leygardagur 26. august 1950síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
æa
26. nugust 1950
Føroya y t } AR |
SOSIAL-DEMOKRATUR |
Blaðstjóri
P. KARBECK MOURITSEN ;
Prent:
A. ØSTER
Teir róku foroyingin út
fyri týskan munnvarg
Týski maskinmeistari umborð
í Oyrnafjalli leikar munnvargur
móli fólkinum, biður halda
kjaft o. s. fr.
Skipari Didriksen fer til hansara
á einmáli og setur at honum.
Men so hendir tað, at nevndar-
formaðurin Hákun Djurhuus
leggur uppí við týskinum og vil
hava skiparin at biðja hann
umbera seg.
Tað vil skiparin sjálvandi
ikki, tí hann var í rætti sínum
og hevdi einki gjørt uttan skyldu
sína fyri at halda diciplin og
oflyggjaskap í aga.
%
Nevndarformadurin ger so sum
hin mikli einræðismaður uttan
nevndarvidgerd ella samráðing
við hinar partarnar stutt av:
Gevur skiparanum uppá stand-
andi fót »årsfritid inntil vidari«.
Í bløðunum stendur so sum
sensasjónin mikla:
Oyrnafjallsskiparin = avfarin,
líka tá ið skipið skuldi sigla.
Hvat brotsgerd hevur skiparin
gjørl, at hann so uttan orð ella
eið verður avkoyrdur? spurdu
øll — at hann var avkoyrdur,
ivaðist eingin í.
x
Oyrnafjallsneyvndin, id hevur
ligið fundleys síðan seinastu
tingselu, var nú ein dagin saman.
Har kom skiparaspurningurin
fyri.
Har gingn so fólkaflokks-
Hákun Djurhuus og
Poul Petersen saman við sam-
bandsmonnunum Iversen og
Weyheumatgóðkenna tyskarans
munnvargaskap — ogseta føroy-
ingin, ið hevði hættað sær at
átala hann, av skipinum.
*x
Onkur vil vera við, at tann
eini sambandsmaðurin hevur
latið á sær kenna, at hann hjålpti
Håkuni, ti skiparin skuldi hava
størri álit á Dam enn á hinum
Sambands-
menninir
nevndarlimunum.
menn hava sum kunnugt sæd
reylt, tå ið teir hoyra orðið
socialist, ið fekk teir til at frá-
svørja sær sambandspolitikkin
fyri at fáa løgmannsfjøðurina, og
sum gjørdi, at leir målli koma
al standa sum orðloysingar fyri
aftur at kunna fora sín dókk-
ræðispositikk.
|
FØROYA SOSTIAL-DEMOKRATUR
Rættleiding
til grein f 14. september, nr. 64,
hósdagin 17. aug; 1950.
Saltfiskaframleidslan
nå 30.000 tons
av hesum eru bert 4000 t. seld.
— Pakhusini á tremur. Leysa-
søgur um Sølu til
Portugáls og Grikkalands
Í nr. 64 av blaðnum 14. sep-
tember, hósdagin 17. august 1950,
hevur blaðið undir omanfyri
nevndu yvirskriftum givið hesi
ósonnu tíðindi:
fyri
1) ut saltfiskaframleiðslan
1950 nú er 30.000 tons.
hesum eru bert 4000
tons seld.
2) al av
Til hetta er at siga:
1) at framleiðslan í løtuni —
tað eru í hesum sambandi
nøgdir, ið eru landaðar í Før-
ovum og í Grønlandi — er um
leið 25.000 tons,
2) at av framleiðsluni fyri 1950
er longu seld — antin sum
saltfiskur ella sum klippfiskur
— ein nøgd mett í saltfiski
upp á 26.800 tons.
Vanliga hevur Føroya Fiska-
søla ikki ynskt at hava orðaskifti
í bløðunum um tad, sum 14.
septemher hevur havt fyri við
at bera út millum manna um
fiskas6luna, men í hesum føri
verður tað tó neyðugt at koma
við einari rættleiðing, av tí at
hesi tíðindi, sum blaðstjóri 14.
septembers væl veit eru ósonn,
kunnu vera til óbótaligan skaða
fyri tað føroyska samfelagið.
Tað er ásannað av teimum,
ið hava ført samráðingar um
sølu av føroyskum fiski í út-
heiminum, at tíðindi, sum hava
verið í føroyskum bløðum um
fisk á goymslu, søluprísir 0. t.,
beinanvegin eru borin keyparan-
um og har møguleiki hevur
verið eru nýtt ímóli teimum
føroysku sølumonnum fyri at
trýsta prísin.
Sjálvt um upplýsingar 14. sep-
tembers vóru sannir, mátti hag-
frøðingur Erlendur Patursson
duga at skilt, at tíðindi um stórar
nøgdir á goymslu og eingin ella
lítil søla bert kunnu føra til, at
úrslitið verður vánasølur.
Men hvaðna meiri landsskaði-
ligt, um ikki beinleiðis brotsverk,
má tað haldast at vera at bera
ósonn tidindi til útheimin um
støðuna hjá føreyskari fiskasølu.
Ikki bert Føroya Fiskasøla,
men ikki minni tann føroyski
fiskimaðurin, ja, alt tað føroyska
samfelagið fær sviðan av hesum.
D. Niclasen,
formaður umboðsneyndarinnar.
Leif Waagstein,
formaður slarvsnevndarinnar.
Jens Chr. Johannesen,
stjóri.
Nr. 34
Men alt ov stutt fekk "hann
loyvi at røkja formansstarv sítt.
Hann hevur tey síðstu árini
verið sjúkligur, og sjúkan tarnaði
honum í virki hansara sum
formaður. Og nú fór hann.
Hann kundi hvassur í
atlågum undir orðaskifti; men
hann dugdi altíð at halda eitt
mål og persónar úti frá hvørjum
øðrum, og hann bar einki agg
til menn, ið høvdu verið hansara
mólstøðumenn, og tað virdu
teir hann fyri. Og hartil kann
sigast um hann, at hann altíð
royndi at føra eitt mál til úrslit.
Enn eitt týdningarmikið starv
varð litið P.J. Hansen upp í
hendi. Hann varð valdur til
formann í feirri nevnd, id hevði
til uppgávu at fáa í lag samgongu
millum arbeiðarafeløgini og
fiskimannafeløgini.
Friður verði við minni hansara
Poul Johs. Hansen
deyður
Formaður Havnar arbeiðs-
mannafelags, Poul Johs. Hansen,
doyði týsmorgunin, 46 ár gam-
alur.
vera
P. J. Hansen hevur altíð havt
stóran áhuga fyri arbeiðarafelags
málum. Hann hevur ár eftir ár
verið ein hin mest trúfasti limur
at møta til fundar í felagi sínum,
og ongum nýttist at ivast í
hansara støðum til tey ymsu
mál, ið fyri lógu, ti dúgliga
luttók hann í viðgerðini av hvørj-
um máli, id fyri lå, Tað var ti
sjálvsagt, at hann fyri nøkrum
árum síðani varð valdur í stjórn
felagsins, har hann gjørdist
næstformaður. Við formansvalið
i vår, varð hann valdur til
felagsins formann.
Tað eru roykpylsurnar ið
duga tær frá HOULBERG
Matligt er, og væl rýkur, tá ið
hurðin verður gloppað inn í royk-
rúmið hjá Houlberg, har hundrað
tals nossligar roykpylsur hanga lið
„. HOUL
BERGS roykpylsur eru gjørdar av
um lið til at „,búnast“ .
fyrsta flokks tilfari, vælkryddraðar,
vælsaltuðar og vælbúnar ..
S. HOULBERG ”;
KØDBYEN KØBENHAVN
f
Umbod:
B. Mortensen
Tórshavn . tlf. 8
Grót og skervur.
Øl, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bílstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grét ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðsmann
fyri kommununa,
Froðbiar séknar kommuna
Færøsk Margarine
VITA Net
Vitlaminiseret
Fint
Færøsk Produkt.
Produkt.
—|