mánadagur 15. november 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
15. november 1948
at hava stóran tydning fyri
okkum.
At bretski konsulin eins og
ríkisumboðsmaðurin fara úr
ralutaráðnum er naturligt og
rætt.
Stutt
eg dugi
sagt er úrslitið so sum
at skilja tað bara óført.
x,
UPPALING
OG SIÐVENJING
Trúbótin (reformatiónin) broytti
nógv í samfelagsskipan og mann-
aáskoðan í øllum teimum lond-
um, har hon vann fram; og eis-
ini har, hon ikki fekk frama,
kom tann hugsan, hon bar fram,
at merkja mannahugsanir meira
og minni.
Hin størsta broyting var tann,
at landið (statin) legði undir seg
øll tey samfelagsøki, id áður
kirkjan hevði havt.
Kirkjan hevði havt eitt óført
veldið í Miðøldini, og henmara
ávirkan á manna- og samfelags-
lívið hevði fevnt ógvuliga víða.
Øll mentunarmál hevdi verið
merkt av henni, sosialmálini,
heilsuviðurskiftini hevdi hon haft
undir hond, og somuleiðis skúl-
an, ungdómsins uppaling. Hetta
at hava undir hond og hava
umsjón við uppvenjing og lær-
dómi ungdómsins mátti hava hin
størsta týdning fyri kirkjuna og
kristna trúgv og sidalæru í síni
heild. Av hesum stóðst, at kristin
trúarlæra og kristin sidalæra
sáddust niður í menniskjuni frá
barnsbeini.
Við trúbótini loystust hesi
neyndu øki frá kirkjuni og løgd-
ust undir statsvaldid, men hin
kristna lívsáskoðanin og hin
kristna sidalæran vóru enn so
fastgrógvin í mannasinnini, at
tey lógu langt tíðarskeið sum
støðið undir allari uppvenjing í
øllum europeiskum londum.
Tað var ikki, fyrrenn teir
yfríu tankarnir« fóru meira at
fløða umkring, og vilskapurin
fór at gera vart við seg, at menn
løgdu fram aðra meining um
siðir (moral) og livsåskodan,
enn venja var frammanundan.
Sjálvandi er so, at nýggjar
hugsanir festa ikki í beinan-
vegin. Maðurin ella menninir
greiða teir frá sær, ein trongur
ringur fær falur á teimum, men
langar tíðir ganga, áðrenn fjøldin
tekur eftir. Vit hava sæð hvussu
verið hevur við nátúrkunnleik-
anum. Hin gamla verðaldar-
myndin lá føst í mannaskilinum,
og tað gingu øldir, áðrenn henda
myndin varð tvágað burt, og
hin nýggja komin fram ístaðin.
Umstøður hava eisini sína á-
virkan. Eru menn í trongum
umstøðum og sila í ringum kor-
um, tá hava nýggir lærdómir og
nýggir lívshættir betri líkindi at
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
vinna fram. Tí fólkið er hatskt
á tað, id var, og sum ikki bar
eydnu, og vil tí taka eftir teim-
um, sum boða frá nýggjari tíð
við broytingum og frælsari kor-
um á øllum økjum.
Upplýsingarmenn og natúr-
vitskapsmenn vildu skapa nýggja
lívsáskoðan og nýggjan moral.
Teir mæltu imóti at mentunar-
lívið skuldi vera bundið til hina
dapru og ófríu kristnu sida-
læruna. Darwins læra um menn-
iskjuna sum eitt hægri djóra-
slag gjørdi brot í sjógvin, og
henda læran (evolutiónslæran)
hevur meira enn nøkur onnur
hugsan og læra broytt manns-
ins ætlan um øll heimsins við-
urskifti og givið samfelags-
åskodan og siðmenningini i
hesum europæisku eins og ame-
rikansku løndunum tað snið og
ta gongd, tær nú hava.
Mótmælið móti yvirvaldi og
fastløgdum trúarsetningum, sum
íkom við »renæssancen« og trú-
bótini, styrkti eisini slíkar and-
streymar.
At mæla ímóti einari vautori-
tet« elvir altíð ein uppreistrar-
hug móti øllum »autoritetum«,
Ein kriggshugur kemur í menn-
iskjuna, og hon tykist at vera
fjøtrað allar vegir og av øllum
aldum. Men so kann aftur
menningin fáa eitt so øvugt stig,
at bardagin fyri at kasta eitt ella
fleiri vald av sær leggur fólk
undir annað vald, sum prógv-
ast at vera eitt harðræði og
bindur menniskjuna í fastari
fjøtur enn hitt gamla nakrantid
royndi. Sum nevnt er lað tó
leingi, at lærur, ið nerta við
fornar lívssiður, vinna fram.
Hin gamla sidalæran, id var
skipað úr guddómligum boðum,
var ikki so bráð at jarðleggja.
Tú kundi mangan síggja, at
menn, sum vildu eitast upplýstir
og ikki trúgva á gomul ævintýr,
tó livdu sítt dagliga lív eftir hini
gomlu siðalæruni. Teir vóru
uppvaxnir í einum samfelagslagi,
sum livdi lív sitt eftir gomlum
arvaðum siðaformum og árinið
rar so Sterkt, at fyrsta ættar-
liðið orkaði ikki at bróta tað.
Politikkarar kundu eisini bæði
í talu og skrift seta fram sínar
kollveltandi = hugsjónir, men
komu teir á landsins ting, aftraðu
leir seg vid at seta tær í verk.
Tað var i Fraklandi, id var
og altid hevur verið hitt mæt-
asta uppreistrarland í heiminum,
at tær nýggju hugsanir um ein
frían moral, sum lá í menn-
iskjuni sjálvari, og sum kundi
verða knýtt til einstøk leys moral-
boð, vóru settar í verk. Har
loystu teir kristna lærdómin úr
skúlanum og settu eina moral-
læru hóskandi fyri mannaættina
í staðin.
(Niðurlagt). 2
Nr. 44
Úrslitið av samráðingunum
við Danir og Bretar
Bretland og Føroyar.
Føroyingar vórðu »introduser-
adir« av danska generalkonsul-
inum Vestbirk. Førdu síðan
samráðingarnar sjálvir beinleiðis
við Bretar.
Úrslítið varð:
1.
Avreiðingarrætturin í Brett-
landi verður ikki skerdur, men
at halda fram sum higartil.
2.
Handilsskapurin Bretlands og
Føroya millum verður ikki bara
óskerdur, men vónandi at vaksa.
Føroyingar verða at fáa jarn,
stál, toy og aðrar vørur, teir
hava £ at keypa fyri.
3.
Bretar lovaðu at taka Fóroy-
inganna áheitan um at lata fersk-
fiskatollin falla burtur, til væl-
viljaða og vinarliga umhugsan,
men góvu ikki beinanvegin
endiligt svar. .
4.
Føroyingar samdir og væl
styðjaðir av Dønum ynsktu fram-
vegis at vera i »sterlingsøkinum«,
men Bretar søgdu, at tað bar
ikki til. Teir vissaðu tó okkum i,
at tað á ongan hátt vildi gera
Føroyinganna støðu verri yvir
fyri Brettlandi, hvørki viðvíkj-
andi avreiðing, handilsskapi ella
á annan hátt — tvørlurimóti,
søgdu teir.
Feroyar og Danmarkar ímillum.
Peningaskipanin og valuta og
handilsskapi viðvíkjandi.
1.
Peningaskipanin í Føroyum
er eitt ríkis- og felagsmál.
2
a. Føroyingar fáa teirra egnu
peningaseðlar undirskrivaðar av
løgmanni landsstýrisins vegna
og Føroya ríkisumboðsmanni.
b. Aflurímótivirði verður
donsk valuta (krónur) og verð-
ur varðveitt av „Nationalbanken“.
c. Kursin verður felags, króna
móti krónu.
d. Føroyingar fáa teirra pro-
centliga part av ti, sum »Natio-
nalbanken« verður at vinna við
umsitingini av seðlanna aftur-
ímótivirði, t.v.s. hevur >Natio-
nalbanken« utigangandi 1500
milliónur í seðlum og vit av
teimum eiga 15 milliónur, verða
vit at fáa 19, av ti, ið bankin
vinnur av seðlunum (teirra
afturímótivirði).
e. Føroysku seðlarnir verða
einasta lógliga gjaldoyra í Før-
oyum við undantak av »skille-
mønteng, sum verður felags, hin
verandi danski.
f. Danskir seðlar kunnu být-
ast um við føroyskar hjá ríkis-
umboðsmanninum ella við ser-
ligari skipan hjá bankunum.
g. Aftur á hin bógvin kunnu
føroyskir seðlar í Danmark být-
ast um við danskar í >National-
banken« og hansara útbúðum.
h. Peningahæddin um 450.000
£, sum nú stendur i bretskum
banka aftanfyri sedlarnar, verd-
ur framvegis standandi.
i. Viðvíkjandi sendan av pen-
ingi igjognum postin til og frå
Danmark verdur nærri at skipa
fyri av postmyndugleikunum
her og niðri.
3.
a. Føroyingar verða at fáa
alla fremmanda valutu, ið teir
sjálvir vinna, at nýta eftir egn-
um tykki.
b. Tørvar okkum annan va-
luta út yvir tann vit sjálvir
vinna, kunnu vit fáa hana frá
»Nationalbanken« eflir nærri
samráðing millum føroyskar og
danskar valutamyndugleikar.
c. Í Føroyum verður sett eitt
valutaráð við bara Føroyingum.
Hetta ráð stendur einans lands-
stýrinum til svars og hevur alt
ræði yvir tí valuta, vit sjálvir
vinna. .
d. Í Danmark verður sett ein
valutanevnd, id skal samarheiða
við tað føroyska valuta- og
handilsvaldið viðvíkjandi valuta,
vit ynskja frá »Nationalbanken«,
og handilsskapi Danmarkar og
Føroya millum í síni heild.
e. »Nationalbanken« verður
ikki at jåtta hvørjum einstøkum
valutaumsøkjara, men bert eftir
føroyskari åvisan um torvandi
fremmandan valuta.
Landsstýrið ella valutaráð
Føroya verður so at jåtta teim
einstøku umsøkjarum soleiðis
sum tørvur ar á.
4.
Allur inn- og útflutningur
verður sermál, og verða Før-
oyingar hereftir sjálvir at ráða
fyri, hvussu hann fer fram.
5.
Í samband við kanningina
av okkara valutatørvi verður
— tó ikki bundið — í samráð
við danska valuta- og handils-
valdið lagt eitl nationalbudgett
fyri Føroyar. Hetta verður gjørt
fyri at fáa tak á og skil í okk-
ara handilsskap og framleiðslu-
møguleikar á landi og á sjógv.
Marshall hjálpin.
a. Semja er vorðin um, at
Føroyar skulu fáa ein til teirra
slødd og tarv svarandi part av
marshallhjålpini, id lutast dan-
ska ríkinum.
b. Innan december i år skulu
Føroyingar seta fram eina ætlan
fyri marshallkeypini í tidini, sum
er eftir av 1948/49.
c. Frá føroyskari síðu skulu
menn í næstu mánaðum royna
at gera eitt yvirlit yvir tær
neyðugu „innvesteringarætlanir“,