Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 1948síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

€ ml Nr. 31 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 14. august 1948 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR Brådf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN Prent: A. ØSTER's Heimatidindi. Gudstænastur. 12. sunn. e. trinitatis: J. Joensen próstur i Havnar kirkju. N. J. Rasmussen prestur í Klakksvíkar kirkju. Fester Thaysen Nólsoyar kirkju. H. Jespersen prestur í Hests kirkju. prestur i Fiskiskafurm. Trolarar, sum komu heim úr Hvítahavinum fóru summir nið- ur til Danmarkar ella Onglands, og aðrir løgdu fiskin upp í Før- oyum. »Havborgin« fór til Dan- markar, >Jóannes Patursson« og >Nólsoyar Pálle fóru til Ong- lands. »Dragaberg« og »Skåla- berg«, løgdu fiskin upp í Klakks- vík. Arbeiðis fólkið trýtur í Havn og Klakksvík. Hesar báðar bygdir søkir nógv fólk til, men hóast tað klage menn seg um, at nógv liggur niður fyri, sum gjørt skuldi verið. Nú eru eisini smábygd- irnar berar við fólk. Menn eru burturi við skipum, og um nakar er heima, stendur hoygg- ingin fyri. Nøgv sild skal vera rundan um Føroyar. Norðmenn royna, og teir fylla seg. Bátur fekk so nógv, at hann málti koyra fyri borð aftur. Okkurt føroyskt far roynir eis- ini. Sild og sildamjøli er ófør- ur marknaður fyri og gevur góðan útlendskan pening. Før- oyingar leggja vist ikki nógstór- an dent á at veiða henda virðis- fiskin. Grasvøksturin er flestu stadni vånaligur. Sum- marid hevur verid ov kalt og turt.. Nylendi og væl taðað jord hevur nakað av grasi, men fornur bøur og lítið taðaður er snøggur. Grind doyði á Hvalvík hóskvøldið. 45 hvalir komu til skiftis. Harra bladstjori! Geri so væl at hysa mær ein- um fyrispurningi til rætta vid- komandi : »Er tað loyviligt at stika við piktrådi móti seyði ?< Mær tykir ein tilik stikan er størsta djórapinsla og må, um hon ikki er tað, verða forboðin. Seyðamaður. €in ófatilig skuldseting. Th. Petersen heldur fram at siga, at Buhl ministari HEVUR SAGT ÓSANNINDI HER Í FØROYUM Nú ið Løgtingið ætlar at senda menn niður til Bretlands at samráðast við Bretar um øll viðurskifti = Føroyar-Bretlands millum, heldur Th. Petersen á- fram at siga, at V. Buhl minist- ari hevur sagt ósatt, tå id hann var her í Føroyum: tað er danska stjórnin, ið roynt hevur at fáa Bretar at uppsiga ster- lingsåttmålan, tí teir vilja hava allan Føroyahandilin frå Bret- landi og aftur til sín sjálvs. Danska uttanríkisráðið hevur havt samráðingar við Bretar og gjørt loyniligar avtalur við teir. Øll fólk við einum sindri av viti duga at síggja, at hatta er ein skuldseting, sum einki gagn kann gera okkum áraka í landið. Og at hatta er ein skuld- seting, sum rakar Bretar eins væl og Danir. Skuldi hatta verið satt, so er tað ein ljót og ó- mannslig gerð av bæði Dan- mark og Bretlandi móti tí lítla landinum Føroyar, sum lítur á hesar sínar grannar og hevur tað álit til teirra, at teir bera seg at sum »gentlemen«. Hugs- andi fólk skilja eisini, at slíkar illgitingar gera okkum skaða. Th. Petersen hevur í sínum uppskoti til stýrisskipan, at vit skulu hava uttanríkisráð og -við- urskifti saman við Dønum, men hvussu skal tað bera til, tá ið vit leggja danska uttanríkisráðið og donsku stjórnina undir at svíkja okkum og gera loyniligar avgerðir uttan okkara vitandi, sum verða okkum at skaða. Tað er ófatiligt, at politikkarar við stórari ábyrgd skulu seta slíkt fram. Men hatta hevur verið siðurin. Tá ið ikki er slitnað Føroyar-Danmarkar mil- lum, tá id ikki tað »ringasta« er hent, tá er tað, at agitatiónin og gølurnar taka við og veksa til ein eld. Vit eiga ikki at vera góð- trúgvin sum børn móti nøkrum landi. Men skal okkara illgitan fara so langt, at vit siga, at fremmindir stjórnarmenn, sum koma til okkara sum sendimenn, lúgva fyri okkum, so er øll grund farin undan okkum. So kunna vit ongar samráðingar hava við teir, um vit so standa sum frítt ríki. Uttanríkisorðaskiftið á Løg- tingið henda dagin var so 6- sømilig, at væl var, at eingir umboðsmenn fyri fremmand lond lýddu á. Er og verður tað sidurin, so eru vit ikki búnir at stýra londum. So mugu vit sita sum húskallar, sum vit hava verið vanir. Tingið var líkt ein- ari vánaligari skúlastovu, tá ið lærarin ikki kann halda skil á børnunum, = z Mentunnargrunnur Føroya Løgtings. Hesum grunninum, sum stov- naður varð føroyskum andalig- um lívi og mentun til frama, hevur einki størvegis hoyrst frá enn. Reglurnar fyri grunnsins virki vóru tær, at bert renturnar av grunnpeninginum skuldu verða nýttar, og rentupeningurin man ikki vera og heldur ikki fara at vera so stórur. Viðvíkj- andi grunsins stýri, so frættist, at tann avgerð ér tikin, at Landstýrið skal standa fyri grunninum. Hesari avgerð verður funnist at. Ti menn meina, at tá verður stýrið politiskt og fer at vera heft av ti og gera mann- mun, tá ið avgerðir verða tiknar. Til hetta er at siga, at sum vidurskiftini í Føroyum eru í dag, so fer ivaleyst at verða trupult at fáa sett stýri saman, sum ikki verður politiskt litað — og sum, hóast tað skuldi itid at verið bokmentakunnugt, fer at lata sakkunleikan ráða fyri sínum dómum. Eilt Land- stýri hevur tá nógv onnur mál um hendi, sum noyðir tað at ganga út um hina partapolitisku rásina. Har av venjist tað, um ein kann siga so, at vera sakligt og døma óheft. Viðvíkjandi bókmentakunnleikanum, so kann tað hava sakkønan ella sakkønar ráðgevarar. Hetta kann kanska vera leiðin at fáa okkum eitt ríkisforlag, eins og teir hava tað í øðrum nógv bókmentastarvandi lond- um, ið hevur allar bókaútgávur í hondum. Sum nú er, stirðnar alt, sum eitur mentunarliv og bókaútgávur á føroyskum máli, so hann, id unnar hesi týdn- ingarmiklu grein, andslívinum, í samfelagi okkara vakstrar- líkindi, má bert ynskja, at okk- urt verður gjørt frá almennari ella privatari síðu, sum verða kann til gagns og bera lív við sær. Tit fáa bestu málingina hjá okkum. M.P, Jacobsens málaraðbú. Vit lata: Feskt kjøt og flesk pylsur feitivørur livurpostei P K salatir thar" konserves S. HOULBERG A/S København. UTHEIMURIN Berlin er enn sum ein skansi, og flogførini flúgva førningar til henda stongda býpartin. Sendi- menn Vesturlandanna skulu aft- ur at hitta Stalin. Marshall sigur, at teir vilja royna at samráðast við Russar og ikki missa tolið. Elektroinstallatørur, sum hevur kommunala installa- tøreksamen, fær autorisation vid Klakksvikar Elektricitetsvirki frå 1. novbr. 1948. Umsóknir vid frågreidslu um progv og læru skulu sendðdst til Klakksvíkar Elektricitetsvirki áðrenn 1. okt. 1648. Klakksvík, hin 10. aug. 1948. S. Petersen, sóknarstýrisformaður. 5,5. SMIRIL hevur ketilreinsan frá 15/8 til 19/8. Í hansara stað siglur m/s yRókur< sudureftir mikudagin 18/8. Administrator. FØROYA BRUNATRYGGING Hús - innbúgv - vør- ur - verða tryggjað. Føroya Sjóvátrygging Skip - motorbátar útróðrarbátar - verur verða tryggjað ØTI eiga at brúka Føroyska hondsápu frá fabrik OKKARA