Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8. november 1948 Ivaleyst hava tað verið ar- beiðararnir og arbeiðismanna- feløgini ið hava stuðlað Truman, so hann vann. Hansara stevnu- skrá til presidenttíð er eisini arbeiðarum í lagi. sína Hann skal virkafyri prisansing i U. S. A., hana ið Republik- anarar tóku av, stóra byggiætlan, Racestríðið ætlar hann at fáa síni fullu javnrættindi við aðrar borgarar. Viðvíkjandi uttanrikispolitikk- inum har íkki at vænta stórar broytingar. Truman hevur ikki viljað kvett av við Rusland men hildið semingarleiðina, Hetta presidentvalg í Amerika kann koma at hava stórt árin á verdaldarpolitkkin — ikki minst á Marshall ætlanini. Og hina europæisku uppbyggingina. so er Hvussu hava líkindini hjá bókmentaligum arbeiði í Føroyum verið? Eitt blað skrivaði nú ein dagin um føroyskar bókmentir og umrøddi tær ógvuliga van- virðisliga. Her skal eingin ana- lysa verða flutt fram; men tá ið hesin ikki heilt týdningarleysi spurningur verður havdur al- ment á lofti, kundi verið ein stuttleiki at kanna eftir, hvussu góð líkindi ella rættari góð kor føroyskt bókmentaligt arbeiði hevur havt, og hvussu stóran ans stýrismenn landsins hava givið hesum tátlti av okkara sam- felagsliga lívi. Ikki verður nóg høgt mett og virt tað starv, ið Førova Fólka- háskúli hevur lagt frá sær til frama av andaligum lívi her á landi. Men spurt kann verða, hvussu góð kor, hann hevur havt at arbeiða undir. Hann mátti - stridast móti illvildar- monnunum, og tann studningur, sum hilt almenna gav honum, var mangan sýttur honum. Til- tikið er, tá ið hetta var um at henda, og ein av Tingmonnun- um reisti seg upp og segði: »Ikki skal tó verða gjørt rætli- liga øskukalt í Føroyumd. Og var so hansara stemma tann, ið gjørdi útspælið, at ikki skúlin misti sín studning. Menninir, sum stovnadu og røktu Háskúl- an, goymdu seg heldur íkki innan fyri skúlans veggir. Teirra ávirkan bæði í talu og skrift fór út um. Símun av Skarði legði frá sær áhugaverdar søguligar greinar ið sýndu, at hann á hesum lær- dómsøkinum var hin frægasti í Føroyum. Hartil var hann gott skald. Hann yrkti fosturlands- sangir og skrivaði frálíka góðar søgur. Hin lærarin, Rasmus Rasmussen, hevði ikki minni FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR golt hegni við penninum. Hann royndistsum skald bæði í bundn- um og óbundnum máli, og var av bestu greinskrivarum, vit hava havt, tað id blað Foroya Fiskimannafelag: F. F. til fullnar prógvaði. Men vóru umstøðurnar betri hjá hesum monnum, høvdu leir ivaleyst havt lagt nógv meira frá sær, og okkara bókmentir kundu tå havt verið sóðan mun ríkari. Teirri strev við at bjarga skúlanum og fáa endar atrøkka saman hevur køvt arbeidisgåvur- og líkið líð evni frá prógvandi andaligum arbeiði. Fátakdómur og peninganeyð taka ikki bert tíð, tey lemja andsgávur og mansins arheiðis- nar og men megi fær ikki likindi at taka til sín. Få ið maður skal vera noyddur til at laka sær hjástarv aftur athøvuðsstarvi sínum bert fyri at:fáa mat í munn, kann hann ikki vera førur at leggja stór bókmentaverk úr hondum. Skuldi betri arbeiðskor havt verið givin einum manni sum Símun av Skari, høvdu vil iva- leyst havt eina fullfiggjaða Føroyarsøgu, sum okkum so harðliga tørvar, og við slíkum verki vóru eisini bókmentir okkara farnar eilt so slórt stig fram, at tað kann valla metast. Á sama hátt við Rasmus Rasmus- sen. Ivaleyst kundi hann sum skald, tað ið skaldsøga hansara Bábilstárnið prógvar, rokkið hægri, og kundi hann havt lagt nógv meira frá sær, um honum vórðu givin betri kor at arbeiða undir. — Hetta var bert eitt dómi. Onnur dømi eru, og tey mong, bæði av monnum, sum farnir eru — okkum rennur í huga hitt stórsta og svrgiligasta: Svabo — og øðrum, sum nú eru á ellisárum: Teir høvdu kunnað avrikað nógv meira, enn teir hava, um líkindi høvdu verið frægari at arbeiða undir. Og tað man ikki vera vorðið stórt mætari, um vit fóru ut kanna okkara tíð, nú alt verður mett í peningi, andslívið stendur í krókinum. og Øll, sum vilja siga sannleikan, vita, at andsarbeiði hevur ikki tey bestu líkindi. Tidin er so, at menn hava nógmikið at ana, Tað loyvist ikki meiri enn ein fær stundir at vinna sær niður í búkin. Føroyskt bókmentaarbeiði er eitt spæliverk, og tad sýnast ikki at vera nógvir, id stundir hava at fáast við tað spælið ! Eru vit tí sonn og kanna viður- skiftini, sum tey eru, mugu vit siga, at tað er ikki valvildarhugi til føroyskar bókmentir, ið elvir monnum at leypa á tær, MINNISVARÐIN fyri teir, ið fóru undir krígnum. Peningainnsavningin er nú endað. Innkomnar eru sum listarnir vísa: Tórshavn: listi Í 1000, > 2 4496,80 »p 3 2020, » 20 A 1090, » 20 B 2930, p 75 A 60, » 7 B 600, > 81 965,75 » 82 1105, » 83 12020, » 85 2000, » 86 789, > 87 A 848, > 87B 295, > SSA 5000, > 89 B 90, 85.309,55 Klakksvik: > 24 A 90, > 24 E 561, > 24 F 513,50 » 24 G 488, > 24 H 644, > 90 1000, 3.290,50 Sørvågur: » 5 610, » 60 189,50 1.099,50 Vestmanna: > 8A 382, > 8B 195, 077, Skúvoy listi 9 115, Hvalvík - 10 267, Hovi - 12 260,85 Dalur - 13 160, Fuglafjorður A og B- 14 1139, Saltangará - 15 776, Kaldbak - 16 140, Hoydalar - 17 204, Viðareiði - 18 348, Porkeri - 19 728, Vågur: » 21 574, » 3 848, » 89 2330, 4.652,— Funningur listi 22 83, Oyndarfjørdur - 23 260, Hattarvik - 25 87, Oyri - 26 174, Søldafjørdur - 27 296,-- Norða- og Sydragøta - 28 354, Kvivik - 29 31, Sandur - 80 473,— Strendur - 32 790, Sumbøur - 83 øll, Saksun-Nesvik - 34 125, Hellurnar - 85 146, Mikladalur - 86 179, Rituvik - 87 228, Skáli - 38 532, Hósvík - 39 120, Lambi-Æðuvík - 40 269,75 (nakað kom beinleiðis til sparikassan til 39 og 40) Hvannasund - 41 123, Miðvágur - 42 498,50 Sandavágur - 43 5387 Funningstjorður - 44 125,- Mykines - 45 202, Svínoy - 46 172, Eiði - 47 3580,— Nes-Toftir-Saltnes - 48 7214 Famjin - 49 280,- Húsavík - 30 155; Lorvík - Bl 3577, Gjogw - 53 303, Selatrað-Morkranes - 54 104, Hestoy-Koltur - 55 215,- Dimun - 56 20,— Kunoy-Haraldssund - 57 205,25 Slættanes - 588 40, Húsar - 59 235, Vik-Tjørnuvik - 61 510, Sandvik - 62 123,50 Arnafjørdur - 63 1608,— Frodbøur - 64 134,— Bø-Gåsadalur - 65 115,— Kirkjubøur - 66 45— Nólsoy-Borðan - 68 289,— Hvalbøur - 69 625,— Skálavík - 70 256,— Norddepil - 71 156— Skopun - 72 m368,— Akrar - 73 153— Argir - 74 201,— Innan Glyvur-Skålabotn - 76 187,— Tvøroyri AogB- 77 1530,— Leynar-Stykkið - 79 161,— Skælingur - 80 20,— Kollafjørdur - 84 41,— 64.460,60 Nevndin, ið fyrireikað hevur inn- savningina takkar hjartaliga fyri tað vakra úrslitið. Tórshavn, hin 25. oktober 1948. J.P. Henriksen. Peter Nicolaisen. Chr. Holm Jacobsen. Jens Pauli av Reyni. J. Waagstein. Nr. 43 Útreiðsla hjá kommununum Undan krignum vóru nógvar kommunur illa staddar. Løg- tingid tók sær ti uppá at lætta um tær, og ein hin størsta út- reidslupostin, skúlan, serliga læraralønirnar, fór so Løgtingið at reiða út. Tá vóru vegir og lendingar hin frekasta byrðan, ið eftir var, og sum ein kann síggja á figgjarætlan kommun- anna, er henda byrða tyngd ár undan ári. Viðvíkjandi = høvuðsstaðnum, Havnini, so verður ávíst, at vegir og vidlikahald av vegum kemur uppá talið 676.255,00 kr. av einari samlaðari úlreiðslu uppá 1.606.261,00 kr. Hetta er slórt tal, men í mun til alla út- reiðsluna, man tað ikki vera størri enn hjá øðrum bygdum. Sjálvandi skulu pláss hava vegir og eisini gera lendisst6dir sínar so, at tær kunna samsvara teirri menning, sum er og vænt- andi verður á einum plássi. Men skattaborgarin hevur altíð ein rætt at spyrja, hvussu uppbygg- ing og røkisskapur í bygd hans- ara fara fram, og hvussu skatta- peningur hansara verður nýttur. Henda rætt hevur hann eisini at halda seg til, tá ið røtt verð- ur um landsins húsarhald, og tað ið hilt almenna skal taka lut i. Vegir i Føroyum eru ringir, teir vóru ikki gjørdir til bil- ferðslu og bilkoyrsulin fer ógvu- liga illa við teimum. Tað er tí ein áhaldandi umvæling, ið teir skulu hava, um teir skulu nýt- ast. Spurningurin er, um ikki biligari var at asfaltera allar teir gomlu vegirnar, og tá ið nýggir vegir vórðu gjørdir, so gjørt teir væl og asfaltera teir beinan- vegin. Spurningurin, sum fram kem- ur, tá ið vegir og lendingar verða havd til umrøðu, er, um byggingin verður løgd klókliga, so hon verður til gagns. Hetta kann ikki altíð verða sagt. Stór- ur peningur er nýttur til vegir og lendingar, men hann er ikki altið væl nýttur. Løglingið skal hava sakkunn- leikan og hin avgerandi rættin, men oftast verður tað sóknar- stýrið og veljarin, ið reipið slíta. Og tad kann vera hin stóra or- søkin til, at nógvur peningur fer óhent burtur. Til handverkarar Í Havn, Handverkarar í Havn, sum ikki hava fingið skrivliga áheitan frá handverkaranevndini og sum ikki eru limir í deildini, verða bidnir um beinleiðis at venda sær til kassameistaran, Mourits Mortensen, Gríms Kambansgøtu. Nevndin,