Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-11-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 1948síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á I. Síðu, 10 oyru Á 3. og 4. síðu FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR JAVNAÐUR | | Leygardagin 20. november 1948 | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR 22 arg. FØROYSKUR PENINGUR I UTLONDUM »14. september'« gremur seg um, at føroyskur sparipeningur er latin til Danmarkar — innlånti danskar bankar, sparikassar og virðisbrøv. Harafturímóti taka vit so lán til uppbygging okkara frá sama landi, ríkislán. Blaðið ávísir, at vil hava tap av hesum øvugta peningahandli. Rentan, sum vit lata fyri okkara lán, er mikið hægri enn tann renta, vit fáa av lánum okkara til danskar bankar, sparikassar og virðisbrøv. Tá ið so blaðið fer at kanna um, hvør ið mestu skuldina skal eiga fyri henda løgna pen- ingahandil, er tað sjálvandi sosialisturin Peter Mohr Dam. Hann tykist eftir blaðsins áskoð- an at hava fingið slíkt vald á føroyskum peningastovnum, at tað er hann, sum kann leiða pening teirra út av landinum, út til Danskin! Hetta kann sýnast meira enn merkiligt, men hjá fólki, sum uttan umhugsan gloypa allar frásøgnir og øll tíðindi, glíða tey sjálvandi lættliga niður, og fara tey ikki at geva sær far um, at henda skuldseting kundi havt eina rangu, sum „14. sept.“ ikki leggur lag í at hyggja at og sýna fram. Sjálvandi kann P. M. Dam, um hann eftir hugsan >14. sept.« hevur stórt vald, ikki siga við føroyskar peningastovnar, hvar teir skulu seta sín pening, Teir hava, sum vit vita frá at siga, friar hendur, og teir kunna seta sparipening fólksins í peninga- stovnar útlandsins. Men eitt annað er, um hetta er rættur atburður, um hetta er landsfíggjarliga beint, um hetta ikki skuldi verið øðrvísi. Tað er jú løgið, at peningur skal fara út av landinum sum virkis- peningur, og vit her heima hava brúk fyri slíkum peningi. Tað var jú sjálvandi, at tá id lands- ins bankar og sparikassar høvdu liggjandi inni undir sær milli- ónir av uppspardum. peningi, at teir so lántu til kommunur og privatmenn, sum ætlaðu at fara undir virkisfyritøku. Fost- urlandssinni er tað ikki. Og fosturlandssinni hava vit íkki altíð merkt, tá ið peningaspurn- ingar hava verið havdir á lofti — og serliga ikki tá ið hitt al- menna skal hava nýtt pening. Vit minnast, at tá ið løgtingslán á sinni skuldi verða uthodid, mátti útbjóðingin verða inn- drigin aftur, ti ikki varð hon undirtikin — og tað var mest tí, at ta tíðina var hitt almenna komið í so ringt orð av propa- ganda og agitatión, at eingin hevdi álit til tað og vildi av fri- um vilja lána ti pengar. Undir slíkum umstøðum er tað sjálvandi at søkt verður burtur at fáa pening — og tað verður altid gjørt. Føroyingar hava verið fegnir at fingið dansk- an pening tá ið teir hava nýtt hann — eisini teir Føroyingar, sum >14. sept.« hevur gingið undir arm við og mett sum rættar fosturlandshetjur! Tað er ongantid rætt at koma við brigsli, og helst ikki so grov- um brigsli. Hetta er so vanligt at tveita alment eflir monnum, atteireru keyptir. Hesir menn, sum tveita hesar skuldsetingar so í heilum, skuldu kanna sína egnu søgu, áðrenn teir settu fram slíkt. Danskur peningur, um hann so hevur verið sum løn ella honum kann verða givið okkurt annað navn, er gliðin — og lættliga -- niður í so mangan føroyskan lumma ! Men hesin peningahandil sum ådurnevndi trivur í tey stóru politisku stríðseynini: almenn kontroll og almenn yvirtøka og umsiting. Eru septembermenn so djarvir, at teir tora at siga klárt og greitt, at teir um krevst vilja taka undir hond føroyskar bankar og sparikassar? Tora teir at siga, at teir, tá ið teir koma til ræði, vilja beina føroyskan spari- pening, føroyskan avlopspening hagar best og gagnligast er fyri landið? Eingin mergur er í tí viðhvørt at veittra við einari sosialistiskari stevnu fyri kanska at leiða onkra veika sál til sín. Her er ikki at vingla og royna at tæna fleiri harrum. Skulu vit gerast frítt ríki, mugu vit ikki firnast at ganga treystliga fram í og leggja hendur á ta orku, ið landið eigur. Her er nógv at bøta, og tað batar ikki bert at vera kollveltingarmaður í einum. | harður samanbrestur, Kirkjan | Uppaling og síðvenjing Í øðrum londum helt áfram hin kristna sidalæran at vera tann, skúlin nýtti, hóast so statin stóð fyri skúlanum, og hin kirkj- uliga umsjónin misti tann sess, hon hevði havt. Tó var tað skiligt, at hinar nýggju hugsanir fóru at troka seg inn. Hitt »biologiska« sýnið á menniskjuna kom inn um skúlans gátt, og tað fór eisini at merkja meir og meir teir næm- ingar, skúlin læt frá sær. Men hetta var alt í friði. Hin gamla mentanin og áskoðanin hava eisini í hesum førinum verið so linligar, at tær hava mest sum ikki torad at tikið til máls. Í londum sum Norðan- londum runnu teir nýggju tank- arnir lættliga inn, og tað var sum teir spakuliga breiðkaðust og fóru at taka meir og meir av føstum, fornum landi við sær. Tað var so ikki fyrrenn tey politisku málini, sum menn midadu ímóti, gjørdust til fast- oygdar trúarsetningar, sum ikki bert skuldu nýtast at umskipa landsins stýrislag, men eisini skuldu umskipa fólksins trúarlív, fólksins siðauppfatan, stutt sagt: henda politiska læran varð gjørd til ein átrúnað, sum alt fólkið skuldi trúgva á, og sum eisini skuldi leggja moralin í nýggja legu. Vit fingu nazismu, og vit fingu facismu, og vit hava sæð, at fyri at fremja síni mál tóku teir øll mentunarmál, alt sum kundi ávirka fólkið andaliga, undir statsins vald. Stýrislagið gjørd- ist »absolut«, staturin tók eitt fullkomið vald, statsvaldið gjørd- ist til Gud, og øll miðul máttu takast til nýtslu at vinna fólkið til at akta henda nýggja Gud, holdsettur í ein partaflokk, ein flokk av harðræðis-monnum... Skúlin og skúlaskapurin komu eisini undir statsvaldið. Skúli og skúlamenn gjørdust ikki longur fríir. Hvørki vitskapur ella hinar humanu lærugreinirnar vóru frælsar longur. Um lærarin skuldi torgast, átti hann at svørja ti nýggja guds-valdinum trygdar- eið — og tað skuldi ikki vera lótir, tað skuldi eisini sýna seg í verki... Sjálvandi gjørdist av hesum tók til mótmælis. Serstakliga millum hina katolsku kirkjuna, ið var »absolut« og ikki gekk við til >kompromis< og henda modernaða heiðinskapin gjørdist harður dystur. Í slíkum dysti millum tvær lívsáskoðanir, tvær so grund- ójavnar sidalærur, máttu for- eldur koma upp í leikin, tey skuldu taka støðu, men einræðis- staturin hevði tá vunnið slíkt ræði at hann, ið vildi tíggja lív, kundi ikki taka støðu. Kirkjan mátti í øllum førum fremja bar- dagan. Nazisma og facisma beindust undir heilt. Men hesin bardagi um átrúnaðir, um tvær heilt ójavnar sidalærur gerst alsjón- ligur dagin í dag. Í teimum londum, har polit- iska hugsjónin um at broyta stýrislag og samfelagsskipan er gjørd til eina trúarlæru, sum skal umskapa alla tilveru menn- iskjunnar, og sum skal ikki bert hava fíggjarligt men alt andaligt vald, fer at gerast ein harður dystur, um nakað seiggj er í teimum kreftum, sum eru bygd- ar upp av øðrum eynum. Slíkar harðar einaræðislærur leggja undir seg øll lærdómsøki, bæði hægri og lægri. Viðvíkjandi átrúnað og sidalæru (morali), so skulu foreldur taka st6du. Sum i tid nazismunar og facismunar verdur stridid at standa um rætt foreldranna og rætt statsins at hava yvir at siga barnsins og ungdómsins uppvenjing. f diktaturstyrdum londum ber ikki til hjå foreldrum at taka sjálv skúlan og røkja hann. Har er tað hin spartanska reglan, at statin tekur barnið og lagar sál tess, sum honum ftykir. Stríðið verður at standa á øðrum vøll- um. Og nógv velst um hvat megi, ið er í gomlum hugsjónum, og hvussu ábyrgdarmenn hava sitið um tær. — Okkara leiðir liggja kanska fjart frá hesum viðføru og drúgvu stríðsøkjum, og hildið verður, at tað nertur ikki okkum. Men ikki er so. Okkara demokratisku lond hava ikki einræðispolitiska hugsjónir, men sum nevnt er frammanundan, so eru fleir nýggju tankarnir langt sidan drivnir inn á okkum. Vit fara ikki til opnan bardaga, men orðaskiftið er heitt og hvassligt. Tað er eitt orðaskiftið um