Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 69 - 12. apríl 2002 Nr. 69 - 12. apríl 2002 13 VALGREINAR Sambandsflokkurin atkvøddi 2 ferðir ímóti at lækka blokkstuðulin Atli Hansen Valevni fyri Sambands- flokkin í Eysturoy Upp til seinasta fólka- tingsval legði Javnaðar- flokkurin eftir Sam- bandsflokkinum í vón um at skaffa tær seinastu atkvøðurnar fyri at vinna sessin aftur. Sum øllum kunnugt mis- eydnaðist atgerðin. Sambandsfólk tóku seg saman og fóru á val og sigraðu. Javnaðarflokk- urin mátti sleikja sárini eftir eitt eklatant mistak. Og nú endurtekur søgan seg. Við tí grund- geving, at nýggjastu veljarakanningarnar geva Sambandsflokkin- um góða undirtøku til komandi val, heldur Eyðálv Dimon seg hava fingið rætt til at planta eini beinliðis ósannindi um Sambandsflokkin og geva Føroya fólki ta fatan, at Sambands- flokkurin hevur atkvøtt fyri at lækka blokkin. Einki er meira skeivt. Men í dag er øll in- formatión um tingar- beiði tilgongilig. Á løgtingsins heimasíðu kunnu øll kunna seg um, hvør veruleikin var. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002". Sambandsflokkurin lat 6 av 6 atkvøðum (100 %) ímóti uppskotinum, meðan Javnaðarflokk- urin bert kundi lata 6 av sínum 7 atkvøðum (85,7 %) ímóti uppskotinum. Nei, tað sum Eyðálv Dimon helst sipar til er, at Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti broyting- aruppskoti frá Javnaðar- flokkinum um bert at minka blokkin við um- leið 107 mió. kr. Og tað er rætt. Sambandsflokk- urin vildi hvørki minka blokkin við 366 mió. kr. soleiðis sum samgongan skeyt upp ella við 107 mió. kr. soleiðis sum Javnaðarflokkurin skeyt upp. Sambandsflokkurin vildi yvirhøvur ikki vera við til at lækka blokkin – hvørki so ella so - í eini tíð, hvar so stórar íløgur eru fyri framman og so nógv liggur á láni frá teimum, sum eru í ferð við at rigga av. Ógoldnar rokningar skulu gjaldast. Hetta duga øll sam- bandsfólk og helst nógv javnaðarfólk at skilja og tí fara tey at standa enn tættari saman um Sam- bandsflokkin til kom- andi løgtingsval. Absalon Absalonsen valevni Miðfloksins Miðflokkurin setur kristna áskoðan og kristin lívsvirðir í fremstu røð. Tað er sera umráðandi fyri eina tjóð, at tann kristna áskoðanin fær ávirkan á lóggávuarbeiðið, tað er har, kósin verður sett og karmarnir lagdir fyri alt virksemi í samfelagnum. Skúla og mentunarvirk- semi, vinnulív, heilsu- og almannaverk, millumlanda- og stjórnarmál, eitt nú støðutakan til ES og NATO og mangt annað verður við- gjørt og avgjørt av lóg- gevandi valdinum, tí er ikki líkamikið, hvørji umboð verða vald í løgtingið. Her skal ikki verða sagt, at ikki fólk í øðrum flokkum hava kristna áskoðan. Men Miðflokkurin setur hetta fremst og hevur sum aðal- mál, at tann kristna lívs- áskoðanin skal síggjast aftur í øllum okkara lógarverki. Stórur dentur verður lagdur á familju og trivna Lógir okkara hava leingi, undir ávirkan av donskum lógum, givið fólki fyrimunir av at liva saman ógift heldur enn at giftast, her er samskattingin neyðug, men eisini onnur viðuskifti eiga at verða broytt, eitt nú barnaansingarøkið. Størri dentur átti at verði lagdur á at givið foreldrum betri valmøguleika, um tey ynskja at ansa sínum egnu børnum heima. Stórar upphæddir verða nýttar til ansingarpláss og løntar barnaansarar. Tað var ikki annað enn rímuligt, um tey, ið ansa sínum egnu børnum sjálvi, fingu lutvísan part av teim pengum, tey spara samfelagið fyri. Sama kundi verði sagt um tey, ið ansa sínum gomlu ella sjúku heima. Ríkisrættarættarliga støða Føroya skal leggjast til fólkaatkvøðu, Grønlendska uppskotið áhugavert. Miðflokkurin hevur í síni stevnuskrá, at Føroya fólk fær fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd av egnum landi. Sum er má ásannast, at hesi viðurskifti eru sera ógreið og als ikki nøktandi. Evsta vald yvir landi okkara hevur danska fólkatingið, men Danmark gerst minni og minni sjálvstøðugt. ES, ið byrjaði sum eina handils- og tollsamgonga, er nú vorðið eitt maktmikið samveldi og er við at gerast ein hernaðar- makt. Hetta er ikki okkum óviðkomandi. Danmark kann brátt fáa harraboð úr Brússel um, at serstøðan, Føroyar og Grønland hava í ES-høpi, skal verða ógildað. Tað kann gerast størsti sorgarleikur í Føroya søgu. Tí er sera umráðandi, at hesi viðurskifti verða avgreidd við eini fólkaatkvøðu, har Føroya fólk sleppur at taka avgerð um sína egnu framtíð. Hvat slag av tilknýti vit skulu hava við Danmark, fer framtíðin at vísa. Men Grønlendska uppskotið um tríggjar javntstillaðar ríkis- eindir við fullum sjálvs- avgerðarrætti hvør sær er mikið áhugavert. Men givið er tó, at uttan fíggjarligt frælsi hava vit einki frælsi. Ein ósvaraður spurningur er, um danir fáa størri fíggjarligan fyrimun Føroy- um enn tað, vit fáa sum blokkstuðul. Miðflokkurin leggur stóran dent á at fáa sannleikan fram í hesum máli, sera umráðandi er at fáa álítandi svar, áðrenn fólkaatkvøða verður um ríkisrættarligu støðuna. Skrivi-, tali- og trúarfrælsi eru dýrgripir, ið mugu varðveitast Trúarfrælsi, ið loyvir einum og hvørjum at dýrka Gud sambært egnu samvitsku og sannføring, er lógargrund- arlagið undir stórum anda- ligum virksemi í Føroyum. Lógartryggjað tali- og skrivifrælsi eru týdningar- mestu amboðini til fremjan av hesum virksemi. Hetta eru dýrgripir, ið Mið- flokkurin leggur allan dent á at varðveita. Møguleiki fyri at stovna t.d. kristnar frískúlar og ansingarstovnar eigur at gerast betri. Rúsdrekkalógin Rúsdrekkalógin átti at verði broytt, so tað í minsta lagi ikki verður loyvi at selja ella skeinkja rúsdrekka fyrr enn nakað út á seinnapartin á degi. Hetta hevur givið góð úrslit í øðrum londum. Syrgiligt er at síggja fólk fara beina leið á drykkjustøðini, fyrsta tey eru uppi á morgni. Vinnulívinum verður tryggjað góð kor, nýggjar vinnur mugu stuðlast. Framleiðsluvinnan er fíggjarliga grundarlagið undir øllum samfelagnum, tí má hesin partur av vinnuni hava best møguligar treytir at virka undir Fiskivinnan og alivinnan eru høvuðshornasteinar og skulu sjálvandi gagnnýtast til fulnar, men ansast má væl eftir, at tamarhald er á um- hvørvisdálking og ovfisking. Fiskidagaskipanin og stongdar leiðir hava roynst frægast sum stýriamboð og eru verd at varðveita. Men spekulatión við loyvum og døgum eigur av verða steðgað, tí hetta er jú ogn Føroya fólks. Skal nakar handil vera við hesum virðum, skal landið sjálvandi hava ágóðan. Eingin hevði góðtikið, um til dømis festibøndur fingu loyvi at selja jørðina og stinga peningin í egnan lumma. Fiskivinnan eigur at vera so fjøltáttað sum gjørligt, tí krevst at mest møgulig rættindi á mið- og fjarleiðum verða varðveitt. At selja feskan fisk á uppboðssølu hevur roynst væl. Kravið um at ávísur partur skal handlast á henda hátt eigur at verða varðveitt ella økt. Á landbúnaðarøkinum hava vit møguleika av gagn- nýta jørðina nógv betur enn higartil, og vit eiga at miðja ímóti at framleiða allar landbúnaðarvørur, vit nýta, sjálvi. Oljuvinnan skal vera undir strongum eftirliti. Føroyingar eiga at luttaka í mest møguligan mun sjálvir, hetta fer at útvega okkum fleiri og fleiri góð arbeiðspláss eisini uttanfyri landamark. Beinleiðis inn- tøkur landskassans av kol- vetnisúrdráttum eiga at fara í oljugrunnin. Fólk við hugskotum til nýggjar vinnur eiga at verða stuðlað. Útbúgving og gransking eru alneyðug Útbúgving og gransking eru alneyðug fyri nútíðar- samfelgið og beinleiðis treyt fyri at standa seg í tí alt vaksandi kappingini á altjóða støði. Vit mugu ansa okkum, at vit ikki gerast eftirbátar á hesum øki, men framhaldandi raðfesta upplýsing, vitan og gransking ovarlaga. Politiskt samstarv er neyðugt, Miðflokkurin er tilreiðar. Ein sterkur Miðflokkurin borgar fyri hóvligum politikki. Í politikki er neyðugt at samstarva, neyvan kann nakar flokkur einsamallur skipa landsstýri eftir valið. Royndir vísa, at demokrati førir til ein politik á miðjuni. Fara høgraflokkar ov langt til høgru, missa teir veljarar, tað sama er galdandi, um vinstrahallir flokkar fara ov langt til vinstru. Somu niðurstøðu kunnu vit gera okkum í Føroyum við atliti til samband- fullveldi. Tað tykist sum at veljarar vilja siga, at aðrir litir enn svart- hvítt eisini eru áhugaverdir. Tað liggur í sjálvum navninum, at Miðflokkurin kann samarbeiða til allar síður við allar flokkar. Ein sterkur Miðflokkur á løgtingi er borgarin fyri einum skynsamum og hóvligum politikki, farið tí fjølment á val og setið X við Miðflokkin ella eitt av valevnum hansara. Gott val Gud signi Føroyar Hví velja Miðflokkin? Tummas Jacob J. á Løgmansbø valevni fyri Fólkaflokkin í Vágum Fólkaflokkurin er ein ábyrgdarfullur flokkur, ið virkar fyri, at Føroyar fyrst og fremst skulu verða so fíggjarliga óheftar av Dan- mark sum møguligt. At náa hesum máli vilja vit nýta ta tíð, ið krevst. Hetta er leið okkara móti fullum ræði á landi okkara. Leiðin til fult ræði í landi okkara skal ikki geva borgaranum kenslu av verri fíggjarligum umstøðum. Leiðin skal vera smidlig, løtt og trygg, so vit til eina hvørja tíð eru til reiðar at møta teimum konjuktur- broytingum, ið altíð vilja vera ein partur av búskapi okkara. Søgan um land okkara hevur lært okkum, at soleiðis er tað bara, - tíðirnar ganga upp og niður um vit vilja tað ella ei. Tá komið er at gáttuni, er full ábyrgd av okkara landi ikki eitthvørt, ið verður tvingað yvir okkum. Nei, tá skal fólkið tala hvussu framtíðar viðurskifti mill- um Føroyar og Danmark skulu síggja út. Fólkaflokkurin er flokk- urin, sum kann tryggja Føroya fólki eina stabila framtíð við virðiligum sambandi millum Føroyar, Danmark og útheimin í sínari heild. Í Føroyum skulu føroy- ingar ráða, tí er tað eitt skilagott val at velja Fólka- flokkin. Fram at gáttini, síðani skal fólkið tala VALGREINAR Frá 1816 til 2002 Hjálp til tjóðveldis- valevni í Suðuroy Finnleif Guttesen sambandsvalevni í Suðuroy Við mínari fyrru við- merking til Ólav gav eg lyfti um, at hjálpa hon- um at síggja eitt sindur ljósari uppá egna land og fólk. Ólav skrivaði um, at hann sær ikki tey stóru frambrotini síðani 1816 og 1852, og orsøkin skal vera at danskir flokkar í Føroyum siga, at vit orka einki, megna einki, eru einki, taka ikki ábyrgd og gráta eftir donskum pengum. Bert í hesum trimum reglum sigur Ólavur sjey ferðir ósatt: 1.Vit hava ongar dansk- ar flokkar í Føroyum 2.At føroyingar einki orka 3.At føroyingar einki megna 4.At føroyingar eru einki 5.Síðan 1948 hava vit tikið og fingið stóra ábyrgd, og hon vil framvegis vaksa 6.Bert loysingarflokk- arnir hava biði um blokkin 7.Vantandi frambrot síðan 1816 og 1852 7.Vantandi frambrot- nei her skjýtur Ólavur so langt við síðuna av, sum hugsast kann. Eg kann stutt vísa á nøkur góð og mennandi frambrot í okkara ríka og frælsa felagsskapi, sum ein stórur meiriluti av føroy- ingum taka undir við. 1.Royndirnar vísa, at har vit sjálvi hava tikið ábyrgdina av okkara uttanríkisvið- urskiftum, hevur tað givið okkum stórar fyrimunir. 2.Fiskivinnusamráðing- arnar hava vit greitt nógv betri til okkara fyrimun. 3.Undirgrundarspurning urin og fyrisiting av ráevnum hava vit sjálvir greitt væl úr hondum. 4.Marknaðartrætan við Stóra Bretland klára vit at avgreiða sjálvi. 5.Samráðingar og av- talur við ES hava vit loyst við stórum fyri- muni. 6.Hvat annað samfelag við 47.000 íbúgvum hevur slíkt mentanar- lív sum okkara? 7.Hvat við menningini av alivinnuni? 8.Hvat við menningini innan kunningar- tøkni? 9.Hvar finna vit eitt samfelag, sum síðani 1948 hevur ment sítt undirvísingarverk, al- mannaverk og heilsu- verk so nógv sum okkara Hvussu kann tað tó bera til, at loysingarfólk sum Ólavur, ár um ár grenja um hvussu skaði- ligur okkara ríkisfelags- skapur er, tá ið veru- leikin júst vísir tað mót- satta? Tá ið vit hugsa um, hvussu ómetaliga nógv vit hava avrikað í ríkis- felagsskapinum- avrik sum Ólavur ikki hevur fingið eyga á, skilji eg betur hví hann kallar sína grein fyri " Út- purring" Hans Jacob Hermansen valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreym Seinastu tíðina hava vit fleiri ferðir verið gjørd varug við, at vit at kalla ongan eldra- og røktarpoli- tikk hava: Næstringar verða noyddir at taka sær av sjúkum foreldrum, røktar- sjúklingar verða liggjandi á sjúkrahúsi, hóast rætta plássið var á einum røktar- heimi, umlættingarpláss eru ov fá, bíðitíðin eftir plássi er long osfr. Stutt sagt skal ein góð heilsa til at vera veikur ella sjúkur í Føroyum. Stórur bráðfeing- is tørvur er á ellis- og røktarplássum kring landið alt. Sjálvstýrisflokkurin fer saman við sakkønum fólki at gera eina ætlan fyri, hvussu hesin tørvur verður nøktaður skjótast gjørligt. Ætlan verður gjørd fyri fígging, rakstur, umsiting og hóskandi bygningar. Annað viðvíkjandi okk- ara eldru verður eisini kannað, t.d. eftirlønin, ið átti at sloppið undan skatti, serliga grundupphæddin ella tað, ið svarar til hung- ursmarkið. Samfelagið kann saman- berast við ein kropp: Er ein likamslutur sjúkur, er kroppurin lamin. Verandi støða er mannminkandi og vanvirðilig fyri okkara gomlu, sjúku og veiku. Setið ein sterkan Sjálv- stýrisflokk inn á Føroya Løgting, tí svíkur miðjan, nytta endarnir einki! Valið 2002 - stutt og greitt: Ellis- og røktarheim Jenis av Rana Valevni Miðfloksins Mær nýtist ikki at lesa undirskriftina, innihaldið vísir mær, at tað er ein frá Miðflokkinum- soleiðis segði ungur maður við meg nú ein dagin, hann hevði lisið valgreinir í bløðunum. Nakað tað sama segði politikari við meg um mann, ið áður hevði verið aktivur í øðrum flokki og sum nú hevði skrivað grein. Hesin- politikarin- segði tað soleiðis: "eg visti ikki, at hann var Miðflokka- maður, men tá eg hevði lis- ið greinina, varð eg beina- vegin sannførdur um, at so var. Annar teirra svaraði, tá eg spurdi, hvussu teir fingu hendan varhugan: "tað er vegna tey ávísu evnini, tit arbeiða við, summi kalla tað tey bleytu virðini." Hvørji eru hesi virði, vit raðfesta høgt í Miðflokk- inum? Jú, vit royna at verja tey, sum detta niðurímill- um, tey, sum hava lyndi til at verða gloymd, vit kundu sagt, meðan aðrir skapa millionerar. Víst er Miðflokkurin við í viðgerðini av dagsins "stóru" málum, luttekur í viðgerð og tekur støðu- eg hugsi um tunnlar, kvotur, handilssáttmálar, havnir, og eisini tá sersømdir verða veittar bólkum, sum vit ikki altíð heilt skilja. Men júst tá er so lætt at missa yvirlitið, at gloyma, at tann peningur, ið brúktur verður, ikki kemur av sær sjálvum, at hetta er peningurin, sum verður kravdur inn frá øllum bólkum, frá tí ríka , men so sanniliga eisini frá honum og henni, sum mangan hava ilt við at fáa tað at røkka til mongu krøv dagsins. Umboðsmaðurin, ein trygd fyri vanliga borgaran. Í góð 20 ár høvdu føroyskir politikararar tosað um um- boðsmann, høvdu sett fyri- spurningar, lagt óbindandi uppskot fram á ting, men eingin hevði gjørt tað arbeiðið, og tað var krevj- andi, ið skuldi til, fyri at umboðsmaður kundi verða settur. Tað tók meginpartin av einum ár, og kostaði flokk- inum nógv fíggjarliga, at fáa evnað til tað lógar- uppskotið, sum varð lagt fyri løgtingið og samtykt av øllum løgtingslimum fyri nú góðum 2 árum síðani. Úrslitið er, at vit í dag hava ein stovn, ið vanligi før- oyingurin kann venda sær til, heldur hann seg vera gingnan ov nær av al- mennum myndugleikum. Javnan frætta vit í dag frá úrskurðum frá umboðs- manninum, har hesin hevur viðgjørt kærur frá vanliga føroyinginum- av sonnum ein trygd, ið Miðflokkurin hevur veitt føroyinginum. Kynsligur ágangur móti børnum. Kynsligur ágangur móti børnum man teljast millum størstu brotsverk manna- ættarinnar. Uttan úr heimi frættast tíðindir um enntá skipaðan ágang og vit øtast. Men tilburðir aftaná tilburð herheima geva ábending um, at støðan á hesum dapra øki tíverri neyvan er frægari hjá okkum. At veita offrunum, og tey tykjast vera mong, muna- góða hjálp, er ikki hvørs- mans føri. Kanska júst tí eru møguleikanir so av- markaðir her á landi. Tó er felagsskapur og einstak- lingar, ið virka á økinum, við beinleiðis hjálp og stuðli til menniskju, ið hava verið úti fyri slíkum ágangi, og við frálæru t.d. á skúlum, við fyrilestrum, skeiðum og útbúgving av hjálparfólki. Fyri at veita teimum, sum virka á hesum øki, stuðul, fyri at eggja monnum og kvinnum, sum kenna seg leidd inn í slíkt hjálpar- arbeiði og fyri at vísa, at politiski myndugleikin metir høgt tað arbeiði, ið gjørt verður, heitti Mið- flokkurin á Løgtingið um at stuðla slíkum arbeiði fíggjarliga. Skotið varð upp at seta á fíggjarlógina kr. 200.000 til felagsskapir og einstøk, ið virka innan økið, at søkja játtan av, og hetta eydnaðist. Hóast meiriluti í fíggjarnevndini ráddi frá, so samtykti stórur meiriluti av løgtingsmonn- um at veita hendan stuðul. Av sonnum ein fløvandi heilsan frá landsins kosnu monnum, til nøkur av teimum, ið illa eru fyri- nú teir leggja frá sær. Útvarps- og sjóvarpsfrælsið. Føroyskir politikarar mettu tað vera óhoyrt, skili tað, tann ið vil, at føroyingar skuldu hava frælsi at senda útvarp og sjónvarp- annað enn tað almenna. Í mong ár varð speirikið við royndun- um hjá Miðflokkinum at fáa lógarbroytingar, ið loyvdu hesum, men við politiskum treiskni og mið- vísari bøn eydnaðist at enda at fáa løgtingið at sam- tykkja lógarbroyting, sum gjørdi, at vit í dag hava frælsi á hesum fyri fólka- ræðið so týdningarmikla øki. Dagurin í morgin. Onnur dømi kunnu verða nevnd um leiklut Miðflok- sins í politikki farnu árini, men líta vit frameftir kunnu vit nevna øki, sum vit aktivt fara at virka fyri komandi árini. 1)Lóg um fosturtøku, sum gevur barninum í móður- lívi ta rættartrygd, sum vit øll onnur njóta og halda vera sjálvsagda, og sum gevur mammum/ foreldrum, sum koma í trongstøðu, eina veruliga hjálp ístaðin fyri tann ágang, sum ein fosturtøka jú er. 2)Eina rættvísa skatta- skipan, ið m.a. stuðlar foreldrum og gevur øðrum teirra møguleika at velja at vera heima hjá børnunum. 3)Ein heilt annarleiðis rað- festing ( prioritering) av uppgávum/ íløgum sam- felagsins. 4)Eina harðliga tiltrongda dagføring av viðurskift- um teirra eldru og barna- familjunnar. 5)Eina fíggjarliga uppgerð við danir og NATO. 6)Eina dagførðing av heilsuverkinum. 7)Eina virðiliga pensións- skipan. 8)støðutakan til nýtsluna av evt. oljuinntøkum. 9)uppgerð yvir fylgurnar av kreppuni ( at finna tey offur, ið enn bøta fyri hesa, fyri at kunna veita teimum hjálp). ….. og vit kundu hildiðá. Samanumtikið er altav- gerandi at grunda lív og tilveru sína á virðir, ið ikki kunnu svíkja, tá á stendur. So er fyri einstaklingar, familjur, tjóðir, men eisini politiskar flokkar. Mið- flokkurin grundar sín poli- tikk á kristnu virðini og vissuna um, at Gud og skapari okkara hevur um- sorgan fyri skaprverki sín- um og svarar tí áliti og bøn, ið verður send Honum. Miðflokkurin – á varðhaldi tá á stendur! C M Y K 13 12