Sosialurinarkiv
Sosialurin 1949-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1949síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3. september 1949 J. WAAGSTEIN fyllur 70 år Í morgin fyllur J.Waagslein, fyrrverandi lærari 70 år. Waagstein var lærari við Tórshavnar = kommunuskúla. Og tað taka vil okkum ikki aftur í, at tey, ið gingið hava í skúla hjá honum, hava manga góða og hugnaliga løt- una at minnast aftur á, umframt tað, at hann hevði slíkt hegni at læra børn, sum fáur annar. Landalæru, søgu, fimleik, sang og tekning, tað vóru tær læru- greinir, Waagstein fram um alt fekk børnini at halda av. Hann legði í skúlastarvi sínum slík- an alsk til t.d. fimleik og sang niður í barnasálina, at mangir av næmingunum tann dag í dag vilja takka honum fyri tað støði, hann gav teimum al byggja á. Men hóast hetta, so er tað ikki fyrst og fremst skúlan ein hugsar um, tå navn Waagsteins verdur nevnt. Eitt hitt fyrsta bragd hansara var at stovna Fimleikarfelagid, hvørs lærari hann var í mong ár. Hann vakti hugin til fimleik í skúla- dreinginum, og hann tók við aftur, tá drongurin fór úr skúl- anum, og kendi unglinginum og manninum fimleik ár eftir ár. Havnar sangfelag var Waag- stein vist ikki við at stovna, men hann fordi nýtt liv inn í hetta felag, hvørs lærari hann gjørdist. Hann fordi saman í hetta felag teir ungu, ið høvdu gott mál og oyra fyri sangi, og hann varð teimum ein ótroylt- iligur lærari. Tá ein í dag hev- ur høvi til at hoyra hetta frá líka sangfelag syngja, skal tað ikki verða gloymt, at tað var J. Waagstein, ið legði tað holla støði undir hetta felag, sum tað hvílir á í dag. Waagstein var heldur heilsu- veikur = maður, hóast hann kortini avrikadi nógv, og fyri einum 20 árum síðani mátti hann vegna sjúku siga lærara- starvið frá sær. Men hetta førdi við sær, at hann, tá hann ernaðist nakað aftur, fekk betur stundir at takast við annað, ið hann áður hevdi sýnt bæði hug og hegni til — listarmaður er og var Waagstein fram um alt. — Hann leitaði sær út í náttúruna at mála, tá hann hevði eina fri- løtu, og nú eru mong ár síðani hann fekk sínar fyrstu málning- ar inn á framsýningar í Dan- mørk. Tað kundi verið stuttligt at FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR vita, hvussu mangir av málning- um hansara, id i dag pryda for- oysk heim — teir verða taldir í túsundum. Produktivur málari hevur hann verið, tað sigst ikki annað, og listarmadur er hann, tað skerst ikki burtur. Lat teir, ið halda seg vera førar fyri ti, finn- ast at málningum hansara, vit hava so mangan verið hugtiknir av teimum — teir tala til hjartað. Fær tær út á Tinganes og hygg at málninginum, ið hongur har ið landsstýrið hølast. Har sært tú ein hin vakrasta summarmorgun festan á løriftið. Tann ljósglæm- an, ið liggur niður á teir grønu trætopparnar, hana kann bert ein meistari geva aftur líka vakra — og tað er náttúran sjálv. Waagstein er kendur uttanfyri Føroyar sum málari; men tað er tó tónaskaldskapur hansara, ið hevur borið navn hansara longst út og gjort tað mest kent. Vida um landið verða løg hansara sungin, og konsert í Føroyum, ið ikki hevur eitt ella fleiri av løgum hansara vid, man vera 6- hugsandi. Sama kann sigast um tær føroysku konsertir, id hildn- ar verða í donskum ella norsk- um úlvarpi. Tað er óivað sum tónaskaldi, forovingar hava mest at takka honum. Waagstein var leingi organist- ur við Havnar kirkju, og hann hevur híldið vakrar kirkjukonsertir. Hann hevur savnað hópin av gomlum føroyskum sálmaløgum og úlarbeitt tey til prentingar. Hetta arbeiði hevur verið hon- um til stóran heiðurs og hevur vakt stóran ans serliga utt- anfyri Føroyar. Tað er sjálvsagt, at tå Før- oyingar vórðu bodnir til kirkju- musikarstevnu í Oslo í summ- ar, var Waagstein sjålvskrivadur at fara leiðari fyri hina føroysku deildina, og at hann ikki hevur gjørt Føroya landi fyri skommum har, prógvar best tað, at hann varð gjørður til heiðurslim í Norsk Organist- forbund. Vit ynskja J. Waagsteini góða eydnu á føðingardegi hansara, og at hann má eiga mong ár eftir at slarvast i enn, honum sjálvum og Føroyum til heiðurs. mangar sum Nr. 82 ———— TJALDUR kemur ikki at fara niður aftur sum áður lýst mána- kvøldið, men mikudagin 7.-9. P.S Skipafelagið Vøroyar, Bilførarar ; Havn bodadir til 8 leygardagin s.p. bilforarar í erva) kl. verða allir Tørshóøll (i hervið fund í 3. sept. - Havnar Arbeidsmannafelag. Tað verður hervið sagt frá, at nýggjar sjúkra- kassabøkur eru útskrivaðar til allar limurnar. Tey, ið ikki hava fingið bók, fáa hana vid at venda sær til skrivstovuna. Samstundis eru allar aðrar sjúkra- kassabøkur og kvittunarhefti úr gildi. Vit minna limirnar á, at sjúkrakassabókin skal havast við í øðrindum hjá læknum og apotekinum og må eflirstøðan av limagjaldi tá ikki vera størri enn lógin ásetur (3 mánaðir), annars heftir lim- urin fyri tað. Hetta er samstundis kunngjørt øllum læknum og apotekum og mugu ti limirnir ansa eftir, at oman- fyristandandi reglur verða fylgdar. Torshavn, 30.-8.-49. Formaðurin. Tórshavnar Sjúkrakassi ASBEST CEMENT TAGPLADER alter paa Lager. - De hjemkomne Plader egner sig ) ligeledes til udvendig Beklædning. A-S BALSLEV & CO. TORSHAVN —————— VN "——i—————————— Grót og skervur. ØL, ið vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjårar verða åmintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmanni fyri kommununa, Froðbiar sóknar kommuna.