Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 69 - 12. apríl 2002 Nr. 69 - 12. apríl 2002 17 VALSKRÁ Heri á Rógvi Sjálvstýrisflokkurin er ein flokkur í miðjuni í føroysk- um politikki. Hetta kundi staðfestast, eftir at flokkur- in hevur kunngjørt sína val- skrá til løgtingsvalið. Sjálvstýrið fer til val sum ein flokkur í miðjuni. Flokkurin hevur ta støðu í ríkisrættarliga spurningi- num, at flokkurin ynskir eina stig fyri stig loysn, men flokkurin vil ikki svara, hvørt teir vilja vera innanfyri ella uttanfyri dan- ska ríkið. Teir svara bert, at hetta skal avgreiðast á ein- ari fólkaatkvøðu. Sjálvstýrisflokkurin sig- ur í sínar valskrá, at Føroy- ar skulu gerast meira sjálv- bjargnar. Sámal Petur í Grund segði á tíðindafundi, at teir als ikki raðfesta hetta ovarliga tey næstu fýra ár- ini. Teir síggja avgerðin verða tikna nógv ár frammi í tíðini, og hetta verður ikki sett á skránni tey næstu fýra árini. Formaðuri í Sjálvstýris- flokkinum, Eyðun Elttør, sigur, at teir ynskja at yvir- taka øll málsøki og blokk- urin skal niður á null. Hann vil tó ikki seta áramál á ella hvørji málsøki, teir fyrst ynskja at yvirtaka. – Vit leggja stóran dent á, at ríkisrættarligu viður- skiftini ikki verða loyst hetta komandi valskeiðið, Valskrá Sjálvstýrisfloksins: Vilja fara til báðar síður Eyðun Elttør vil ikki siga, hvørja samgongu hann helst vil hava næstu fýra árini. Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin kann fara báðar vegir: bæði til Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin og til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Hann vil ikki velja nakra síðu av hesum. Mynd: Jens Kristian Vang. Sjálvstýrisflokkurin vil staðiliga hava, at ríkisrættarliguviðurskiftini ikki verða avgreidd komandi fýra árini. Flokkurin vil staðfesta sína støðu sum flokkur á miðjuni, sum kann fara til báðar síður í einari samgongu. Ein loysn av eftirlønarspurning- inum stendur ovast á dagsskránni sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður og fyrr- verandi formaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Eftirløn Fremst av teimum níggju punktunum í valskránni hjá Sjálvstýrisflokkinum er eftirlønin. Undir yvirskrift- ini Eftirlønarskipan til øll hevur Sjálvstýrisflokkurin sett sítt boð uppá, hvussu ein framtíðar pensjónsskip- an kann loysast. Sjálv- stýrisflokkurin hevur um- sitið hetta mál í landsstýri- num seinastu fýra árini, men eingin loysn uppá eina framtíðar pensjónsskipan er enn komin undan kavi. Men nú hava teir so orð- að og teknað einaætlan. Válskráin bjóðar eina skip- an, har ein eftirlønargrunn- ur borgarans verður settur á stovn. – Eftirlønargrunnurin skal liggja uttanfyri lands- kassan, men skal fáa gjald úr landskassanum, til hann er sjálvfíggjandi við egnum inntøkum og gjaldi frá ar- beiðsmarknaðinum. Eftir- lønargrunnurin kemur at tryggja teimum eldru borg- arunum nógv betri viður- skifti, enn teir hava í dag. Eftirlønargrunnurin er trygdin fyri, at yngra ættar- liðið kann stevna vónríkt móti framtíðini, skrivar Sjálvstýrisflokkurin í val- skránni. Skipanin við Eftirlønar- grunni borgarans skal fáa inntøkur frá fólkapensjón- ini og samhaldsfasti, sum eru verandi skipanir. Sam- stundis skulu arbeiðsgev- aragjald og arbeiðstakara- gjald latast inn í grunnin. Ætlanin er at hækka pen- sjónina til tann einstaka, og hann byggir á privata upp- sparin og samhaldsfasta, sigur flokkurin. Teir vilja fegnir sam- starva við fakfeløgini um at finna eina loysn, sum hósk- ar seg best til allar partar. – Samgongan hevur nú í trý ár ikki kunna samst um eina skipan. Eg trúgvi held- ur ikki, at hesir tríggir flokkarnir verða samdir, sigur Sámal Petur í Grund. Samgonga Á tíðindafundinum var tað Eyðun Elttør, sum førdi orðið frá byrjan av. Fyrrver- andi formaðurin í flokki- num, Sámal Petur í Grund, slap tó meira og meira framat, og hann stýrdi fundinum móti endanum. Gamla sjálvstýris/kristi- ligafólkafloks kempan, Lasse Klein, slap eisini framat einar tvær ferðir. Eisini vóru fleiri valevni við til tíðindafundin. Eyðun Elttør vil ikki siga, hvørja samgongu hann helst vil hava næstu fýra árini. Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin kann fara báðar vegir: bæði til Fólkaflokkin og Tjóð- veldisflokkin og til Sam- bandsflokkin og Javnaðar- flokkin. Hann vil ikki velja nakra síðu av hesum. Sámal Petur í Grund seg- ði á fundinum, at teir í báð- um førum vilja vera ein trygd í samgonguni. Teir vilja í einari meira full- veldissinnaðari samgongu vera trygdin fyri, at tað ikki gongur ov skjótt. Enda teir í samgongu við hin vongin, Sambandsflokkin og Javn- aðarflokkin, so vilja teir vera trygdin fyri sjálv- stýriskósini. Rationaliseringar Sum áður nevnt er valskrá- in hjá Sjálvstýrisflokkinum skipað í níggju punktir. Millum ynskini hjá Sjálv- stýrisflokkinum er ynski um ein búskapargrunn, sum skal hýsa fleiri inntøku- keldum, og hesin skal vera til at taka av, tá ið á stendur. Vinnan skal framvegis vera stuðulsfrí, og ikki skal vera loyvi til at spekulera í fiski- loyvum. Rationaliseringar skulu gerast, so fólk gjalda meira rættvísan skatt og MVG- skipanin skal endurskoðast. Mentan og umhvørvi verða eisini umrødd í stevnuskrá- nni. Sum heild bera orðingar- nar brá av at vera úr stevnu- skráum og eru lítið ítøkilig- ar. Einki verður nevnt um kostnað, men flokkurin ynskir at royna at nøkta tørvin á eldraøkinum. Sjálvstýrisflokkurin hevur sum tann síðsti almanna- kunngjørt sína valskrá. Flokkurin stendur púra snórabeint á miðjuni í føroyskum politikki í 2002 Mynd: Jens Kristian Vang. LesiÝ Sosialin -taÝ loysir seg! C M Y K 17 16 Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100