fríggjadagur 12. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
18
Nr. 69 - 12. apríl 2002
Torbjørn Jacobsen,
fólkatingsmaður,
leggur donsku stjórn-
ina og sendistovuna í
Oslo undir at hava
trýst Thorvald
Stoltenberg til at taka
seg úr kanningar-
nevndini hjá Norður-
atlantsbólkinum. Tí
er als einki hald í, sig-
ur uttanríkisráðið
KANNING
Edvard Joensen
– Thorvald Stoltenberg
varð trýstur av donsku
stjórnini og Føroya Javnað-
arflokki at taka seg aftur,
sigur Torbjørn Jacobsen.
Stjórnin hevur als ikki ver-
ið uppi í hasum yvirhøvur,
sigur uttanríkismálaráðið.
Tvætl, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Bæði danska uttanríkis-
málaráði og formaðurin i
Føroya Javnaðarflokki av-
sannað púra at hava lagt
nakað trýst á Thorvald
Stoltenberg, sum Torbjørn
Jacobsen, fókatingsmaður,
vil vera við.
Málið snýr seg um kann-
ingarnevndina, sum Norð-
uratlantsbólkurin á Fólka-
tingi kunngjørdi, at Thor-
vald Stoltenberg skuldi
vera limur í.
Mistak
Heldur enn Lars Emil
Johansen, fólkatingsmaður,
hevur Torbjørn Jacobsen
ikki aðra frágreiðing enn,
enn, at alan man vera um
eina misskiljing, tá hann
verður spurdur, hví føroy-
ingar ikki fingu at vita, at
Thorvald Stoltenberg kort-
ini ikki skuldi kanna hern-
aðarmál í Útnorði.
Fyri at skjálprógva, at
tað, sum Thorvald Stolten-
berg segði við Sosialin í
seinastu viku, var ósatt,
sendi Norðuratlantsbólkur-
in út eitt tíðindaskriv, har
brøv vóru við, sum skuldu
mótprógva tí, sum Stolten-
berg segði.
Men hesi skjølini vísa
ikki petti annað enn, at tað,
sum Stoltenberg segði, var
rætt.
Thorvald
Stoltenberg
váttaði fyri Sosialinum, at
hann var biðin um ráðgev-
ing í utanríkispolitiskum
málum og hevði játtað.
Seinni, tá hann fekk ar-
beiðssetningin at vita, tók
hann ta játtanina aftur.
Hóast hetta, varð kunn-
gjørt, at hann skuldi vera
við, men ongantíð kunn-
gjørt, at hann hevði tikið
tilsøgnina aftur.
Tað kom ikki fram fyri
føroyska almenningin, fyrr
enn Sosialurin skrivaði tað
í seinastu viku. Hóast tað,
at tað væl fyrr varð kunn-
gjørt í grønlendskari pressu
av grønlendska fólkatings-
manninum
Lars
Emil
Johansen.
Lars Emil Johansen segði
við Sosialin, at tað var ein
misskiljing, at tað ikki var
kunngjørt í Føroyum sam-
stundis sum í Grønlandi.
Eftir at tíðindaskrivið frá
Norðuratlantsbólkinum varð
kunngjørt, vendi Sosialurin
sær til Torbjørn Jacobsen,
fólkatingsmann
við
tí
greiða spurninginum, um
talan var um eitt »forsøm-
ilsi við vilja«, tí tað leið so
væl til løgtingsval i Føroy-
um, at skilabest var at
gloyma hendan frensin.
Men soleiðis er ikki,
segði Torbjørn Jacobsen.
Hann helt fast við, at talan
var bara um eina misskilj-
ing, sum hevði gjørt, at
einki varð sent føroysku
pressuni.
Fyrr hevur grundgeving-
in hjá Norðuratlantsbólki-
num fyri, at Stoltenberg tók
seg aftur, verið tann, at
hann metti arbeiðsbyrðuna
ov tunga.
Um grundina til, at Stolt-
enberg hevði tikið seg aftur,
segði Torbjørn Jacobsen, tá
Sosialuirn tosaði við hann
mikudagin, at Stoltenberg
varð lagdur undir trýst av
donsku stjórnini, sum hevði
brúkt donsku sendistovuna
í Oslo til at syrgja fyri, at
hann tók játtan sína aftur.
Og kanska var Føroya
Javnaðarflokkur eisini inn-
blandaður, segði hann.
Heilt burturvið
Sosialurin vendi sær til
danska uttanríkismálaráðið,
sum umsitir sendistovurnar
uttanlands, at vita, hvat var
í
hesum
orðunum
há
Torbirni Jacobsen.
Uttanríkismálaráðið brúkti
ein dag at kann málið hjá
donsku sendistovuni í Oslo
og hjá skrivstovuni í Uttan-
ríkismálaráðnum, sum hava
við Føroyar, Grønland og
trygdarmál at gera.
Svarið frá Uttanríkis-
málaráðnum til Sosialin var
heilt greitt, at hvørki Uttan-
ríkismálaráðið ella danska
sendistovan í Oslo nakran-
tíð høvdu verið uppi í has-
um málinum yvirhøvur.
Tað var stutt sagt púra
ókent fyri tey, at hendan
kanningarnevndin,
sum
Thorvald
Stoltenberg
skuldi sita í, nakrantíð hev-
ði verið upp á tal.
Triðji parturin, sum sam-
bært Torbirni Jacobsen
kanska skuldi havt verið
innblandaður, er Føroya
Javnaðarflokkur.
Til tað svarar Jóannes
Eidesgaard, floksformaður,
stutt og greitt, at slíkt tos er
tvætl.
Sosialurin royndi eisini at
fáa eina viðmerking frá
Thorvaldi
Stoltenberg
sjálvum. Men á skrivstovu
hansara hjá norska Reyða
Krossi varð sagt, at hann lá
heima við lungnabruna og
var ikki at hitta fyribils. Tó
hevur hann fingið áheitan
um teldupost um at gera
viðmerkingar til tað Tor-
bjørn Jacobsen nú førir
fram.
Norski dansibólk-
urin Gluntan hevur
givið nýggja fløgu
út og sigur sam-
stundis í tíðinda-
skrivi, at teir kundu
hugsað sær at
sloppið aftur til
Føroya
TÓNLEIKUR
So eru teir aftur. Gluntan.
Tó ikki við olju uttan við
fløguni Flaks.
Í tíðindaskrivi, sum
sent er í samband við
fløguútgávuna, siga teir,
at teir hava arbeitt við
hesi fløguni í trý ár, og at
sjálv innspælingin hevur
tikið eitt heilt ár. Hetta er
fyrsta fløgan, Gluntan
gevur út í átta ár.
Fríggjað verður til før-
oyingar í tíðindaskrivi-
num, sum fortelur, at
bólkurin hevur verið ein-
ar sjey – átta feðrir í Før-
oyum. Teir tykjast hava
mist talið.
Samstundis
veðrur
sagt, at nú eru eini fimm
– seks ár síðan, teir vóru
her og spældu seinast, og
at teir væl kundu hugsað
sær at komið aftur.
Tónleikurin er lættur at
kenna aftur. Hann líkist
sær sjálvum, siga teir í
tíðindaskrivinum.
ej
Kopibólkurin
Mogensen Band,
sum kopierar John
Mogensen, fer um
vikuskiftið 19. og
20. apríl at spæla í
Kagganum
TÓNLEIKUR
Summir tónleikarar liva
beinleiðis av at kopiera
aðrar. Ein slíkur bólkur
er
danski
Mogensen
Band, sum spælir løg hjá
navnframa John Mogen-
sen, sum doyði fyri 25 ár-
um síðan.
Hesin bólkurin, sum
nú kemur hendanveg, er
mannaður av royndum
tónleikarum, sum í fleiri
ár hava spælt í kendum
bólkum sum til dømis
Papa Bue’s, Fessors Big
City Band, Bjarne Liller
og øðrum.
Sangarin, Poul Than-
ing, sigst vera so líkur
John Mogensen á máli-
num, at fólk ikki hoyra
mun. Og dentur verður
lagdur á at fáa framfør-
slurnar at ljóða júst, sum
tað ljóðaði, tá John
Mogensen sjálvur var á
pallinum.
Serliga
væl
líkjast
framførslurnar teimum
hjá John Mogensen í tíð-
arskeiðnum
1971
til
1977, tá hann doyði, 49
ára gamal.
Sagt verður í tíðinda-
skrivinum, at tá bólkurin
spælir, verður umhvørvið
gjørt um til »københavn-
skan« vertshússtíl, sum
tað var á teimum støð-
unum, John Mogensen
dámdi best.
Tað er Atlantsflog, sum
sponsorerar túrin hjá
Mogensen Band til Før-
oya.
ej
Gluntan fríggjar
til føroyingar
Mogensen Band
til Føroya
Tómt tos frá Tobba
Brævið, sum Lars Emil Johansen sendi millum øðrum
Thorvaldi Stoltenberg, definerar ongan arbeiðssetning. Tí
játtaði Stoltenberg í fyrstu syftu at vera við, men tók játtanina
aftur, tá hann fekk arbeiðssetningin útgreinaðan
Torbjørn Jacobsen leggur donsku sendistovuna í Oslo undir at hava lagt trýst á Thorvald
Stoltenberg fyri á tann hátt at forpurra kanningina av hernaðarmálum í Útnorði
C
M
Y
K
18
Frá fríggjadegi 12. apríl til hósdagin 18. apríl
Botnurin
Highlander III
Party Zone
Valstríðið
í sjón-
varpinum
byrjar
mána-
kvøldið
við And-
glettinum.
Hvørt
kvøld í
komandi
viku
verða
floksfor-
menninir
settir í
andglett-
in. Vertir-
nir, sum
fara at
tráspyrja
floksleið-
ararnar
eru Katr-
in Peter-
sen og
John
Johannes-
sen
Andglettur
Stýrivolt
Leygarkvøldið kl. 20.55
Týskvøldið kl. 20.00
Fríggjakvøldið kl. 20.00
Ferðslumarran
Ein vika burturímillum. So-
leiðis kann tað væl sigast,
nú eg skal siga nøkur orð
um hvat og hvussu á loft-
miðlasíðuni hesa seinastu
vikuna.
Páskirnar vóru í orðsins
rætta týdningi ein høgtíð hjá
almennu loftmiðlunum. Tað
var heilt øgiligt sum teir
báðir
stovnarnir
gjørdu
burturúr, tá Føroya fólk
skuldu hava okkurt afturvið
páskakjøtinum og pásk-
aeggunum.
Taka vit fyrst almenna
sjónvarpið, so var bæði
Burturhugur og nakað størri
á skránni. Tað var so gott
sum eingin bilur úti, tá hes-
ar báðar sendingarnar vóru í
luftini, og páskamentanin
var í hæddini.
Eisini varð borðreitt við
eitt sindur av hvørjum hesa
góðu páskadagar. Sendingar
vóru nógvar og minni fjøl-
broyttar. Tað skortaði tó
nógv við tí kristiliga tilfari-
num. Har var eitt sindur av
tí, men tað tóktist mestsum
bara sett á skránna sum
»pligtstof«, tí tað vóru jú
páskir.
Lat tó tað vera sagt, at tað
var stuttligt at vera forbrúk-
ari av almennu varpunum
um páskirnir. Nógvu send-
ingarnar góðu eitt rættiliga
gott tilboð. Um alt nú var so
ótrúliga gott er heldur iva-
samt, men tað fyltist og
hetta merkist, sæst og hoyr-
ist.
Sum oftani fyrr, so verður
vikan eftir eina tílíka høgtíð
til eina viku burturímillum.
Nógv krút er brúkt til send-
ingar, og battaríini skulu
løðast aftur. Samstundis eru
fyrireikingarnar eisini farn-
ar ígongd til løgtingsvalið,
ið verður síðst í mán-
aðinum.
Tískil kundi henda vikan
verið lagd burturímillum, tí
innihaldið var ikki tað stóra,
og áhugin fyri at hyggja og
lurta var at kalla eingin. Tað
krevur nógv at vera kræsin.
Ferðsla
Eitt fyribrigdi, vit hava
hoyrt nógv til hesa vikuna
eins og aðrar vikur, er
ferðslan. Av einari ella aðr-
ari orsøk kunnu útvarpsrásir
ikki fáa nokk av hesum
góða evni. Sending omaná
sending um alt hetta, sum er
so ótrúliga spennandi við
ferðslu.
Bæði Rás 2 og ÚF gera í
ríkiligan
mát
burturúr
ferðslu. Rás 2 hevur eina –
onkuntíð tykjast tær sum
fleiri – sendingar, sum bara
snúgva seg um ferðslu. Út-
varp Føroya hevur tikið tátt-
in upp í morgunsendingu-
num.
Um tað eitur morgun-
sending ella okkurt annað er
fyri sovítt líka feitt: tað er
alt líka lítið spennandi.
Tað er rætt og slætt ófati-
ligt, at fólk kunnu gera so
nógv burturúr hesari góðu
ferðsluni. Bilarnir, lyktirnar,
gonguteigarnir v.m. verða
yvireksponerað upp á grov-
asta manér. Tá evnið er so
ófatiliga lítið áhugavert, so
krevur hetta nakað av send-
ingunum, men teir hava
framvegis upplesandi løg-
reglumenn
og
ferðslu-
myndugleikar
í
hásæti.
Sendingarnar verða ótrúliga
tungar at lurta eftir, tá form-
urin er so stívur í tí.
Tilfarið er óivað ætlað
sum fyribyggjandi, og tað er
ikki av leið, men tað skal nú
einaferð meira til. Kanska
country tónleikurin er savn-
andi eindin hjá lurtarum
kring landið?
Hetta gevur tó ikki hug til
annað enn at skifta rás ella
sløkkja fyri útvarpinum. So
kann tað vera fyribyrgingin.
Tað virkar mestsum sum
gonguferðir í myrkri Bøla-
myrkrið er eisini stuttligari
at uppliva og lurta eftir.
List
Ein sendirøð, sum hevur
koyrt eina tíð, er sendirøðin
um føroyska list. Eg havi
sæð fleiri partar av hesi
sending, og tað líkist einari
meining um tær.
Sendingarnar byggja á ar-
beiðið hjá vertinum, Bárði
Jákupssoni. Tað er heldur
ikki vitan, ið vertinum vant-
ar, og vit sleppa víða um í
listaheiminum í Føroyum.
Eftir at hava lisið bøkur hjá
Bárði og øðrum er tað rætti-
liga áhugavert at hyggja at
sendingunum,
sum
eru
hóskandi útlegging av sam-
felagssøgu.
Hóast formurin mest lík-
ist einari vánaligari sjón-
leikarasetu, so eru sending-
arnar fínar. Evnið í sær
sjálvum er spennandi, og
tað verða sendingarnar so
eisini.
Heri á
Rógvi
ummælir
Mánakvøldið kl. 19.00