leygardagur 20. november 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20. november 1948
——""w
mangar av lívsins týdningar-
mestu og dýrastu spurningum:
Viðurskifti manna millum, hjún-
arbandið, rættaráskoðan. Kristin
livsåskodan og siðalæra standa
móti tílíkum, sum hin nýggi vit-
skapurin hevur skapað.
Hesir rembingar hava nú eis-
ini tikid seg fram úti millum
alt fólkið. Kriggj økja altid
moralskt sjøðuloysi, og tað hev-
ur verið nógv at merkja eftir
hesar báðar verðaldarbardag-
arnar.
Stríðið fer eisini meira at lúra
seg inn um skúlagáttina, og har-
av kyknar upp spurningurin
um barnsins uppaling. Skúla-
menn standa í tvíningum, poli-
tikkarar standa í tvíningum, og
skiligt er, at foreldur og hitt
fólkið standa eisini í tviningum.
Stór sak var fyri í Danmark
fyri stuttum, og hetta var sak,
sum nettupp hevdi sín uppruna
av ójavnanini, sum liggur í ein-
ari fornari moral-uppfatan.
Sakin gav mikið ljóð í hinum
danska fólkaskúlanum, og røddir
vóru frammi, sum mæltu at
býta ávarandi skúla sundur, tí
foreldur í hesum máli stóðu
spjadd. Eisini vóru uppi krøv
um frískúlan: at gera sum í
øðrum londum, at foreldur sjálv
taka seg saman og stovna ein
skúla, sum so staturin ber kostn-
aðin av. Slík skipan verður havd
í londum, har tvinnar kirkju-
lærur eru, og foreldur ikki eru
samd við statsstýrið um siða-
læruna og trúarligar spurningar.
Tid okkara er ein rembingar-
tíð. Stórir spurningar og hugs-
anir skaka fólkamúgvurnar,
spurningar, sum øll noydast at
taka støðu til.
Vit hava figgjarligar og vinnu-
ligar spurningar at dragast vid,
men teir andaligu, sum nerta
vid moral og átrúnað, eru mikið
størri, og teir eru teir, id skapa
hinar. Bardagi stendur um sål
fólkanna, og tað er tann bar-
dagin, sum ógvuligastur er.
h.
GULLBRÚÐARPARIÐ
Jóhanna og Th. M, Strøm
Trongisvági
Tann 23. í h. halda Jóhanna
og Thomas Michal í Trongis-
vági gullbrúdleyp.
Hann er 73, hon nýliga fyllt
70 ár. Nú við fimtiåra hjúnar-
lagsdegnum hava tey ta gleði
at vita øll síni 13 børn á lívi
og við heilsuna. 4 døtur eru
giftar niðri og 2 synir hava eis-
ini lívsstarv í Danmark.
Gullbrúðarparið hevði glett
seg til at samla øll síni børn
um seg henda håtidardag. Men
tesverri sluppu ikki øll heim.
50 ár er langur teinur. Men
fá arbeiðarapør kunnu hyggja
FØROYA SOSTIAL-BEMOKRATUR
afturum til so rikar arbeiðs-
dagar.
Tad er ikki hissini strid og
baks vid at bera 13 børn i
heim og fostra tey og einki
annad at hava at liva av enn
daglønina, og greiða hesa stóru
livsuppgåvu so væl, at tey nú
á lívsins kvøldi sita frí og fræls
í einum snotuligum heimi, sam-
stundis sum tað av sonnum
kann sigast, at um ikki fleyt
altíð við øllum góðgæti, fingu
børnini nóg mikid og gingu
heit, rein og noslig, so tey vóru
ein fri at síggja.
Men hetta meistaraverk av
einum húsarhaldi kundi bert
gevast við arbeiði frá morgni
snimma til kvøldið síðla hvønn
einasta yrkisdug í árinum.
Eg segði yrkisdag, ti trúg rari
kirkjugangarar hava valla verið.
Heldur ikki prýðiligari, hann
so rankur sum eitt ljós, strokin
í svørtum hatti og sær út sum
ein ungur friggjari tann dag í
dag, og hon hábærislig sum ein
drottning, sum ein sonn førara-
kona.
Og Th. M. Strøm hevur eis-
ein førari og
fyri klassa
ini verið og er
100%, álitismaður
sín.
Felagsmenn hansara
givið honum álit og alt hann
til mangt álitisplássið. Hann
hevur sitid í arbeiðsmannafelags-
ins stýri, verið á Føroya Løg-
tingi, í sóknarstýrinum. Hann
hevur stutt sagt verið ein slóðari
fyri arbeiðarafólkið. Í fyrstu talu
síni á Løgtingi segði hann, at
hann var socialistur. Hetta
gjørdi hann, hóast einki social-
istafelag tá var íbirt.
Tað sigur seg sjålvt, at hann
sum sjålvskrivadur kom at vera
millum teirra, ið ibirti social-
istarørsluna í Føroyum. Hann
hevur sitið — og situr — Í
styrinum fyri Froðbiar sóknar
javnaðarfelag.
Harra Strøms arbeiði hevur
verið skipasmíð, og tað gongur
ongum skipstimbrara ov nær,
tá ið sagt verður, at betri skips-
timbrara eiga Føroyar ikki.
Hann hevur í langa tíð verið
arbeiðsformaður á »Færdernes
Ophalingsbedding« og skipaði
fyri leggingini av sleipistøðini
á Skála.
Seinastu árini hevur hann
arbeitt fyri seg sjálvan. Og 73
ára gamal er hann enn hvønn
dag til arbeiðis og fáur vil
trúgva, at hann veruliga er
komin so høgt upp í árini.
Ofta vísir tað seg, at maður,
sum tað eydnast at gera eitt
so gott, um enn tungt, lívs-
arbeiði, eigur sína bestu kraft
og sín besta stuðul í eini góð-
ari og dugiligari konu. Hetta
kann av sonnum sigast um
konu Th. M. Strøms.
Jóhanna Strøm telist millum
tær allraduguligastu húsmøður.
hava
Tey pløgg, hon hevur bundið
og seymað, og tað arbeiði, hon
hevur avrikað innan sum utlan-
hýsis er fyribílæt fyri allar, ið
fara skulu í tann heilaga ekta-
skapin, tí tað ber av teim flestu.
Og hon taldist tidliga millum
tær vekingarkvinnur, ið SÓU,
at arbeiðarafólksins betri kor
mátti = arbeiðarafólkið — sjålvt
skapa sær við at taka avgerðir
landsins í sína egnu hond í
samgongu við øllum kammerat-
um innan- sum uttanlanda.
Í henni brendi og brennur
íkki minni enn hjá manninum
hugurin fyri arbeiðaranna poli-
tikki. Hitt reyða merki er henn-
ara merki í ikki minni muni
enn hjá honum.
Gullbrúðarparið eigur nógvar
vinir. Teir eins og hitt reyða
liðið kring Føroya land senda
teimum blíðastu heilsanir og
tey bestu eydnuynski við gull-
brúðleypsdegnum.
Vinur.
ÚTHEIMURIN
Berinósemjan.
Tryggingarráðið legði = upp-
skot fram til semju. Men Vest-
anlondini taka ikki við. Tey
siga, tey samráðast ikki, fyrr
enn vegurin til Berlin er opn-
aður. Russar vilja, at tey 4 stór-
londini skulu samráðast um
spurningin og so taka til við-
gerðar allan Týsklandsspurn-
ingin.
Kina.
Kommunistar treingja fram
og siga seg hava tikid tydning-
rundan um høv-
høvuðsstað-
hóttaður.
armikil støð
uðsstaðin Sjálvur
urin Nanking er so
Fellur hann, sær svart út hjá
stjórnini. Tær europeisku sendi-
stovurnar í býnum hava bidid
fólkið hjá sær vera til reiðar at
rýma.
Frankaríki.
Franska tingið kom saman.
Innanríkisráðharrin greiddi frá
støðuni og Kommunistum
harðar ábreiðslur. Hann legði
teir undir at birta upp undir
streikur og annan ófrið. Hann
segði, maður var Í samkomuni,
sum hevði eggjað til at halda á-
fram, so stjórnin skuldi verða
gav
mýkt og falla.
———
Aðalfundur
Ársaðalfundur verður hildin
mánadagin 6. desember 1948 kl.
19 í Havnar klubba.
Dagsskrå:
Roknskapur.
Nýval.
Ymist.
Nevnd
Færøernes Rederiforenings.
Tórshavn, 13.-11.-1948.
Nr. 45
A ——f————iiiilkV——WiA—"aiaiaee—
Tað verður hervið gjørt kunnugt,
at nevndin fyri
FÆRØERNES KØBMANDSFORENING
á fundum 29, - 6. og 12. - 11. h. á.
hevur samtykt at broyta navn fel-
agsins til
Føroya Keypmannafelag.
—————————n—
S. H. J.
Hvor maður id hoyrt hevur S. H. J.
radio-tólið nýggja er á einum máli
um, at betri finnst ikki.
Allur tann nýggjasti tekniski fram-
burður er at finna í S. H. J. radio-
tóli.
Vit skulu bert nevna: 16 tumma
langan skala, umskiftara til 5
bylgjur og grammofon pick-up,
»band-spread« á stuttbylgjum og
eru tí allar stuttbylgjustoðirnar
eins lættar at finna og á vanligum
bylgjum. Hátalarin stórur eins og
í størstu ljósnets-tólum. Bassur og
diskantur fáast so sum oyranum
best dámar. Hvor fukteymur deil-
ur er stoyttur i voks. Og so hev-
ur tað enskar: tvey volts lampur —
ikki hinar so illa royndu 1,5 volts
lampurnar.
Tað lønar seg at keypa S.H.J.
9 volts battarí-radiotól, betri enn
nakað annað.
$. H, JAKOBSEN
RADIOHANDIL TORSHAVN tlf. 282
Føroyingar keypa hjá Føroyingi -
ágóðin verdur tå í landinum.
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M. P, Jacobsens málarahúð.
.. z
On
MERGJAR
Øl eiga at brúka
Føroyska hondsåpu
frå fabrik OKKARA
FØROYA
BRUNATRYGGING
Hús - innbúgv - vør-
ur - verða tryggjað.
Føroya
Sjovåtrygging
Skip - motorbåtar
útróðrarbátar - verur
verða tryggjað