leygardagur 20. november 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Brådf. bladstjori: MANTIN SOENSEN
Prent: A, ØSTEN:
TÍÐINDI
MASKINISTPRÓGV.
Jógvan Christiansen, Gjógv 96
Eiler Egholm, Havn ...... 102
Jóannes Hansen, Havn... 95
Tóroddur Kallsoy, Eiði ... 92
Jóannes Nysted,
Hvannasund......... 83
Sigurð Poulsen, Svínáir ... 52
Olaf Samuelsen, Havn .... 48
Johan Simonsen, Sandavági 81
Hægst er 112, lægst 48.
UTRÓÐURIN
Fiskurin er nógvur, tå ið
útslepst. Í Súðuroy komu bátar
í seinastu viku til 300 og upp
í 500 pund á snøri.
Motorbáturin »Kunoyggin«
fekk 4500 pund eystanfyri. Tað
rar vid línu.
MOTORSKIPID
»Falkurin« siglir fyri »Smiril«,
medan hann hevur ketilreins-
an. Nú er »Ternan« farin á
sjógv, so nú er al vænta, at
hon kann koma í sigling aftur.
TYGGIGUMMI,
Hetta slagið kemur nú til
landið í stórum rúgvum. Tað
segðist, at ein handilsmaður
fekk fyri 3000 kr. av tyggigummi
bara ta eini ferðina. Fólk keypa
einstaka ferð fyri 10 kr. á gang-
in. Her munnu íkki pengarnir
skorta !
Tyggigummi man annars ikki
vera fremjandi fyri heilsuna
hjá ungfólki. Børnini sita við
skitnum fingrum í munninum
og draga tað út og inn.
Í HØVUÐSSTAÐNUM
hevur verið innbrot og stuldur.
Tjóvarnir vøru tó fangaðir.
»Dagbladid« líknar Havnina við
Chicago og átalar, at tað eru
ovfåir politistar. Dansur er hvørt
kvøld, og fult ungfólk kemur
turnandi úr dansinum, so før-
oyskur dansur er eingin ment-
unardansur longur.
Ja, nýggj tíð er komin á
okkum, og verður ikki okkurt
gjørt, kann henda nýggja tid vid
ti, ið fløðir inn, heilt taka okkum
av fótum.
LÝSINGAR
Lýsingarnar geva bløðunum
pening og hjálpa mest til, at tey
verða breidd út. Summi bløð
hava altid havt »privilegium«;
men lýsingar, sum koma frá
almennum stovnum ella stovn-
um, sum landið eigur lut i,
skuldu helst komið í øll bløðini.
DÓMUR
Sum kunnugt hevur búnaðar-
ráðið stevnt teimum bóndum í
Vági, kraft teir at missa festið,
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
—————————————————ww—ww—wwi—W—WieiiWii<wwwwwweeew ne
bæði okkara egnu og fremm- SEV
andum sjómonnum eitt tidar-
hóskandi tilhaldsstað og heim.
tí teir vannrøklaðu garðarnar.
Nú er dómur fallin.
Bøndurnir vunnu vid (ad at
dómarin helt fram, at festini
vóru í líka ringum skili, tá ið
teir tóku við.
Hesin dómur hevur sligið
bofnin úr einum stórum parti av
jarðalóggávuni av 1937, id tó
miðaði ímóti at økja um fram-
leiðsluna og bøla um jarðar-
brúkið.
Aftur eitt dømi um, hvussu
følsk og ósonn fólkaflokksagita-
sjónin var, lá ið sagt varð, at
Gráabók vildi eta bøndur av
fótum.
EIN DAGIN
var mær møtandi lærara vid
einum ridiligi av børnum, ið fóru
i eitt avoldað dansihús fyri at
halda skúla.
Hetta hendi í Havn.
Ein skandála. a.
EINGIN FISKISKAPUR
FYRI EYSTAN
Trolararnir boða frá ongum
fiskiskapi fyri eystan. Teir koma
frá 400 til 1600 kits við undan-
tak av Jøannesi Palurssyni, ið
hevur fingið um 3000 kits.
Sjålvt um øll skip, id fiska,
veiða feskfisk, koma at kalla
eingi pund heim, tí sølurnar
rinda valla útreiðslurnar.
FERSKFISKASOLAN
Seinastu søluúrslitini eru hesi:
Nólsoyar Páll... 2200 ks., 5800.
Vesturvarði..... 1515 kits, 4899,
Køl...mee 1524 ks., 3979.
Brímnes........ 397 ks., 1243.
Boyne, Kirikir Jall, Skorða-
klettur, Rankin og Jóannes
Patursson sigla til marknað.
J. P. HENRIKSEN,
byrådsformadur, og frú hildu
silvurbrúðleyp seinasta mána-
dag 15. í h.
Brúdleypið varð hildið í Tórs-
høll, hagar fleiri hundrað gra-
tulantar komu.
Menn hildu heiðurstalur fyri
parinum og fagnaðu teimum.
J. P. Henriksen og frú eru
javnaðarfólk, vinsom og avhildin,
Hann hevur verið frammalaga
í almennum starvi, ein av frem-
stu arbeidsfelagsmonnum, sitið
á Løglingi, og hóast einsamall-
ur javnaðarmaður millum 9
býráðslimir situr hann sum
valdur byrådsformadur. Hetta
lýsir meira enn nakað annað
hansara arbeiðsmegi, skil og
evnir at arbeiða saman við
monuum.
SJÓMANNSHEIM Í KLAKSVÍK.
Ættlanin er at gera eitt sjó-
mannsheim í Klakksvík, og er
hetta ein góð fyritøka, sum fólk
eiga at styðja.
Klakksvík er nú ein okkara
skipahavn, har nógv sjófólk
ferðast og vit kunnu ikki siga
annað, enn at har treingir til
eitt slíkt hus, sum kann bjóða
Annars vísa vit á lýsing-
ina frá nevndini fyri sjómanns-
heiminum, sum stendur í hes-
um blaðnum.
lýsti frá sending gjøgnum postin.
Men tå ið málið ikki var liðugt
viðgjørt varð kunngerðin aftur-
tikin sama dagin.
Men sjálvandi má — og tað
skjótt — fáasl eiu skipan vid-
víkjandi lagaligari postsendan.
20. november 1948
hevur nú fingið tilboð uppá
byggjan av fossamegini, hvar-
eftir Streymoyggin, Eysturoygg-
in og Vágoyggin fáa ravmagns-
megi. Eftir hvat ið frætt er,
liggja tilboðini frá 9,6 til 12,5
milliónir fyri alla útbyggingina
til húsavegg. Fonsdals ætlan
var 9.5 milliónur.
Útlit er nú fyri, at málið kann
ígjøgnumførast.
LØGTINGIÐ
kom saman tórsdagin.
Samráðingarúrslitini vóru løgd
fyri til viðgerðar.
POSTVERKIÐ
Klakksvíkar sjómannsheim.
Við loyvi frá yvirvøldini fer nevndin undir at savna inn
pening til eitt sjómannsheim í Klakksvík. Í tíðini frá 15.—30.
november verður húsinnsavnan í Klakksvík, og í tíðini frá
15. november til 31. desember h. á. verður innsavnan yvir
allar Føroyar,
Húsið væntast at koma at kosta í minsta lagi 200.000 kr.
Sjálvandi verður tað heitt á feløg, peningastovnar og einstakar
menn, ið kunna hugsast at styðja eina sovorðna fyritøku,
men eisini á hendan hátt venda vit okkum til alt fólkið og
siga tøkk fyri eina og hvørja lítla ella stóra pengagávu.
Peningurin verður sendur til Eli Nolsøe, kassameistara, Klakks-
vík, ella beinleiðis á konto Klakksvíkar sjómannsheim í
Norðoya sparikassa.
Klakksvík, tann 15. november 1948.
Við heilsan og hávirðing
NEVNDIN
Alfred Petersen Jacob Samson Hugo Gardar Eli Nolsøe
trúboðari smiðjumeistari skipari kassameistari
Andreas Rasmussen Símun Andreasen
keypmaður
Jógvan Joensen
seglmakari motorpassari
Feroyskar og danskar bøkur.
Nýtt úrval av
PARKER- og PENOL-PENNUM og PENCILS.
Brævapappir og bjálvar, ymsar støddir.
Nýggj sending av
nógvum ymsum BINDIBOKUM.
MYNDA- og MÅLIBØKUR.
SILVUR- og BRONCELUTIR.
Dagbløð . Vikubløð . Tíðarrit.
Ringið til nr. 38 ella skrivið til
BÓKABÚÐINA
í Seyrvági.
Utkomin er føroysk dreingjabók:
EILIF MORTANSON
Gin ribbaldur
Fæst í øllum bókabúðum. Prísur: 3,75
HJALMAR JACOBSENS Bóka- og Pappirshandil. Tlf. 84