týsdagur 25. oktober 1949síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 40
Feroya
|
| SOSIAL-DEMOKRATUR |
| -
Blaðstjóri
P. KARBECK MOURITSEN
Prent:
A. ØSTER
Fiskimenn og
útgerðamenn
Nú eru mest sum øll skipini aftur-
komin, og loyva vit okkum sostatt
at nema eitt sindur við eitt og annað
í såttmålanum, fiskimonnum og út-
gerdarmonnum imillum, sum eftir
okkara tykki ikki er greitt dugna-
liga væl år hondum teirra, id sått-
málan hava smíðað.
Her skal fyrst takast fram para-
graf 15, sum ljóðar soleiðis: „Í
sjálvdráttarveiðu ræður skipari og
manning fyri, hvørt lastamaður verð-
ur tíkin ella ikki, og í játtandi føri
verður hann mynstraður sum lasta-
maður og fiskimaður. Afturat fiski-
parti sínum fær hann miðalpart,
roknaður eftir 5 teimum bestu fiski-
pørtunum á túrinum, og av hesum
skal manningin gjalda sín lutfalls-
liga part, og gongur hettar av óbýtt-
um,”
Hettar er alt, ið stendur um lasta-
mannin, sáttmálasmiðurnir hava
púra gloymt at siga eitt orð um
lastamann í samveidu, Samveida er
nokk fyri tað mesta á skipum, ið
fiska við Grønland, og har er oftast
so nógvur fiskur, at tað ofta mugu
vera 3—4 og fleiri lastamenn.
Mynstraður er tó bert tann eini, og
skuldi tað so verið mest rættvíst, at
útgerðarmaðurin lønaði einsamallur
tann kosna lastamannnin, tí mann-
ingin ger sína skyldu í lastuni, og
nervar tað ikki utgerdarmannin, Tá
vit lesa hendan paragraf, finna vit
tað náttúrligt og rættvíst at útgerðar-
maðurin lønar lastamannin einsa-
mallur; men soleiðis er tað tó ikki.
Nú skal tað tó sigast, at summir út-
gerðarmenn hava verið av fteirri
áskoðan, at teir hava avroknad
lastamannin á samveiði eins og í
sjálvdrátti, altso av óbýttum, men
so hava aðrir verið so framførir, at
teir hava latið manningina løna alt
lastarbeiði — latið lastamannin
rokna av, av parti manningina, her
er eitt dømi: Við skipi vit vóru vid
fingú vit 5000 kr. í part av
vóru 25 partar,
í fjør,
Gronlandsferð, vit
áttu 50 pst. av veiðuni, lastamaðurin
fær sostatt 5000 kr. frá 25 monnum,
tað eru 200 kr. pr. mann, um útgerð-
armaðurin lønaði helmingin, vildi
vit fingi 100 kr. meiri hvør maður,
og so hava vit fyri uttan hettar,
arbeitt í lastini ófera nógv allan
túrin, sum oman fyri ávíst, tí ein
yvir
sum
komast út
fiskaríi,
ikki
stórum
maður kann
lastina í so
tað ofta er í Grønlandi. — Nú rópa
vit til tykkara, Dánjal Klein við
Gjógv og J. H. Danbjørg í Porkeri,
fáið beinan vegin skil á hesum, fáið
ein dóm til vegar, um tit ikki uppá
annan máta kunnu fáa okkum okk-
ara reina og beina rætt framdan, Tit
hava skyldu bæði fyri árið í fjør og
í ár, at greiða hesa sak, um tit bæði
annar og annar, skulu hugsa um at
sita sum fiskimannsins umbods-
menn. Vit hava nú hug at steðga her
viðvíkjandi lastamanni, livist so
spyrst, vit hittast kanska aftur seinni
Nøkur fá orð skulu vit siga til
tykkum harra Klein og Danbjørg,
um landing í Grønlandi. Sum bæði
FØROYA SOSIAL-BEMOKRBATUR
tykkum og okkum er kunnugt, hava
fiskimenn verið illa royndir av at
landa fisk til dampara í Grønlandi.
T. d. í 1934 landaðu vit skipini tóm
til damparan í Føroyingahavnini á
ólavsøku, og fiskitrot var so stórt
alla tíðina aftaná ólavsøku, at ein-
støk skip máttu taka grót til barlast
heim aftur um heystið. Her hava út-
gerðarmenn og fiskimenn ógvuliga
mótstríðandi umstøður; tað er sárt
hjá fiskimanni at lata sín part fyri
lítið meiri enn hálvan prís í dam-
arin í Grønlandi og vera óvissur um,
hvat aftur fæst, Fiskimannsins part-
ur er, sum eisini útgerðarmannsins,
fingin umborð við kroppsligt slit og
tusk, hann má tí vera harmur at
selja sum í. d. í ár fyri 1 kr. kg,, tå
hann heima kann fáa 1.56 oyrur. —
Fiskimaðurin hevur ein arbeiðsdag
uppá 18 tímar og lossa skal hann í
damparin frá kl. 4 á morgni til kl.
10 á kvøldi, hann kann tá ikki bein-
an vegin fara í koyggjuna, tí tá er
hann skitin og tvitin, og hann hevur
ikki konu ella móðir at taka karmin
upp.
Útgerðarmaðurin hevur tað íkki
soleiðis, hann situr í bleytum stóli
við garvaðum skinni undir fótunum,
hann skipar fiskasøluna við t. d.
Mauritsen, og um fiskimaðurin
mukkar ímóti skal tað koma honum
aftur um brekku — dømir eru í so
máta. Í år í Grønlandi var óføra
góður samanstandur við einstøkum
skipum. Nú vita vit ikki, um fiski-
menn hava skyldu at landa ella
lossa útgerðarmannsins part, men
hava vit hesa skyldu, skulu tit harr-
ar Klein og Danbjørg vita av, at vit
vilja hava okkara fríheit, vit vilja
ikki vera eins og kúgv ið tjóðri
verður bundið um hornini á og síð-
ani leidd, har ein, ið hevur hana í
valdi, vil, hon skal vera. Vit vilja
hava rætt, men ikki plikt at landa
ella lossa í, hvar vit eru staddir;
hettar seta vit fram, og hetta er
okkara fasta støða: rætt men ikki
plikt at landa og lossa. Er tað ikki
harmuligt at útgerðarmenn skulu
hava ein útreiðslupost sum eitur
Andel í Fragt. Teir hava uttan fiski-
mannsins vitandi og vilja ordna við
fiskakeyparin hesa frakt, tá so nógv-
ur fiskur trýtur, og fraktin ikki
kemur í lag, skal fiskimaðurin
gjalda Andel í Fragt. Fiskimaðurin
kann ikki hava skyldu at gjalda lut-
vísa frakt uttan so, at sáttmáli er
herum millum báðar partar, og
fiskimenn mugu hava eins góðan
rætt og útgerðarmaðurin at taka av-
gerð um fiskasøluna. Pliktarbeiði
eigur einki at vera uttan tað vanliga
skipsarbeiði. Grein 8, petti 2—3
gevur útgerðarmanninum rætt at av-
rokna fiskimenn eftir línukontrakt,
um so allur fiskurin er veiddur við
snøri, bert lína er umborð, hettar
er eitt av teimum brekum sáttmálin
hevur, og sum tit, ið umboða fiski-
menninar ikki hava verið førir fyri
at skilt, áðrenn tit undirskrivaðu
navn tykkara á såttmålan.Vit eru tó
ikki blindir fyri, at gott er at hava
línu umborð, og at línuútgerð er
reiðaranum dýr; men tá hon verður
lítið ella einki nýtt, so má hon ikki
hjálpa til at minka um hýrur fiski-
manna,
Vit hava nógv enn at skriva um,
men hesa ferð fara vit at gevast fyri
fyrst.
Vit skulu aftur til síðst einaferð
enn minna Dánjal Klein og Dan-
bjørg á skjótast at fáa skil á lasta-
manninum og hava í huga, hvat vit
her hava víst á,
Við hávirðing
Fleiri fiskimenn.
25. oktober 1949
Føroya Bjór
Ql- og Mineralvatnsvirki
Citrén sodavatn
Appelsin limonada
Hindber iimonada
Jerðber limonada
Vanillie limenada
Appolinaris
Málsráð nr. 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda
kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR WAAG
Klakksvík.
ASBEST CEMENT
TAGPLADER
atter paa Lager. - De hjemkomne Plader egner sig
ligeledes til udvendig Beklædning.
A-S BALSLEV & CO.
TORSHAVN
AUSTIN
Persónvognar
til 4-5-6 persónar
Lastvognar
við oljutrykksvippu
HAVA ALLAR FYRIMUNIR
Vit lata beinleiðis ímóti innfluttningsloyvi. - Send
loyvið inn beinan vegin. - Allir vognar við litum
eftir ynski.
A.S Charles Mauritzen á Co.
Tórshavn
———
AKTIESELSKABET
FØROYA BANKI
HOVEDKONTOR
THORSHAVN
Stiftet 1906
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 2.000.000
Bankforretninger af enhver Art udføres.
Kontortid Kl. 11 — 3.
Lørdag 11—2.