Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-10-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 bløðini eisini skyldur. Tey eru tann keldan, sum rennur Í heilum. Blaðið sigur, at Føroyingar vóru lesandi fólk. Teir lósu íslendsku søgurnar, og teir dugdu kvæðini. Men hví duga teir ikki kvæðini, og hví lesa leir ikki íslendsku søgurnar nú? Hevur »Dimmalætting« nakran- tíð roynt at halda henda ansin við líka? Nettupp hesin veruleiki, at Føroyingar fyrr sýndu hugin til tær góðu bókmentirnar, meðan fjøldin nú tekur bosid úr til- londum, prógvar, at her er hend ein aflurgonga, og hvørjar or- søkirnar eru til hesa afturgongu kann mikið orðaskifti havast um. Lítið verður skrivað á før- oyskum, og kanska er tað vána- ligt tað sindri, id skrivað verð- ur. Men hevur nú >Dimma- lætting« ella hin politiski flokk- urin, sum eitur Sambandsflokk- urin, sýnt føroyskum máli ella føroyskum bókmentum so stór- an tokka, at vil kundu vænta, tey fóru al givið teimum ans, um tær vóru dygdabetri? — Slík bókaummæli kunna bera einum í huga viss lyndi, ið fragd hava at sorla og trakka niður — høgga áðren nakar varnast. SAMFELAGSRIT Tíðarritini eru ikki tøtt her á landi, tað er tí hugaligt, tá ið tú fært eitt í hendi. Samfelag okkara er í mongum lutum í forminum, og vit hava ikki sæd enn hvat id burtur úr kemur. Tað er tí bæði áhuga- vert og beinanvegin neyðugt, at út verða givin rit, sum taka fram spurningar, ið samfelagsfrøðing- ar hava á lofti; við teimum spurningum framman fyri okk- um kunna vit fara undir okk- ara og hyggja eftir, hvussu teir skulu verða loystir. Nógv er eis- ini, sum í løtuni liggur fyri, og sum tørvur er á alment at taka til umrøðu. Hetta hefti er hitt fyrsta í ár. Tað hevur til evni: 2. aðalfundur í U.N.O. Bókmenftir. Erlendur Patursson: Greinar- gerð um fiskivinnumål. Serliga seinasta grein er áhuga- verd. Hon hevur gott og greitt yvirlit og handfer mál, sum liggja fyri í dag. Fiskur flytist avstad Nú eru fólk idin at pakka fiskin, sum fara skal av land- inum. Fiskadamparar eru her í heilum og sigla avstað við full- um farmi. Hetta er saltfiskur, hann fer til Spania og Italia og skal enn fáast góður prísur fyri hann. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR KAKA ii" Skaldið H. A. Djurhuus fyllir 65 ár Einki skald í Føroyum er so kent sum H. A. Djurhuus. Hans- ara sangir og hansara yrkingar eru vorðnar ein livandi ogn hjá bæði ungum og gomlum. Skal nakar verða kallaður fólksins skald, so er tað hann. Og er tað ikki eitt stórt navn at vera kall- aður fólksins Skaldini eru runnin úr fólkinum, tey eru ein lutur av teirri tjóð og ti landi, har tey eru borin og upp- fostrað. Teirra sål og tær rørsl- ur, í henni bylgjast, hava røtur í fólkasálini, og tá ið skaldini syngja, og sangurin gevur ljóð í fólkinum, er tað tí, hann ber fram rørslur og hugsanir, sum fólkið kenst við, sum tað hevur gingið vid, men sum tað ikki hevur evnað at sett fram í syngj- andi orðum. Hans Andrias Djurhuus hevur verið sangari frá ungum árum. Hann kunna vit siga er vigdur sanginum. Og um árini koma, sum heldur ikki skald sleppa undan, eru vit viss í, at hansara skald? sangaragávur ikki torna upp. Skaldið H. A. D. Fyllskapurin í Grenlandi Ein meining, ið framflutt verður sum stuðul fyri at halda Grønland sum slongt land, er hon, at utlendingurin flytur vid sær eina sidspillu, sum hin inn- føddi Grønlendingurin tekur eft- ir, og henda siðspilla verður al nerva so meint, at hetta natúr- fólk, id er ókunnugt við nútíð- arlívið, týnist og hvørvur burt- ur með alla. Mangir hava mælt ímóti hesari áskoðan. Summir hava eisini sagt, at Grønland er ikki so væl stongt, at sjúka og mangir nútíðarinnar ósiðir longu eru komin hagar. Hin kendi Grønlandsfararin, Peter Freuchen, sigur t.d. frå, at brennivinsnytslan i summum nybygdunum er oyðandi stór og voldir stóran skaða. Hann tekur fram sum dømi frá Upernavik, at ein bilur rendi útav og brot- aði, ti bilstjórin var fullur. Og so tå ið bilurin skuldi verða fluttur umborð i skip, var alt so fult, at ikki fekkst so frægt av fólki, at hann fekkst umborð. Barnatidindi fær sjálvt prentsmiðju Jacob Berg, lærari í Øravík, sum er blaðstjóri og útgevari av Barnatíðindi, hevur keypt prent- maskinu, og ætlar hann at prenta blaðið sjálvur. Tað er Á. Ziska, sum hevur átt hesa prentmaskinu, og keypti hann hana frá katólska prest- inum. Hetta er sjálvandi ikki slør maskina, men hon hevur rættiliga nógvar prenlstavir og kann væl nýtast. Tekur lógloysi og fyll- skapur um seg „Dagbl.“. bar fram nú ein dagin tíðindini um, hvussu al- burdurin er við ólógligari brennivínssølu, og hvussu skila- leysa ring eftiransingin vid inn- fluttningi og útfluttningi er. Hetta er eitt mål, id vert er at umtala. Tad er ikki bert tað eina tilfelli: at maður fer um- borð einstaka keypir eina fløsku av brennivíni; men tað eru tey nógvu. Tí ivaleyst er skilið so, at tað er vorðið fastur siður nú at ganga umborð í skip at keypa brennivín. Ella í øðr- rús- ferð og um lagi, at menn leggja drekka inn undir seg bara fyri at selja øðrum tað fyri ein okursprís og so ríka seg sjálvan upp. Rúsdrekkaspurningurin er er ein spurningur, sum ikki bert nertur við tann ella tey einstøku, ið ilt nýta av rúsdrekkanum. Hann er ein samfelagsspurn- ingur, ein tjóðskaparspurning- ur. Vit gera okkum til skammar sum tjóð, at vit eru slíkir trælir av rúsdrekka og ikki koma nakra staðnis, uttan kenningin skal vera. Tað er eisini ein sam- felagsskaði. Heilsuringt og etur upp peng- ar, sum kanska innkomnir eru við lívsvanda og skulu verða nýttir til eins húski. Ráðini kunna vera so ymisk. Summi halda eftir royndum aðrastaðni frá, at best var at givið leyst og givið útlsølum loyvi at havt brennivinshandil. Onnur mæla harðliga ímóti hesum uppskoti, og visa tey til tað lívið, ið var Í Førovum, tå id fríur brennivins- handil var í hvørjari bygd. Tey halda, at nú verður mangar ferðir verri, og tað verður heilt at forkoma okkum. Eitt. ið ger so nógv til hetta og onnur óskil, er tann ringa eftiransing og tann linleika, ið yvirvaldid sýnir, tå id eitthvørt eigur at verða åtalad og revsad. Tað er fatiligt, at tå ið forboð verða sett, og tey so verða brot- in, uttan at hann, ið brýtur, fær revsing, verður lógreglan ikki til lóglýdni, men verður at økja um lógloysi í landinum og eggjar fram vanvirðina fyri lógreglu og vvirvaldi. Tað, ið tí fyrst er at gera í hesum føri, er at skerpa eftiransing við øllum skipum og harðliga at sekta tann og tey, sum bróta lógreglurnar. Ein ferðamaður Ein ferðamaður úr norðara parti á Suðuroynni hevur verið í Habn og ferðast og hevur fing- ið seyðarhøvd at eta frá Vilhelm Tórsheim. Ikki er blíðskapurin deyður burtur í Havn enn, held- ur hann! Mangt verður sett í hløðini í hesum døgum. Pætur. 26. oktober 1948 Post- og ferðaskipini Í Føroyum er trupult at halda regluligt ferðasamband oyggj- anna millum. Hetta er øllum kunnugt. Men tó kundi verið ynskt eftir, at tað var gjørt kunn- ugt, tå ið skip ella bátur ikki kom sína regluligu ferð. T.d. Smiril. Hann skal sigla til Suðurovar tvær ferðir í vik- uni, men henda seg kann, at hann er aðrastaðni og kemur ikki suður tann dag, hann ætl- ar. Tá id so er, kundi verið frá- sagt, tí, ein, sum post hevur at senda, lítur uppá henda eina dagin; varð so kunngjørt, kundi hent, at ávarandi fekk søkt annað skip, ið sigldi um sama mundið. F. A UNISSSRSSNUUSSESUUS Kolakifegj í Frankaríki Verkføllini í Frankaríki hava verið tøtt og stór aftaná kríggið, men hetta ber av. Hetta hóttar við at leggja alt landið lamið. Kolamenn hava lagt verkið frá sær, og tað førir við sær, at týdningarstórur ídnaður stedg- ar. Høvuðsbakgrundin fyri verk- føllunum er dýrtíðin. Prísir eru ógvuliga høgir, og lønir standa ikki ájavnt prísunum. Nú hevur stjórnin gjørt seg út at taka av „svarta-børs“ handilin, sum hev- ur havt góðar dagar og er ein orsøkin til teir høgu vøruprís- irnar. Hetta kolakriggj hevur eitt víðari „perspektiv“, tað er eitt kriggj millum kommunistar og stjórnina. Innanríkisministarin, sum er harður mótstøðumaður kommunistanna, sigur, at tað er Kominform, sum stendur aftan- fyri = verkføllini. Kominform sendir menn sínar inn í Franka- ríki við følskum passum, og hes- ir sendisveinar sigast at eggja arbeidarum til verkfall. Kommunistar siga seg vilja berjast móti Marshall ætlanini, og Vesturuniónini. Teir vilja knýta fastari samband við Sov- jetsamveldið og hini eystureu- ropeisku londini. Annars er hugsan arbeiðar- anna ábart verkføllunum ógvu- liga ójøvn. Uttan fyri høvuðs- staðin er mangastaðni ógvuliga langt fram komið við uppbygg- ing teirra verksmiðja, sum oyddar vóru undir krígnum. Støðan í Frankaríki hevur nógv at týða og kemur at ávirka hin politiska standin í Europa. tær henda stjórnin ikki skil á, so er hon fokin. So má einaferð spekjast fyri æntin de Gaulle ella kommunistum at koma fram at og royna at taka valdið í hesum europeiska tjóðveldi, sum so mangan hevur staðið í einum eldi um politiskar hug- sjónir. 0 AÍ