leygardagur 28. august 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIAI: DEMOKRATUR
EFTIRANSING
ein sosialistisk meginregla
Í hesum døgum verður nógv
talað um eftiransing (kontrol).
At eftiransa útsølu og innsølu,
eftiransa fiískasøluni, eftiransa
prísunum, eftiransa inntøkun-
um og skattunum, sum tiknir
skulu verða av inntøkunum.
Politikkarar, bløð, alt rópar um,
hvussu illa eftiransað verður:
Útlendingar taka handilin, út-
lendingar ráða peninginum. Va-
lutakylid veksur, tað bólnar
upp, og fer ikki strangari eftir-
ansan fram, brestur tað — og
tað verður bresturin, ið merkist.
Soleiðis kemur alment fram.
Men munu nú øll hava givið
sær far um, at hetta við eflir-
ansing er eitt stórpolitiskt stríðs
mál, eitt mál, sum heimspoli-
tikkurin tekur sum eina megin-
reglu.
Hin liberalistiska hugsanin
hevði og hevur tað í skildri sin-
um, at eingin efliransing skal
verða. Liberalisman sigur, at
eftiransing frá samfelagsins síðu
drepur alt initiativ. Maður skal
í vinnu og handli hava fríar
hendur, tá kemur virki hansara
øllum samfelagnum til góðar.
Sosialistiskir hugsunnarmenn
hava langt síðan åvist, at hetta
fer aldrin at bera til. Hetta er
dráp fyri samfelagið, dráp fyri
hin minnimenta. Hetta førir
lemjandi kreppur við sær. Hella
kann bera í lag eitt skifti í rík-
um, blómandi londum, men um-
skiftið kemur einaferð, og tað
verður eitt umskiftid, sum mun-
ar. Serliga aftaná stórbardagar
sum seinasta er tað, at hesar
báðar hugsanir: eftiransing og
eingineftiransing, bresta saman.
Annar parturin rópar at geva
leyst, og annar parturin heldur
fram, at nú krevur mest at
eftiransa. Ti må spurningurin
selast fram nú ið her á landi
verður spurt eftir eftiransing, og
at vit mugu taka undir hond
——— [[[y[[[[[[[[[[[y[[[[————————[f|—=—————o»———J——
ulflyting og innflyting: ansa
okkara handli, um politiskir
flokkar í Føroyum hava sær
fremst hesa sosialistisku megin-
reglu, at alment eigur at fara
fram strong eftiransing við ellum
greinum í samfelagsins lívi. Og á
henda spurning kann verða
svarað nei. Fólkaflokkurin er
ein flokkur, sum altid hevur
talað moti eftiransing: hann vil
lata = privatmannin sleppa at
venda sær og ikki leggja uppi
hansara virki. Sambandsflokk-
urin hevur somu áskoðan. Bløð
teirra tosa um tað ólag, sum
verið hevur aftan á kríggið;
men um á skuldi verið tikið, so
fara flokkarnir at ræðast eftir-
ansing: veljarar teirra verða
móti teimum, og leir tora ikki
at forða og seta skjotil á. >14.
septemberg, umboð hins nýggja
Tjóðveldisflokksins, er blað, sum
eina harðast rópar á skilaloysi,
sum fram fer í almennum lívi;
men ein ivast á henda flokk, at
hann, tá ið á stendur, fer at
fremja hina strongu eftiransing,
sum tørvar, Hann hevur enn
ikki tort at viðkenna sær hina
sosialistisku = meginrásina og
-regluna. Hann sigur seg vilja
sila vinstrumegin Javnadarflokk-
sins, men hann hevur verun-
liga ongan hug opinlýst at flyta
seg so langt í sessinum — tað
er ein hålvbrokkan og einki
annað. Flokkin styðja eisini so
góðireinstaklingshugsandi menn,
ið eingin trýr fer at taka undir
við einum politikki, id ætlar at
rudda og ganga hinum einstaka
so nær sum gjørligt.
Men skil fæst ikki í okkara
lítla samfelagi uttan henda so-
sialistiska meginreglan eftir-
ansingin verður hildin. Og
skal hitt reina sjálvstýrið fremj-
ast, er hon og hin sosialistiski
politikkurin enn meiri fyri neyð-
ini.
Føroyskt kol - útlendskt kol - koks,
Arbeiðsmannafelagsins kolasela,
Tórshavn — tlf. 405
LL
Nú skal Grenland verða
opnað
Hans Hedtoft, danski stats-
ministarin, hevur verið í Grøn-
landi, og hann sigur, at nú
halda bæði Grønlendingar og
Danir, at Grønland skal verða
opnað og skal danskt iíniliativ
sleppa inn í Grønlandi.
Førovingar fóru langt síðan at
røkja fiskiskap í Grønlandi. Teir
hava av stýrisins atvoldum ikki
kunna røkt henda fiskiskap til
lítar, og stórur illvilji er staðist
av hesum.
Føroyingar mugu fegnast, at
danskt stýri endiliga fer at koma
til ta áskoðan, at Grønland kann
ikki longur vera eitt stongt land,
Eøroyskir fiskimenn hava altid
tosnd um tað ónýtta ríkidømið
Grønland goymir. Tað eru menn,
kunnigir har uppi, sum hava
sagt at var Grønland opið land,
so vóru leir langt síðan fluttir
upp hagar at búgva.
Teir hava eisini nógv at finn-
ast at, sum Grønlendingar liva
undir hesum danska einaveldis-
stýrinum. Danir hava longu
gjørt seg út at gera nýtt >land-
nåm« í hesi koloni teirra. Før-
oyingar hava, sum viðurskiftini
enn eru, somu rætlindi sum
Danir. Teir hava siglt hesi árini
aftan á kríggið — um ikki so
fjølmentir sum undan — norð-
ur hagar at veiða, og skip teirra
eru komin fulllødd aftur. Nú,
ið fyritaksemi og virkishugur
sleppa fram at, eiga Føroyingar
at vera framvið og royna at
vinna sær nýtslu úr sínum nógvu
og góðu royndum.
———"<siøvn
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur få BFF 5
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | . | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og |
Nr. 33 1. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | Leygardagin 28. august 1948 kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið | 22 årg.
Tey politisku ordaskiftini
Høvuðsblaðstjóri Dagblaðsins
tykist at vera ein lívligur mað-
Hann vil hava »krut« í tal-
urnar, Tingmenn halda.
Ja, einum kann tykjast tað
mangan vera svøvnligt at sita í
blaðmannasessinum í Løgting-
inum, so tað er kanska eitt
sindur vekjandi í tí at hoyra
menn flúgva upp og í harðlig-
um orðalag seta skuldsetingarnar
fram, sum vekja upp gamlar
Tingsvøvnar, so teir fara á føtur.
Ella síggja Tinglimir fara við
ferð aftur og fram í hini hátt-
virdu Tinghøll, summir speku-
lativir við tumlunum í vestinum,
granskandi tær lærdómsfyltu
talur, teir skulu halda, aðrir
spoyskliga læandi og tosandi hart
við hvør annan, so formaðurin
må ringja, og røðarin illsklige
åtala órógvararnar, at hann
skuldi helst fingið frið at borið
fram sína meining. Tað er at
ásanna, at tílíkt setir dám á
lívið í tí gamla tingrúmi. Men
einum kundi loyvst at spurt, um
ikki kundi hent seg, at okkurt
tydningarmikid lá frammi. Okk-
urt sum átti at verið viðgjørt
við einum sløgi av politiskum
klókskapi og varni.
Øllum hevur ikki tað verið
lagað at sloppið at sita í enske
Parlamentinum og lurtað eftir
teimum tiltiknu uttanríkisdebatt-
unum. Tað er tí ikki so lætt at
siga, hvussu hesi áhugaverdu
orðaskifti fara fram. Tó kundi
ein hugsað sær, at Bretin, um
hann so var Tory-politikkari
ella stóð langt til vinstru í The
livurpostei
salatir EG:
konserves
Kedlye, København.