Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-09-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1948síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI + FØROYA JAVNAÐUR SOSIALDEMOKRATUR BROÐURSKAPUR Nr. 36 | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | Leygardagin 18. september 1948 Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið | 22 årg, Folke Bernadotte myrdur. Í GJÁR TÅ BERNADOTTE, GREIVI, KOM TIL JERUSA- LEM VARD HANN SKOTIN VID REVOLVARA, SO HANN DOYÐI. Øl Verðin hvakk við ígjár av at frætta omanstandandi tíðindi, verri beistagerd er ikki gjørd í námunda. Folke Bernadotte var tann maður, sum Tær sameindu Tjóð- irnar høvdu hildið vera semings- maður í krignum millum hitt nýggja ríkið Ísrael og Arabarar. Bernadotte varð 53 ára gam- alur; eftir hann eru kona og tvey børu. Trygve Lie, aðalskrivari hjá UN, fleyg beinan vegin til Paris, har hetta felag beint nú skal hava fundir. Bernadotte er serliga kendur frá hjålpararbeidinum við at fáa norskar og danskar kríggsfangar leysar úr fangatyppunum í Týskalandi í hesum krígnum. Á ferð móti logtingspallin um. »14. septbr.« hevur altid havt tann vana, at seta seg fram sum hin einasti bodberi um alt tad dulda og ranga, id fram fer i føroyskum samfelagslivi, og vid høgari gremjingarødd at åtala hini bløðini, ti tey einki tala men tiga alt burtur. Hesin sið- urin kann vera troyttandi at siggja. Hetta vit og eg id eru tey einastu, tað glógvar i, og sum bera sannleikan fram mill- um manna. Nú eru tað pund og hin ringi lands-handilsskapurin, id blaðið sigur eingin åtalar uttan sjålv- andi teir: Pundini oydd. Lands- stýrislimur skrivar tjóvagrein, sum spillir alt spælið at redda seg úr neyðini. Bara >Føroya- tidindi« kemur fram við sann- leikanum. Helst tí einki »får« hevur verið á Tvøroyri í langa tíð (Grein >14. sept.« eitur »Landstyrisins svarta får«, og Landsstýrismaður Kristian Djur- huus hevur handilsmálini undir hond), og so hevur eingin ver- ið at stedga hesum blaðnum og forða tí at siga hitt sanna. Tað er øllum kunnugt, at blaðstjórar »14. septbr.s< stremba eftir — og tað ikki í duldum — at koma at sita á einum løg- tingspalli, og tá id menn eru ágrýtnir at vinna fram á eitt mál, geva teir sær sjáldan far um onnur, ella hvat onnur hava sagt. Vit hava nú als ikki nakran hug at »seta okkum fram« ella nýta nakað reyp, men vit taka okkum to loyvi til at draga fram — og kanska >14. septbr.« tó hevur havt stundir atansa tí — at vit hava neltupp nú fleiri ferðir í greinum havt handilsstøðuna til umrøðu og ålala lað óansni, har hevur verið, og at stýrið má taka sær um reiggj og leggja seg eftir strangari eftiransing enn higartil. Før. Sos.-Dem.« hevur eisini ávíst, at eftiransing við inn- og útflutningi er ein sosialistisk meg- inregla, og at nógv lond eru komin í handilstvørleikar, tí tey ikki hava fylgt hesari reglu. Tað er sjálvsagt eitt stýrið, ið hevur ábyrgd, og tað er eitt stýrið, ið gera skal reglur og eftiransa. Men tað er nú heldur ikki heilt rættvíst at leggja alla skuld á stýrismenn, gera teir, tá ið fløkjurnar koma, til >svørtu får« og geva teimum av grov- fílini. Stýrismenn, Løglingsmenn og Landsstyrismenn, rætta seg ofta eftir veljarum sínum. Og stór fjøld av veljarum í Føroy- um — helst teir menskastu og valdmiklastu — hava altíð mælt ímóti eftiransing. Teir hava hert á frían handil. Eisini bløðini hava hildið seg til hesa megin- reglu. Ongar »restriktionir«, Ikki binda heilsølumenn, so teir ikki sleppa at keypa tær vørur, teir vilja, og sum fólk í peningaríkari tid hava hug at keypa. Men nú vit eru komin í kníp- una, nú leggjast somu menn á styrismenn og átala teir, ti teir ikki hava efliransað, so vit ikki komu so illa fyri. Nú er soleiðis fyri komið, at okkurt er at gera. Tey pund, ið farin eru, fáast ikki aftur. Men vit mugu handla og vinna pund inn aftur. Og so er at eftiransa handlinum strangliga. = Gera reglur og skipa so, at tær verða hildnar. — Nógvir eru, sum ætla »at bjarga landinum<. Koma teir fram at, lå fæst skil á. Koma teir fram at, tá sleppa bløð at atfinna. Tá verður einki harð- ræði av flokksformonnum. Tá sleppa menn at tala frítt. Skiligt er, at nýggir menn vilja koma (il. Men lættari er at standa uttan fyri sum álops- og alfinningarmadur enn at koma inn um og åtaka sær åbyrgdina. Hin sociala umskipanin hjá arbeidarastyrinum í Brettlandi, 5. juli 1948 kom í gildi ein stórtøkin = umskipan av leim ræðuligu rongu socialu viður- skiftunum í Stóra-Brettland. Henda stóra dag hava Bretar kallað A-dagin fyri harvið at undirstrika, at nú er byrjað ein nýggj tíð fyri tað bretska fólkið. Henda umskipan byggir á ta grundhugsjón, at hvør einasti Breti hevur rætt til at fáa tryggj- aðan ein livihátt, ið ikki má fara niður um eilt åvist mark. Fyri lað fyrsta er málið, at tryggja øllum arbeiði, ið er keldan til vælstand og gleði. Men kunnu maður ella kvinna ikki fáa arbeiði ella eru tev av sjúku ella elli ikki for at arbeiða, megu hitt almenna og hin raski arbeidandi parturin av fólkinum skoyta uppí. Bygd á hesa grundhugsjón inniheldur hin sociala umskip- anin frá 5. juli — A-degnum — 1948 hesar hættir: 1) Vidkan av vanlukkutrygg- ingini so hon røkkur at øllum, ið eru røkt av vannlukku ann- aðhvørt, hon stavar frá sóttar- seingini ella aðrastaðni frá. Vannlukkutrygdin er so stór, at hon heldur burturi neyð og sakn av tí, ið øll menniskju megu hava fyri at liva eitt hampa og menniskjaverdugt lív. 2) Vidkan av sunnheitsforsorg- ini. Øllum er tryggjað ókeypis læknahjålp, sjúkrahúsansan, tannrøkt og ókeypis medisin. 3) Eina fólkatrygging, sum veitir trygging og hjálp til ar- beidsleys, sjúk, gomul, einkjur, einkjubørn, barnakonuna og mommur o., t. 4) Familjutilskot, Til hvørt | ATTLEE forsætisráðharri Brettlands. barnid aftanå tad fyrsta verdur veittur ein vikuligur peningi. Hetta hjálpir uppá tað órættvísi, at ein maður, ið hevði t.d. seg, konu og eini 10 børn at føða, fekk ikki meiri at liva av enn hann, id hevur sín bera kropp ella bara seg og eina konu at føða og klæða. 5) Eina forsorgarhjálp ístaðin fyri ta 300 ára gomlu fátækra- lógina. Henda forsorgarlógin miðar ímóti at hjálpa øllum teimum, sum ikki koma undir tær undir 1, 2, 3 og 4 nevndu forsorgar- lógir. Lógin gongur langt og hevur t.d. reglur fyri serlige húsabygging til tey í samfelag- inum, ið verst eru stillað. Í sambandi við ta socialu um- skipanina kann hóskandi verða nevnd hin nýggja skúlaskipanin,