týsdagur 26. oktober 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI
Nr. 41 |
|
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á
1. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
'ØROYA ——
SOSIAL DEMOKRATUR
JAVNADUR
Tysdagin 26. oktober 1948 |
Blaðið verður bilagt á posthåsinum, og
kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið
BROÐURSKAPUR
22 árg.
|
ARBEIÐIÐ
Menn eru, sum siga, at ma-
skinan hevur fingið vald á menn-
iskjuni. Hon skuldi vera menn-
iskjuni ein hjålpari, men hon
hevur við sínum 6taldu møgu-
leikum bundið hana, so arbeiðið,
sum maskinan nú ger, ikki
longur hevur tann tydning og
tað mál, sum tað hevði áður.
Ein kann hugsa sær, at ma-
skinverkið, sum nú nýtist til alt,
er eftir áðurneyndu áskoðan at
líkna við kvørnina í ævintýrin-
um, sum kundi mala alt av
sær sjálvum, men tá ið mað-
urin, sum fekk hana, ikki visti
orðini, ið steðga hana skuldu,
mól hon skip hansara full, so
tað søkk við øllum til havsins
botn.
Fyrst, ið menn fóru at nýta
hana, kom fram á teir hugurin
at fáa meir og meir. Menniskj-
uni, sum røkja og ansa maskin-
una skuldu, gjørdust fyri maskin-
eigaranum til eitt tól eins og
maskinan, og hetta tólið skuldi
avrika mest møguligt. Hann
misti gleðina av arbeiðinum.
Hann misti kontaktina, sam-
bandið við arbeiðið og tey evni,
sum virka verða úr. Arbeidid
gjørdíst ein salgsvøra, og mátið
var tann løn, id gavst, og hvildin
ella stuttleikin, ið fáast kundi
aftaná lidnan arbeiðisdag.
Tað er skiligt, at tað mátti
gerast til eina spillu í hinum
modernaða menniskjanum, og
at bakslátturin mátti koma bæði
andaliga og kroppsliga. Hin
liberalistiska hugsanin við sínari
ótamdu kapping og sínari áskoð-
an, at hin einstaki skuldi leggja
so nógv undir seg sum møguligt
uttan at leggja i ein annan, mátti
gera hin arbeiðandi mannin til
eitt gangandi tól, sum bert skuldi
krevjast mest møguligt av eins
og av maskintólinum, sum hann
røktaði.
Tað er neyðugt, at hetta verð-
ur hroytt. At maðurin, sum ar-
beiðir, verður medvitandi aftur,
so hann kennir seg at vera eitt
hugsandi lið í tí verki, sum fram
kemur av hansara arbeiði. So
kann hann kenna gleðina av
sínum "arbeiði, finna aftur poe-
siin og romantikkin í arbeiðinum-
Hann kann kenna seg tá sum
ein skapari, sum hann altíð er,
ið avrikar okkurt, og tá gevur
arbeiðið honum eina størri løn
enn hon, sum bert verður út-
máld í peningi.
Arbeiðiseigarar fara at vera
varir við hesi viðurskifti, um
tað so er privatmaðurin, ið eigur
arbeiðið, ella tað er á almenn-
um hondum. Teir síggja, at
kunna teir fáa aftur hitt fulla
sambandið millum verkamannin
og tólið, maskinuna, hann røkir,
og evnid, sum gjørt verður burt-
ur úr, fer tað eisini atøkja um
arbeiðisúrslitið.
Til at vinna hesi mál, hava
summir skapað arbeiðisráð, har
leiðarar arbeidisins og umhods-
menn arbeidaranna koma til
fundar og samráðast í semju
og góðum felagsskapi um ar-
beiðisætlan og arbeiðisviður-
skifti. Arbeiðarin fær tá sum ein
hugsandi vera lut í ti, id gjørt
verður. Hann er kunnigur við !
gongdina í verkinum, sær fyri
byrjan og enda og kann sela seg
í sløðuna hjá arbeiðisgevaranum,
sum arbeiðið eigur.
Eisini kunna kvøldskúlar ella
skúlaskeið, ið knýtt eru til tað
har arbeidararnir
sitt, gera munagott
ídnaðarøki,
hava starv
verk. Har kann fyri uttan at
geva serkunnleika í teimum
greinum, arbeidararnir starvast
við, verða givið upplýsandi fyri-
lestrar, ið miða ímóti málinum:
at læra — ella rættari — vekja
tey, id arbeiða, at kenna virðið
í sjálvum arbeiðinum.
Vit kunna ikki bróta maskin-
una, men vil mugu leita eftir og
finna tey orð, sum stedga henni
kunna, so hon ikki fær vald á
okkum. At hon ikki gerst eitt
rán-amboð, sum sýgur alt burtur
úr tí, hon kemur fram at og
skapar tey, id røkja hana, til
sálarleysar píningar.
ERU DANIR Í PARTI VIÐ
EYSTANMONNUM ELLA
VESTANMONNUM?
Um ivaspurningar vidvikjandi
fólkið
øðrum
hvørja meining hevur,
plagt
at hava eina galluproynd.
Vid eina tilika roynd visti tad
menn i londum
seg, at av teimum, ið meintu at
Danmark nú átti at taka støðu
annaðhvort fyri Eystanmonnum
vóru 95—
ella Vestanmonnum
98% fyri Vestanmonnum.,
El-fravmagns) málið
Fríggjadagin beyð formaður
SEV's Dahl-Olsen, sýslumaður
til blaðfundar. Á fundi var eisini
J. P. Gregersen, keypmaður,
Syðrugøtu.
Teir søgdu tilbodini uppá
verkið við øllum umloysum at
vera undir landi og skuldu tey
latast upp á fyrsta fundi felags-
ins.
Uppá byrgingarnar, kraftstøð
og rørhol bjóða 3, uppá turbin-
urnar 1, uppá el-útgerð verksins
og uppá húsaútgerð 1 virki.
Allir hesir, ið boðið hava, kunnu
tryggja, at alt tilfar kann úlvegast
og arbeiðið verða liðugt áðrenn
3 ár eru farin. Byrjað verður í
vár.
Formaðurin helt best vera at
byggja alt ísenn (9000 kilowatt)
og segði, at tær 20 kommunur
SEV's høvdu sett sær fyri at taka
500 kwt.tím. pr. íbúgva og at
hetta saman við brúkinum úr
Havn kundi eftir meðalprísi 15
oyr. pr. kwt.tim. afturrinda eitt
verk, id kostar o.u. 10 mill. kr.
Hetta verður o.u. 3-400 kr. uppá
húsið fyri ljós, kóking og eitt
syndur av hita.
Peningin ætla teir at útveg:
sær so: 3,5 mill kr. higani og
rest upptil 7,5 mill kr. við stats-
láni úr Danmark; skilað varð
til, at nakað av hesum kanska
fór at vera statsstudnaður. Hetta
láni varð treyta av at teir kundu
seta fram ætlan, at raksturin
fór at bera seg.
El-nevnd ríkisins hevur åsann-
að, at tær teknisku útrokning-
arnar eru ålitandi og gevur sitt
viðmæli til lánið og kanska
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
livurpostei
salatir
konserves
S. HOULBERG A/S
Kødbyen, København.
studna, um raksturin verður
ovlungur.
Og við tí treysti til ábyrgdar-
menn SEV's at teir leita sær
bestu manna ráð, so eingi
bakbrot forða seinni, ynskja
vit SEVinum: ljós yvir landið!
tad.
Hon heggur
»Dimmalætting« sigur, at før-
oyskar bókmentir eru vitamin-
fátakar, og tí leitar føroyskur
ungdómur sær til >Skipper
Skræk«, »Det Bedste« heller
andet Udvalg fra amerikansk
Underholdnings-Industric.
Men hava ikki Danir annað
at bjóða Føroyingum? Føroy-
ingar duga at lesa danskt mál,
og tað heldur eisini >Dimma-
lætting«, at vit skulu leggja dent
á. Hví velur ungdómurin sær
ikki okkurt frægari úr donskum
bøkmentum? Hví hevur »Dim-
malætting«, sum setir seg fram
at umboða Danmark, ikki givið
Føroyingum ein hylling á teim-
um góðu bókmentum, sum
Danir eiga? Danir, sum eru her
í Føroyum, ella, sum fatur fáa
á blaðnum niðri í Danmark,
hava ongatíð sæð, at hetta blað,
hóast tað hevur góða rúmd,
góð ráð og tveir blaðstjóðrar,
gevur føroyska fólkinum kunn-
leika um danskar bøkur og
danska mentun.
Har verður tosað um »Ideer«,
Men hvørjar »Ideer«, hvørjar
ríkar hugsanir ber hetta blaðið
fram, sum tvær reisur í vikuni
verður borið inn í so at siga
hvørt hús í Føroyum? Hava
bókmenturnar skyldur, so hava