mánadagur 19. juli 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÁÁ
'ØRO
SOSIALDEMO
KRATUR
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
I, 2 | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | 2 : 11: | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
Nr. 27 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Mánadagin 19. juli 1948 | kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið 22 årg.
Verjusamband fyri Norðurlond.
Óltin er hitt mest sjónliga og
verunliga aftaná kríggsleikin.
Londini eru í einum sáltmála-
ráki og samtøkustákan, og tað
er óttin fyri hvørt øðrum, ið
elvir tey til tað. Tey kenna seg
ikki trygg at standa einsamøll,
og so leita tey stuðul hvørt hjá
øðrum. Tað ljóðar, at tað eru
fíggjarlig og mentunarlig sam-
bond, tey gera sínamillum; men
verunliga er sambandið mest í
verndarligari ætlan.
Norðurlandafólk vóru av ein-
um blóði og høvdu somu tungu,
men tey drógu ikki eina línu.
Longu úr tættasta søgumjørka-
num dagast tey stríðandi og
herjandi hvørt á annað. Onk-
untíð kundu tey leggja í felag,
tá id sjónligur vinningur var at
fáa burtur úr felagsskapinum.
Tidliga gjørdust royndir at
sameina Norðurlond, men tað
vóru valdshugaðir kongar, ið
hesar royndir framdu, og tær
bóru ongan ávøkst. 1397 gjørdist
við Kalmarsáttmálanum hitt best
útbúna tiltakið at skapa polit-
iskt samband millum hesi nær-
skyldu lond. Nógvir søgumenn
hava prísað ti statsmannskynstri,
sum skapti hetta verk. Men
tær natúrligu umst6durnar fyri
sameining vóru tá sera lagalig-
ar, og ikki spurdist burtur úr
tað, id væntaðist. Kalmarsátt-
málin breiðkaði heldur tað
ófriðarstøðið, sum altíð hevði
verið. Donsku kongarnir hildu
seg eftir hesum sáttmála at hava
rættin til øll londini, og harðir
bardagar stóðu, sum løgdi eftir
seg eitt beiskt hat millum fólk-
ini.
Stríð og spjaðing gera eisini
veikt,ogatNorðurlondiniframdu
eitt innlendis stríð og gjørdu, at
tey ikki høvdu umstøður mun-
andi at taka lut í europæiskum
politikki. Bara tað stutta tíðar-
skeiðið, tá ið teir stóru og dug-
andi svensku kongarnir gjørdu
Sviaríki til eitt europæiskt stór-
veldi, eydnaðist hesum eina av
Norðurlondum at vera við
borðið, tå id europæiskur stór-
politikkur var avgjørdur.
Tað lá eisini tå um svarið, at
ikki Norðurlond fyri aðru ferð
vórðu sameind — hóast við
svørðinum. Varð ikki svenski
kongurin Karl Gustav afturrikin
frá Keypmannahavn, 11. febr.
1659, høvdu Norðurlond verið
løgd saman við Sviaríki á odda.
Men Sviarikis landvinningur fra
Danmark og óttin fyri tess stór-
veldisstøðu elvdi eisini danska
kongin Frírik IV at vera við at
fella Sviaríki sum stórveldi og
greiða gøtuna fyri Ruslandi at
sleppa vestureflir og seta seg
fast við Eystursjógvin. Tá komu
Rusland og Preussen upp í
leikin sum europæisk stórveldi,
og Norðurlondini hvurvu av
pallinum.
Ongar verunligar nærkingar
gjørdust aftur millum Norður-
londini — heldur sat gamalt
agg eftir frá teirri tíð, tá ið eitt
vildi kúga annað — fyrr enn
fram móti okkara døgum. Tá
rennurskandinavisman upp
Henda rørsla var tó veik í
royndum. Hon var romantisk
og fløddi við talum og sangi:
Norðurlond vóru ein eind, og
allir skuldu standa saman sum
brøður og verja...
Danir litu á lyftini, men tá ið
teir vórðu álopnir, stóðu teir í
einsamallir. Hetta vónsvik gjørdi
ivaleyst sítt til, at Danir sleptu
verndarpolitikkinum, løgdu seg
á partna og royndi at laga seg
eftir hinum stóra grannanum
sunnanfyri. Hesin vónbresturin
mundi eisini liggja í Staunings
orðum, tá ið teir norðurlendsku
statsministararnir beint undir
seinasta verdaldarstridnum
høvdu fund i Lund, at Danmark
ikke Nordens
skulde være
Lænkehund«.
Hendingarnar undir II verd-
aldarbardaganum og hættisliga
politiska støða, øll Europa
stendur i, hava rikið aftur stats-
menn Norðurlanda til fundar
og samráðingar. Teir hava allir
verið samdir í at herða á, at
Norðurlandsfólkini = eru eitt
brøðrafólk, bundnir við ættar-
bondum og felags áskoðanum
og hugsjónum. Hert er eisini
á, at londini vilja verja seg, um
tey verða álopin, og frælsi teirra
stendur í vága, ti frælsi er størst
av øllum ognum. Men hesir
fundir hava ongar samtyktir
ella sáttmálar lagt eftir seg. Sum
hoyrist eru Norðurlond ójøvn
á máli um sín verndarpolitikk.
At binda seg saman í eitt verju-
samband verður kanska at líka
illa einum stórveldi. Tey »stra-
Drottning Ingrid og báðar deturnar
komnar til skaðis.
Bilurin vendi móti fræi.
Kongahjúnini halda summar á Graasten slotti í Suðurjútlandi,
og tá ið drottningin ónsmorgunin var úti og koyrdi í bili við
báðum døtrunum, rendi bilurin móti einum træi, og komu tey,
ið í bilinum vóru, til skaðis.
Drottningin og døturnar eru inn-
lagdar á sjúkrahús i Sønderborg, men tidindini siga, at tey liva
toliliga væl og fáa ikki mein av brestinum.
Drápsroynd móti italienska kommunista-
foraranum Togliatti.
Tá id Togliatti, høvuðsmaður
Kommunistanna í Italia skuldi
fara inn í tinghúsið í Rom, rann
ungur maður ímóti honum og
loysti fýra revolvaraskot av
beint í bringu hansara. Togli-
atti fall niður, og tá ið fólk
komu til, sást, at hann var illa
særdur. Hann varð fluttur á
sjúkrahús, men læknar halda,
at ikki stendur lívið í vága.
Drápsmaðurin var ungur stu-
dentur. Hann segði seg vilja
taka lívið av kommunistafør-
aranum, tí hann var ein figg-
indi móti fosturlándinum.
Drápsroyndin móti Togliatti
a AAA AA AA AA AA AA AA AA AA AA AAA AA AA [fy [[A [[ [ [AAA [ [Af [A[ [ff [|| [|
tegisku« líkindini fyri einum
verjusambandi eru heldur ikki
so lagalig, tá id ein hugsar um
geografisku støðu Norðurlanda.
Og vápnastyrkin, londini hava,
er ógvuliga ójøvn, so eitt land
kann verða haft fyri einum
øðrum. Men verðaldarstøðan
er hættislig og skulu lond vera
sjálvstøðug og verja sínar hug-
sjónir og sílt frælsi, mugu tey
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
ræntast at skapa politiskan 6-
frið í Italiu. Skrivari flokksins
kunngjørdi beinan vegin landa-
streiku, og nógvir býir hava
longu tikið við boðunum. Rum-
bul var í tinginum, tå ið tíð-
indini frættust, Kommunistur
tok i bringuna å innanrikisråd-
harranum og gav honum skuld-
ina. Kommunistar krevja stjórn-
ina frá beinanvegin, og hon
hevur aftur ímóti boðsent her-
pørtum at halda seg til reiðar,
um ófriður verður. Mint kann
vera á, at kommunistiski flokk-
urin er stórur í Italiu. Serliga
í teimum tættbygdu býunum.
taka seg saman og tryggja seg í
felag móti álopum. Seinasti
bardagin sýndi, at helst vóru
tað tey vápnaleysu londini, og
tey sum einsamøll stóðu, ið
áherjað vórðu.
VESTURSKIN og HAFSTEIN
sigla báðir fullfermdir heim
undan Bjarnoynni (saltfiskur).
,
livurpostei På
salatir
konserves
S. HOULBERG A/S
Kødbyen, København.