leygardagur 9. oktober 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
vw Í
PS I á Sal
ø”e
%
» 3 i
LJ.
FØROYA.
SOSIALDEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
> Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | . Bladid verdur bilagt å posthåsinum, og
Nr. 39 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | Leyardagin 9. oktober 1948 kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið 22 Arg.
i
UPPBYGGINGIN
Øll europæisk lond hava starv-
ast hugaliga vid at byggja upp-
aftur tað, id kriggið týndi. Kriggs-
týningin og kriggsórógvin guldu
ikki bert niðurskotin hús og
verksmiðjur, søkt skip og mist
mannaliv, men
sum ongar stundir høvdu verið
til at umvæla ella endurnýggja,
verksmiðjur, sum settar vóru til
at framleiða kriggsgreiðir, menn,
sum óvandir vóru við friðar-
verk og síðan øll tey, ung og
gomul, sum kríggið legði eftir
seg húsvill og hjálparleys. Alt
eisini amboð,
Ð
hetta uppbyggingarverk og um-
leggingarverk kravdi nógva tíð
og nógvan pening. Men sum
viðurskiftini úti í heiminum eru
í løtuni, tykjast hesar royndir at
uppbyggja eina sorlaða verð at
fara og stedgast — ella í hvússu
er at verða hidraðar.
Tann kríggsóttin, sum nú ráð-
ar og tekur um seg víða hvar,
stedgar og forðar uppbyggingar-
arbeiðinum. Amerika var einasta
land, ið ført var at hjálpa. Tað
gav eisini Marshall-hjálpina, men
tann peningur, sum Marshall-
hjálpin hevur sett sær fyri at
veita Europa, gongur nú til
kriggsambod. Ottin fyri at vera
ålopin elvir monnum til at lata
våpnasmidjurnar standa og her-
menn, sum skuldu verda tiknir
heim, halda fram vid sinari her-
tænastu.
Hesi viðurskifti loypa verðina
í ein ruðuleika. Mannsmegin
og verksmiðjumegin skulu knýta
seg út at kappvápna. Tær nýtslu-
vørur, sum menniskjan skuldi
nýta, koma ikki fram ella ger-
ast so dýrar, at fáur og eingin
orkar at keypa tær.
Hesin veruleikin loypur eisini
ólag og ófrið í samfelagið. Inn-
tøka arbeiðaranna røkkur ikki
til teirra neyðsynjarvørur, ti
peningartrotið og vørutrotið gera
allar vørur dýrar. Hesi ólag elva
arbeiðsófrið og arbeiðisstedg og
uppreistur í samfelagnum, sum
kunna geva monnum við ein-
ræðis- og harðræðishuga at-
gongd til stýrisvald.
— — Sjálvandi munnu menn
vera varir við hetta og eisini
varir við orsakirnar. Kriggið
endaði, og tá skuldu menn eins
og aftaná fyrra verðaldarkriggj
og kríggsóttin
gera eill ráð av øllum heimsins
fólkum, ið virka skuldi fyri frið
og semju og beina burtur allar
fløkjur, sum volda ófrið. Einki
at ivast í hevur hetta ráð, sum
kallað er Sameindu Tjóðirnar,
gjort nógvar góðar gerðir. Men
lann 6javnin, sum er millum
heimsins tjóðir í áskoðan við-
víkjandi stýrislagi og samfelags-
skipan og tey nógvu trætumál,
sum frammi hava ligið, hava
gjørt, at ikki er tað komið á
skafti, sum væntandi var at koma.
Ójavnin sum er millum tey
stóru verdaldarrikini, Sovjet-
samveldid og Amerika, hevur
bundid alt verk til semju. Tey
líta hvørt at 60rum við illtanka,
tey våpna seg, onnur lond, sum
politiskt fella í parti við øðrum
av hesum báðum londum, gera
tað sama, og so hevur verðin
bytt seg sundur í tveir manna-
garðar, sum skifta hvøss orð
hvør við annan, og sum leggja
hvør annan undir ófriðaroyndir
og kriggsuppøsing.
— Amerikansk kapitalisma og
russisk kommunisma kunna ikki
rina saman. Kommunisma er
ein lívsáskoðan, sum hevur
fastar materialistiskar lógir at
halda seg eftir, og sum lærir,
at neyð og kollvelting má fylgja
hinum kapitalistiska lagnum,
eins og stormar, jardskjålvti og
eldgos fylgja jørðini í hølunum,
Tað er bert hitt kommunistiska
lagið, sum kann stilla og bera
frið og harmoni til heimin. Men
millum hesar báðar áskoðanir
liggja aðrar meira fríar og Ó-
bundnar. Hesar eru to veikari
i løtluni; tær verða kroystar av
hinum, og tær eru serlíga i
miklum vanda nú, uppbygging-
ararbeiðið verður hindrað av
kriggsvandanum.
Tydiligt er, at verda hesar
frilyntu kreftir vid undirlutan,
fåa vit einarædi og hardrædi
fram. Menn eru, sum beinan
vegin halda, at ætlanin er at
fremja ófriðin og so fáa ruðu-
leikan, tí tá liggur vegurin greið-
ur at fáa til ræðið teir menn,
sum seta kunna hesar tankar og .
áskoðanir í hásætið.
Týdningurin
av fólksins lestri
Nutidarmenniskjad lesur nógv,
og tá ið tað er hitt skrivaða orð-
ið, sum ger nógv til at skapa
sálarlív menniskjunnar, hennara
livsåskodan og samfelagshugsan
reint sagt hennara hugsjónir
bæði
tað stóran
fólk lesur.
Farið vit til okkara lítla fólk,
so er lestur okkara útlendskur.
Vit læra danskt mál í skúlunum
rættiliga gjølla, og mesti lesturin
kemur úr Danmark. Sjálvandi
hava Danir góðan lestur. Teir
eru frammalig tjóð, og teir hava
góðar „bókmertir. Men nutidar-
lívið er vorðið so skapt, at tað
snýr seg mest um pening og
slíkt, sum kann geva manni ein
ágóða. Hesin ágóðahugurin,
henda peningatrongdin, er eisini
komin í bókmentirnar. Maskin-
tólini spýggja frá sær bøkur og
bløð. Hesar bøkur og hesi bløð
eru ætlað at geva vinning. Tað
er ikki sum áður, at bókin ella
blaðið skuldu vera til lærdóms
og menningar. Nei, nú fiska
oftast menn eftir ti vånaligasta,
sum er í mannalyndinum, og
bókin ella blaðið er ætlað at
skapa ein spenning, id er sum
ein eldur og varar eina løtu.
Í Danmark eins og í øðrum
londum eru menn vorðnir varir
við hetta, og nógvir meta lestur
ungdómsins at vera honum til
skaðis. Æntin venjist hann at
síggja lívið frá einari rangari
síðu, ella hann venur seg at
taka eftir persónum úr bókum
og bløðum, sum ikki glógva av
stórum dygdum.
Men tað er ikki stórur frami
í bert at granska og kanna slíkt.
Helst skuldi okkurt verið skotið
upp, sum kundi verið til bata.
Í demokratiskum londum ber
ikki til at seta forboð. Men har
kanst tú tosa til fólksins skil
og umdømi. Millum manna er
ein dráttur og ein ávirkan, sum
gongur í bæði borð. Ungdóm-
urin kann ávirkast og venjast
at vera vandin við lestri sínum.
Skúlin kann sjálvandi ganga á
odda. Foreldrar gremja seg
nettupp um, at blaðlesturin hjå
børnum teirra er vorðin ein
sjúka, og tey tveita frá sær
skúlaarbeiði. Søgurnar og mynd-
irnar ávirka tey eisini so, at tey
gerast óstill og nervøs.
ringar og góðar, hevur
týdning, hvat eitt
Har, ið ungmannafeløgini eru,
kunna eisini tey taka lesturin
til umrøðu. Slík evni kunna
gerast til tjakevni, og frukta-
gott og áhugavert tjak kann fá-
ast burtur úr spurninginum.
Menn hava eisini fingið í lag
at hava ein bókadag til frama
fyri føroyskum bókmentum.
Hetta er ein roynd, ið kann
verða at stórum gagni bæði
fyri okkara bókmentir, sum
hava ring kor at arbeiða undir,
og so eisini sum ein roynd at
eggja fram hugin fyri góðum
bókmentum og ritum.
Kunnleikin í lestri er ómissi-
ligur kunnleiki. Hann er lyk-
ilin til upplýsing, mentan og
kann geva einum eitt andaligt
rikidémi, sum vert er at eiga.
Spell er tí, at hesin kunnleiki,
hesi evni, skal nýtast illa og til
Ógagns.
og útlendskur fentngur
Ongum tørvar at vera serliga
handilsvísur, um hann gjølla og
alt fyri eitt sær, at útlendskur
peningur, valuta ella gjaldoyri,
sum menn málbera seg, gevur
londum handilsrúmd og handils-
frælsi. Er land væl statt við gott
og virðismikið útlendskt fæ, so
kann tað keypa, har tað vil og
leita hagar, vørur eru góðar og
ódýrar. Aftur á møti er land
illa statt við útlendskt gjaldoyra,
fæ, er tað ógvuliga bundið við
sínum handli og trongt við sín-
um handilsfrælsi. Tá kann tað
mest sum ongastaðnis handla
uttan í einum ella fáum støðum
og. fær væntandi vørur sínar
dýrari og ikki altíð góðar. Ella
eisini má tað hava stórt stríð
at leita sær eftir tí peningi, tí
nýtist.
Men skal tryggur útlendskur
peningur fáast má land hava
góð sølulíkindi og royna at flyta
sínar vørur víða.
Vit Føroyingar
nógvar vørur at flyta burtur.
Men vit eins og onnur fólk
mugu leita eftir marknaði og
sølulíkindum og royna at selja
okkara vorur so viða og fyri so
góðan pris sum vit kunna.
Sum er, eru tað bert tvey lond,
vit hava havt handilssamband
við: Danmark og Ongland. Dan-
mark er lítið land, og vit sleppa
ikki langt við donskum valuta-
hava ikki