Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-09-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 1950síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

» & 30. september 1950 Sannleikin um Johan Poulsen og sam- bandsflokkin i Ellisrentuspur- ninginum. Tað segdist at sambandsmenn skuldu vera i øðini, tá ið P. M. Dam sum fólkatingsmaður hevði sent ellis- rentufólki og avmamisfólki eitt ein- tak av ellis- og avlamisrentulógini, ið varð samtykt á ríkisdegi nú með- an hann hevur sitið har, Tað skuldi verða serliga illa upptikið, at Dam hevdi loyvt sær í einum fylgiskjali at greida folki frå javnadarmanna- støðuni til teir socialu spurningar- nar; hvat ið javnadarmenn høvdu gjørt í hesum málum o. s. fr. Sambandsmenn vildu fáa fólkið at gloyma teirra harðu støður í t. d. ellisrentuspurninginum. Men hví skal sannleikin dyljast? Hví ikki lata tingtíðindi tala? Fólkið hevur krav uppá at fáa at vita sannleikan og vit fara tí at loyva okkum at taka dømi um flokkanna støður úr tingtíðindunum: Í 1930 seistu javnaðarmenn ellis- rentumálið, settu uppskot um at geva teimum komlu eina ellisrentu sum hjá fólki úti á landinum í Danmark. Í løgtingsneyndini, sum viðgjørdi málið, sótu fyri Sambandið Jóhann Poulsen, og fyri sjålvstyrid Edw. Mitens. Teir og teirra flokkar feldu okkara uppskot, Men hvat søgdu teir sjålvir? Tingtíðindi fyri 1930 sigur, blað- síðu 182: „Forslag. Fra flertallet (Edw. Milens og Jo- han Poulsen): Sagen oversendes til kommissio- nen vedrørende spørgsmálet: hjælp til trængende fiskere“. Við hesi støðu vóru Jóhann Poul- sen og hansara menn og sjálvstýris- menn við til at ræna tey gomlu fyri tann neyðuga stuðul, ið tey høvdu uppiborið. Í 1931 . reistu javnaðarmenn av nýggjum, sí tingtíðindi 1931 blað- síður 131--133, ellisrentuspurningin. Javnaðarmenn seta uppskot um ellisrentuna sum úti á landinum i Danmark, meðan Jóhann Poulsen fyri sambandið og Edw. Mitens fyri sjálvstýrið seta uppskot um krypuls- ellisrentuna, sum hevur verið, áðr- enn tann nýggja ellisrentan kom í gildi. Framhald á 5. síðu on > Veljið nú Annahvørt tit vilja hava GLADUSTROK ókeypis ella ikki. GLAÐUSTROK er blað, sum for- lagið Mál og Mentan gevur út og kemur 12 ferðir um árið í 12 síðum hvørja ferð. Innihaldið er fjolbroytt: vrkingar, greinir, skemt, og har- afturat er ein síða við serligum til- søgur, fari av áhuga fyri yngsta ættarliðið. Eisini hevur blaðið eitt fjølbroytt myndatilfar, Um tygum tekna tygum sum hald- ara nu, fáa tygum bløðini sum út koma í ár ókeypis. Haldaragjaldið er 6 kr. um árið frítt tilsent. Sendi okkum ein postanvisning uppá 6 kr. og seti tyduliga avsend- araadressu á, og tygum fáa blaðið regluliga hvønn mánað til 1952. MÁL & MENTAN Térshavn NED UU FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR S. H. Jakobsen betri service enn ådur. S. H. JAKOBSEN ... Vit eru nú betri útgjør radiohandil flytur Hervið siga vit viðskiftafólki okkara frá, at vit 2. oktober fara úr Tróndargøtu oman á Bryggjubakka nr. 10. — Eisini inngongd frá Vågsbotnsbryggju nr. 9 tætt við har mjólkabátarnir liggja. dir og kunnu tí bjóða Bryggjubakki tíggju Vágsbolnur níggju Tlf. 282 og 682 Tlgr.: RADIOKARL RADIOHANDIL Harra Johan Poulsen, løgtingsmadur Góði Jóhann! Hvat er tað fyri eitt tygum- og tútus tú hevur? Um vit báðir, Jóhann, vóru brøð- ur, vildi tú tá eisini sagt tygum við meg, tå ið tú sum sambandsformað- ur tiltalaði meg? Omoguligt hoyri eg teg svara. Dúsformurin við „tú“ er eins alla- staðni og krevur í tiltalu „tú“ uttan mun til sess, stað og umstøður, tá ið tveir tala saman ella tala beinleiðis til hvønn annan. Tú talar um toskar teir komi eg til men her hevur tú, Jóhann drigið ein tankatosk í royndini at draga teg burtur úr einum søpli, tú hevur fløkt teg í. Er tað alvor títt, Jóhann, at tú heldur tað bera til at fáa fólk at trúgva, at tað ikki vóru sambands- menn, men javnaðarmenn, sum ikki vildu velja Øregaard til løgtingsfor- mann? Øregaard skuldi altso ikki vilja velja seg aftur til løgtingsformann og javnaðarmenn ikki sín egna mann! Skilir tú ikki, Jóhann, at henda ,,plåtan” er ov tjúkk? Nei, Jóhann. Nú eru øll, ið duga at lesa og skilja, fullkomuliga greið yvir, at um sambandsmenn heldur vildu valt javnaðarmannin, enn at loysingarmaðurin skuldi koma á løgtingsformannspallin, vildi hin samlaði sambandsflokkurin á tingi ikki líka til seinastu løtuna nokta at gera sum hini árini at ganga saman við javnaðarmonnum til formanns- valið. Jóhann, eg skilji, at tú ert illa við yvir fyri teimum sambandsveljarum, ið veruliga seinast síggja ein loysing- armann á løgtingsins formannspalli. Men hetta at halda fram við at spæla rolluna, at sambandið á tingi ikki við atburði sínum settu loysingar- mannin i formannssessin er ov órudduligt og ov mikið mannmink- andi fyri teg. Fyri tína egnu skuld — hald upp- at vid hasum sjonleikinum! Fólkaflokksløgtingsmenn hava sagt aftaná, at teir sjálvandi ikki vildu haft gingið vid til annað enn at valt sín mann. Meirluti kundi so ikki verið fingin fyri eini útsetan, sum lå skrivar so nógv um. Men hví skuldi valid útsetast? Ein sambandsløgtingsmaður vildi hava aktvødu at:fara fram um for- mnnin, sigur tú. ——iWWWWWiiiWii—————eoewwew Men hvat nyttar at krevja atkvøðu við eitt lutbundið val, forhaldstals- val — tað er flokkanna ella bólkanna stødd, ið eru avgerandi. Atkvøða skal ikki fara fram. Og hvat kundi Øregaard, um tað stóð til hansara at lata atkvøðu fara framm, leggja í hesa áheitan frá ein- um einstakum sambandsmanni, tá ið besin góði maður ikki við einum einasta orði mælti til at velja javn- aðarmannin heldur enn loysingar- mannin? Jú, av ti at allur sambandsflokkur- in einmæltur líka til farið varð inn í salin fyri at velja, hevði sagt korta nei til at ganga í valfylking við javnaSarmonnum um val av Øre- gaard, kundi tað av sonnum verða lagt í sambandsmannsins krav uri atkvøðu, at hann vildi hava gjoldur i Oregaard og gera hansara for- mannsfall so sjónskt og buldrandi sum møguligt. Tú skjytur, Jóhann, til eina grein i Føroya Sosial-Demokr, av 10. juli, hvar ið eg skal hava lopid so harð- liga á landsstýrið. Hví ber tú tílík ósannindi fram fyri fólk, somu ósannindi, sum tú, sambandsflokksins = vegna, hevur sent út í radio? Vilt tú royna at verða Føroya størsti politiski søgusmiður og Før- oya størsti politiski orðloysingur i einum kvetti? Í hesum blað stendur ikki ein regla við mínari undirskrift, navn ella høvundamerki. Og í tí stendur heldur einki álop á landsstýrið. Har stendur tvørturímóti ein av- leiðingargrein. Fara vit at tala um loyalitet má Gud okkum náða fyri loyalitet frá síðu sambandsins. Hvørt sindur av ringum, sum hevur verið skrivað um sosialistarnar í útheiminum ella her heima, hevur sambandspressan samlað og so hjartans glað borið lesarum sínum, hóast „samarbeiði“ gjørdi, at grundin fyri „Dimmalætt- ingar“ stóra lesaratali ikki varð tik- in burtur. Og meðan javnaðarmenn trútt hava hildið arbeiðssáttmálan, hevur sambandið á tingi við tær, Jóhann, á odda „kalt og kynisk“ brotið orð og avtalur, tá ið til bar. Tú minnist hvussu tú bar teg at í oljumålinum! Tú hevur viðgingið, hvussu sambandsmenn fyrilitsleyst hava troðkað javnaðarmenn burtur allastaðni. Nr. 39 Tú kastar mær, Jóhann, at eg havi sent eintak av ellis- og avlamislóg- unum til ávarandi fólk runt um landið. Hvat løgið er í tí? Hava javnaðarmenn ikki av fyrst- antíð reist ellis- og avlamisspurn- ingin? Hava tit sambandsmenn við tær Jóhanni sum talsmanni ferð eftir ferð ikki verið við til at felt okkara uppskot um, at ellis- og avlamisfólk í Føroyum skulu fáa forsorgarpen- ing ájavnt við fólk úti á landinum í Danmark? Tú kanst ikki vera so stivrendur at nokta hetta. Ger tú tað, so ger tað í so góðari tíð, at eg fái stundir til — áðrenn valið — at senda fólki eina úrskrift úr tingtíðindum, ið prógva, hvussu tú hevur andr6d í ellisrentuspurn- inginum. Til lesaranna vegleiðing verður longu nú víst til tingtíðindi 1933. Har standa syndir tínar móti teimum gomlu. Í Havn, tann 21.—9. 1950, P, M. Dam. FRÁ KOREU Bardagin um Sudur-Koreu er við at verða lokin. Herdeildirnar hjá Sameindu tjóðunum hava nú tikid umleið 4/5 av øllum økinum og eru komnir nærhendis 38 breiddugradini. Norðkorear hava mestsum uppgivið alla mótstøðu og royna at koma um markið til Norður-Koreu. Bert á einum landaveg tóku Amerikumenn í gjár, 42 tanks, 7 kanónir og yvir 100 lastbilar, ið Norðkorear vóru rímd r frá. Undir stórari sigursveitslu avhendi Mc. Arthur høvuðsstaðin Seul til president Sungman Ree, ið komin var frå fyribils høvuðs- staðnum Tageru við flogfari saman við regering síni. Samstudis kom ríkisdagurin saman, aftaná at hava verið burtur frá høvuðs- staðnum í 3 mánaðir. Seul er illa farin og roknað verður við at hundratals menn- iskju eru umkomin í leivdunum. A sameindu tjóðafundinum hava enskir umboðsmenn sett fram uppskot um, at Sameindu herdeildirnar halda norður um 38 breiddugradina og halda áfram við bardøgunum til Norð- korear eru heilt yvirvunnir, landið sameint og nýtt stýri sett, aftaná at regluligt val er farið fram í ollum landinum. Hetta uppskot er undirtikið av Ameriku- monnum. VERKSTAÐURIN radiohandlinum Á verkstaði okkara, sum er úlgjørdur við øllum tidar- 5 hóskandi ambodum, fáa tvg- um raditól viðgjørd av ser- kønum radiomonnum. Skjolt gott og ódýrt. S. H. Jakobsen radiohandil Bryggjubakki 10 Vågsbotnur 9 „r.-reklama 3