leygardagur 29. oktober 1949síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
29. oktober 1949
FØROYA SOSIAL"'DEMOKRATUR
BLUFF OG HUMBUKK
Sambandið á tingi gevur sær og »Dimml.« frammanå
Ágangandi og — fyri at tala
við Kjartan — kalt og kyniskt
gartaði »Dimmalætting« sum ein
varðhundur móti, at tingið skuldi
rætta fingurin út fyri at fáa kol
heim við Oyrnafjalli at leggja á
goymslu til trolararnar.
Ikki talan um, at landshand-
ilin skuldi taka sær av ti, helt
blaðið (og so hevdi tað fyri
bara nøkrum fáum vikum síðani
í álopum sínum á trolararnar
uppá kvamsvís skotið uppá, at
útgerðin skuldi verða keypt í
stórum, og á tingi hevði sam-
bandsins ráðaríki landsstyris-
maður í einum skrivi látíst sum,
at hann vildi at útgerðin møguliga
við landshandilsins hjálp kundi
verð keypt bíligari).
Kolið er hin avgjørt stórsti og
dýrasti táttur í trolaraútgerðini.
Vit hava hitt besta kolagoym-
slustað fyri tåsundum av tonsum,
fult ut kappingarført við hitt
mest moderna í útlandinum. Og
vit hava ein við sera handils-
kønum stjóra mannaðan lands-
handil at skipa fyri keypinum,
ein stovnur, ið stendur beinleid-
is undir okkara »fine handels-
ministerc.
Alt skuldi so statt verið lagt
væl tilrættis fyri handilsmini-
staranum, um hann hevdi meint
nakað við skrivi sínum til ling-
ið, at tíkið við kjansinum og
latið landshandilin keypt kolið
og samstundis hjálpt løgtingsins
skipi at vunnið peningin heldur
enn at lata hann fara i útlendsk-
an lumma.
Men hann segði nei. Bardist
ímóti. Ikki bara tað. Hann fekk
sínar menn at berjast við sær.
Og ikki nóg míkið við tí. Hann
fekk »Dimmalætting« at fara
fram — í oddagrein enntá
við skammiligum álopi á roynd-
irnar at fáa kol til trolararna:
og á Oyrnafjall, skrivað á
donskum fyri at eisini teir, sum
í Danmark hava unt skipinum
og harvið Føroyum væl, skulu
fáa at vita, hvussu ræðuligt tað
er við hesum løgtingsins skipi.
Og á tingi fann blaðsins
skemarálop á Oyrnafjall ekko
»hos den fine minister«.
»Dimmlættingar« og sam-
bandsins ødi móti, at Trolkol
skuldi gerða hjálpt at keypa
kolid, var ikki minni enn róli
landshandlinum.
Men hvat hendi?
Aftaná at hava leikað í móti
kolakeypinum greiddu allir
sambandsmenninir uttan Jens
Kr. Olsen atkvøðu fyri, at trolkol
skuldi fáa 300.000 kr. al keypa
kolið fyri — hann er ein av
teimum fáu sambandsmonnum,
sum kanska við fullum musikki
hevði gingið við til, at lands-
handilin keypti kolið. Men sum
»Dimmalætting« og sambandið
á tingið hevði leikad í ímóti
kolakeypinum helt hann seg
ikki kunna í sama andadrått
eta alt í seg aftur.
Ja, her varð sanniliga etið
tað, id ein hevði havnað.
Hevur »Dimmal.« nakrantid
fingid dyggari frammanå enn
aftanå at teir
av sinum egnu
høvdu sansað seg og kortini
skammast yvir sína yvir øll
mark :skammiligu støðu til eitt
livsmål vinnulivsins?
Hevur nakad blad og hevur
nakar flokkur víst —storri
humbukk ?
Dagbladsins
gølupolitikkur
Tað hevur allar dagar verið
góður politikkur í Dagblaðnum
at klikkja landshandilin fyri
vørudyrkan, og tað er sjálvsagt;
tí Dagblaðið er, einki annað enn
låturverji grossistanna, ið vilja
hava landshandilin burtur
tann handil, ið allir føroyingar
eiga fyri at grossistar í fridum
og náðum kunnu sita og skúma
allan vinning til sín sjálvs.
Seinasta bragdið Dagblaðsins
er at fortelja fólki, hvussu nógv
dýrari landshandilin selur hveiti-
mjølid enn enskir útgerðarmenn.
Tað er rætt, at føroysk skip
hava fingið hveitimjøl í Bret-
landi fyri 48 oyr kg. (blaðið
sigur 36); men tað er ikki í
smásølu, sum blaðið vil vera við,
tað er frá útgerðarmanni til skip.
Blaðið tegir klókliga við, at tá
hveitimjølid dýrkaði í Førovum,
skyldaðist tað, at statstilskotið,
tað hevði havt, varð eavtikid,
meðan bretlendingar framvegis
halda hveitimjølsprisin í landi
sínum niðri við einum tilskoti,
ið árliga kostar landinum
milliónir av pundum.
Vil Dagblaðið billa fólki inn,
at Bretland skal geva føroyingum
statstilskot sum hjálp til hitt
dagliga húsarhaldið, ella roknar
blaðið við, at førovingar eru
heimføðingar allir?,
Vildi blaðið hildið seg til sann-
leikan, so kundi tað sagt lesarum
sínum frå, at prísráðið stutt
síðani skrivaði til teir føroysku
grossistarnar og bad teir siga sær,
hvat teir kundu útvega m. a.
hveitimjøl fyri. Bert ein teirra
svaraði. Hann viðgekk, at hann
mátti selja tað ein mun dýrari,
enn landshandilin seldi tað frá
lagri; meðan hann var nøkur
oyrur biligari, tá hann seldi
beinleiðis frá skipi, meðan lands-
handilin seldi frá lagri.
Fleiri reiðarar
(fiskimåla-
verid
ákæra landsstýrið
deildina) fyri al
orsøk til stóran miss við lýsi-
hava
søluni.
Nærri um
næsta blaði.
hetta evnid i
Nr. 41
VERKFRØDINGUR
Plåssid sum hjålparmadur hjå byarverkfrødingin-
um verdur at seta frå 1. desember 1949 ella 1.
januar 1950.
Nærri frágreiðingar viðvíkjandi sjålvum arbeidin-
um, lønini o.ð. fáast við at venda sær til verk-
frødingaskrivstovu Tórshavnar kommunu.
Umsóknir við avskrift av prógvum og viðmælum
mugu verða býarverkfrøðinginum í hendi tann 17.
november 1949 í seinasta lagi.
.
Tórshavn, tann 26. oktober 1949.
POUL L. GUTTESEN,
byarverkfrødingur.
LANDINSPEKTØRUR
Plássið sum landinspektørur hjá Torshavnar
kommunu verður at seta skjótast gjørligt við ein-
um dugnaligum landinspektøri, id helst má hava
verið í tílíkum starvi fyrr.
Lonin er í løtuni kr. 12.000 árliga.
Umsóknir við avskrift av prógvum og viðmælum
verða sendar Tórshavnar býráði.
Tórshavn, tann 26, oktober 1949.
TORSHAVNAR BYRÅD.
Lr
VETRAFERDAÆTLAN
fyri Rituna
galdandi frá 1. november 1949
Mánadag kl. 9 og 15: Havn-Skopun-Havn.
Týsdag kl. 9: .Havn-Hestoy-Skopun-Havn.
kl. 13: Havn-Nólsoy- Havn.
Mikudag kl.8: Havn-Sandoy-Skúvoy-Havn.
Havn-Hestoy-Skopun-Havn.
kl. 13: Havn-Nólsoy-Havn.
Havn-Hestoy-Skopun-Havn.
kl. 13: Havn-Nólsoy-Havn.
Havn-Skopun- Havn.
Hósdag kl 9:
Leygardag kl. 9:
Leygardag kl. 15:
Um neyðugt hava skipið rætt til at broyta ætlaninn.
|
Út kemur nýggj bók:
SÆR ER SIÐUR Á LANDI
172 bls., 10 kr. í bókhandlinum, fæst eisini tilsend
móti postkravi frá høvundanum, R. Rasmussen,
Foroya Fólkaháskúli, Tórshavn.
—
Tollgóðs.
Vísandi á grein 16 í løg fyri Føroyar nr. 53 frá 15. mars
1939 verður hervið kunngørt, at um eingin semja er fingin
í lag við tollavgreidslurnar, verða allar vørur, ið komnar eru
til Føroya frammanundan 31. juli 1949 — um tollskyldan
ikki er greidd áðrenn 15. november 1949 uttan aðra
åvaring snúgvaðar aftur til sendaran ella seldar vid alment
uppboð. Mottakarin stendur sendaranum til svars fyri, at
soleiðis verður farið fram.
FOROYA GJALDSTOVA. tann 26. oktober 1949.
F, Nicolaisen,
>