fríggjadagur 12. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 12. apríl 2002
15
Kári á Rógvi
Løgtingið samtykti síðsta
tingdagin undan løgtings-
valinum nýggja lóg um
fólkanøvn. Tann viðgerðin,
ið hetta mál hevur fingið, er
eitt gott dømi um, at po-
litiska skipanin ikki hevur
eina felags fatan av, hvussu
tððandi partar av føroysku
stjórnarskipanini
skulu
skiljast og virka.
Hvør smíðar lógir?
Í fyrstu atløgu kann hesin
spuringurin tykjast óneyð-
ugur. Svarið er so upplagt.
Tann góðvarni borgarin
heldur, at tað altíð er løg-
tingið, sum smíðar lógirnar,
tí tað er jú til lóggávu-
valdið, at veljarin skal velja
umboð 30. apríl. Men so-
leiðis er tað ikki altíð, og
verri enn so.
Løgtingið
samtykkir
tinglógir. Men smiðirnir
eru vanliga nevndir, sam-
ansettar av seráhugamálum
og serfyrisiting, tvs. teim-
um felagskapum og teim-
um fyrisitarum, ið hava
serligan áhuga í júst teirri
lógini. Harafturat kemur, at
landstýrismenninir kunnu
gera sera víðfevndar lógir,
sum verða kallaðar kunn-
gerðir. Hesar binda borg-
aran akkurát tað sama, sum
tinglógirnar gera.
Eitt dømi um eina lóg,
sum løgtingsmenninir ikki
hava gjørt, er navnalógin.
Broytta uppskotið, sum
varð samtykt síðsta ting-
dagin, er eitt dømi um,
hvussu tey, ið halda seg
eiga lógina, reagera, tá
fólksins kosnu umboð taka
søkina í sínar hendur og
snikka lógina til, sum tey
vilja hava, at hon skal vera.
Navnavaldið
Navnalógin er ein lobbylóg
framum
aðrar
lógir
í
Føroyum. Jóhan Henrik W.
Poulsen gav í 1989 út bók-
ina Fólkanøvn – Málnevnd-
arrit 1. Í bókini var uppskot
til navnalóg og ein navna-
listi við nøvnum, sum Jó-
han Hendrikki líkaði, t.d.
Ormhild, men ikki eitt nú
Jóhannus. Talan var um
eina sera víðgongda máls-
liga reinskan. Navnalógin
og navnalistin gjørdust –
eitt sindur broytt – lóg í
landinum trý ár seinni.
Styrkin hjá mállobbyini
sæst best av, at bæði lands-
stýrismaðurin og vanliga
fyrisitingin mistu sínar
vanligu heimildir at gera
kunngerð og taka avgerð.
Ístaðin gjørdist ein navna-
nevnd við fólki úr mál-
lobbyini útinnandi valdið á
økinum.
Viðgerðin av hesi lógini
er eitt gott dømi um,
hvussu lógir verða samtykt-
ar. Tingmenn í samgongu
samtykkja vanliga alt, sum
landsstýrið ber í tingið.
Soleiðis var tað eisini við
navnalógini. Tí hava vit í
tíggju ár verið í teirri støðu,
at Oluf, Leif og Christina
hava verið forboðin nøvn.
Kanska uttan at tey, sum í
løgtinginum hava samtykt
lógina, kortini í roynd og
veru hava tikið undir við
hesum.
Ónøgdin og
avleiðingarnar
Sera stór ónøgd hevur verið
við navnalógina og navna-
nevndina. Sjálvur havi eg í
útvarpssending víst á, at
lógin helst er brot á
europeiska sáttmálan um
mannarættindi, og í stríði
við framsøgufrælsið og
markregluna
(proportio-
nalitesprinsippið). Lógin
tekur frá fólki eitt sera
gamalt og virt frælsi – at
geva børnum nøvn. At
navngeva er sera siðbundið
og viðbrekið. Serliga tá
talan er um smámunir í
stavingini,
sum
t.
d.
Andrias ella Andreas og
Christian ella Kristjan, ger
tað hvørki frá ella til fyri
føroyska málið, um tað
verður loyvt at brúka
verandi vanligu formarnar
ella at uppkalla stavrætt.
Ónøgdin førdi í mars
2001 til, at Lisbeth L.
Petersen legði fram uppskot
til samtyktar um at fáa
broytingar í lógini um
fólkanøvn. Í viðmerking-
unum fanst Lisbeth at, at
lógin var sera stirvin, eisini
søknaðist hon eftir broyt-
ingum, ið skuldu føra við
sær, at onnur fyrilit enn bert
tey málfrøðiligu skuldu
havast í huga. Tingið
samtykti hetta uppskotið
við 14 atkvøðunum fyri og
13 ímóti. Tað var týðiligt, at
eisini fólk í samgongu,
serliga Jógvan á Lakjuni og
Rúna Sivertsen, við sam-
tyktini vildu vísa á ynskið
um
eina
innihaldsliga
broyting viðvíkjandi góð-
kendum fornøvnum.
At tingfólk samtykkja
eitt uppskot um, at lands-
stýrið skal gera eitt uppskot
um at broyta eina lóg, ið
tingið sjálvt hevur samtykt,
er í sjálvum sær tekin um,
hvar valdið liggur í skipan
okkara.
Gamalt vín á nýggja
fløsku
Ivaleyst sum ein avleiðing
av løgtingssamtyktini legði
landsstýrismaðurin í lógar-
málum, Høgni Hoydal, á
heysti í 2001 ella eitt hálvt
ár, eftir at løgtingið hevði
gjørt sína samtykt, uppskot
fram um løgtingslóg um
fólkanøvn. Uppskotið er
bygt á eitt sera drúgvt álit
frá eini nevnd – saman-
settari av seráhugamálum
og serfyrisiting. Hóast eina
røð av tekniskum broyt-
ingum er kjarnan tann
sama, sum hon var í gald-
andi lógini, sum tingið
hevði heitt á landsstýris-
mannin um at koma við
broytingum
til.
Dámar
málfrøðingunum betri ein
stavihátt enn annan, so er
einhvør annar vanligur ella
hevdbundin
staviháttur
forboðin. Uppskotið letst
vera ein nýskipan, men
umboðar í veruleikanum
neyvt sama politikk, sum
hevur verið førdur seinastu
tíggju árini. Tingsamtyktin
várið fyri var harvið ikki
fylgd.
Vit búgva í einum landi,
har øll kunnu møta ting-
monnum ella landsstýris-
monnum á Vaglinum og fáa
sær eitt prát við tey.
Alíkavæl er viðgerðin á
tingi ein tann mest aftur-
latna í verðini. Fleiri av
tingmonnunum hava verið í
Nebraska og sæð, hvussu
tingnevndirnar har skipa
almennar hoyringar um øll
lógaruppskot.
Nú havi eg gjørt mínar
fakligu og persónligu við-
merkingar til navnalógina í
útvarpinum. Onkur ting-
maður bað um at fáa meg í
rættarnevndina at kjakast
um hesar spurningar, men
tað bar ikki til. Vit máttu í
staðin standa í vetrar-
kuldanum á Vaglinum, um
tingmenn høvdu hug at tosa
við meg sum sakkønan.
Verri var, at tey, ið mistu
rættin at nýta vanlig ella
uppkallað
nøvn,
ikki
sluppu til orðanna. Navna-
nevndin hevur skrivliga
boðað tinginum frá, at
“Ágangurin á navnanevnd-
ina var øgiligur, ikki bert
frá foreldrum, men eisini
frá teimum, sum skuldu
kallast upp.” Í sjálvum sær
er tað margháttligt, at ein
almenn
fyrisiting
lýsir
ónøgd hjá borgarunum sum
“ágang”. Løgnari, at ikki
eitt einasta mál, eitt einasta
skjal
ella
eitt
einasta
foreldur slapp framat undir
tingviðgerðini at umboða
henda “ágang”.
Broyting og afturtøka
Men, hóast tingfólk ikki
hava tær bestu umstøður-
nar, gjørdi Løgtingið í
hesum málinum ikki ongar
skreytir. Meirilutin, ið var
fyri uppskotinum til sam-
tyktar á sinni, vaks og
gjørdi semju um nakrar
broytingar í lógini. Meiri-
lutin í rættarnevndini, allir
flokkar uttan tjóðveldis-
flokkurin, mælti í áliti
sínum til nakrar broytingar,
millum annað at loyva
uppkalling og leggja dent á
upplýsing heldur enn for-
boð.
Nú skuldi borgarin aftur
hildið, at lógin var greið at
samtykkja. Men so var ikki.
Landstýrismaðurin í lógar-
málum boðaði frá, at hann
tók uppskotið aftur. Eftir
tingskipanini kann upp-
skotstillarin taka uppskotið
aftur, tá hann vil. Tá tað
aloftast
eru
landstýris-
menn, ið leggja fram lóg-
aruppskot, hava teir sostatt
eitt ‘afturtøkuveto’.
Mangir eru tó leikir í
longum talvi. Tingmenn
høvdu lúrt landstýrismann-
in av og lagt fram nýtt upp-
skot um fólkanøvn við slík-
um broytingum, sum teim-
um dámdi. Hetta uppskotið
varð samtykt, men ikki fyrr
enn tingið hevði gjørt av at
víkja frá freistunum og
umboðini hjá tjóðveldis-
flokkinum sera treyðugt
lótu sær lynda at halda
nevndarfund í einum steðgi
síðsta tingdag – hini hóttu
við at kalla tingið saman
aftur, eftir at val var út-
skrivað, fingu tey ikki
nevndarfund síðsta ting-
dagin.
Løgmansveto
Eftir at lógin var samtykt
boðaði landstýrismaðurin
frá, at hann mælti løgmanni
frá at staðfesta lógina.
Staðfesting er ein løgin
partur av stjórnarskipan
okkara. Áðrenn vit fóru
undir kong var ongin regla
um staðfesting. Men undir
kongsvaldinum tók kongur
sær rætt at staðfesta lógir,
ið tingini samtyktu. Mótsatt
bar tað til at lata vera við at
staðfesta,
harvið
hevði
kongur ein vetorætt. Henda
skipanin er varðveitt í
heimastýrislógini, løgtingið
kann samtykkja tilmæli um
ríkislógir, sum ríkisstjórnin
og fólkatingið kunnu velja
ikki at lurta eftir. Innlendis
í Føroyum var vetorætturin
tó
avtikin
við
stýris-
skipanarlógini í 1948; eftir
henni
hevði
løgmaður
skyldu at staðfesta og
kunngera
tinglógirnar.
Men, vit fingu vetorættin
av nýggjum við yngru
stýrisskipanarlógini
í
1994. Í henni fekk løg-
maður eftir danskari fyri-
mynd 30 dagar at umráða
seg í, hvørt hann vil
staðfesta.
Spurningurin er nú, um
vit í Føroyum skulu halda
somu leið sum USA, har
forsetin og guvernørarnir
hava vetorætt og brúka
hann sum eitt loyvt og virt
politiskt amboð. Ella um
vit skulu halda fast við
søguliga uppruna okkara og
siðvenjuna síðani 1948. Ein
og hvør kann hava sína
støðu, báðar skipanir eru
møguligar. Men, skal løg-
maður, ella skulu lands-
stýrismenninir, hava ein
vetorætt, so má hesin vera
tann sami á øllum økjum,
ikki bert innan navnamál.
Áheitanin
frá
Høgna
Hoydal hevði tí havt sera
víðfevndar fylgjur, varð
hon fylgd.
Ómøgulig at halda
Tað helst løgnasta av øllum
í hesum máli er, at for-
maðurin í navnanevndini,
Anfinnur Johansen, sigur
lógina at vera brot í líka-
regluna og annars vera
ómøguliga at halda.
Tann fyrra ákoyringin er
heilt upplagt skeiv. At geva
fólki, ið hava serligt tilknýti
til eina stavseting, rætt at
brúka eitt navn, sum onnur
ikki sleppa at brúka, er
sjálv kjarnin í líkaregluni
og grundregluni um at meta
hvørt mál sær. Talan er um
at viðgera tað líka líka og
tað ólíka ólíka. Navnið
Ormar kann verða tikið av
navnalistanum
sum
ó-
heppið, ella navnið Annie
verða skýrt at vera í stríði
við føroykst mál. Men
hóast tað, so skulu vit, ið
hava serligt tilknýti til hesi
nøvn – og harvið eru ólík
teimum, ið ikki hava serligt
tilknýti – sleppa at brúka
tey.
Seinna ákoyringin, at tað
skal vera ógjørligt at meta
um, hvør kann “uppkalla
eftir fólki í ættini”, er eisini
skeiv. Tað er minst líka lætt
at meta um fólk eru í ætt
sum at meta, um eitt navn
er “í samljóði við føroyskar
málreglur”.
Tá
nevna-
nevndin hevur megnað at
gjørt av, at Paula skal vera á
navnalistanum, men ikki
Paul, og at Andreas er verri
enn Andrias, so klárar
nevndin eisini at meta um,
hvørt fólk er í ætt og í
siðvenju seta mark fyri,
hvussu nær ella fjart fólk
skulu vera í ætt fyri at
sleppa at kalla upp.
Navnanevndin
hevur
enntá á heimasíðuni hjá
fólkakirkjuni eina frágreið-
ing um, at summir hvørs-
falsformar av mansnøvnum
hava vunnið hevd. Nevndin
hevur harvið víst førleika
sín at finna, meta og nðta
hevdvunnar
stavimátar.
Velur navnanevndin ein ov
strangan praksis, so fara
umboðsmaðurin og dóm-
stólarnir at seta hana uppá
pláss. Nakað annað er, at
tað er løgið, at tingið ikki
sjálvt valdi at gera markið á
í lógini, ella lata vanligu
lógkønu fyrisitingina um-
sita lógina, tí navnanevndin
fer heilt vist at vera meiri
avmarkandi í síni siðvenju,
enn meirlutin á tingi ynskir.
Stjórn og land
Navnamálið á tingi lýsir
sera væl fleiri tættir í
stjórnarskipan okkara. Tað
mest óhepna í málinum er,
at
mongu
partarnir
í
málinum ikki duga at lyfta
ítøkiligu ynskjum sínum
upp á hægri stig. Til dømis,
at Høgni Hoydal ikki sigur,
um hann heldur, at løg-
maður skal hava og brúka
ein vetorætt í øllum málum.
Ella, at tingmenn ikki held-
ur velja at brúka tíðar-
skeiðið frá mai til sep-
tember at fyrireika ting-
lógir, heldur enn at gera alt
í síðstu løtu fram ímóti
síðsta tingdegi á vári.
Fyri okkum á tinghelluni
verður tað í øllum førum
spennandi at fylgja við
kjakinum.
Hvør skal gera av hvussu barnið skal eita?
Tinghellan
15
14
Nr. 69 - 12. apríl 2002
TINGHELLAN
Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri
Føroyingar kenna tinghelluna. Flestu
føroyingar hava gingið úti í Tinganesi
ella sæð Nesið í sjónvarpi.
Uttast á Nesinum er tann hellan, har
føroyska altingið helt til í gomlum
døgum. Vit vita, at føroyingar valdu
fólk á ting, og helst vóru tað bert hesi
kosnu umboð, ið áttu rætt at atkvøða á
tingi. Men allir frælsir menn áttu rætt
at møta á tingi, og vit kunnu ímynda
okkum politiska orðaskiftið tá á
døgum.
Sjálvandi hava nevndarmenninir ella
tingmenninir verið frammarliga í orða-
skiftinum, men bæði í krókunum
innanfyri tingstaðin og helst eisini á
sjálvari Tinghelluni hava fólk við
áhuga ella skili fyri ávísum viður-
skiftum havt høvi at sagt sína hugsan.
Ein skipan seymað til eitt lítið land.
Fólkið ger av, hvør skal ráða, men tey
ráðandi kunnu – og skulu – lurta eftir
skili og sjónarmiðum.
Onki er nýtt undir sólini. Vit hava
framvegis tørv á, at fólk trína fram á
Tinghelluna. Fólk við royndum, fólk
við útbúgving, fólk við sjónarmiðum.
Í langa tíð hava vit á Sosialinum arbeitt
við at menna orðaskiftið í blaðnum.
Nú upp undir løgtingsvalið er eingin
endi á teimum, sum vilja koma til
orðanna. Í øllum hesum floyminum av
innsendum tilfari hava vit gjørt av, at
nú skal tað vera, at Tinghellan –
skipaða kjakforumið í Sosialinum –
skal gerast partur av blaðnum. Í fyrstu
atløgu verður hesin tátturin í blaðnum í
hvussu so er eina ferð um vikuna.
Fyrstur at taka orðið á Tinghelluni er
Kári á Rógvi. Hann er løgfrøðingur.
Hesi seinastu árini er hann vorðin
kendur sum skrivari hjá grundlógar-
nevndini. Men hann hevur eisini verið
frammi við áhugaverdum sjónarmið-
um um m.a., hvussu politikkur í
Føroyum verður útviklaður, og hvussu
hann verður framdur.
Jan Müller, ábyrgarblaðstjóri og Kári á Rógvi, sum er fyrstur at taka orðið á Tinghelluni og
sum helst verður at síggja aftur í hesum nýggja kjakforum í Sosialinum. Her eru teir úti á
Tinghelluni sjálvari. Mynd Jonhard Hammer
Tinghellan
C
M
Y
K
14