mánadagur 13. september 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
re;
FØROYA
SOSIALDEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNAÐUR BRODURSKAPUR
et 4 : |
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | 7 Blaðið verður bílagt á húsi ; |
; ) $ yrt y! . í 2 á posthúsinum, og |
Nr 35 I, síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu || Mánadagin 13. september 1948 kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið | 22 årg.
HANDILSSKAPUR
og fjóðskafur
Tå id land er i vanda av
kriggsåvum, kunna menn syna
stóran tjóðskaparhuga og offur-
vilja. Tá ið herljóðini verða
spæld, stýrismenn halda røður
og lýsa frá landsins neyð, møta
flokkarnir á herstaðunum og
skriva seg inn í herliðið. Menn
ríða á kriggsvøllin, og har tola
teir neyð og deyð. — Skarar ofra
seg fyri føðilandið! Ójavnt kann
lað vera, men í flestu londum
er so.
Øðrvísi er í friðartíð. Tá er
føðilandið eg og míni. Tá hevur
vinna og vinningur meiri at týða
enn landið. Sami maður, sum
fer av húsum frá konu og børn-
um at standa í hørðum stríði og
kann vænta ikki at síggja tey
aftur, alt ti nakað fornt, óskilj-
andi, magnmikið kallar hann,
kann fara til blóðigan uppreistur
og vera við at leiða fosturlandið
í neyð og deyða — bert tí hann
heldur seg gjalda ovstóran skatt,
ella tí eitt stýrislag er honum
ikki í lagi!
Vit kunna ikki líta upp á
patriotismu í handilsskapi og
vinnulívi. Um menn rópa og
siga, at føðilandið er teimum alt,
so kunna vit ikki líta á, at hetta
fer at roynast í dagligum verki.
Tað kann væl vera, at menn
halda, at so er, at tjóðskapur
teirra lýsir hált yvir alt annað,
men tað er ikki so. Í hand-
ilsskapi handlar maður har,
hann vinnur mest. Um hann so
fær pund ella krónur við hand-
ilin, fer at gera hitt sama.
Vit hava hoyrt nógv um tjóð-
skaparrørslu og fosturlandsalsk
i síðstu árum. Men at menn,
sum hava verið mest harðmæltir,
hava mælt im6ti ti, sum skal
vera samfelagnum at gagni, hava
vit ofta roynt og sætt. Tjóð-
skaparhugaðir menn hava í sam-
røðum havt ta áskoðan, at stend-
ur manni gott salg í boði, so
skal hann selja sítt skip ella aðra
ogn, tí hann kann vinna væl
við handilin. Tað batar ikki, um
eitt pláss ella eitt land missir
við slíkt salg: hin persónligi
vinningurin gongur yvir tað tap,
sum hetta voldir bæði plássi og
landi.
Soleiðis er verunleikin. Men
henda verunleika, hetta, um vit
kunna kalla, menniskjansliga
brek, má landsins stýri hava í
huga. Stýrið landsins skal fyrst
og fremst hava landsins gagn,
heildargagn, sum sítt stavnhald.
Landsstýri verða ongantíð ,ideel';
men hitt ideella stýrið skuldi
ikki víkt frá hesum máli. Teir,
sum sila við landsins róður,
hvønn flokk teir so hoyra til,
hvønn lit teir so hava, eiga at
lata persónlig »hensyn« fara.
Teir mugu seta reglur og skip-
anir, og teir mugu ansa, at tær
verða hildnar. Til tjúgunda og
síðst verða altíð tey óskil, sum
landið kemur í, løgd á landsins
stýri. Menninir, harðast,
tá ið val stendur til, rópa at
geva leyst, finnast ringast at, tå
ið gerðir einstaklinganna hava
ført landið Tá átala
teir, at stýrið ikki hevur ansað
sum
út í ofori.
eftir.
Tað er tað rásarúm, sum giv-
ið er einstaklinginum, hinum
privata handils- og vinnulivs-
manni, ið hevur flutt okkum
hesar vansar á hendi. Eingin
væntaði, at teir sum rópa hava
um landafrælsi og Dana-bond,
fóru at bera seg øðrvísi at. Tað
er sjálvandi at siga, at tá ið
saman um kemur, so er hann
hin rætti tjóðskaparmaður, ið
ofra vil sínar privatinteressur
fyri landsins interessur. Og lá ið
saman um kemur, so eru teir
bestir tjóðskaparflokkar, ið ikki
halda seg eftir einstakra manna
hugsan og fremja gagn einstakra
manna men alt landsins, alt
fólksins gagn.
Ensku arbeidsmannafeløgini
hava fund
Tey sameindu ensku arbeidis-
mannafeløgini hava havt fund.
Har varð samtykt, at allar
streikur, sum ikki vóru jáltaðar
av stýrinum fyri feløgini, skuldu
verða lýstar ólógligar. Erkisbisp-
urin av Canterbury hevði guds-
tænastu, áðrenn fundirnir vórðu
settir. Hann helt fram í røðu
sinari, at arbeiðismannafeløg
høvdu stóra makt nú. Maktin
var ofta ring at eiga, men
vónandi fóru ensku arbeidis-
mannafeløgini at skilja tær
skyldur, id fylgdu við maktini,
og fóru at nýta hana væl.
Merkisverdugastu røðuna helt
Stafford Cripps, fíggjarráðharri
Bretlands, og sum er hann av
ráðharrunum, ið mest hevur siga.
Hann mælti ímóti lønhakkan
og helt fram, at knaplig løn-
hakkan fór bert at verða ein
løtuvinningur. Hann kom at
dýrka um útflutning landsins.
Alt stóð á útflutninginum, um
landið skuldi koma fyri seg
aftur, tað áttu bæði arbeiðarar
og arheiðsgevarar at skilja.
Betri var at leggja støðið soleiðis,
at arbeiðarin kundi hava fram-
burð av ti.
Edouard Benesh
Benesh var presi-
dentur í Tjekkoslovakia. Hann
stovnaði saman við hinum stóra
stalsmanninum Th.
Edouard
og tiltikna
Mazaryk hitt tjekkiska ríkið.
Báðir hesir menn vóru vinir og
gløðandi frælsir menn.
Tjekoslovakia var hersett av
Hitleri, og Benesh saman við
soni Thomas Mazaryk var ein
oddamaður at savna tjóðina til
stríð móti Hitlerveldinum. Tað
eyðnaðist honum at síggja aftur
eitt frítt Tjekkoslovakia. Hann
var presidentur, tá ið Kom-
munistar við Gottvaldi á odda
tóku sær ræði í landinum. Nú
fyri stuttum segði hann sessin
frá sær, og kom Gottwald aftur
í hansara stað.
Hann var heimskendur maður
ein av hinum stóru og
gomlu demokratisku monnun-
um. Hann meinti, at Tjekko-
slovakia mátti knyta lagnu sína
aftur at sínum menska skyld-
manni Sovjetsamveldinum, men
hansara hugsan var, at hetta
kundi verða gjørt uttan at slíta
sambandið við Vestanlond, har
hann hevði allar sínar andaligu
traditiónir,
og var
Skaldið
),H,0. DJURKUUS
Janus Djurhuus tekur til i
Kvæði til Appollon :
Ohugnad barst tú mær, gudur við
silvurboga Appellon,
slongdi í heim meg, har toka og regn
8 g
og Boreas valdar,
stroyddi mær iva í sál — hin virðis
tynandi tvídrált — —
Skaldið harmast her, at hon-
um av gudinum er givin vin,
hin virðistýnandi tvídrátt. Ívin er
væl kendur tåttur i sál nútíðar-
mannsins. Hann er hin veiki
tvídrátturin, sum kann týna virði,
gera mann tvísýntan áraka øll-
um evnum, so hann ikki við
huga og sál leggur upp í nakað.
Eisini aðrastaðni í skaldskapi
sínum, nertur Janus Djurhuus
við henda tvídrátt, hesa dualism-
una í mannsins lívi. Men tó at
hetta tvilyndi var honum givið,
so skaddi tað ongantíð hansara
sangaragávur. Hann frysti seg
ikki inni við ivanum. Hansara
skaldasál hevði slíka vidd, at
hann av fullum huga kundi
fevna øll viðbrað í mannalivin-
um. Hann kundi taka øll ljóð
á sín strong. Hann kvað tung
kvæði um allar teir djúpu og
forløgstungu spurningar, manna-
ættin hevur drigist við, og sum
mest skald nú hava verið pínd
av. Um lívið og deyðans gátu,
skuldina, sum vit øll hava til
felags — eingin sakleysur — øll
eru partamenn í sama trotabúgvi
— høgdi hann síni klassisku,
ógloymandi ørindi:
Bað um treysti, mót og trúnað,
tá id eg hin summarmorgum
ungur fúsur fór av borgum
Tú ert vargurin í veum,
tå skalt dømast til at vena
eins og hesi å arena
Sål hans skelvir i Otta og angist
við Mósesi á Sinai fjalli, tå ið
Jahve kemur í snarljósinum og
ódnarveðrinum — eitt kvæði, ið
hevur slíka veldiga megi, og sum
rystir okkum so, at vit taka ikki
ov stórt til orða, tá ið vit siga,
at úr sama evni verður tað ikki
yvirgingið í øllum verðaldar-
skaldskapinum. —
Við livandi søguhugi hevði
hann einar serar gávur at bora
seg inn í persónar søgunnar og
skapa reinan skaldskap úr søgu-
myndum og søguhendingum.
Hann livir seg inn í hevndar-
hug Trónda og sorg og longsul