Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-12-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 1948síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALDEMOKRATUR FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 Sparsemi og virksemi Tað er av og á, at bløð bera upp á mál, at hitt almenna her í Føroyum sýnist ikki at hava rætt peningaskil. Meira enn hin einstaki er tað åvirkad av hesum óvanligu tid- unum, sum brutu inn á okkum við krignum. Tað leggur tungar skattir á borgaran, bæði ríkan og fåtæk- an. Peningurin fer óhent burtur, vinnulívið er ov vágaligt, rep skuldu langt síðan verið tíkin í seglini, áðrenn ov seint verður. Vit átala á ongan hátt slíkar varnarrøddir. Tað er altíð skil i at halda aftur, og hitt almenna, sum skal umsita fólksins pen- ing, eigur at hava hyggju fyri sær og bera seg klókliga at. Men tað er eitt sum vit hava loyvt okkum at trivið í, og tað er, tå ið menn hava havt lyndi til bæði í opinskaraføri og eins og undir vatni at átala vissar menn og vissan flokk og leggja skuld á teir burtur úr øllum hinum, tá ið hitt almenna í peningamálum og skattamálum ikki hevur sýnt rætt varsemi og sparsemi. Tað var tað vit gjørdu við grein í Dimmalætting stóð her fyri um alment sparsemi og al- ment varni við landsins peningi. Eftir okkara áskoðan hevði greinin eitt sjónligt mál, og so skuldi hon, eins og nú onnur oddagreinin í sama blaði, halda fram, at farið skuldi vera aftur til hin skilagóða sambandska peningapolitikkin, sum hevði góðar ftraditiónir at ávísa, og sum í royndum hevði sýnt seg at vera hin hollasti. Slíkt hevur ikki verið so sjáld- samt at hoyra, at Sambands- menn av føroyskum politikkar- um eru einastu menn, sum standa á jørðini og ikki mala uppi í skýnum. Sjálvandi er so, at hvør verjir sína politisku støðu. Men vit kunna als íkki taka undir, at Sambandspoli- tikkur hevur borið framburð til land og fólk. Ti sum sagt er tað hugaligt og rætt at nýta spar- semi i peningaviðurskiftum, men peningur er eitt arbeiðandi amboð, sum skal bera gróður og virksemi vid sær. Pening noyðist hitt almenna at geva út, Hitt almenna kann heldur ikki rakføða teir stovnar, tað hevur I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu undir hond. Tað ber við sær spillu og óskil. Og peningur, sum hitt almenna gevur út til vinnumál, er ikki burturtveittur peningur. Tí tann peningur er ætlaður at skapa virði sum koma skal landinum til góðar. — Tað er vanligt at síggja og hoyra, at Javnadarflokkurin i almennum viðurskiftum skal vera forkomiligur. Men tað er lætt at skjóta hesa skuldseting aftur. Javnaðarflokkurin hevur mælt til, at tey, ið eru í statsins tænastu skulu liva undir somu korum sum hini. Javnaðar- flokkurin hevur eisini barst fyri at landið skal leggja meira uppí vinnulívið — íkki fyri at turr- súgva tað, men at veita ti liv og menna tað. Og um alment er skeivtt atborið í peningamálum, so hevur Javnadarflokkurin ikki slíkt ræði við tí minnitali hann situr við á Tingi, at hann kann fáa skuldina. Tað må vera okkum loyvt at halda fram, at sosialistiski poli- tikkurin bæði her heima og uttanlanda er hin frægasti í hes- um rembingum, sum politiskt fara um londini. Hesa áskoðan halda vit ikki vera meira sjálv- reypandi enn Dimmalættingar, sum íðuliga sýnir fram Sam- bandið sum hitt einasta, ið høv- ur hevur í Føroyum. ——————————oo Skúgvar Landsstýrið Føroyingarnar til viks? Dagblaðið gremur seg um, at Landsstýrið, sum nú skal um- sita nógvum lýdningarstórum pørtum av landshúsarhaldinum, skúgvar Føroyingar til viks, tá ið embæti skulu verða sett, og velur Danir ístaðin. Hetta er skuldseting, sum ikki kann verða tagd burtur. Men blaðið skuldi neynt dømi. Tað er ikki nóg- mikið bert at bera slíkt upp, men eisini siga greitt, nær tad er hent. Styrisskipanin gevur Føroy- ingum ræðið í vissum málum, kunngjørt er, at føroyskt mál skal vera høvuðsmál her á landi, og ti er tað sjálvandi, at har Føroyingar við kunnleika bjóða sær fram, eiga teir at verða tiknir. Annað er, at vil Førovingar standa uppi í størari uppbygging, | Leygardagin 11. december 1948 og vit hava ikki nógmikið av serkønum fólki at taka til. Í slíkum førum kunna vit íkki steingja og nokta av tjóðskapar- ligum grundum at taka og seta útlendingar til starvini. Tad hava onnur lond gjørt, og vit mugu sera tað sama. JO Heldur ikki kann embætis- setan vera åvirkad av politiskum flokksspurningum. Land okkara skal eitast at vera stýrt eftir demokratiskum reglum, og hava vit dugandi og lærdar lands- menn, so eiga starv at verða teimum givin, uttan at spurt verður eflir, hvørja politiska hugsan teir hava, ella hvussu teir standa umsitingarvaldinum í eygunum. Verða hesar reglur forfjónaðar, er demokratiið og frælsið einki ultan lótir. Men høgt kann vera í, at hesir spurningar gerast til politisk bløk at tveita eftir »Dam og Louis, ti teir sjálvandi eru svikaligir og ikki halda seg eftir hini før- oysku rásini men skeita eftir hinum danska »pengakassanum« Dagbl. veit fullvæl, at menn, sum eru Fólkaflokksmenn ella standa flokkinum nær, á ongan hátt eru so málkærir ella lands- mannakærir, at teir kvíða seg við at seta Danir ella aðrar út- lendingar í sessir og embæti um slíkt skuldi verið í lagi og hóska við teirra ætlanir. Men sidurin at finnast at ym- iskum, sum ein sjálvur eigur lut i, og sum dámar einum sjálvum í royndum sera væl, hevur verið so vanligur í almennum lívi seinastu árini, og hann heldur vist áfram. At skamta kjøt Tad var ein vøkur samfelags- lig hugsan, id Mikkjal P. Joen- sen, bóndi á Trøllanesi bar fram i Dagblaðnum. Ofta er hetta havt á máli, at tað gongur so ójavnt við seyðasøluni í Føroy- um, summi smakka ikki bitan, og summi kunnu keypa so nógv, sum tey vilja. Hetta at skamta (ralionera) seyðakjøtið hevur verið frammi fyrr, men lá hildu menn, at tað var ógjørligt at fáa slíkt í lag. Mikkjal P. Joensen heldur. at Løglingið kundi sent monn- um, sum hava seyð at lata, eitt spyrjiskema, og skuldu teir har sagl, hvussu nógvan sevd teir hava at lata. So kundi Tingið porto um fjórðingsárið ella annar stovnur sagt hvørjum einstøkum seljara hvønn ella hvørjum, teir skuldu selja til. — Henda skipan kundi kanska væl nýlast. Men ein kundi hugsað, at kommunurnar vóru best hósk- andi at staðið fyri skamtanini. Soknarstyrini kundu best vita at kanna um, hvat menn i søkn- ini skóru og ansa, at ikki menn, sum skóru væl, eisini fingu nógvan seyð til keyps. Sóknarstýrini skuldu eisini frægast kunna staðið fyri keyp- unum av kjøtinum. Mest er tað í smáum sóknum, at seyður verður seldur. So kundi ávar- andi sóknarstýri har keypt tann seyð, id var at selja, og latið hann til aðra kommunu, sum tí var ávíst. Hesin handil kundi so í øllum góðum farið fram millum sóknarstýrini. Hvussu annars skamtanin var skipað, kundi verið sam- ráðst um. Hesin spurningur kundi verið loystur, bara yvir- valdini av fullum huga fóru at gera sær ómak at loysa málið. Hitt týska Ruhr í stórpolitikkinum Ruhr er hjartað í Týsklandi. Haðani er megin komin, sum eyðkent hevur hitt nýggja Týsk- land, id skuldi verða bygt upp av blóði og jarni, sum Bismarck tók til. Í Ruhrlandinum er jørðin full av koli og jarni, og sært tú økið úr loftinum, er einki annað at síggja uttan tættbygdir býir, høgir verksmidjuskorsteinar, ið spýggja út svartan royk í heilum. Har tók seg upp hin gitni lýski idnadurin, sum kappadist bæði við Ongland og Amerika, og sum skapti Týskland til tað slórveldi, tað varð. Keisara- veldið tók sítt ríkidømi úr Ruhr. Vápnasmiðjurnar har smíðjaðu goturstykkini, sum skutu vernd- arvirkini, Frakland hevði bygt at verja seg móti eystara granna sínum, í sorl og greiddu gøtuna fyri týsku hermonnunum líka inn at hjarta Fraklands. Tað var í vápnasmiðjunum í Ruhr undir herðunum, at Týsk- land tvær reisur í okkara tíð hevur tort at bjóða al siga all- ari verðøldini av. Tyskland lá sligid aftaná fyrra heimsbardagan í 1918, og eingin