mánadagur 2. august 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
2. august 1948
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 29
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Bráðf. bladstjori : MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
. á . .
Heimatíðindi.
Olavsøkuteiti 1948.
Tað má sigast, at Olavsøku-
teiti í ár er av teimum bestu.
At vera spottskur og nýta beiskt,
rámandi skemt liggur eisini til
Førovyingar, og hesir, sum gjørt
hava teiti í ár, hava verið sera
hepnir. Sjálvandi er henda farna
tid viðvíkjandi politiskum hend-
ingum sera rík á tilfar, sum
nýtast kann í einum skemti-
blaði. Vónandi verður Olav-
sokuteiti fastur gestur. Tad kann
vera bæði til gaman og álvara.
Aldan gevur út, og er tað at
fáa í øllum bókabúðum í Havn
og kostar 3 kr.
Ólavsokuútvarp.
Danska útvarpið hevði fingið
í lag eitt Ólavsøkuútvarp. Kong-
ur talaði fyrst. Síðan var upp-
lestur, sangur og radioorkestrið,
røða av Emii Joensen presti.
Upplisið varð Nis Petersens
stórbara yrking til Føroyar og
kronikk Jørgen Frantz Jacob-
sens Tórshavn.
Ológlig klædnasøla
og smugling.
Norskur båtur hevur fingid
til keyps klædnavørur her í
Føroyum, við ongum korti, ið
sum kunnugt bannað er. Nú er
hjá yvirvaldinum at revsa lóg-
brotið, so ikki reglurnar bert
verða eitt eiti.
Feskfiskasolan.
ks. £
Fossá 396 1156
Hoyvík 312 800
Ósi 572 284
Álvur 369 384
Tre Kroner 263 323
Skipáfossur 390 1350
Veitsla fyri Hetlendingum
Tórshavnar býráð hevði veitslu
fyri hetlendsku fótbóltsspælar-
unum í Klubbanum friggja-
kvøldið.
Enn ein dystur móti Het-
lendmgum.
Síðsta leygarkvøld leikaði úr-
ralslid úr Havn móti Hetlend-
ingum uppi í Gundadali.
Hetta var veikt spæl frá báð-
um síðum og óavgjørt 1—1.
Eykaaðalfundur
í Havnar sjónleikarfelag verður
í Sjónleikarhúsinum hósdagin
5. august kl. 9 s. p.
Dagsskrå:
Sáttmáli við Býráðið um bio-
grafloyvi,
Urslit av
Olavsøkukappingunum.
Kappróðurin:
Kappróðurin í ár var serliga
spennandi. Tvøroyrabáturin, 10-
mannafarid, »Suduroyingur«
hevdi vunnid tvey år, og vann
hann triðja, var steypid hansara.
Tað var so eisini, og var hetta
vakur róður millum bátar, sum
tiltiknir eru at ganga óføra væl.
4-mannafør (kvinnur):
1 Silid, Tórshavn.
2 Havfrugvin, Vestmanna,
Seksmannafør (menn):
Í Tjaldrið, Vági.
2 Jóannes, Vestmanna
8-mannafør:
1 Fríggjarin, Miðvági.
2 Hvalurin, Eiði.
3 Hvalurin, Tjørnuvík.
4 Hvalurin, Vági.
10-mannafør:
1 Suduroyingur, Tvør.
2 Vestmenningur
3 Havnarbáturin.
4 Klakksvíkingur.
Fótbóltur:
Ólavsøkuaftan, Býarliðið úr
Havn móti Hetlendingum. Het-
lendingar vunnu, 4—1.
Ólavsøkudag, Landsliðið móti
Hetlendingum. Landsliðið vann
4—1.
Hondbóltur:
V. B. úr Vági og Neistin,
Tórshavn. I lið Vág vann Neist-
an 4—0. Mannslið úr Vági móti
mannslidid úr Havn. Vág vann,
10—5.
Kappríðing:
Viljormur Tórsheim á hestin-
um Skemmingi vann ferða-
steypið.
. . rr
Licitatión.
Elektricitetsnevnd Tórshavnar
býráðs býður alment fram at
gera „Maskinfundamentir og
betonggólv“ og „Betong- og
múraraarbeiðir“ við nýggja
elektricitetsverki.
Tekningar við frágreiðingum
fáast til láns á byggjustaðnum
(tlf. 366) fyri hvørju arbeiðir
sær ímóti 25 krónum í veðgjald.
Boð verða givin inn sama stað
í seinasta lagi týsdagin 3. aug.
kl. 12 á miðdegi.
Annars fæst nærri at vita hjå
undirskrivaða, telf. 280.
H. C. W.-Tórgarð,
Arkitektur M.D. A.
$.S. OYRNAFJALL
Annar maskinmeistari og 2
dreingir fáa pláss við skipinum
við skjótast at snúgva sær til
skrivstovuna.
50-åra
minningarhátíð
Foroya Lærarafelags.
Á aðalfundi Føroya Lærara-
felags í 1898 sigur gerðabók
felagsins, at lógir fyri hetta felag
vóru samtyktar, men samstundis
sigur bókin frá, at lærararnir í
Føroyum eru komnir saman til
árligar fundir síðani 1877.
Á aðalfundi í fjør varð gjørt
av, at 50 ára minningardagur
skuldi verða i ár og nevnd til
at fyrireika hetta varð sett.
Nevndin gjørdi av, at eitt
minningarit skuldi verða úlgivið,
og minningardagur hildin.
Ritið varð ætlað at koma út
til minningardagin, men tað
eydnaðist ikki vegna prent-
smiðjuviðurskifli, men minning-
ardagurin fór fram sum ætlað
hin 27. juli.
Dagurin byrjaði við einari
ógvuliga hátíðarligari guðstæn-
astu, har G. Jacobsen próstur
prædikaði so vakurt yvir tann
týdning lærari og skúli hevur
fyri børnini og hin uppvaksandi
ungdómin.
J. Joensen próstur tók sær
sera vakurt av guðstænastuni
fyri altarinum, og J. Waagstein
organistur, sum stóð fyri urgu-
spælinum, greiddi væl frá hond-
um sín. part av guðslænastuni.
Um 100 fólk luttóku í guðs-
tænastuni, og bert fá vóru ikki
lærarafólk. Tað hoyrdist á sangi-
num, at kirkjufólkið henda dagin
vóru slik, sum von vóru at
syngja, so livandi var sangurin
í kirkjuni henda dagin.
Bæði Z. Sørensen yvirlærari,
sum var deknur, og klokkarin,
Frits Christiansen, gjørdu teirra
til, at guðstænastan varð so
hugnalig, sum hon varð.
Um kvøldið fór veitslan fram
í klubbanum; hetta frálíka
veitsluhøli gjørdi sitt til, at veit-
slan varð so frálík, og Fru Olivina
Joensen, sum stóð fyri mat-
gerdini og borðreiðingini, hevdi
sin stóra lut i ti góða hýri sum
gestirnir vóru í alt kvøldið og
langt út á morgunin.
Talur vóru hildnar bæði nógvar
og góðar. Millum talararnar
kunnu vit nevna: Marius Johan-
nesen formaður felagsins, talaði
um felagsins virki, Ríkisumboðs-
maðurin, sum talaði um tað
góða samarbeiði millum skúla-
stjórnina og lærarafelagið, Løg-
maður, sum talaði um týdning
fólkaskúlans og tær lønarbøting-
ar, lærararnir høvdu í væntu;
talurnar hjá L' Zachariassen
landsstýrismanni og P. M. Dam
fólkatingsmanni høvdu m. a.
sama innihaldið. Aðrir talarar
vóru: próstarnir J. Joensen og
G. Jacobsen, yvirlærarnir Z.
Sørensen og Chr. Liitzen, lærar-
nir H. A.Djurhrus, N. W. Poulsen,
S. P. úr Konoy og Poul Petersen
ítróttaráðgevari.
Høvuðsborðhaldið fór fram í
teatursalinum; kaffi varð borð-
reitt í tí lítla salinum og hinum
minnu rúmunum uppi á. Har
las Mourits Mohr upp eina
frålika, men hampuliga »radio-
avis«.
Triggir sangir vóru yrktir til
veitsluna, og yrkt teir høvdu M.
Johannesen, H. J. Jacobsen og
H. A. Djurhuus; sangirnir vóru
væl yrktir, serliga H. J. Jacobsens
var væl umtóktur, so stuttligur
sum hann var, og vard hann
fleiri ferdir sungin uppaftur sum
veitslan fór fram.
Føroyskur dansur varð dans-
aður, og kvæðini ljómaðu væl
og hýrurin var frálíkur; eisini
enskur dansur varð dansaður
við hvørt.
Ein sera væleydnað minningar-
fest var at enda.
a.
Feroya
Sjóvátrygging
Skip - motorbåtar
útróðrarbátar - verur
verða tryggjað
ØT … 0. sr.
Føroyska hondsápu
frá fabrik OKKARA
FØROYA
BRUNATRYGGING
Hus - innbiigv - vør-
ur - verda tryggjad.
FØRCYSK
gronsápa
er tann besta
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M.P. Jacobsens málaraðbú,
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443