaard. Sigmund Fredriksen. H 7. Einar Waag. Poul Holm, Martin Joensen. Poul Petersen. Peter Få ej Fohan Fohansen. Til skrivstovuflagg „Qyrnafjalls“. Skipan fór firtin av Noreg út, hon ei kundi treytir venda. Hon kjósaði heldur sorg og sút á knørri í Atlantshavi fyri land at finna og har at lenda. Skeiðin við dúkandi segli rann mót vestri við manning góðu, umsíðir hon fram at oyum fann vid stinnum fjøllum, líðum og firðum góðu. Her tók hor land og bygdi borg, alt mannkyn, id vildi forða undir gálga hongdist í sterka dorg, tí her hon bygdi for ídni og ræði í gil og gjåir ei fast at skorda. Hon vardi um fjall eins væl og sund og skapti sær veg at liva, um rånsmenn kongsins komu á fund, tá syngjandi brandar, ørvar og spjót teir at grastorvu niva, Tú merkið er eftir sterkari tjóð, við virðing tú skútuna sýni. Í æðrum mannings er sama blóð, alt klandur, stríð og øvundar miotstødu burt tú tíni! 5/5—47. Z. Arbeidararnir lurta eftir ATLEE Stor havnastreika hevur verid i Onglandi. Hermenn eru tiknir at lossa skipini. Nú tosaði Atlee til arbeiðar- arnar í útvarpinum og helt fram tann vanda, landið kom í, um henda streika helt á. Áheitan Atlee's batti, og teir streikandi fóru aftur at arbeiða. Henda hending sýnir, at Atlee, formaður Arbeiðaraflokksins, hevur ikki heilt mist hald á hinum arbeiðandi fólkinum í Onglandi. Telefon 374 tekur ímóti lýsingum til blaðið. Jacobsen. Hans 7. Hjelm, F Haåkun Dam. Jacob Simonsen. i, H. Danbjørg. Villy Sørensen. Daniel 7. Berg. William Smith. Ellender Ellendersen. Samuel Johansen: P. Davidsen. Tórur Dalsgaard. Hans B. Arge. Magnus Tórsheim- hl 2 Brestur komin å TT i Eystureuropa. Kommunisman i Eystureuropa lykist at standa sum múrurin. Rusland gyrdi seg inni við vina- ligt sinnaðum kommunista- londum rundan um seg. Hesi lond vendu sær ikki, ultan tey spurdu um ráð úr Moskva. Men nú er brestur komin á. Og tað eru herhøvdingurin Tito i Jugoslaviu, ið voll hevur brest- in. Hann er ein av teimum frægu monnunum sum komnir eru undan hesa tíðina. Kriggid loyvdi honum at koma upp í leikin og á odda beinan vegin. Hann gekk undan mótstøðu- monnunum í Jugoslaviu, rak Tyskin ut, so Russar komu á eitt fritt land, tå id teir sluppu um mark í Jugoslaviu. Tito er ikki bara hermaðurin. Hann er mikil stalsmaður og undir hansara stýri er landið uppbygt og framfarið, so vitj- unnarmenn siga, tað er undr- unnarvert. Men slíkir p»sterkir« menn sum Tito vilja helst standa 6- heftir og ráða sær sjálvir. Hann vil ikki biðja um ráð frå Moskva, men skipar innanríkis- og utt- anríkispolitikkin eftir sinum egna høvdið. Ti rakar hin kommu- nistiska bannstrálan hann. Kom- inform leggur hann undir allan óreinskap og bidjur jugoslav- isku kommunistarnar venda frá, meðan væl er vorðið. Nú er eftir at bíða, um Jugo- slavar ótlast bannlýsing frá Stalin. Tað sigst, at Amerikan- arar liggja fram við og bjóða Tito sítt vanliga: dollar. Eitt liða kann sigast at vera komið á garðin, men øll hyggja eftir, um tað verður uppaftur laðað. Landbúnaðurin og prís- urin á bånadarvørum. Tað verður sagt, at landbún- aðurin í Føroyum er aftarlaga, og tað er ti, at hann er forfjónað- ur, meðan aðrar vinnur eru lívgaðar. Menn siga eisini, at tann prísur, sum fæst fyri tad, ið landið gevur av sær, er so lítil, at bóndin kann ikki liva. Hann fær ikki dagløn burtur úr sínum arbeiði, og tí má hann leita sær aðrar vinnur, ið fræg- ari geva. Til tað, at landbúnaðurin er forfjónaður, er at siga, at vil fingu eina jarðaumskipan, og var ætlanin við henni nettupp at bøta um landbúnaðin bæði við ráðum og peningi, so hann skuldi koma uppundan. Vit vita ikki at greiða frá, hvussu Landbrúksráðið hevur virkað; men áhugavert hevdi verið at kunnast hesum og fingið at vita, um hitt almenna ongan stuðul hevði givið bóndum, ið hug høvdu at bøta um sín búnað. Viðvíkjandi prísunum á land- búnaðarvørum, so er at siga, at nýtarar í Føroyum — hin stóra fjøldin — munu halda, at allir prísar eru so høgir, at skulu teir upp, so er ikki lív, uttan so, at inntøkur hjá tí keypandi fólki ganga upp og gerast í mun til vøruprísirnar. Tá ið ein so dregur munin fram millum innfluttar vørur og landsins vørur ella millum prísir framleiðarin her í Før- oyum fær fyri sínar vørur og framleidarin i útlandinum fær, sær hann, at prisurin her hjá okkum liggur langt omanfyri. Taka vit t. d. mjólkina, so kost- ar vist liturin av mjólk íkki meira enn eini millum 40 og 50 oyru, meðan her skal ein lata 78 oyru fyri liturin. Á sama hátt við eplum. Teir, ið kunna keypa epli í Danmark ella Ong- landi geva næstan einki fyri tey eftir sum prísurin er hjá okkum. Her er nakað, sum rangt er. Vit vilja øll styðja tað, ið land okkara framleiðir; men tað vald- ast, um nakar kann vera so patriotiskt sinnaður, at hann vil koma sær undir beinkin av at styðja framleiðslu landsins. Lond kunnu verja landsins fram- leiðslu við tollpolitikki og bann móti innfluttningi ella við at veita henni studning. Men í longdini verður hetta ikki at bera væl til. Heldur má vera farið at kanna um, hvat orsøkin er til, at framleiðslan ikki er kappingarfør og við tiltékum at bøta um vansarnar. Tit fáa bestu málingina hjá okkum. M.P, Jacobsens málarabúð, Nr. 26 The Norseman. Eitt tíðarrit. Norðmenn hava altíð litið vestur eftir til tey angulsaksisku londini. - Undir bardaganum gjørdist henda vesturleið enn kunnigari. Eisini nógv andaligt samband hevur Noreg havt við tey enskt talandi londini. Meðan kriggid stóð, fóru Norð- menn staddir í Onglandi al geva út tíðarrit skrivað á enskum. Teir nevndu lad The Norseman. Hetta er vælskrivað og áhuga- vert rit. Kemur einaferð út um mánaðin og umfer politisk og bókmentalig evni frá ymsum londum serliga Norðanlondum, Onglandi og Ameriku. Ensklesandi fólk í Føroyum eiga ivaleyst at hava hug at gera seg kunnig við hetta tíðar- rit. Tíðarritini fara at síggjast aftur. Tað er langt ímillum at síggja bók ella rit á føroyskum. Men nú kom »Samfelagsrit«. Rit- stjóri Erlendur Patursson. Hetta er prýðiligt hefti, mestsum bók í stødd. Innihaldið er fjølbroytt. Evnini eru bæði úr heimligum og út- lendskum viðurskiftum, og eru hetta mál, id hvør ein við huga fyri samfelagsviðurskiftum gevur sær stundir til at kanna. Vit mýkja eisini málið og skapa nýggj orð og orðatilfar, nú vit fara undir at nýta tað um meira vísindalig evni. Nú leingist okkum eftir hinum tíðarritinum, »Vardanum«, sum sagdur var at vera komin fyri seg eftur og brátt skuldi síggjast. Hann skal hava aðra síðu av andslívinum. Á svenskar og norskar háskúlar. Aftur í ár býður Svearíki gjøgnum svensku deildina av felaginum Norden ungfólki úr hinum Norðurlondum til ókeyp- is at koma á svenskar háskúlar komandi vetur. Ein treyt fyri at koma uppí part, er at hava verið á Fólka- háskúla. Og í ár býður somuleiðis Noreg gjøgnum norska felagið Norden ungfólki ókeypis á norskar háskúlar í vetur. Nærri frágreiðing viðvíkjandi umsókn, sum skal vera felagn- um Norden í Danmark í hendi innan 1. august, viðvíkjandi svenskum háskúlum, innan 15. august viðvíkjandi norskum há- skúlum (so tað krevst at vera borið skjótt at) fæst við at venda sær til Feroya Fólkaháskúla. -—