leygardagur 7. august 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALDEMOKRATUR
FRÆLSI
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á |
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
Nr. 30 |
Hin 14. olympiadan.
Hin 29. juli byrjaði hin 14. olympiadan, og fer hon fram í
London, høvuðsleikvøllurin er Wembley stadion.
Wembley stadion
Olympiadirnar hava sín uppruna, sum kunnugt er, í Grik-
kalandi. Hin fyrsta fór frem ár 776 f. Kr. føðing. Men í árinum
393 e. Kr. f. setti keisarin Theodosius forboð móti hesum ítrótta-
kappingum, og høvdu tå 293 olympiadir verið hildnar í Grikka-
landi. Hesir leikir féru fram í Olympia á Peleponnes í Grikka-
landi, hin vakrasti leikvøllur sum enn hevur verið til.
Í 1896 fekk fransmaðurin Pierre de Coubertin barónur aftur
í lag teir olympisku leikirnar; fyri at heiðra Grikkaland fór
henda fyrsta »nåtidar« olympindan fram if Ather
Mynd frå olympiadini 1896 i Athen: Grikkarin Louis vinnur Marathon
renningina.
Sidani skuldu 14 olympiadir hava verid, av ti at tær sum i
gomlum døgum skuldu farið fram fjórða hvørt ár, men tvey
kriggj hava verið í vegin, so 3 eru farnar burtur ímillum. Í 1916
skuldi ein farið fram í Berlin, men hin fyrri verðaldarbardagin
gjørdi hetta ógjørligt. Í 1940 skuldi ein fara fram í Helsingfors,
men hesin seinni verðaldarbardagin forðaði hesari og eisini tí, ið
skuldi fara fram í 1944.
Nútíðarolympiadirnar hava verið hildnar í Athen í 1896,
sum sagt áður, og í 1900 í Paris, 1904 í St. Louis í Norðuramerika,
1908 í London, 1912 i Stockholm, 1920 í Antwerpen, 1924 í Pa-
ris, 1928 í Amsterdam, 1932 í Los Angeles, 1936 í Berlin og nú í
JAVNAÐUR
Leygardagin 7. august 1948
BROÐURSKAPUR
| Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið
22 årg.
1948 í London. Hóast henda ikki er meira enn hin 11., so verður
hon kortini roknað fyri at vera tann 14., tí hinar 3., sum eru
glopnar burtur úr, verða roknaðar uppi.
Kl. 16 ólavsvøkudag steig hin bretski kongurin fram og segði
hina 14. olympiadina at vera byrjaða. Samstundis fór hin olym-
piski fánin við teimum 5 ringunum upp á Wembley stadion.
Nú dunaðu 21 skot frá kanónum og hornblástur hoyrdist. Táið
dunið frá kanónunum var burtur vóru 6000 brævdúgvur sleptar
á flog, eins og siður var í Grikkalandi í forðum, og skal hetta
vera til merkis um, at ítróttin skal verða til at økja um frið
landanna millum og vinskap millum ítróttafólk úr øllum londum.
Hin olympiski kyndilin, sum tendraður var á fjallinum Olympos
og borin ella førdur 2400 km, varð nú borin inn á stadion av
ti stóra og sterka ítróttamanninum John. W. E. Mark frá Cam-
bridge lærda skúla. Ógloymandi fyri tey, ið hjástødd eru, er tað,
tá ið hann við kyndlinum í aðrari hond høgt yvir høvdið ber-
andi kyndilin fór rennandi runt leikvøllin og tendraði hin olymp-
iska eldin, sum verður brennandi, meðan olympiadan fer fram.
|
!
Hin olympiski eldurin er kyndur, og verdur brennandi
medan olympiadan fer fram.
Olympiadan 1948 er hin størsta, sum higartil hevur verið.
61 ríkir luttaka. 90.000 áskoðarar úr flest øllum londum. 6000
ítróttafólk luttaka í kappingunum.
rr ———
Stadion í Athen.
Attlee býður vælkomin til gestirnar.
Um kvøldið helt premierministari Altlee eina talu og beyð
hann í vælvaldum orðum vælkomnum teimum 6000 av heimsins
bestu ítróttafólkum úr teimum 61 ríkjunum, sum eru Onglands
gestir.
Attlee strikaði undir, at ætlanin við olympiadunum er at