Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

30. oktober 1948 FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR Hin føroyska keypistevnan i Danmørk og ltaliu Samreða vid steynuleiðarin, harra STIG G. RASMUSSEN sum føroyingur, tað vanliga og Aftur ein hugsar út um dugir at finna uppá nýtt, sum kann verða okkara landi til stóran frama, hugsaðu vit, táið vit hitta Stig G. Rasmussen, sum nýliga er aftur komin av ferð síni, har hann hevur verið leiðari av hini føroysku keypi- stevnuni í Fredericia í Dan- mark og Bari i ltaliu. Hvussu funnu uppå at fåa eina slika stevnu i lag, spyrja vit harra Stig G. Rasmus- sen? Han smilkast vid og sigur frá, at hann í grundini ikki so nógv hevði funnið uppá tað. Og undir samrøðuni koma vil eftir, at hetta svarið var beint á ein hátt, av ti at hesin ungi maðurin leingi hevur havt stór- an ans fyri lí týdningi, sum reklama hevur fyri nær sagt alt, sum skal hava gróðralíkindi tygum og skal kunna vaksa seg sterkt og hava týdning, um so hetta er ein vøra ella eitt land ella ein tjóð, og at hetta lltakið við keypistevnuni var ein fylgja av hesum áhuga. Áhugin fyri at reklamera fyri Føroyum og ti sum fyri- ferst her í landi okkara var tí lað, sum gjørdi, at Stig G. Ras- mussen setti seg á odda fyri hesi keypistevnuni, fekk hana í lag og gjørdi, at Føroyar nú í dag eru størri, meira kendar, enn tær vóru undan hesi stevnu; slíkum monnum skylda vit mikla tøkk, eins og teimum sum styðja slíkar menn, í hesum føri landsstyri og løgting okkara, A. T. og Kolavirki á Tvøroyri, A/S J. Dahl, Gørðum, Vågi, P/F J. F. Kjølbro, Klakksvík, Aksel Petersen, keypmaður, Norðskála, Niclas Rasmussen, Sørvági, Niels á Botni, Nólsoy, P/F Trifa, Gøtu, Trolvirkið v/ Olaf Samuelsen, Eiði, Harald Joensen, Eivind Dalsgarð, P/F Farmur, P/F Føroya Grotidnadur, H. N. Ja- cobsens bókahandil, Restorffs bryggjari, Føroyskt Heimavirki, Føroya Ferðamannafelag, Før- oya Adressubók (Poul Niclasen), Skipafelagið Førovar, øll úr VARÐTEKINIÐ hjá føroysku keypistevnuni. (løgtingssiglid frå 15. øld), sum J. Olsen hevur teknad upp og Verland Johansen hevur skorið í eik Tórshavn og Sjúklingafelagið í Hoydølum. Men vit lata Stig G. Rasmussen sjálvan fortelja: Tað var mikið baks at fáa alt í lag, og vit arbeiddu av dýrastu magt fyri at fáa alt gjørt, áðrenn stevnan byrjaði. Tað eyðnaðist. Gleði okkara var stór, táið stevnuopnanin byrj- aði, og fólk komu at vitja hana, at vita, at alt var í lagi innan- dura, og síggja okkara føroysku fløgg veiltra javnsíðis við ley donsku frammanfyri stevnu- búðunum, og vit gleddu okkum yvir tað vælvild og tann áhuga, sum teir nógvu gestirnir vístu okkara deild, okkara flaggi og okkara landi yvirhøvur. Hvat vístu tit fram, spyrja vit? Vit vístu umframt lutir og vørur frá áðurneyndu monnum og feløgum myndir úr Føroyum og ymist, sum kundi geva fólki eina sanna uppfatan av landi og fólki og viðurskiftum okkara. Vit høvdu m.a. eitt sera vakurt landkort av Føroyum gjørt í relief av soni keypustevnustjør- ans, harra Axel Olesen, og var hetta kortið 2'/em X 31/2 m. Aldrin havi eg verid spurdur um so nógv áður, sum hesar dagarnar, leggur harra Stig G. Rasmussen aftrat. Høvdu tit annað áhugavert fyri hesar dagarnar? Jú, cilt kvøldið høvdu vit boðið til døgurða á einum hotellið, sum liggur beint við Littlabeltsbrúnna, og bodnir vóru framstandandi persónar í Danmark og høvuðs- menn fyri keypistevnuni. Matur- in var føroyskur; føroyskir fiskabollar og rogn og so hvala- steik, sum har var nevnd Atlan- tik Meat. Gestirnir dåmdu mat- in óføra væl og hýrurin var sera góður, og nógvar og góður talur vóru hildnar fyri Føroyum. Eilt kvøldið høvdu vit eisini »musikkvøld«, Frúgvin Elin Høj- sted úr Hvalvík, sum er kgl. kamarsangarinna í Keypmanna- havn, sang kvæðaløg og eina nýggja vøgguvísu, sum Erik Pe- tersen hevði gjørt lag til. Rigmor Restorff Rasmussen spældi kla- ver til sangin. Annars spældi R.R.R. eisini eitt klaverstykki, sum William Heinesen hevði gjort yvir kvæði um Norsku Løvu. Erik Petersen hevði skip- að musikkvøldið, og var tað sera væleyðnað. Øll vóru á gin- um máli um, at hetta kundi ikki verið belri, og tey fremm- andu vóru bilsin um, at vit átta so gott tilfar í Førovum. Ein framstandandi = maður innan studentasangfelagið í Keypman- nahavn, harra Leidersdorft- Han- sen, segði, at slíkt gott tilfar málfu leir fáa fatur á og gera sum ein partur av teirra mu- sik- og sangframførslu til kon- sertir teirra. Og nógvir vóru leir, sum vildu hava mynda- tilfar úr Føroyum til skriving leirra, m.a. ein norskur konsul harra Løvland, sum hevdi ar- beidi í ti norska ministeriinum. Hvat dámdu gestirnir tær vørurnar, sum tilt vístu fram á stevnuni? Óføra væl, sigur Stig. Serliga skal eg nevna tað før- oyska konservesið, trikolagina úr Gøtu og so heimavirkislutirnar troyggir, vøttir, hosur og so tógvið; eisini tað frysta hvala- tvøstið høvdu tey nógvan áhuga fyri, og eg veit, at teir keyp- menn og tey handilsfeløg, sum stillaðu fram, hava fingið fleiri fyrispurningar um sølu. Hvørji vóru hjálparar tygara, spyrja vit? Við sjálva keypi- stevnuna vóru hesi: Ragnhild Vágsheyg, Klakksvík, Elisabeth Clemmentsen sjúkrasystur (úr Húsavík), Keypmannahavn, Ólavur á Kák stud. med. (úr Tórshavn), Keypmannahavn og vertinna okkara frú snikkara- meistara Olsen og sonur hennara. Vóru onnur tygum beinasom ? Ja, serliga skal eg nevna arki- tektin hjá keypistevnuni, býar- verkfrøðing Gøtzsche úr Gen- tofte, og so ikki minst stjóran fyri stevnuni harra Axel Olesen verkfrøðingur, sum var sera beinasamur og ultan iva var tann, sum gjørdi, at okkara luttøka kom í lag og so sonur hansara, sum eisini æt Axel Olesen. Kunnu tygum fórtelja eitt sindur frá framsýningini í Bari í Italiu, spyrja vit harra Ras- mussen? Og sigur han okkum so frá hesari: Um tað mundið, táið keypu- stevnan í Fredericia var um at verða til enda, kom prokurist- urin hjá firmainum Traco í Keypmannah., harra O. Hentze Rasmussen, sum var Føroyingur, og segdi mær frá, at verkfrøð- ingurin Luigi Amenduni í Ttaliu so fegin vildi havt okkara fram- syning vid å ti italisku keypi- stevnuni i Bari, sum skuldi fara fram 3. til 21. september. Og beinan vegin fór eg undir at skipa fyri, at so kundi verða. Nr. 42 KK||HÆ€KA—//——————————BOXX———WiiWWWNWWIWwNK<NVHGOG Tað eydnaðist at fáa Landsstýri Føroya interesserað og lata pening til hesa fyritøku við. Og stór var gleði mín, táið okkara flagg tann 3. september kl. 8 fór í topp i Bari saman við fløggunum hjá ltaliu, USA, Tjekkoslovakiu, San Marino, Hollandi, Turkinum, Jugoslav- ien, Fillipinunum og Eysturríki. Henda framsýningin var eins æl eydnað, sum tann í Dan- mark, og eins nógvur áhugi var sýndur Føroyum og føroyskum vidurskiftum har. Heila tað italiska ministeriid viljaði fram- sýningina, m.a. hin italiski pre- sidenturin Einaudi, undirfull- trúin í mariniministeriinum Salerno, ministarin fyri uttan- ríkishandilin Merzagora og loftferdslu- og mariniministarin ”acciardi, Italiumenn vóru ógvuliga nógv interesseraðir í fiski okkara, og teir spurdu meg, hvussu tað ber til, at Føroyingar ikki longur sendu klippfisk til teirra, um Føroyingar vóru hildnir uppat at virka klippfisk. Sum nú var fingu teir henda fiskin einans frá Íslandi og Noregi. Men teir fyltust á góðskuna og vektina av tí føroyska saltfiskinum. Ein av leimum segði, at vektin passaði so illa, at pakkar, sum skuldu viga 50 kg, ikki vigaðu meira enn 35 kg, táið teir komu til Ttaliu. Ein, sum var serliga interes- seraður í turistferðum, segði, at hann hevði so stóran áhuga fyri at fáa turistferdir úr Maliu til Føroyar. Men skulu vit fáa nakað burtur úr slíkum, mega vit hava hotellir, men vit kunna fyri fyrst hjálpast við at gera sum t.d. býurin Fredericia. Har eru bert tvey hotellir, men so skipa teir so fyri, at teir bileggja verilsi hjå privatum til turist- arnar. Teir hava eitt kantor í býnum, sum ferðafólk venda sær til, og hetta hevur so nøvn- ini á teimum fólkunum, sum vilja hýsa turistum, og biðjur kantórið so hesi venda sær til tað og tað adressuna, sum hev- ur verilsi til teirra. Hvat halda tygum er mest fyri neyðuni at fáa í lag, um vit skulu fáa so nógv sum gjørligt burtur úr handilsskapi og ferða- mannasambandi við útheimin, spyrja vit harra Rasmussen? Tað eru (veir lutir, svarar hann beinan vegin, og tað er betri samferðsla og telefonsamband við útheimin. Hvussu komu tygum aftur úr Italiu, spyrja vit? Hesin sami Luigi Amenduni koyrdi meg við bili til Rom, og haðani fór eg við flúgvumaskinu til Keyp- mannahavnar. Flogfarið fór kl. 6!/, og var kl. 5 í Kastrup. Ætl- anin var, at vit skuldu stedga einar 3 tímar í Zirich, men flogfarid helt beina leið ímóti ”