leygardagur 28. august 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33
Labour Party, ikki slíka løtu
gloymdi sín arvada form og
traditión og frambar atfinning
sína, átalu sína ella verju sína
á ein slíkan hábærisligan hátt,
at áhoyrarar fóru avstað aftur
og søgdu innantanna ella hvør
vid annan: Ja, enskt politiskt
orðaskifti er sonn mynd av
demokralinum. Har standa friir
menn og bera fram sínar git-
ingar og sínar alfinningar, men
alt verður framborið við lætt-
leika, einum vissum góðsinni og
einum formi, ið politikkurin
eins og eill skaldaverk altið
eigur at hava.
Bløð skulu íkki
meistarar, eingir pedantar, men
stuttligt kundi verið, um tey
sluppu at borið fram vissar at-
finningar til hina almennu
gongdina, royndu at sett ein
vissan sidiligan og mentunar-
ligan form eisini á tey politisku
ordaskiftini, um tey so snúgva
seg um uttanlendis- ella innan-
lendismál.
verða læri-
Ferðasambandið.
Ferðasambandið oyggjanna
millum er ikki altíð í lagi
heldur ikki norðanfjarða. Týs-
dagin í hesari vikuni skuldu
donsk ferðafólk fara norður til
Klakksvíkar at síggja hesa bygd-
ina, sum tey ikki áður høvdu
sæð. Tey fóru so av Havnini
»yvir land« í »Trønda« og inn
á Solmunda. Hadani fóru tey
so saman við øðrum ferðafólki
í bili til Fuglafjarðar. Men tå
ið tey eru komin hagar síggja
tey uppsligna kunngering, har
sagt verður, at bálurin, sum
sigla skal úr Klakksvík til Fugla-
fjarðar kemur ikki í dag vegna
eitt ella annað — motorskaða
kanska —. Har standa so fólk-
ini. Einki annað er at gera uttan
at sleppa sær av stað aftur.
Tað noydast tey so at gera.
Fara aftur til Sólmunda, og har
eru tey so heppin at fáa fatur
á einum farmabåti og sleppa í
honum aftur til Havnar, Klaks-
víkina sóu tey ikki á hesum
g haraftrat ofraðu tey
40 kr. — til einkis.
Ikki er at finnast at, at tey
hildu, at teir í Klakksvík, sum
standa fyri siglingini, kundu
havt sagt frá til Havnar, áðrenn
fólkini fóru. Ella eisini fingið
ein annan bát at farið, tí í
Klakksvík skuldu íkki trotið
bátar.
sinni, og
Foroya
Sjóvátrygging
Skip - motorbátar
útróðrarbátar - verur
verða tryggjað
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Føroyskt mál
og staða tess i dag.
Tað kann sigast, at Føroying-
ar eru komnir langt áleiðis við
máli sínum. Tað eru ikki so
nógv år síðan, at málið bert var
nýtt sum talumål, og tå var
valla nakar, ið gekk við teirri
hugsan, at tað nakrantíð fór at
vera nytt sum skrivtmål og geva
ljóð fyri hesum fólki og teim-
um rørslum, sum tað bar upp á.
Nú hevur tað fingið rættindi
sum alment mál: Tað verður
nýtt í skúla og kirkju, á tingi
og í øllum almennum stovnum,
og best av øllum: fólkið ser-
liga ungdómurin er vorðið
vart við málið og hevur hug at
nýta tað. Fyrst tað kom fram,
føroyskt mål, var tað fjøldin,
helst av tydandi monnum, ið
helt, at hetta málið kundi ikki
nýtast í hesum mongu andaligu
førum, sum menniskjan nú á
døgum málber seg um. Tað var
eitt gerandismál, eitt arbeidis-
mál, tú kundi ikki nýta tað har,
ið hægri evni varð havt á lofti.
Henda hugsan er mótprógvað.
Føroysk mål er nú so mykt, at
maður kann við ti bæði í talu
og skrivt málbera seg væl og
virðiliga um allar andaligar og
mentunligar greinir og geva ljóð
fyri sínari hugsan og tí, sum
rorast kann einum í barmi.
Men um vit so statt kunnu
hava loyvi at fegnast um tað, ið
vunnið er føroyskum måli til
frama, mugu vit eisini hava tad
í huga, at stórir vandar standa
nettupp í okkara tíð fyri málin-
um og royndunum at fjálga um
og nýskapa mentun.
Tað er at minnast, at vit eru fá-
ment fólk, ein av heimsins
minstu tjodum, máløkið okkara
ósvuliga lítið, og líkindi okkara
at geva fólkinum tann lestur,
sum ein moderna tíð krevur, á
føroyska
føroyskum máli eru enn als íkki
so góð. Vit hava knýtt eitt fast
samband við útheimin, og hað-
ani fløðir inn á okkum lestur av
øllum slagi. Sum sagt, er tað so
nógv ein moderna tíð krevur, ið
ikki ein farin tid kravdi. Vit
eins og menn í øðrum londum
hava varhugan á, at tann lestur,
ið býðist, og sum hitt modern-
uða menniskjað aftan á arbeid-
isdagin vil hava, ikki altíð er
gagnligastur, og aftur at tí, at
hann viðvíkjandi dygd er vána-
ligur, so ger hann eisini tann
skaða um seg her hjá okkum,
at hann avlagar málið. Nógvur
lestur, um tað so er stuttleika-
lestur, setir sterk spor bæði í
hugsunnarlív og málbrúk. Hjá
okkum eru víst stuttleikabløð-
ini við ymiskum innihaldi og
hini „litaðu heftini“, sum menn
nevna tey, tað ið mest verður
lisið. Tey eru litfríð. myndirnar
eru nógvar, innihaldið er spenn-
andi og kann vera eitt skjól at
sleppa sær í frá tí verunliga ger-
andislívinum. Um nakað kundi
verið gjørt, so var tað tað, at
ungdómurin í skúlunum vand-
ist at lesa: lærdist at vanda sær
um lesturin. Og skuldi ein hugsa
um eina målvernd, so var hon
cinasta, at verid for fyri at givid
fólkinum okkurt at lisið av lætt-
um slagi: kappast við útlendsku
bløðini og givið út málningablað
við cinum fjølbroyttum
innihaldi á føroyskum. Eitt
annað, sum elvir eina herviliga
málspillu er útlendska útvarp-
ið. Vit hoyrdu einaferð graml
um, at tað var í umbúna at fáa
foroyskt útvarp. Tað hevði ver-
ið hin besta mål- og mentunar-
vernd, men frá tí spurdist einki
aftur. Útlendska útvarpið ber
tað við sær, at tað avlagar hitt
rámandi føroyska sjómálið og
veðurlagsmálið. Um øll tey føri,
ið nerta við natúr og mansins
verk her, kundi einki mál vera
ríkari enn hitt føroyska. Á tos-
inum millum skip og bátar í
telefonini hoyrir tú mangan, at
ner er eitt afturstig. Sjómansins
mál er eisini ávirkað nógv av
donskum og hevur mist hin
forna kraftleikan.
Aftan á bardagan er ein ann-
ar vandi komin. Hesin stóri
fólkastreymurin, sum leitaður
er higar til lands, tí ófriðurin
hevdi lagt nakað eftir seg her
hjá okkum. Í gøtunum serliga
í høvuðsstaðnum er ofta meira
útlendskt mál at hoyra enn før-
oyskt. Vit Føroyingar uttan
at rósa okkum hava verið
vandir at vera fólkaligir og
hoviskir móti fremmindafólki.
Okkara mål hevur lítið verið
virt. Vit hava lært annað mál.
Alt hetta hevur gjørt, at vit altíð
hava roynt at tosa fremmanda
SØgU-
mannsins mál. — Og so kanska
eitt sindur av undirlutakenslu
hevur verið uppi í: vit hava
hildið tað vera fínt at duga og
tosa útlendskt mál. Vilja vit
hava og bjarga okkara máli,
mugu vit broyta henda atburð.
Vit mugu venja útlendingar við
tað, at her býr eitt fólk við ser-
støkum máli, og tann, sum kem-
ur higar til okkara at búgva, má
læra, í hvussu er at skilja málið.
Tú kanst tosa hitt útlendska
málið við tín útlendska kenning
ella starvsfelaga eina tid, til
hann kann hava stundir at læra
seg okkara mál, men heldur ikki
longur.
Tað er í Føroyum, at føroyskt
mál skal verða varðveitt. Tað
eru Førovingar, sum skulu varð-
veita tí. Koma vit uttanlanda,
mugu vit nýta mál útlandsins.
Tað er væl, at vit læra útlendskt
mál, men okkara mál eigur at
28. august 1948
standa fremri enn nakað út-
lendskt mál. Allir Føroyingar
hava ikki skilt hetta. Enn eru,
hevur verið
líkasæl við
um, framgongdin
stór, fólk, id eru
málinum. Tey eiga at minnast,
hitt fremsta eyð-
fólki. Mál og
hvør einstakur
at málið er
kenni á einum
mentun hevur
skyldu at verja.
Bilkevrsul
Vegirnir.
Bygdavidurskifti ella býar-
viðurskifti — her hugsast um
vegir, innanbiggja og uttan-
biggja, og bygging hava ikki
lagað seg her í Føroyum, at tey
knappliga skulu verða umskift
til stórstaðarviðurskifti. Og tað
er lað, ið hent er. Teir smølu
krókutu vegirnir, sum snúgva
seg í krøppum liðum fram við
húsum og hornum skulu nú
taka eina bilferðslu, sum hevur
stórstaðarstødd. Ein ferðandi út-
lendingur má bert undrast, at
ikki fleiri vanlukkur henda á
føroyskum vegum. Á
hansara
leiðum er mikil
2
Q:
ferðsla, men
ferdslan er sundurbytt. Har er
koyrubreyt og gongubreyt, og
har eru merki at ansa eftir —
har er eisini ferðslupoliti, sum
skipar ferðingini eflir gølunum.
Her hjá okkum er alt í ein-
um hurluvasa. Bilar, bussar,
fólk, hundar ella onnur djør
ferðast lið um lið, so tú heldur,
at alt vindist saman. Ringast er
við børnunum. Smábørn ganga
úti á vegnum, fólk mugu loypa
til at taka tey frá bilhjólunum,
ella bilmenninir mugu stedgi
knappliga framman fyri barni-
num og fúa beint (ad burtur.
Slíkt má beinanvegin gerast til
eitl nervaslit fyri bilstjórar. Men
sigast má eisini, at summir bil-
stjórar eru ógvuliga óansnir —
og hava eina ferð í trongum,
folkafyltum gøtum, sum er heill
skilaleys. Ja, tað sigst, at hin
fyriselta bilferðin er 15 km, og
so koma bilar upp í 60 km!
Men sum her er sagt, stór
vanlukka kann henda. Eitt
kvøldið í hinari vikuni um 5
tíðina så ógvusligt út á einum
av hesum trongu gøtunum i
Havn. Vaglið var av ti lættasta
við fólki, sum verið hevði ørindi
og gekk aftur og fram. Tá kom
ein av hesum stóru grønu vøru-
vognunum fúkandi gjøgnum
trongan við einari ferð, id var
uttan vit og skil. Eingin, sum
fyri var, kundi hugsað um at
farið til viks. Beint lá id hann
skuldi rena oman í tvørgøtuna.
sum gongur fram við skúla-
garðinum oman í Vágsbotn,
hoyrdist skrenjan av hjólunum.
Bilurin steðgaði knappliga, og
eitt konufólk lá útstrekt fram-