leygardagur 2. juli 1949síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25
FØROYA SOSIAL'-DEMOKRATUR
2. juli 1949
Føroya |
SOSIAL-DEMOKRATUR
Bráðf. blaðstjóri:
MARTIN JOENSEN
Prent:
A. ØSTER
HEIMATÍÐINDI
Fiskasølan
Tað eru nú fieiri skip í
Føroyum eftir fiski, eitt skip
uppá eini 1200 tons er eftir
fiski til Portugal. Italiaskipid
byrjaði at taka fisk inn mána-
dagin í Fuglafirði, og síðani fer
skipið til Havnar, Skálafjørðin
og Vestmanna og møguliga Vágar.
Portugalsskipini skulu fara
um allar Føroyar, og tey fyrstu
»Grenen« og »Skovshoved« eru
óivað nú fullastað.
Fiskiskapur
Tad ljóðar væl frå fiskiskap-
inum.
Aftaná vártúrin fóru nøkur uppá
Vesturlandið í Íslandi og onnur
fóru upp á Eysturlandið og tað
frættist nú, at tey øll fáa fisk
og kanska meira tey sum eru á
Eysturlandinum.
Í Grønlandi eru skipini
fyrstani komin, tó fór Borgin
so tidliga, at hon nú hevur roynt
einar 14 dagar, og bar ljóðar
frá heilt nógvum fiski. Borgin
skal hava fingið 58.000, og onn-
ur skip eisini væl.
Trolararnir eru eystanfyri til
saltfisk, og har er eisini nú betur
fiskiskapur har var eitt lítið
upphald, men tað var so stutt,
og teir sum fóru av Nordkap-
bankanum til Bjarnoynna, fingu
fisk beinan vegin, men nakrir
fóru í Hvítahavið, teir fingi lítið
í fyrstuni, men nú er meira
fiskur har við.
Havnin í Fuglafuði
Stórt havnararbeiði er í gerð
í Fuglafirði, og verður nú arbeiði
gjørt av Kampsax.
Bryggja verður gjørd langs
við landi á norðursíðuni nakað
uttanfyri tað gomlu stóru brúnna
sum har er enn.
Hetta arbeið fer soleiðis fram,
at niður í sandin verða settar
jarnplátur sum ganga í plógv,
og tá ið tað er liðugt, so skal
sandur fyllast í innanfyri. Hetta
arbeiði gongur væl betur enn
ætlað var, so her verður ói rað
liðugt væl fyrr enn ætlað var.
Ring ísfiskasola
Fleiri bátar, bæði snurruváðs-
før og linubåtar hava i teimum
seinastu døgunum selt í Skot-
landi, men sølan hevur verið
sera vánalig ti tað hevur verið
so nógvur fiskur, og haraftrat
hevur tað verið so heitt har, at
eingin kann hava tikið fisk, tí
hann vil so skjótt spillast. Ann-
ars er hetta nakað sum gongur
aftur á hvørjum ári, at sølurnar
verða ringar um hásummarið,
og tað er altid av áðurnevdu
grundum.
Ringt skil
(Framhald frá 1. síðu)!
ur soleiðis hagreidd í okkara
døgum.
Einaferð lósu vit í bløðunum
um fiskimenn, sum máttu standa
við húgvuni í hondini og biðja
reiðaran um nakrar krónur.
Vit ógvaðust yvir hetta, og vit
gleddu okkum tá ið tann tíðin
endaði. Vit vónaðu at tann tíð-
in ikki fór at koma aftur. Men
tíverri nú er hon afturkomin
og hin tíðin tá ið menn mistu
rúgvur av peningi við reiðar-
anna trotabúgv er eisini aftur-
komin.
Vit megu ásanna, at tað var
eitt gleðiligt framstig, tá id Før-
oya Fiskaexport kom í lag; tí
tá fingu reiðarar framman-
undan gjald ella lat okkum
siga lán uppá tann óselda fisk-
in. Á tann hátt gjørdust reiðar-
arnir førir fyri at gjalda fiski-
monnum peningin í rættari tíð.
Men nú er einki Foroya Fiska-
export.
Beinleiðis kriggið endaði skriv-
aði undirritaði til Løgtingið
vegna Suðuroyar Fiskimanna-
felag og bað tingid um at gera
útveg fyri at fáa endurreist
Føroya Fiskaexport. Men tingið
vendi tey deyvu oyruni og blindu
eyguni móti fiskimanna ynskj-
um, og tí er illa vorðið í dag.
Vit rópa nú aftur á Løgtingið
og Landsstýrið og vit vildu
verðið takksamir, um vit fingu
svar á henda spurning:
Kann og vil Løgtingið og
Landsstýrið gera útveg fyri, at
okkara fiskimenn kunna fáa
fann pening teir eiga, og sum
teir so harðliga treingja til?
7. H, Danbjerg.
Fyrilestur
Jón Helgasonar
Professarin við lærda háskúl-
an í København í norrønum mál-
um Jón Helgason helt fyrilestur
í Sjónleikarhúsinum fríggja-
kvøldið 24. juni um føroysk
fornbrøv.
Hesin fyrilestur var sera á-
hugaverdur at hoyra, og hartil
rar tað soleiðis greitt frá, um
evnið skuldi verið sera turt, so
fólk fingu nakað av stuttleika
samstundis.
Fyrst greiddi Jón frá trimum
brøvum, sum vóru skrivað á
skinn, og hesu trý vóru tey ein-
astu, sum hann enn visti um,
men teinkjandi var, at tað skul-
di funnist nógv fleiri, tí saman-
borið við Ísland og Noreg, so
hava hesi lond eitt so stórt tal
av slíkum brøvum, at ein kann
rokna við, at tað í Føroyum er
skrivað nakað um sama tidar-
bil. Hesu try av Jón nevndu
brøv vísa eisini til onnur eldri
brøv, so her er prógv fyri, at tað
ið hvussu er hava verið nøkur
fleiri. Hesu eldri brøv, sum åvist
var til eru ikki kend, tey koma
kanska ein dag fram, um tey
enn eru til, ella kunnu tey eisini
á ein ella annan hátt vera for-
komin.
Hesu trý fornbrøv, sum Jón
talaði um, og sum hann vísti
ljósbílæti av, eru um 600 ára
gomul, og tey hava einki við
hvørt annað at gera, tey eru
skrivað í einari tíð, tá katólska
kirkjan var kirkja í Føroyum,
og tey eru altso um ymisk evni.
Eitt av teimum var um frúnna
í Húsavík og hennara góðs. Eitt
var skrivað av seinasta katólska
biskuppi í Føroyum. Hitt tríðja
var um annað evni.
Afturat hesum trimum brøv-
um, so greiddi Jón frá nøkrum
skinnbókum, sum finnast á ym-
iskum støðum. Hesar skinnbøk-
ur hava partar sum handla um
Føroyar, og føroyingar hava
skriva í minsta lagi ein part av
hesum bókum.
Ein av hesum bókum er
goymd í Lund í Svøríki, og er
folio stødd.
Ein onnur er varveitt í Stock-
holm, og í henni er greitt frá
seyðabrævinum. Henda bók er
skrivað o.u. 1298. Í hesi bók stóð
eisini „Hundsbrævið“, hetta er
eitt bræv um hundar í Føroyum,
sum tað gamla løgtingið hevur
gjørt. Her verður greitt fra
hvussu mangir hundar skulu
vera í hvørjari bygd. Jón lat
okkum áhoyrarar vita, at hetta
ark ella hesu ørk vóru so illa
farin, at alt ikki var lesandi,
men hann hevði tó fingið tað
mesta við. Hann greiddi so frá
hvat stóð at lesa um hundaskipa-
nina. Bygdirnar vóru nevndar
norðanífrá í Føroyum, og hund-
atalið var frá fýra niður í ein,
tó skuldi Lorvík ikki hava rætt
at hava nakran hund.
Í Nolsoy skuldi til dømis vera
tveir seyðahundar og tveir fugla-
hundar. Hetta var einasta bygd
í Føroyum, sum skuldi hava
nakran fuglahund.
Aftaná Suðuroynna komu
Vágar, sum hevði eina hunda-
skipan fyri seg sjálvan, við tað
at har vóru bygdirnar Sanda-
vág, Miðvág, Sørvágur og Bø
nevndar, og her slóð einki um,
hvussu mangar hundar hesar
bygdir kundu hava, men at
henda spurning kundu Vága-
menn sjálvir avgera á granna-
stevnu. Soleiðis hava Vága-
menn í gomlum døgum havt
sjálvstýri í hundamálum.
Hesar bøkur, sum greitt var
frá, høvdu ymisk nøvn. Fyrst
var nevnd Heyks bók. Henda
bók er uppkallað eftir Heyki,
sum var íslendingur og sum
hevur latið bókina skriva. Hann
hevur óivað skrivað nakað av
bókini sjálvur, men aðrir hava
eisini skrivað fyri hann, og har-
ímillum hevur helst verið ein
føroyingur, tí stavsetingin og
málið vísur til tað.
Ein onnur var kongsbókin,
sum hevur verið í Føroyum.
Hon varð av landinum flutt til
Noregs og síðani til Svørikis,
har hon enn er. Í hesi bók
stendur um seyðabrævið og
gulatingslógina, og í hesi bók
var hundasamtyktin.
Aftaná fyrilesturin takkaði
Christoffer Liitzen honum åhoyr-
aranna vegna fyri hesa góðu
stund.
Til henda fund er einki annað
at siga, enn at her hendi tað,
sum hendur hvørja ferð ein
maður hevur nakað sera gott
at bera fram í Sjónleikarhúsi-
num, at ein vissur maður still-
ar seg beint innan fyri dyrnar,
og tå id fundurin er gott og væl
byrjadur, so fer hesin madur at
mæla út og inn um dyrnar so
leingi fundurin er. Hetta ger
tað, at tey fólk, sum sita í teirri
uttari helvtini í húsinum, verða
órógvað og sum hetta kvøldið,
tey á teimum aftastu stólunum,
fáa ikki fylgt við. Haraftrat er
hetta ein løgin atburður, sum
óivað eisini órógvar talaran.
Vágastevna
Luttakandi biðjast venda sær til formannin Albin Wang. Tlf. 28
Leygardagin kl. 17.00:
> 18.00:
» 20.00:
> 24.00;
Sunnudagin kl. 10.00:
» 1230:
Skrúðgonga
Kappróður
Kappriðing
Dansur
Kyndlagonga
Guðstænasta (Follend prestur)
Hondboltur
> 13.30: Fótboltur
> 15.00: Hondboltur
> 15.30: Togtogan, kapprenning o. a.
> 19.00: Fólkafundur. Røðarar: H. A.
Djurhuus og Martin Joensen
Dansur
Nevndin fyri Vágastevnuna.