mánadagur 23. august 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RA
FØROY
SOSIAL-DEMOKRATUR
FRÆLSI
Nr. 32 |
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
JAVNAÐUR
Mánadagin 23. august 1948
Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
kostar kr. 2,00
BROÐURSKAPUR
5)
w
pus
-<
|
porto um fjórðingsárið
Ælingin
eystanfyri.
Skuggin frá samráðingunum
har eysturi í Moskva fellur á alt
og øll. Hvønndagsverkið hjá
øllum gongur sína vanligu gongd,
men hetta stóra landið og hesin
stóri ókunnigi býurin við síni
dimmi miðstøðu borgini Kreml,
har hesir gátuføru menninir sita,
ið nú hava so nógvar av heims-
ins træðrum í sínum hondum,
koma hóttandi upp í hvønn-
dagsmyndina.
Tað verður sagt, at vit skulu
ikki øsa okkum upp við kriggs-
ótta, tað er kríggsøsingin, sum
verður atvoldin til brandin.
Fáur og eingin man vera, sum
av verunliga huga fer at fram-
gykla sær eitt snarligt kriggj
millum stórveldini. Hugsanin
er so ómøgulig. Minnini um
henda oyðandi bardagan, ið var,
standa enn so livandi, sárini
eru líka greflig enn, menn standa
ágrýtnir og royna at lekja tey.
Kønir menn siga okkum eisini,
at eitt annað stórkriggj fer at
gera enda á øllum tí, sum hin
hvíti maðurin hevur bygt upp
við sinum viti og kynstri.
Um knøtturin skuldi staðið,
so verður Europa avtoftað —
ein svartnr, rúkandi øskudungi.
Ella um annar parturin lá om-
aná og varð sigursharri, fór hann
at standa framman fyri sorlað-
um londum, id uppbygt skuldu
verða — ein uppbygging, sum
fór at volda størri trupulleikar
enn alt tað, ið nú hevur ligið
fyri. í
Tað er so statt tey ringastu
líkindi, id hugsast kunnu, fyri
einum verdaldarkriggi. Eingin
kann hugsa sær, at menn við
vanligum skili fara at taka á
seg slíka ábyrgd. Men søgan
sýnir, at hendingarnar ofta
kunna koma so aftan á hvør
aðra, at menn ikki kunna stedga
teimum. Tað er sum ein megi
rekur menn móti nøkrum, sum
leir ikki ætladu, men sum teir
ikki sleppa undan. Soleiðis hev-
ur ofta verið. Teir hava sagt, at
teir gjørdu tað, teir kundu at
sleppa undan ófriðinum, men
tað tóktist, sum var tað ein
natúrlóg, id ikki vil gera bøn,
ið trokaði á.
Ivaleyst er, at menn royna tað
teir kunna —
tað hava sam-
ráðingarnar í Moskva prógvað.
Vit skulu eisini vóna sum longst,
at okkurt úrslit fæst. Støðan
kann ikki verða, sum hon er.
Berlin-hólmgongan má enda við
einum ella øðrum.
Veruprísirnir.
»Dimmalætting« skrivar um
prísviðurskiftini í Amerika, sum
hava so stóra ávirkan á somu
viðurskifti í Europa.
Amerika er landið, har frí
kapping er, hin republikanski
flokkurin kom til ræði, og hann
er ein flokkur, sum vil beina
burtur eftiransan vid vinnulivi
og prisum. Prísirnir fóru óført
upp í Amerika, og tað var hin
stóra orsøkin til, at hitt stóra
lánið, sum Ongland tók í Ame-
riku, var etið so skjótt upp og
gjørdi ikki tað gagn, væntað
var. Marshallhjálpin skal byggja
upp Europa, men hvussu væl
henda hjálp skal muna, fer at
standa á hinum amerikansku
prísviðurskiftunum.
Førovingar hava ikki grund
til at rósa eftiransanini her á
landi við handilslivi og prísum.
Prísir her eru hægri enn nakra
aðrastaðni, og javni millum pris-
ir og lønir er ongantíð komin.
Vørur, sum vit fáa úr Danmark,
eru tvær reisur so dýrar sum
har. Allar matvørur her eru
nógv dýrari enn í Danmark.
Tað man ikki bert vera stórur
ágóði av vørusalgi, ið atvoldin
er, men øll tey millumlið, sum
handil okkara hevur, og sum
hvørt sær skal hava vinning.
Her á landi tørvar harðliga
ein stovnur, id eftiransa kann
handlinum. Tað er rætt, at tað
er eingin bati at økja um løn-
irnar, og so í sama mun at fáa
prísirnar upp. Lagaligari er at
royna at fáa javna millum lønir
og prísir. Leita eftir um íkki
prísfall kann fáast, tað verður
vegurin at fáa vinnuútreiðslur
og allar útreiðslur niður.
FØRCYSK
grønsåpa
er tann besta
Handilsviðurskifti okkara
við BRETLAND
Handilsvidurskiftini
um landi er hin mest tydning-
tåltur í landsins lívi.
hjá ein-
armikli
Lond hava tí altíð lagt dentin
á at lívga um handilslívið, at
knýta handilsbond við tey lond,
ið lagaligast er at handla við,
at finna marknað í londum, har
bestu prísir eru, har bestu lík-
indi kunna vera at sleppa av
við tær vørur, landið framleiðir.
Ti er tað av avgerandi týdn-
ingi, at handil við útlandi og
marknaðarlíkindi í ymsum út-
londum verða hildin undan
partapolitiskum innlendisstríði.
Tað er eitt av teimum málum,
sum politikkarar í samdum álv-
ara skuldu kunna tikið seg sam-
an um og virka fyri samfelagn-
um til frama og gagns.
Thorstein Petersen, formaður
Tingsins størsta flokk, hevur sett
ta álvarligu skuldseting fram, at
danskir politikkarar royna at
ræna útlandshandilin — serliga
Bretlandshandilin — undir
danskt ræði, og til at fremja
ætlan sína, royna teir bæði
snildir og ósannindi. Vit draga
ikki hetta mál fram fleiri ferðir
við tí huga at lýsa frá persón-
inum og politikkaranum Thor-
steini Petersen og í teirri ætlan
at fáa gølur burturúr; men tí
tað er ein frammaliga standandi
politikkari, ið ber hesi tíðindi,
og tí at Danir — stýrismenn
Dana rongja hesum, og at
føroyska fólkið hevur fullan
rætt til at krevja, at hetta alt
kemur í ljósmála og verður frá-
greitt.
Tað er ikki at dylja, og er
ofta sagt, at danskt stýri hevur
ikki altíð verið hitt besta fyri
Føroyar. Ti situr eftir í nógv-
um Føroyingum ein illgitan til
Danir og danskar stjórnarmenn,
og er lætt oftast at fáa hesa ill-
gitan upp at loga. Danir við-
kenna eisini, at teir hava gjørt
mistøk. Men nú vita vit, at teir
hava lovað at beina hesi mis-
tøk og, hóast bæði londini hava
uttanríkisráð í felag, geva Før-
ræði til at
líkindi eru,
oyingum rætt og
handla, har bestu
og vera sjálvir uppi í, har sam-
ráðingar fara fram og føroysk
áhugamál eru uppi í. Sjálvandi
vita vit, at menniskjuni íkki
altíð eru at lita á; men heldur
illteinkin fram at verða sáddur
manna millum, landa millum
og tjóðanna millum, so er fá-
fongt hjá politikkarum at tala
um sått og semju og at byggja
upp eina skiljan millum fólkini.
Viðvíkjandi okkara viðurskiftum
so skuldu líkindi verið at fingið
trætuna eftirkannaða og skuld-
setingarnar prógvaðar til lítar.
Førovingar allir vilja hava Bret-
landshandilin = standandi við.
Danir siga, at teir eru í uppi-
setri við útlendskt gjaldoyra,
teir hava ti eingi ráð at lata
gjaldoyra frá sær og til okkara,
men heldur, at vit vinna okkum
gjaldoyra sjálvir, Løgtingið skal
seta nevnd niður, id fara skal
til Bretlands at tingast við Bret-
ar um sterlingsáttmálan og øll
okkara handilsmál við land
teirra. Umstøðurnar skuldu so
statt verið góðar at fingið eina
frágreiðing — og ikki minst:
verið góðar at fingið gott úrslit
okkum til gagns.
At skipa fyri handli okkara
Nýskip-
Danir
sjálvir er gamalt mál.
anin forðar ikki hesum.
hava sagt, at teir vilja ikki forða
okkum. Teir hava játtað okk-
um sakkøna hjálp bæði í hesum
máli og øðrum málum. Føroya
fólk er nú mótt og troytt av
skuldsetingum og gitingum. Øll
trákkast eftir, at hin politiska
luftin gerst reinari, enn hon
hevur verið higartil.
—ii
Trolarar ivingasamir.
Trolarar, sum fara skulu út
at veiða, eru ivingasamir, hvar
teir skulu fara. Eingin fiskur
er fyri trolarum í Íslandi, og
verðaldarstøðan er einki vorðin
øðrvísi, at líkindi skuldu verið
at roynt aftur í Hvíthavinum.
Onkur tosar um Grønland.
Fiskur er nógvur har fyri snør-
inum, men royndin hjá >Jóannes
Patursson« í fjør sýndi, at fisk-
urin stóð uppi í sjónum, og at
ikki bar til at taka hann við
trolinum.
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M.P, Jacobsens málaraðbú.