Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-08-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 1948síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALDEMOKRATUR FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á Á | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og 31 | . síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Leygardagin 14. august 1948 | kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið 22 árg. Løgtingsinntøkur og at finnast at. f demokratiskum londum er tað ein fastur og ómissiligur rættur at finnast at og átala. Men eru atfinningin og átalan á einum rongum grundarlagi, gera tey meira skaða enn gagn. Tá villleiða tey fólkið. Javnaðarflokkurin hevur á ongan hátt bundið seg at tiga um Landstýrisins avgerðir. Har- fyri tveitir hann ikki sín mann »fyri úlvarnar<. Tad kann vera siður hjá flokkum, sum ong? politiska leið vita at halda, teir mugu sleppa monnum sínum at villast í mjørkanum og bjarga sær sjálvum sum best. Landsstýrið er ein stjórn samansett av trimum flokkum, Javnaðarflokkurin hevur sum kunnugt bert ein mann í stjórn- ini. Flokkurin hevur bundið seg til at fremja nýskipanina, men við einum manni í stjórnini kann hann ikki vænta at hava líkindi at fremja øll síni sosialu og samfelagspolitisku mál: hann má herða á og royna eitt sam- virki, so langt hann kann. Sum eitt av sínum høvuðs- málum er broyting og umskipan skattalógarinnar. Men fyri at eingin misskiljing skal vera, so skal verða sagt, at hann ikki hevur tað sum mál við tungum skattum at drepa vinnulívið. Tað hevur ein ofta sæð og hoyrt. Men somu menn, sum seta fram hesa ábreiðslu, kunna uppaftur vera so mótsigandi, at teir bera tey tíðindi út, at Javnaðarflokk- urin við sínum skattapolitikki vil fjålga um inntøkurnar hjá stórmonnunum ! Vinnufyritøkur í einum landi mugu tryggjast, og tær mugu hava loyvi at leggja niður ein virkispening at arbeiða við. Verða frádráttarreglur settar fyri slík virki og fyritøkur, mugu reglurnar verða eins fyri øll. Summum kann ikki verða loyvt at frádraga útreiðslur, nýbygg- ingar ella umvælingar og summ- um ikki. Men reglurnar mugu verða settar við skili, so ikki inntøkugevandi stórvirki verða at rópa skattafrí. Javnaðarflokkurin meinar og átalar, at deyðar inntøkur sleppa ov lætt undan skattaálegging. Sum er, sýnist høvuðsbyrðan skatti viðvíkjandi at liggja á miðalinntøkunum og leimum smáu inntøkunum, sum illa røkka til í einum vanligum hús- arhaldi. Eisini viðvíkjandi yvir- tøkuni av umsitingarmálum, ið nýskipanin snýr seg um, hevur skattaspurningurin hin mesta týdning. Løgtingið fær ikki pen- ingin at umsita yvirtøkumál við, tá ið inntøkur ikki bera tær byrður, teimum líknast. Fólkaflokkurin stevnu síni, at vit skulu yvir- taka øll umsitingarmál. Men uppskotið, Thorstein Petersen, flokksins formaður, setti fram at greiða yvirtøkuna við, er ikki takandi, og varð tað framt, fer tað at verða eitt afturstig fyri fjøldina av fólkinum. Viðvíkjandi sosialari forsorg og skúlanum legði hann fram, at kommunurnar skuldu taka teirra part, eins og skipanin var fyrr. Eingin, sum veit, hvussu trupult tað var hjá kommunun- um at gera skyldur sínar, fer at greiða atkvøðu fyri hesum upp- skoti: Í hesum góðu tíðum eru tað sjálvandi kommunur, sum bera kunnu tilikar øktar út- reiðslur: kommunur við stórum virkjum og nógvum góðum inn- tøkumonnum. Men hjá nógvum øðrum peningaveikum komm- hevur tað í unum verður tað byrður, ið tær ikki kunna bera — og serliga um niðurgangstíðir fara aftur at koma. Burtur úr slíkari skipan verð- ur einans ein so stórur ójavni, ið fer at svíða at tí minnimenta í samfelagnum. Ein fjøld av kommunum fara t.d. ikki at kunna klára ellisrentuna, um tær so royna at eftiransa, so eingin uttan verunliga treingj- andi fáa hana. Einans vegur, ið farandi var, um hugsa skuldi verið um slíkt uppskot, var hann at broytt tað soleiðis, at Løg- tingið stovnaði grunnar til hvørt umsitingarmálið, og kommun- urnar eftir førimuni rindaðu sín part í hesar grunnar. Okkara nýskipan og sjálvstýr- isstremban er ein inntøkuspurn- ingur. Vit mugu taka okkum sjálvum um reiggj —- taka ræði í øllum fí vit Í RNA, so vit i hesum tíðum ikki fara á glid og missa okkum sjálv heilt burtur. Men vit kunna ikki rokna við, at vit bert skulu sópa gull av tí ræði, vit taka. Við ræðinum fylgir ábyrgd, og um vit av sonnum elska nationalt og mannsligt frælsi, mugu allir stættir ganga undir eitt offur. Byggja land krevur offursinn- aðar menn. Eisini menn við sakligum huga og fullum álvara. Skemt og spott kann hóska í vissum førum men ikki í slíkum spurningum. Bara ein einoygd agitatión dugir heldur íkki. Føroyingar eru ikki fávitskutir og »einsrættadir« menn. Teir krevja politiska upplýsing, sum tað sømir seg í demokratiskum landi, og teir krevja, at politikk- arar viðgera spurningarnar við teirri ætlan at finna eitt verun- ligt úrslit. P. M. DAM 50 ár Fimtiára-aldurin er ein aldur, tá id merki verður lagt til ein. Tað er ikki tað: tá ið maður hevur fylt fimti ár, kann ein siga, at hann er uppá tað besta — ihvussu er andaliga — men á ti aldursmarkinum kann ein fara og meta nakað um, hvat mað- urin hevur avrikað, og hvat hann kanska seinri, um honum verð- ur lív lagað, kundi farið og lagt r hondum. al siga er, at P. M. Dam er kendur madur her å landi — ein av teimum mest kendu. Hann hevur vinir, men eisini nógvar møtstøðumenn. Ein hevur ofta rarhugan av, at eingin núlivandi Føroyingur hevur fleiri og á- grýtnari motst6dumenn. Men P. M. Dam er virkisfúsur maður, honum dámar lív, hon- um dámar, at nakað hendir — og honum dámar ivaleyst mót- støðuna. Hann gerst meira stríðs- fúsur, tå ið hann fær mótstøðu. Hann gerst meira stríðsfúsur, tá ið hann fær mótstøðu. Tað eggj- ar honum, tá id hann kennir seg einsamallan á fundum, øll eru hansara óvinir, og tað verð- ur roynt »at rópas hann niður, Slíkt lyndi kann vera í summ- um monnum. Jóannes bóndi var slíkur maður. Hann dovnaði ikki undir álopum. Hann helt áfram og herjaði á. P. M. Dam's virki liggur mest á tí politiska økinum. Hann hevur nú staðið sum Javnaðar- flokksins formaður í nógv ár. Flokkurin hevur ongantíð verið stórur flokkur, og tey nógvu mál, hann hevur lagt fram á Ting, hava ikki fingið frama; men hansara uppskot hava merkt hitt politirka lívið og hava sett dám á Tingsins arbeiði. P, M. Dam var ein av odda- monnunum her í Føroyum undir krignum, tá id gjørt varð eitt stórt arbeiði, og støðið varð lagt undir nógv av tí vinnuliga framburði, sum nú hevur verið at kenna. Á sínum búplássi, Tvøroyri, hevur hann eisini staðið uppi í stórum arbeiði og lagt nógv frá sær. Hann hevur verið sóknar- stýrisformaður í nógv ár, og hann var við at stovna handils- virki, sum nú er hitt størsta og virkisfrægasta á plássinum. Uppaftur skal verða tikið, at 50 ár er eingin aldur, og ynskt skal vera, at P. M. Dam skal eydnast at starvast nógv ár aftur at og gerast eins ágongu- førur, sum hann higartil hevur verið. Vinur. Olympiadu-tíðindi. 10.000 m renning: Tjekkarin Zatopek vann 10. 000 m renningina í 29 min. 59,6 sek. Hin olympiska rekordin var 30.11,4. 100 m crawl: Greta Andersen, vann i tidini 1.06,3. 800 m renning: Mal Whitfield, U.S.A., 1.49,2 Danmark Stangarlop : Owen Smith, USA, 4,30 m. Diskos: Adolfo Consolini, Italia 52,78 m. 5000 m renning: Gaston Reiff, Belgia 14.17,6 — olympiska rekordin var 14.22,2 og var tað Hoeckert, Finlandi, ið gjørdi hana í 1936. Í fótbólti: Danmark vann ímóti Egypta- landi, men tapti ímóti Svøríki.