leygardagur 28. mai 1949síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
28. mai 1949
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 20
Hin føroyska bíbliutíðingin eftir Victor Danielsen
Eingin bók hevur sum bíblian
merkt hugsunnarlív og samfel-
agsliv í Europa. Ein kann siga,
at øll europeiska andsmenning-
in byggir á tað, sum henda bók
ber fram. Eisini teir, sum vilja
kvitta seg frá tí átrúnaði. sam
hon umbodar, eru oftast vtastir
at målbera seg við orðum henn-
ara og eru ávirkaðir av hugsan
hennara.
Tá ið hon var tydd til europe-
isku nationalmálini kom hon at
ávirka málið í stórum, og hava
bibliutydingarnar tess vegna
málsliga verið ein ótømandi
brunnur hjá skrivandi og tal-
andi monnum at oysa úr.
Í ár er so her hjá okkum tann
stóra søguliga hending hend, at
biblian, øll sum hon er, er tydd
og útkomin á føroyskum máli.
Tað er tó at nevna, at roynt
hevur verið al tyda úr bibliuni,
um tað fyrsta mest vóru minni
royndir og brot. Schrøter prestur
var hin fyrsti. Hann týddi Matt-
eusar evangelium til foroyskt,
men tá var føroyska skriftmålid
ikki skapað, og ftyýðingin er
skrivað beinleiðis eftir talumál-
inum. Skaldið J. P. Gregorius
sen úr Kvívík royndi seg eisini,
og so kom Evensen við Jóhann
esar evangelium, sum úlgivið
var av Bretska Bíbliufelagnum.
Hetta var ein snotilig og góð tyd-
ing; hon var latin til skúlarnar,
og var tað ein rættilig stórhend
ing hjá føroyskum børnum at
|
1eppd
fån hetta vakra hefti og s
fyri fyrstu ferd at lesa gudsord-
Á
*
ið á móðurmálinum.
J. Dahl próstur var tó hann.
sum mest fekk av skafti. Hann
týddi Nýggja Testamenti all
sum Det danske Bibelselskub
fekk
úr Gamla
hann tvti
Sálmarnar Testa-
menti, Orðtøkini og Prædikarin.
Men hann fall frå, áðrenn hon-
um eyvdnaðist at greiða úr hond-
um hina fullfiggjadu bibliutvd-
gav Ul, og so
ingina.
Nú ið Victor Danielsen trú-
boðari hevur tvtt alla bíbliuna,
og trúarfelag, sum ikki hoyrir
til fólkakirkjuna, hevur fingið
til vega tann stóra pening, sum
slík útgáva kostar, kunna ikki
annað enn minni koma fram um
hitt stóra málstríð, sum farið er
fram her á landi, og sum eisini
hevur borið við kristintrúnna og
hina føroysku kirkjuna. Kirk ju-
menn hildu. at:føroyskt gjørdist
ongantíð „kultur mál“. Religiost
kundi ein ikki frambera hugsan
sína á hesum máli. Føroyskt
sum kirkjumál og religiøst mál
byrgdi okkum inni, og andslívið
kódnuaði burtur. Hesir menn og
kirkjustýri
citt trongskvøl
skuldu sloppið at sæd uppundan
aftur og sæd, hvussu livid kann
broytast, og hvussu tad, sum bor-
ið er til ein nátúrligan vøkstur,
brýtur seg fram, hóast sterka
mótstøðu. Kirkjulívinum í Før-
oyum man hesin andstreymur
tó ikki hava gagnað. Eitt risa-
verk er tað, ið Victor Danielsen
hevur lagt úr hondum, og er
tað eitt verk, sum føroyska tjóð-
in eigur at virða og vera honum
takksom fyri. Men hóast hetta er
heilhjartað at undir, so
verða aðrir spurningar at koma
fram í hesum viðfanginum. At
týða eftir sigur V. D. seg hava
nýtt aðrar týðingar. So væl sum
menn nú hava tytt bíbliuna til
ymisk mál eftir frummálinum,
skuldi kunnað fingist í lag ein
týðing, sum tekstliga skuldi vera
hein. Menn siga oftast tað, at
taka
meiri er umráðandi hjá einum
týðara at vera fullkønur í mál-
inum, hann skal týða til enn
málið, hann skal týða frá.
Her hjá okkum koma vit nú
at hava tvær tydingar, útkomi-
ar so at siga samstundis og
ein kann ikki annað siga, at tær
málsliga eru nógvastaðni Ogvu-
liga ólíkar.
Tað undraði nettupp mangan,
at hetta lítla fólk gav ut sam-
stundis tvær tydingar av Nýggja
Testamen 'tinum. Bók tydd eftir
einum felags frummáli skuldi
ikki elvt til misljóð, hóast yms-
ar trúaráskoðanir. Men um bibl-
ian hevur sporsett alla europe-
isku mentanina, so hevur hon
verið eitt
stríð, sum farið er fram um trú-
stridsevni, og tað
arspurningar, hevur ikki framt
kristna trúgv ella styrkt kristnu
mótstøðuna móti avkristnanini,
sum vida hvar tekur um seg.
Allir menn eru vist samdir at
siga, uttan at ganga øðrum ov
nær, at J. Dahl var av mætastu
målmonnum, og at bibliutyding-
ar hansara vóru so vælgjørdar
lytaleysar, at eingin núliv-
og
andi Forovingur er førur fyri at
gera verkið betur. Onkur helt, at
tær vóru av fornar, men tað tos-
ið er tagnað. Bíbliumúlið, tað
religiðsa málið, skai hava hin
hálíðarliga búnan, sum mest og
best kemur fram í fornkendum
málsniði. J. Dahls mál ber merki
av hinum foroyska kvæðaskald-
skapinum. Eisini sæst, at hann
er uppvandur við einum ríkum
talumáli, sum hann hevur dugað
at goymi og kann nýta væl til tað
og hátíðarliga. Alt
hetta um ein kann kalla fyri-
munir skuldi gjørt bíbliutýð-
ingar hansara til grundarlagið,
religiosa
sum aðrir fóru at byggja å.
Tað er ikki tað, at Victor Da-
múl-
nielsen hevur sera gott
hegni. Mál hansara er livandi og
| sum breiddin av einari hond. V
natúrligt. Sálmatýðingar hans-
ara standa fremri bæði málsliga
og viðvíkjandi tí religiðøsa
sálmatónanum enn flestu aðrar,
gjørdar eru. Men í bíbliutýðing-
ini sæst, at hann í nógvum før-
um roynir ov mikið at miða seg
eftir talumálinum, og tað tykist
sjónliga at koma fram, at hann
vil sleppa sær undan at nýta tað
málsnið og tær máliskur, sum J.
Dahl hevur nytt. Hetta kemur
ikki so nógv fram í Nýggja
Testamentinum sum í skriftu-
num úr Gamla Testamentinum.
Sáimarnir úr Gamla Testament-
inum, sum J. Dahl týddi, eru so
væl týddir, at ein má siga, at
valla nakað mál kann hava tað
betur. Orðalagið er sera væl valt
og ekta Sálmatónin
kemur fram, og so hevur hann
lagt seg eftir bókstavríminum,
serliga væl til
djupa skald-
foroyskt.
sum situr so
henda håborna,
skapin.
Men at kunna meta um tvær
tydingar er hest at bera tær
saman, og her skulu verða tikin
fram nøkur av J. Dahls og V.
Danielsens týðingum:
J. D, 18. sálm. 4. v, Lovaður veri
Harrin, so ljóðar mitt róp, og frå
figgindum mínum eg bjargist.
5. v. Deydans bodabrot hava verið
íkring meg, undirgangsins íður hava
rætt meg.
6. v. Heljarbond vóru um meg spent,
deyðans reip komu á meg.
V. D. 4. v. Eg åkalli Harran, hin
Hálovaða, og veri frelstur frå figgj-
indum mínum!
5. v. Tog deyðans vóru um meg,
streymar oyðingarinnar ræddu meg.
6. v. Tog deyðaríkisins vóru rubbað
um meg, í snerrum deyðans var eg
fastur.
J. D. 39. sálm. 6. v. Sí, sum eina
løgd tú hevur mált mínar dagar, mín
ævi er fyri tær sum eitt einki, bert
ein andablástur hvør menniskja er.
Sela,
V. D. Sum hondbreidd hevur Tú
gjørt dagar mínar, og lívstíð mín er
Tær sum einki vissuliga, berur
tómleiki er hvørt menniskja, hvussu
fast tað so stendur! Sela.
Hesi dømi sýna til fullnar, at
háðar týðingarnar
sítt lag, hvør sín form, og orð-
valið er ógvuliga ymiskt eis-
ini tær skaldsligu myndirnar.
J. D. nýtir meiri orðmyndir
hiðani frá, sum eru okkum
kendar: Deyðans bodabrot, ...
undirgangsins íður. Løgd er eis-
hava hvør
ini gamalt føroyskt orð og er
D. nýtir eisini altíð heitið menn-
iskja í hvørkikyni. Her er kom-
ið nógv inn aftur í málið hitt
gamla orðið maður fyri menn-
iskja ella menniskjuna i kvenn-
kyni. Mannsins dagar t. d. um
dagarnar hjá menniskjuni.
Hetta er sera hátíðarligt orð,
sum er av norrønum uppruna
og eisini nýtist í enskum. Tikið
kann eisini vera fram, at V. D.
nýtir ofta orðið fattast. Her
hava vit tvey orð, sum liva í
málinum, og sum ljóða betur
enn fattast: tróta og skorta.
Honum ftrýtur einki, ella honum
skortar einki. skortar ikki
eyð ... verður tikið til í kvæð-
unum. Orðið býti, sum meinast
við tað danska orðið Bytte kem-
ur eisini nógv fyri. Tað er ikki
gott orð. Vit hava jú orðið fong-
ur, herfongur t. d. um Bytte,
sum tikið verður frá fígginda.
Men hetta hava verið mest alt
atfinningar. Henda bíbliutýðing-
in, sum Victor Danielsen hevur
givið okkum, hevur tó vakurt
og vælljóðandi mál, og mælt má
vera fólki at nýta hana uttan
at fara eftir trúarsetningum.
Hon konn eisini verða nýtt, sum
onnur ummæli hava rátt til, í
sambandi við J. Dahls týðing.
Fram skal at endanum verða
tikið nøkur vers úr Esaiasi, sum
geva dømi um, hvussu føroyska
málið ljóðar í hesum háfloygdu
orðum frá einum av teimum
fremstu av hinum gomlu prof-
etunum.
Es. 11. kap. 10. v. Tann dag skulu
heidningarnir leita til Rótkvist Isais,
Ið stendur sum Hermerki tjóðanna,
og bústaður hansara skal vera dýrd.
11. v. Tann dag skal Harrin eina-
ferð enn rætta út hondina til at
vinna Sær leivd fólks Síns, tey sum
bjargað verða úr Assýria, Egypta-
landi, Patros, Etiopia, Elam, Sinear,
Hamat og oyggjum havsins.
12. v. Hann skal reisa hermerki fyri
fólkini, savna hinar burturriknu
menn Ísraels og sanka hinar sundur-
spjaddu kvinnur Juda, úr hinum fýra
hornum jarðarinnar ...
M. J.
Uttanríkismálaráðharrarnir
í Paris
Nú eru uttanríkismálaráð-
harrarnir fyri størveldini eina-
ferð aftur til fundar. Verðin
hevur aftur fest eyguni hagar
og bíðar langtandi eftir, hvat id
spyrst burtur úr.
Amerikanarin ætlar ikki hesa
ferð at brúka hitt tiltikna angul-
saksiska tolni Chamberlain skul-
di siga: try again, men Vestan-
menn fara ætlandi ikki at nýta
tann atburð, hesin statsmadur
nýtti.
Amerikanski = uttanríkisráðh.,
Dean Achesson, vil ikki lata
Russin sleppa at halda sínar
ranligu longu røður, sum eru
tvýmeintar og botnleysar. Hann
sigur, at kemur einki burtur úr
nakað skjótt pakkar hann kuf-
fertini og »stingur avec yvir um
aftur »dammin« !
|