leygardagur 30. oktober 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
FØROYA.
SOSIAL DEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNADUR BRODURSKAPUR
Lysingarprisur fyri mm: 12 oyru å : | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og |
Nr. 42 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Leygardagin 30. oktober 1948 | kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið 22 Arg.
I
At selja
Teir gomlu vóru beinanvegin
smædnir, tá ið teir skuldu fara
og fáast við ein handil. Tað var
sum handilsskapur ikki lá teim-
um fyri.
Fyrst var tað, at luturin, teir
seldu, skuldi vera av ti frægasta,
maðurin átti. Hann mátti verða
raldur burtur úr. Ella um tað
var djór, so skuldi tað einki lýti
hava. Tá ið so prísur skuldi
verða áseltur, var tað sum selj-
arin kvíddi seg við at nevna
hann. Ja, eg veit ikki, segði hann:
Tað var, sum keyparin mátti
bróta eitt liði á, áðrenn hann
fekk nakað út úr hinum.
Og var so prisurin åsettur, og
handilin fingin i lag, so var
gremjanin tann: at eg hugsi, eg
seldi tær tað ovdýrt. Nei, tað er
kanska ovmikið. Eg veit ikki,
eg eri ikki vanur við at selja.
Munur kundi vera á monn-
um, eisini tá ið selt varð. Men
hetta lagið var nú vanligt hjá
nógvum av hesum hábornu
gomlu Føroyingum. Tað er eis-
ini um teir, ið Rasmus Effersøe
syngur í sangi sínum: Æg minn-
ist úr gomlum sogum...
Her er nógv broytt í okkara
tíð. Tíðin er vorðin ein sølu-
tid og vinningstid. Oll, sum hava
nakað at selja, vilja hava mest
møguligt fyri tað, tey selja. Tey
sita ikki klumsin og koma sær
ikki at nevna ein høgan pris.
Prísir tykjast ongantíð at vera
ov høgir. Ongantíð fæst ov-
nógv fyri eina salgsvøru, um tað
eru livandi ella deyðir lutir, ið
tú selur.
Tað er komin ein fígginda-
skapur millum keypara og selj-
ara. Tað er sum báðir partar
lúra eftir hvør øðrum at vita,
um annar ikki ætlar at narra
annan.
Vit frætta tíðindi um »svarta
børs«. Tað vil siga ólógligur
handil, har vørur verða seldar
fyri ein okurprís, so eingin utt-
an ríkmaðurin kann keypa.
Londini áleggja fastar prísir.
Londini seta niður príseftir-
ansingarráð, sum eftirhyggja
skulu landsins vøruprísum. Mong
halda, at slíkir eftiransingar-
hættir eru tekin á stýrisins eina-
ræði. Tað er at leggja borgarar
í fjøtur, halda mong, tá kann
maður ikki snjúgva sær og nýta
sítt virkisfrælsi, sum honum
lystir,
Vit mugu halda, at sum tíðin
er, eru slyrisvaldini noydd at
gera so, um ikki hin stóra
fjøldin av keyparum skal verða
svikin og snýtt Tað er harmi-
ligt, at ikki kann vera lítið á
menniskjuna, men í hesum
vinningsriðunum, sum óvanligar
tíðir bera við sær, kann ikki tað
verða.
Okkara lítla samfelag er eis-
ini merkt av hesum riðum.
Alt er at selja, og ongantíð fæst
ovnógv fyri. Hvussu ið gongst
við granna tinum, um hann fær
nakað ella einki, ger ongan mun.
Fært tå nógv fyri, so vilt tú selja
til Ameriku ella annað ókunn-
ugt land.
Hann, ið keypir, má eisini
ansa eftir, at hann ikki verður
kravdur fleiri ferðir eftir pen-
inginum. Fyrr var eitt orð eitt
orð og ein maður ein maður.
Nú mást tú vera varin har.
Jú, tíðir hroytast Lyndi á
monnum verður øðrvísi. Nylt
lag kemur fram. Nýggir siðir, og
teir eru ikki altíð hinir bestu.
Sendinevndirnar
Litid hevur frættst frå sendi-
nevndunum, sum fóru landsins
ørindi til Danmarkar og Bret-
lands.
Tær hava samráðst, og hoyrt
er, at Danir hava játtað at rinda
pundsskuldina hjá Føroyum um
8 mill. Vit skulu eiga á í Dan-
mark fyri saltfiskasalg einar 20
mill., og hesar 8 mill., sum Dan-
mark rindar, skulu so verða frá-
drignar hesum ágóða.
Nú skuldu nevndirnar havt
góðar stundir, og nakað skuldi
verið komið á skafti. Hesi við-
urskifti, sum vit hava at skipa,
skuldu einaferð verið komin í
legu.
Men um so er, verður alt ikki
at skipast so einki verður at
tala um meira. Vit fara í heilum
at hava viðurskifti við útlandið,
sum krevja tinging og samráð-
ing. Men vit kunna sjálvandi
ikki altíð senda fjølmentar sendi-
nevndir avstað. Løglingið má
seta fastar sendimenn í við-
skiftalondunum, og teir mugu
verða fastir millummenn millum
okkum og so ávarandi útlond,
General Franco
OG VESTURLONDINI
General Franco hevur dugad
væl at snjugva sær. Hansara
rørsla var facislisk, og hann
helt við Hitler og Mussolini
undir krisnum, men hann kom
ikki undir somu lagnu sum hesir
báðir, ti hann kom ongantíð
upp í kriggið. Annars er at siga,
at støða hans undir krignum
var til gagns fyri teir Sameindu.
Um Spania skuldi komið uppí,
og Týskarar kundu komið fram
at Gibraltar-sundinum, høvdu
Onglands trupulleikar i Midal-
havinum verið enn størri, og tå
hevdi ívaleyst verið gjørt álop
á Gibraltarvirkið
Men Franco var dømdur sum
ein útlegdarmaður og slapp ikki
at vera uppi í Sameindu Tjóð-
unum, sum stovnað var aftaná
kriggið. Tann harðleikin, ið hann
eisini = sýndi demokratiskum
rørslum og monnum, sum vóru
hansara politisku mótstøðu-
menn, elvdu Vesturlanda stýris-
monnum atdøma hann sum ein
fígginda av demokratiinum, og
summir hava eisini kravt, at tær
sigrandi tj6dirnar skulu hava
tikið stig til at fáa hann burtur.
Men nú hevur pípan fingið
annað ljóð. Nú frættist, at Franco
og hansara facistiska Spania
kemur til heiður og æru, og
verður at siga heitt á hann í
hesum døgum. Tað er tað ringa
lag, sum komið er millum
Sovjetsamveldid og Vesturlond-
ini, ið gevur Franco leysari
teymar aftur. Einaferð var tað
hin russiska Bolsjevisman, ið
dreiv Vestureuropa at lívga Hit-
leri og hava hann sum bjarg-
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
livurpostei
ingarmann. Hann skuldi vera
verndarvirkið, at ikki »vandin«
eystanifrå rann seg inn á Eu-
ropa. Og nú eru vit mest sum
aftur í somu skóm. Nú er tað
eystanvandin, óttin fyri Stalin
og hansara húski, id drívur
Amerika og sjálvandi aftur at
ti Ongland og Frankaríki at
fara og blidkast við Spania og
koma til tals við Franco.
Amerikanarar hava ikki álit
til Frankaríki. Tað er í einari
fløkju, og um brostið skuldi á
aftur væntast, at Frankaríki eins
og seinast verður kollrent um
stutta stund. Sovjetsamveldið er
so hersterkt, at teir kunna strúka
gjøgnum alt Miðeuropa og kan-
ska vestur móti Atlantshavinum
sum einki. Amerikanarar hava,
sum líkindini liggja fyri, ikki
vónir um at sita tryggir nakra-
staðni í Europa uttan í Bret-
landi og: Spania.
Amerikansk sendinevnd hev-
ur verið í Spania, og hava ør-
indini verið tey at samráðast um
verndartiltøk. Amerika heldur
tað vera meira vert at vápna
hin spanska enn hin franska
herin, sum ikki er at líta á.
Verður Frankariki hersett, so
stendur tó Pyrenæarfjallið sum
ein múrur og forðar, og haðani
kunnu verju- og álopsstyrkir
búgvast út. Franco skal eisini
hava sagt, at fara Russar at ota
seg vestureflir, so skal spanskt
herlið møta teimum og berja
teir eystur yvir aftur.
Hetta er annars eingin ser-
sjón. Politiskar hugsjónir mugu
vikja, tá ið vandin bankar á
dyrnar. Hin minni vandin má
víkja fyri hinum størra.
salatir
konserves
Få
8
Q.
y
o
=
A
9
Ur
i]
3
=
»
<
3