mánadagur 22. mai 1950síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22. mai 1950
Í Sugguni
Vit skylda Sjonleikarfelagnum
og teim spælandi stóra tøkk fyri
ta upplivilsi, tey hava veitt okk-
um at síggja sjonleikin hjá
Maxim Gorki, sum týðarin hev-
ur rópt í Sugguni.
Viðvikjandi spælinum og øll-
um sum tilhoyrir er bert at rósa
tað var frálíkt alt samalt. Tað
er gleðiligt at tað ber til at fara
út um Havnina og fáa ein so
stóran flokk av fólki, sum klárar
spælið so væl, sum tey gera.
Umsetingina skal eg heldur
ikki klikkja, tað kundi verið
meira livandi mál, tað kann
man ju siga, men týðarin hevur
gjørt eitt stórt arbeiði og tað
eigur hann tokk fyri.
Stykkið er ikki lætt at spæla,
tað er ikki drama f tann mun,
at tað dramatiska ber stykkið.
Vit trúgva ikki rættuliga at vert-
urin verður dripin og vit eru i
grundini líka glad við alskhugs-
tvørlikarnar og alt tað. Men tað
er tað episka ið ger stykkið stórt,
miliðøið, ið lýst er — fåtektin,
kloddar, yrkisloysi — og so tan
andliga ómegdin, sum ber av
ollum, vónloysið, líkasælan, tað
avlagaða kenslulívið, gyklið
alt hetta sum skapar fátakra-
helvitið. Og inn í hesa sugguna
er jorsalfarin komin valtrandi
við sínum vesala sannleikspráti,
sínum biliga heilivági til van-
lukkudýrin: Bíið stakkali, tá ið
tit eru deyð, fáa tit tað góti,
gevið tol. — Hesin gamli vallar-
in umboðar so livandi ta »offi-
siellu barmhjartigheitina« sum
altíð hevur flotið rikiliga frá
yvirklassa og kirkju niður yvir
»suggarnar«. Hesumeðni grøvini
peikar hesin gamli teimum i
sugguni bert á Sibiriu, men hin-
umegin grøvin fyllir hann
teimum róka á trogið av frið og
gleði og hvíld og hugna. Og
hesin gamli fatar ikki hví tann
vesala træsmiðurin, gongur og
leikar í og krevur arbeiði, tak
yvir høvdið, mennisjakor —
Træsmiðurin -— her vísir høv-
undurin leið, tann neisti av hug
til at krevja livikor, sum bír í
hesum skitna barmi, hatta rópið
um andarúm sum kemur frå
vesalinginum, er ein fingur sum
peikar út í framtíðina, tann
lívsøgn, sum redningurin skal
koma frå, ein neisti av heilt
øðrum slag enn tann vón ið
vallarin kveikti í sjónleikaranum
um eitt stað har hann kundi
verða hjálptur frá brennivíninum
eitt stað sum var ikki til, ein
vón ið bert livdi sum gykl inni
í hesum avlagaða heilanum og
einki hevði við framtíðina at
gera.
Hetta stykki er sostætt ikki
bert episkt, men eisini eitt til-
ætlað innlegg í lívshugsanina í
Russlandi, persónarnir verða
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 20 4
te ere
valdir so, at livsspurningarnir
gjøgnum teir verða reistir
soleiðis sum góðar bókmentur
altíð gera.
Síðani hetta stykki varð skriv-
að hava »tev í Sugguni« reist
seg, brotið seg út og eru nú
sum borgarar í tí stóra russiska
ríkinum við til at skapa heims-
søgu.
Heðin Brú.
6. milliónir tokar til
Føroya Fiskasølu.
Tann 10. mei samtykti Rikis-
dagsins fíggjarneynd at veðhalda
fyri einum láni upp á 6 milliónir
til at arbeiða við hjá Føroya
Fiskasølu.
Nú er liðið so langt út, at
hetta er kannska nokk, men
annans var biðið um 10 mill. kr.
10 mill. kr. av
Marshallhjálp verða
nú tøkar
Annað málið, id hevur alstór-
an áhuga fyri Føroyingar er, at
tíggjarmálaráðharrin hevur fram-
sett uppskot um, at 10 mill. kr.
av Marshallhjálpini skulu í hesi
sifti verða goldnar Føroyingum.
Vantandi verður pening-
urin til S.E.V. greiður nú.
Sum kunnugt hevur rikisstyrid
sýnt hin størsta áhuga fyri at
veita elektrifiseringsmálinum ta
neytørvuligu hjálp. So skjótt
bytid av Marshallpeninginum er
samtykt, kann ein vænta at rikis-
styrid vid leggja fyri »Finansud-
valget« málið um at veita rav-
magnsmålinum í Føroyum, nord-
anfyri sum sunnafyri tann neyð-
uga peningastuðal.
Stuttligt hevdi tað verið um vit
so langt, at farið kann verða
undir byggingina av SE. V.-
tilætlanini og upplivað at Strey-
mov, Eysturoy og Vágoy í einum
og øllum vórðu hjálpnar við
ravmagni.
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M, P, Jacobsens málarabúð
Tórshavn - Telf. 323.
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
rip 1 3310 ÞJ) 4/
„8 7) ;
vid dir ullar húsi
a |
JE ILL: 0 A I
+ er
F. 8 F
>
rens se
Suk REKLAMA |
VIDSKIFTAFOLK
Vegna burturferd okkurt um ein månad verdur restaurant
»STJORNAN« afturlatin 20. mai.
Vid håvering
GUNNARD' OLSEN
| nm Skipafelagid Føroyar
Telefonir 209 171 274
Térshavn
Grót og skervur. pb,
ØU, ið vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bílstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta gråt ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmanni
fyri kommununa.
Froðbiar sóknar kommuna
SALTKJØT
Fyrsta flokks, feitt, danskt, saltað oksakjøt útvegast
i 1/1 og 1/2 tunnum frá felagnum S. HOULBERG
A/S, Kødbyen, Keypmannahavn.
Brynjólfur Mortensen
| Tórshavn — tlf. nr. 8. 8
Føroya Bjór
Ql- og Mineralvatnsvirki
Máltráð nr. 4 Citrón sodavatn
Appelsin limonada
FØROYA PILSNAR Hindber limonada
Jørøber limonada
EKTA MALTØL Vanillie limonada
Appolinaris
Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, id senda
kassar og fleskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR WAAG ?
Klakksvik.
AKTIESELSKABET
FØROYA BANKI
HOVEDKONTOR Sy 466 AFDELING:
THORSHAVN tet 1908 TRANGISVAAG
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 2.000.000
Bankforretninger af enhver Art udføres.
Kontortid Kl. 11 — 3.
Lørdag 11—2