mánadagur 2. august 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29
uelsen, løgmaður, hevði sagt seg
burtur úr tingarbeiðinum og hin
seinni tí, at tingmaðurin Hans
Iversen var sjúkur og tessvegna
ikki fyribils kundi møta í ting-
inum. a.
Kærleikin
til
fiskimannsins.
>14. Septbr.« hevur 24. juli
grein um hitt nýstovnaða fiska-
sølufelagið Føroya fiskasøla
og málber seg í endanum á
hesum hjartasuffi soleiðis:
»Fiskimenn hugsa sítt. Og
munu teir taka lut í teirri frøi
sum skinur út úr »blédunum«
— Dimmu, Dagbl. og Sosialin-
um — nú útgerðarmenn hava
sett hælin oman á? Á komandi
tingsetu fær so hesin órættur
valsigur løgtingsflokkanna...c
»14. Septbr«. boðaði frá, tå ið
hann sá dagsins ljós, at hann
strangliga vildi halda seg til
sannleikans smølu rás. Blað-
starv í Føroynm var ónossligt
og ódámligt starv, men hesin
nýføddi blaðalvin ætlaði at bera
sannleikans kyndil hátt og ikki
sum hini lata hann osa og rúka,
so hann heldur myrkti enn lýsti.
Viðvíkjandi nevndu grein, og
tað hon hevur at bera um bløð-
ini, mugu vit við sorg siga, at
hesa ferð er hesin lýsandi sann-
leiksberarin farin av rásini,
hansara kyndil rýkur og osar.
»Sosialurin« í hvussu so er,
hevur onga frøi sýnt um stovn-
anina av hesum fiskasølufelagið,
ið >14. Septbr.« spáar verður
fiskimanninum eitt svárt træla-
band. >Føroya Sosial Demo-
kratur« hevur einki sagt um
felagið Føroya fiskasøla,
hvørki um tað er gott ella ringt,
so á hesum sinni er tjóðveldis-
blaðið so langt frá sannleikan-
um sum tað kann vera.
Hesa »umsorgan« fyri åhuga-
málum fiskimannsins hava ann-
ars ikki Tjóðveldismenn lagt so
mikið til sjóndar fyrr. Teir siga,
at Føroya fiskasøla er útgerðar-
mannafelag, og útgerðarmenn
seta hælin oman á, fiskimenn
skulu við lógboðum tvingast at
selja hesum felagi fisk sín;
men vit vilja ørminnast um, at
ikki er long tíðin farin, síðan
hesir menn, sum nú lýsa frá
kærleika sínum til fiskimann-
sins, løgdu upp í part við teim-
um, sum ikki munu standa sum
mótstøðumenn úlgerðarmann-
sins — heldur verja hansara
áhugamál.
Hetta fiskasølufelag er ný-
stovnað, og ikki eru kunngjørd-
ar reglur fyri virki tess. Vit
vita ikki, um fiskimanninum er
noktad at sleppa upp i part.
Fiskimannafeløgini = umboða
fiskimannin, og tey hava verið
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
———————————————…—…—| [ —>>—eHH—e…||—[|——-—-—u—…"…—o——(|([ddSié—e"["[|=|A——=——|—|—h—-—…—…—$$—%+— —…]|—— 72.
kvirr. Målid skal fara til Ting-
sins, og tå fæst at vita, um
skuldsetingar »14. Septbr.«s eru
sannar, og Tingsins limir seta
fiskimannin uttan fyri og lata
útgerðarmannin seta hælin á
nakka hans.
Tjóðveldismenn eru farnir at
sýna fiskimanni og arbeiðara
stóran tokka í síðstum. Hetta
man vera ein politiskur leikur;
nu skal vera friggjad til henda
stættin at fáa hann í sin part.
It er at siga, hvørja støðu hesin
nýggi flokkur hevur í spurn-
inginum um samfelagsins skip-
an. Teir hava tosað um at sita
við sama borð allir stættir.
Skulu vit so hava hitt stætta-
leysa samfelagið ?
Vit skuldu helst øll verið
hugað at fingið skil á samfelag-
num og tikid við álvara sam-
felagsins vandamál upp. Nýggir
menn tosa um fløkjur og ó-
skil, men lítið skil verður, tá
ið teir fløkja sjálvir og flyta
fram eina nógv meira eingongda
agitatión enn nakar annar flokk-
ur. Men fiskimanna- og arbeið-
arastætturin munu ivaleyst dug:
at síggja, at um menn sleppa á
Ting, sum teir fegin vilja, man
valla verða, at teir verða so
skjótir at loysa træturnar hes-
um stættum til frama.
F ólkaskúlin
Føroyum.
Allir menn eru samdir i ti, at
fólkaskúlin er grundarlagid fyri
fólksins menning og framburði,
andaligu menning og kroppsligu
menning. Har leggst tað fyrsta
støðið fyri uppaling og kunn-
leika, og í øllum framburðs-
londum savnar hugurin seg
saman um at gera hann so góð-
an sum gjorligt. Utbugva hans-
ara lærarar so, at teir verða
førir at røkja sítt starv væl og
virdiliga, og gera undirvisingar-
líkindini viðvíkjandi húsum og
tilfari so lagalig, at úrslitið kann
verða hitt besta.
Tær frágreiðingar, ið skúlans
umsjónarmenn leggja frá sær,
bera ikki boð um, at fólka-
skúlin í Føroyum arbeiðir undir
slíkum korum, at kravt kann
verða av honum hitt mesta og
besta.
Tá ið skúlaskipan varð ásett
fyri hetta land, vórðu skúlar —
og fyri ein part lærarahús —
bygdir. Eftir viðurskiftunum
vóru hesir skúlar at rópa ståsi-
lig hús í mun til vanliga húsa-
bygging. Men tíðin er gingin, og
menningin á hesum økinum er
farin langt fram um tað, id var
at rópa tidarhoskandi og prýði-
ligt tá. Lítið og einki er gjørt
til umvælingar, so manga staðni
standa skúlarnir á fallandi føli,
og tað undirvisingartilfar, sum
nýmótans skúlaskapur roknar
at vera sjálvandi, saknast so
fullkomiliga.
Uttan at flyta fram illsintar
atfinningar, so er ikki at siga,
at fólkið í síni heild hevur havt
stóran athuga fyri skúlanum.
Vit mugu kanska umbera hesum.
Upplýsingarhugaðir menn bóru
skúlan inn á fólkið móti vilja
less. Fólkið tå stóð á einum
stigi, tá ið tey hildu, at skúli
og lærari vóru ein óneyðug
byrða, sum løgd var á tey —
kanska orsakað eisini av ti van-
liga illviljanum, sum landsins
yvirvald altíð hevði sýnt hinum
meiniga manninum. Trupult var
eisini at vinna sær til klæði og
føði, og nýggjar útreiðslur stóðu
so í alla manna eygum sum
reinir fíggindar. Ein kundi sagt,
at teir skúlahugaðir menninir
skuldu havt gjørt eitt upplýs-
ingararbeiði fyrst, áðrenn leir
fluttu skúlar inn á fólkið. Her
er al siga, at upplýsing um gagn
av hesum ella hasum vinnur
ikki frama so í bráðskundi, og
menninir høvdu eisini ta áskoð-
an — sum eisini rølt var — at
tað vóru nettupp skúlarnir, ið
bera skuldu út upplýsing og
skapa nýggjar tankar, og so
statt sjálvir verða sín egin verja.
Meneitt upplysingararbeidi gong-
ur oftast seigliga. Samarbeiðið
millum skúlan og fólkið hevur
ikki verið hilt besta, og enn á
døgum kenst víða hvar ein hørð
andstøða móti skúlanum.
Kommunulógin legði røking
skúlans og ein part av lærara-
lønunum á kommunurnar, og
hesar lógreglur hava virkað so,
at skúlaviðurskiftini í eini bygd
hava lagað seg eftir teimum
ymisku sóknarstýrum, sum sitid
hava. Menn kunna hava mann-
að soknarstyrid, ið hava verið
mentaðir og framburðshugaðir
á øllum økjum, meðan har
afturímóti = onnur sóknarstýri
hava havt menn, ið hava verið
afturhaldandi og pirnir, og sum
hava hildið, at ein gomul tíð
heyði tað so og so: okkara tíð
kundi hava tað á sama hált.
Skúlaviðurskiftini komu tí at
snúgva seg eftir teimum farandi
og komandi sóknarstýrum. Tó
er at siga teimum lokalu skúla-
raldum tað til umberingar, at
tey vinnuligu og peningaligu
viðurskiftini vóru so vánalig, at
kommunurnar vóru í heilum í
einari peninganeyd og høvdu
ikki umstøður at røkja tey mál,
tær skuldu hava undir hond.
Uppgávan hjá framtíðini er
nú at fara og bøta um eitt mál,
sum vit vita er so týdningar-
mikið fyri alla tjóðina og allan
framburð í landinum. Her tørva
beinan vegin nýbyggingar í nógv-
um støðum. Aðrastaðni kundi
ein ábót og umvæling bøtt stór-
liga um teir ringastu vansarnar.
Ymsastaðni í landinum hava
2. august 1948
sóknarstýri hesi peningaríku ár
lagt figgjarætlanina so rúma, at
pengar kunna vera lagdir niður
til skúlabygging ella skúlaum-
væling. Onnur hava ikki verið
so. umhugsin. Tey hava lagt
seg eflir ti vanliga at minka
um skattaprocentina, ið væl
kann dáma monnum, sum gjalda
skulu skattin í løluni, men sum
kann koma seinru sóknarstýr-
um illa við, tá ið mong bygda-
viðurskifli verða so út av lagi
ring av órøkisskupi, at ein noyð-
ist at gera nakað við tey — og
tað verður í einari niðurgongu-
líð við minkandi innltøkum.
Ein spurningur, ið verður at
umhugsa, er, hvussu ætlanin
skal verða fyri teimum einstaku
skúlunum, id bygdir skulu vera:
um leir skulu gerast so nýmóltans,
at teir mest sum eins og manga-
staðnis í útheiminum vera havdir
til framsyningar og har av skulu
geva viljandi eina mynd av
landsins høgu mentun og fólka-
menning. Viluligt er, at kom-
munur, sum halda seg hava góð
ráð, og har offurviljin er stórur
fyri slíkum málum, seta upp
slíkar skreythøllir; men gondin
er jú tann, at land ella ríki
tekur sín part av slíkum bygn-
ingum, og tå ið viðurskiftini eru
so, at skúlar í summum pørt-
um av landinum eru um at
detta niður og ikki verandi inni
i, skuldi ikki verið rættur lands-
politikkur lá bert onkustaðni at
selt upp slíkar høllir, og so ikki
havt ráð at bøla eitt sindur har,
ið ringast er. Annar spurningur,
ið frammi liggur viðvíkjandi
skúlabygging, er, um vit skulu
byggja stórar høvuðs-skúlar, har
øll børn úr einum stórum
plássi kunna ganga í. Tíðin
framman undan hevur verið
fyri hesari hugsanini, men nógvir
skúlamenn í nútíðini hava yms-
ar affinningar at geva hesari
gongdini. Teir siga, at hesir
risaskúlarnir, sum savna saman
hundraðir ella túsundir av børn-
um, gera barnið øðrvitisligt og
ofridaligt. Tað samband, sum
vera skal millum barn og lær-
ara, fæst ikki í lag undir hes-
um viðurskiftum. Skúlin verður
sum ein hersløða, og barnið
verður bert eitt tal og eingin
livandi vera, sum hevur sítt
staka sålarliv, sin egna heim
ella serligu heimligu viðurskifti.
Lærarin við hin stóra miðskúlan
fær beinanvegin hvørki stundir
ella høvi til at kanna hitt ein-
staka barnið. Tað verður hann
fremmint. Menn halda tí, at
býir sum eru í vøkstri heldur
skulu byggja fleiri og smærru
skúlar ymsastaðni á plássinum.
Teir eru lættari at koma til hjá
børnunum, og umstøðurnar har
eru betri fyri bæði lærarar og
børn, og undirvísing og upp-
venjing í hesum skúlunum fer
at geva betri úrslit.
Her eru tíkin fram nøkur
problem og sjónarmið viðvíkj-
andi hinum føroyska fólka-
skúlanum. Nógv er eftir at
umrøða, men sum ikki ber til
at draga fram í hesum yvirliti.