Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-08-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. august 1948síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu SOSIALDEMOKRATUR I JAVNAÐUR Olavsøkan 1948 Stór fólkasamkoma men veðrið kundi verið betri, Mær tvkist ofta, at hugurin at koma á Ólavsøku hjá Føroy- ingum er sum við konuni hjá Johs. V. Jensen í einum av stutt- søgum hans, ið komin var við kúgv til marknaðin, tí bæði livdu so í einsemi. Kúgvin hevði ongar aðrar kýr at koma saman við, og so helt konan, at tað heyði verið hugnaligt onkun dag hjá henni at koma til marknaðin og verið saman við øðrum neytum. Hon skuldi als ikki vera seld, sum menn, ið sóu kúnna og konuna, trúðu. Føroyingar hava livað ger- andisdagin fjart hvør frá øðrum, illa hevur borið til at hitt gaml- ar kenningar, tí hevur hesin dagurin mest sum givið hitt einasta høvi til at koma líkliga saman og hitta aftur tey, sum tú kendi. Tey fremmindu kunna halda, at hetta er ikki stór- vegis at koma saman um, tjóð- skapardagin: hetta er ein gongd aftur og fram. Men tað er nett- upp hetta at ganga tolilisliga og hitta ein og annan, id hevur verið eitt eyðkenni fyri Føroy- ingar og føroyskt fólkalív bæði vinnuferðir og stuttleikaferðir: sum í grind, tá ið menn hava gingið og híða eftir, at grinda- seðlar skulu koma út. Tað er ein serligur dámur á Ólavsøku- samkomuna, og hann kann og ' skal ikki seljast, hann skal ikki flytast sum fiskur, ull ella her- metikk. Ólavsøkan broytist í heilum. Ólavsøkan 1948 er ikki lík teim- um, ið framman undan vóru. Kriggstidin hevur broytt, upp- gongutíðin hevur broytt. Tórshavn, Ólavsøkustaðurin, er vorðin mestsum kosmopolit- iskur. Tú hoyrir ymisk tungu- mál í gøtunum: danskt, norskt, íslendskt, enskt o. s. frv. Vit eru vorðin sum eitt av hesum nýggju londunum: fólk eru farin at flyta inn á okkum. Fólk søkja arbeiði her, fólk tevja vinning. Tá ið eg gangi oman eftir Havnar gøtum Ólavsøkuaftan um kvøldið ella Ólavsøkudag um kvøldið er myndin ameri- konsk, ella hitt tiltikna Hyde Park í London. Fólkagongdirnar alda aftur og fram. Samkomur úti av ymsnm slag. Fótbólts- leikir í Gundadali, gudiligur fundur uttanfyri Ebenezer, po- litiskur fundur á Tinghúsvøll- inum. — Annað kvøldið Frels- unnarherurin á Vaglinum við hornblástri og songlógum, sum eggja tær at standa og vagga og lyfta fótin upp, eins og skuldi tú farið upp á gólvið beinan vegin. Og so inni: kabarett í Sjónleikarhúsinum, føroyskur dánsur aftan á. Enskur dansur í Tórshøll — kanska okkurt í Klubbanum. Myndin er fløkt og braðnýggj. Hon er áhugarík og umhugs- ingarverd. Hon sýnir eina nýggja tíð. Hon sýnir ivaleyst alt hetta, sum vit halda bráðar oman á og hvørvir, tá id samkoman og veitslan eru liðug, men sum ikki ger tað. Tað er hetta, sum sýnir seg á Ólavsøkuni 1948, ið fer at seta seg í Føroyingin og skapa eina nýggja fólkasál. Skiftið er komið knappligt, má eg siga. Ættarliðið á miðjum aldri var vant at hoyra kingo- lag í myrkum bygdakirkjum. Stuttleikin var føroyskur dansur í lágum roykstovum. Vit royna enn at halda hetta, sum kódn- ar, uppi. Men man tað bata? Eru vit ikki komin á glið í hesum »europeiska kulturinum« og fara vit at stedga aftur? Verd- ur tað ikki sum ein gamal leikur, id vit royna at minna upp aftur onkra háfloygda løtu? Soleiðis hugsi eg, meðan eg gangi gjøgnum Havnargøtur og gleðist um høvuðsstaðin í vøkstri — men samstundis sendi eina sorgarkenslu aftur til hetta, ið fer. — 3 Tað nýggja, kvikliga gevur býnum lív. Jørgen Frantz Jac- obsens føðistaður tekur móti Ólavsøkugestunum sum í forð- um, men andlit hansara skiftir lit. Ungfólkið fer skrúðgongu gjøgnum gøturnar, ísmenninir selja bilfarmar av ísi til gest- irnar. Eydnulhjólini“ mala runt, og tú kanst fara heimaftur við søkkladnum báti av dukkum, Mánadagin 2. august 1948 | Bladid verdur bilagt å posthåsinum, og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR 22 árg. spølum og øðrum góðum lutum av ymsum slag. Hitt gamla andlitið verður roynt at varðveita: menn rógva kapp við fimligum, fagurt mál- aðum bátum. Løgmaður, ting- menn og prestar ganga í kirkju. Tingið verður sett á fornan hátt. — — Eg eri í einum meldri; eg fari > heimaftur, men livi eg, so verdi eg ringan sum kúgvin og konan hjå Johannes V. Jensen: eg fari aftur á Ólavsøku at finna vinir og kenningar og kanna eftir hvat nýtt, ið tá verður at koma aftur at. Z. Tingsetan 1948 byrjað. Guðstænastan. Aftaná, at løgtingsmenn, land- stýrismenn, embætismenn og prestar við ríkisumboðsmanni, løgmanni og prósti á odda høvdu gingið í skrúðgongu og vóru setstir innar í kór, fór fram ólavsguðstænastan 1948, og var hon sera vøkur og hugtakandi. Presturin á Nesi, harra Salomon Joensen, prædikaði hugtakandi og vakurt um Ólavsanda og kristna trúgv. Tað sást týðuliga á andlitunum á teimum, sum í kirkjuni vóru, at prædikan og guðstænan øll nært við innastu hjartarøtur teirra. Sjáldan hevur Waagstein organistur spælt vakr- ari enn henda dag, og sjáldan hevur ein guðstænasta sum ein heild verið meira væleydnað. Tingið sett. Tingformaðurin, — Oregaard, setti fundin. Sidani for fram val av formanni og næstformanni. Formadurin fyri javnadarflokk- in skeyt uppå at velja Oregaard til formann, og Poul Petersen skeyt uppå at velja Thorstein Petersen til næstformann, og báðir vóru valdir uttan mót- støðu. Síðani vóru Poul Peter- sen og Hentze Weihe valdir til skrivarar. Løgtingsformaðurin setti so tingsetuna fyri 1948 og byrjaði við at biðja løgtingsmenninar rópa 9 ferðir hurrá fyri kongi okkara og 3 ferðir fyri føði- landinum; síðani helt hann eina rakra talu um, at vit, nú hava fingið sjálvstýri og lóggávuvald, mega royna at gera okkara fullu land og fólk og skyldu fyri leggja kreftir okkara í at fáa so gott burtur úr tingarbeiðinum sum gjørligt. Thorstein Petersen talar á donskum málil Tað merkiliga hendi nú, at næstformaðurin fer upp og talar á donskum máli, og gevur Dan- um eina ábreiðslu, tí at stats- radiofoniin hevði reikað so fyri, at hesin søguligi fundur kundi vera tikin uppá plátur, og be- varaður til allar tíðir sum eitt søguligt skjal. Hetta álop virkaði sera óhugnaligt uppá áhoyrar- arnar, og var illa dámað av øllum. Johan Poulsen mótmælir. Táið Th. P. var liðugur, fór Johan Poulsen upp og mótmælti ábreiðslu Th. P's. Th. P. hevði sjálvur, uttan at spyrja nakran eftir, táið hann sjálvur var for- maður, latið upptaka løgtings- fundir, og eisini tá hann ikki var formaður, uttan at spyrja hvørki formann ella nakran annan løgtingslim eftir. So helt hann, Johan Poulsen, at Th. P. hevði onga orsøk til at átala, at Øregaard sum løgtingsformaður hevði givið loyvi til slíkt. P. M. Dam talar. P. M. Dam helt nú eina megnarrøðu, har hann í væl- vældum orðum mótmælti Th. P's atburð. Hann segði, at okkara tjóð, Føroyar, altíð vildi taka væl ímóti vælvilja og vinar- ráðum frá frændatjóðunum, um tað so var frá Danmark, hinum Norðanlondunum ella øðrum vinartjóðum. Føroyingar høvdu altíð verið høviskir og riddars- ligir, og ætlan okkara var at halda henda góða sið hjá okk- ara forfedrum í æru og verða sum teir. Hann bað teir útlend- ingar, sum fóru at hoyra hesa ábreiðslu Th. P's, bera yvir við ti manninum, sum kom fram við henni, og seta eina striku yvir hetta verk og rokna tað fyri eina óføroyska gerð. Formaðurin endar fyrsta fundin. Síðani endaði formaðurin henda fyrsta fund við at siga, nær næsti fundur skuldi verða og las upp dagsskránna fyri henda næsta tingfundin, sam- stundis vóru tingmenninir Jens Chr. Olsen á Toftum og Johan Reinert í Vestmanna valdir til tingmenn, hin fyrri tí A, Sam-