leygardagur 16. oktober 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16. oktober 1948
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
Nr. 40
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Brådf, bladstjori: MARTIN JOENSEN
Prent: Á. ØSTER's
Heimatíðindi.
VEÐURLAGIÐ
enn so háttað, at bátur sleppur
ikki á sjógv. Í mongum plássum
er heystid hin bestå fiskitidin,
so hetta er stórur missur fyri
úlróðramenn, at teir ikki skulu
sleppa á flot fyri veður.
Nógvar grindir skulu vera
sæddar undir landinum, men
eingin hevur lagt beinini enn.
Grind skal altid vera sera feit
um heystið.
SLAKTIÐ
»Dimmalætting« sigur, at ikki
sýnist at koma nógv slakt til
marknaðin, og heldur hon, tað
er ti, at seyðurin verður seldur
undirhonds til teir múgvandi,
sum kunna geva nógv fyri.
»DAGBLADID«
flytur stórorðað fram, at Javn-
adarflokkurin er vordin dansk-
ur kassameistari i Føroyum. Sum
vit vita frå at siga, so dåmar
Fólkaflokksmonnum sera væl
danskan pening. Teir skuldu ti
stovna føroyskt sjálvstýri við
danskum studningi. Tað var
bara tann munur, at teir sjålv-
ir skuldu sita á kassanum.
»DIMMALÆTTING«
er vordin so god vid foroyskt
mål, at hon hevur grein um
málspillu eftir Jógvan vid Ånna
á fremstu síðu.
AVHALDSVITJAN
Avhaldsfólkini hava danskan
gest, N. A. Conradsen Aalborg.
Tað man vera tørvur á, at
slíkir menn vitja okkum.
»DAGBLADID«
leggur alla skuldina fyri punds-
neydina å hinar flokkarnar. Tad
gloymir bert at siga, at fólka-
flokksmenn eru grammastir at
handla við danskin og at teir
altíð hava ført ein politikk, ið
verið hevur ímóti allari eftir-
ansing. Privatmaðurin skal
handla og keypa, sum hann
vil, er teirra stevna.
HÚSASKATTUR
Sambært $ 16 í samtyktini fyri
Tórshavnarkommunustýri verða
øll tey, sum hava avhent hús
síni, tikið tey niður ella annað
tílíkt, og sum tí ikki halda seg
eiga at lata húsaskatt í framtid-
ini, biðin um at boða nevndini
frá tí áðrenn tann 31. oktober
i ár.
Tórshavnar likningarnevnd,
12. oktober 1948.
ÚTHEIMURIN
SAMEINDU TJÓÐIR
Russar løgdu fram at minka
um herstyrkina við einum trið-
ingi. Brelski umboðsmaðurin
sigur, tað eru lótir, og eingin
kriggsotti fellur niður, fyrrenn
Russar hava opnað landið og
givið øðrum tjóðum atgongd at
vitja og eftirhyggja.
FRANKARÍKI
Streikurnar standa við og økj-
ast um alt landið. Kominform
hevur jállað teimum streikandi
arbeiðarum peningastudning.
BRETLAND
flutti ut í september mánað
av vørum }/; meira enn sama
mánað í fjør, men tó eru teir
enn ikki komnir í .hæddina.
Meira útflutningur skal til fyri
at fylla upp dýpið millum inn-
flutning og útflutning.
ÍSLAND
Sildaveiðan er aftur miseydn-
að í Íslandi. Menn koma heim
við tómum tunnum, og dýr út-
gerð er farin til einkis. — Tað
er sildaoljan, sum gevur mestan
útlendskan pening til Íslands-
Eisini hevur sildaoljan stóran
tydning fyri fiskasølu teirra, tí
nógv av fiskinum verður selt
uppá tær treytir, at landið, sum
keypir, fær sildaolju samstundis,
sum lað tekur móti fiskinum. Á
Vestlandinum er fingin nógvur
hvalur. Hvaloljan skal supplera
sildaoljuna. Nú vænta Íslend-
ingar, at vetrasild skal skoyta
í endan. Hon kom ífjør, og
kanska hon verður so røsk at
koma aftur í ár.
Løntakarin og ognarmaðurin
Fólk, id fasta ogn eiga, jarða-
góðs t.d. halda, at lítið er vert
at hava jørð. Hon gevur bert
strið og strev og onga úrtøku.
Hini, id einki eiga, og sum fáa
løn — helst fasta — liva nógv
betri óg lættligari, og tey kunna
lagaliga fáa sær til keyps tær
fruktir, jørðin gevur av sær.
Hetta er vanlig áskoðan nú —
í hvussu er verður hon sett fram
í orðum — um hon er so meint
er eitt annað. Men so var ikki
hildið fyrr. Tá varð hildið, at
jørð var hitt tryggasta og viss-
asta at eiga. Ti keyptu eisini
Føroyingar altid jørð. Tað var
hitt einasta, id verunliga átti at
verða keypt.
Føroya
Sjovåtrygging
Skip - motorbåtar
útróðrarbátar - verur
verða tryggjað
Sjálvstýrandi róður
Danir hava uppfunnið eitt
róður, sum stýrir sjálvt, uttan
at maður heldur í. Hetta róðrið
hevur leingi verið brúkt, og
menn dáma tað sera væl.
Eitt norskt skip hevði instal-
lerað slíkar róðurgreiðir og tað
sigldi = gjøgnum Suezkanalina
uttan róðursmann og ei belgiskur
losur við sjálvstýraranum kendi
skipið so fast og trygt í hondini,
at hann tók hesar greiðir fram
um mann at standa við róðrið.
Hetta var á Schelde ánni í
Belgiu. R6drid er gjørt av
verkfrøðingi Christen Larsen.
Ti tørvar ikki gyrokumpass
men bert magnetiska kumpass.
Inntøkur kunna verða
til undirskot
»Information« sigur frá hesum
døminum úr — »Kébenhavns
Komuneskole«:
Ein lærari kundi við skúla
sín læna 450 kr. við at vera
sangleiðari fyri frívilliga barna-
kórinum á skúlanum. Hansara
skattskylduga inntøka er 9844
kr., og letur hann í skatti 1957
kr. Hann er forsyrgjari og
hevur 2 børn undir 15 ár. Fyri
at vita hvat ávirkan henda eyka-
inntøka fór at hava á skatt
hans næsta ár, vendi hann sær
til ein fulltrúa í skattavaldinum.
Uppá spurningin, hvussu stór-
ur skatturin fór at verða av
10300 kr, svaraði fulltrúin
2500 kr., altso ein skattahækkan
uppá um 550 kr. Maðurin hevdi
so statt havt eitt undirskot uppá
100 kr. Tad var alíso ti, at
hann var komin upp um 10000
krónur.
Hetta kann vera áminning til
teirra, sum hugsa um »hein«
og skriva nógv um »bein«, Eitt
»bein« tú fært, kann so statt
taka okkurt av teimum gomlu
»beinunum«, tú hevði, undan
tær!
FØROYA
BRUNATRYGGING
Hús - innbúgv - vør-
ur - verða tryggjað.
Føroyska hondsåpu
frå fabrik OKKARA
+
At kæri maður, pápi og beiygi
okkara
Edward Mikkelsen
doyði í dag og verður jarðaður
týsdagin kl. 1, verður hervið
kunngjørt slekt og vinum.
Skipanes, 16. okt. 1948.
Fyri tey avvardandi:
Sanna Mikkelsen.
U.S. A. eigur at ganga á
odda at rýma úr Europa,
sigur Walter Lippmann
Hin tiltikni amerikanski høv-
undurin sigur, at beinast er, at
øll veldi, ið ikki eru europæisk,
skulu rýma úr Europa og lata
Europæarar vera einsamallar
um at gera sina lagnu. Hitt eu-
ropæiska meginlandið eigur ikki
at gerast til eitt land, har Russ-
ar og Amerikanarar stríðast um
maktina.
Russarar hava ofta sett seg
niður við herveldi í Europa, á-
vísir hann, men leir eru altíð
riknir eystur aftur, europæisku
fólkini vilja hvørki hava ame-
rikanismu ella russiska komm-
unismu. Alt Europa kan ikki
savnast um anti-Komunismu,
men eisini europæisku Kommun.
savnast um tað at fáa
aftur til Ruslands.
kunna
Russar
oe
Vil
Seydavil verda keypt til hægsta
pris. ;
LS FØROYA VILREINSARI
Tlf: 583
8. H. JAKOBSEN - RADIOHANDIL
telf. 282 - telegramadr.: Radiokarl
Tórshavn
Viðskiftafólki okkara gera
vit kunnugt, at vit hava í
gerð nýtt battari radiotól.
Kallast >S. H. J. Musettec.
Tey fyrstu verða liðugskjótt.
Hettar tól hevur 6 lampur
- eingilskar — hevur allar
bylgjur: 16-30, 30-50, 80-210,
200-600 og 1000-2000.
Altso allar bylgjur ein lurt-
ari kann ynskja sær. 2 volts
akkumulator og anode-
battari. Hvor einstakur
deilur av besta og dýrasta
kvalitet. Kassin er vakur
og arkitektteknaður. Eitt
framúr gott radiotól, sum
vit kunnu bjóða viðskifta-
fólki okkara.
Av tí at nógvir ordrar eru
inni biðast eisini lygum,
sum skulu hava tygum
radiotól, siga okkum frá
sum skjótast, og soleiðis
vissa tygum eitt gott, álit-
andi tól.
Føroyingar keypa hjá føroy-
ingi, Ágóðin verður tá í
landinum.