Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-11-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. november 1950síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4. november 1950 Framtíðarvónin. Grønlandsrættindini og ríkisborgara- skapurin, Loysing er ein st68a, ein hevur loyvi at hava. Men tå ið ein vil hava fólk til at fylgja sær at gera leyst frá Danmark og seta eitt føroyskt ríki á stovn, eigur ein at vera sannur í frágreiðsluni viðvíkjandi treytunum ella tí, sum stendst av loysingini. HIN FYRSTA FYLGJAN eila treytin við loysingini er, at vit missa bú- og virkisrættin í Danmark og innanfyri 3 míla markið í Grøn- landi. Hetta má vera einum og hvørjum veljara av loysingini fullkomuliga greitt. Her er eingin munur á, um valt verður við fólkaflokkinum ella við ljóðveldisflokkinum. Báðir hesir flokkar eru loysingarflokkar. Tjóð- veldisflokkin ivast eingin i, Hin hev- ur verið ullintur viðhvørt. Men nú til hetta valið er støðan klár. Fyrsti maður á fólkaflokkslistanum í Klakksvík, Hákun Djurhuus, segði bart út á fundi í Klakksvík, at fólka- flokksins mál við hesum vali var at igjognumføra fólkaavgerðina 14. september og hon var full loys- ing frá Danmark. Th. Petersen hev- ur skrivað tað sama í „Dagblaðnum“. Loysing frá Danmark er sum sagt samstundis avskriving av øllum virkis- og búrætti innamfyri 3 mila- markið í Grønlandi. At kasta henda virkis- og búrætt frá sær vil fyrst og fremst raka hin arbeiðandi mannin, fiskimannin og arbeiðsmannin. Tað mátti verið nógv fyri at gjørt hetta júst nú, tå ið Grønland er við lóg vorðið eitt opið land fyri føroyskum fiski- og ar- beidsmonnum, so skjótt sum kongur setur ta av ríkisdegnum samtyktu lóg í gildi. SØLUSKIPANARSAMRÁÐINGAR- NAR BYRJA Okkara fólkatingsmaður P. M. Dam var ímóti, at føroyingar skuldu verða noyddir at selja allan í Grøn- landi veiddan fisk ígjøgnum eitt fyri srønlendingar, danir og føroyingar ú stovn sett fiskasølufelag, tí vit høvdu okkara egnu Føroya fiskasølu, og hann mælti eisini ímóti, at vit føroyingar skuldu vera noyddir at selda somu avgift sum grønlending- ar og danir til ein grumn, ið skal verða at taka til í niðurgongdartíð- um, Hann bað um, at fiskivinnufel- øgini, okkara landsstýri saman við fólkatingsmonnunum máttu fáa høvi til, áðrenn lógin varð sett í gildi fyri førovingar, at samráðast við stats- ministeriið, ríkisdagsins grønlands- nevnd og grønlendingar um eina ser- skipan fyri føroyingar, sum teir kundu vera glaðir við. Státsministarin og aðrir tóku væl undir við P. M. Dam og lovaðu at hesar samráðingar skuldu verða upp- tiknar, og státsministarin segði, at hann vildi gera sítt allrabesta fyri at koma til eina skipan, sum allir nartar kundu verða samdir um og fegnir við. Hetta kann verða váttað av ríkis- dugstíðindi. TAÐ ER TÍ EITT MISTAK AV RÍKISUMBOÐSMANNINUM at: skriva í „Dimmalætting“ ein úr- drátt av støðuni, sum hon uppruna- liga varð tilætlað dønum og grøn- lendingum viðvíkjandi søluni av all- ari veiðu haruppi í Grønlandi hjá teimum, sum í kraft av ríkisborgara- rættinum koma at hava rætt til at veiða allastaðni, inni á fjørðunum FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR sum uttanfyri uttan samstundis at undirstrika, at tað av øðrum av teim føroysku fólkatingsmonnunum varð mótmælt, at henda serliga søluskipan skuldi verða sett í gildi, áðrenn nevndu samráðingar vóru fyrst farn- ar framm, og at ståtsministarin lov- aði hesar samráðingar eins og at gera sítt besta fyri, at føroyingar kundu fáa ta skipan, teir kundu vera nøgdir við. Nú hava menn frá fiskivinnufel- øgunum fingið boð um, at hesar sam- ráðingar skulu byrja. Vit ivast ikki i, at við tí góða vilja, sum státsministarin hevur sýnt fyri at skapa føroyingum tey bestu kor- ini, og við tí tilsøgn, sum givin er frá grønlendskum myndugleikum og grønlendingum um vælvild móti føroyskum ynskjum, vil ein sameind og vinarligsinnað støða frá føroysk- ari síðu á ein ella annan hátt vinna sømdir, sum vit kunnu taka við og verða nøgdir við. Samráðingarboð eru nú send fiski- vinnufeløgunum. Av hesum sæst, at tað er ikki rætt, lá ið „Dagblaðið“, „Dimmalætting“ og S. P, Zachariasen á fundi i Klakksvik kasta Dam fyri, at hann ikki hevur vart føroyskar interessur viðvíkjandi søluni av fiskinum, før- oyingar koma at veiða uppi í Grøn- landi, innanfyri sum uttanfyri. Tá ið „Dagblaðið“ beinanvegin verður við at trútta inní lesarar sín- ar, at Dam skal hava verið við til — og kanska enntá fingið í lag — at føroyingar skulu koma undir tann grønlendska søluringin, er tað einki minni enn ein grov ósannind fyri at villleiða fólkið frammanfyri einum rali. Dam kann vera glaður og stoltur av at kunna siga, at hann hevur verið uppi í samráðingunum, sum bóru við sær, at grønlandsstongilin nú er brotin, Grønland brátt eitt opið land fyri føroyingum ájavnt við dønum, at føroyingar ájavnt danir koma at hava sama rætt allastaðni í Grøn- landi sum grønlendingar sjálvir, al státsministarin eftir hansara áheitan í fólkatinginum vil samráð- ast um at royna at fáa í lag eina serstøðu fyri føroyingar viðvíkjandi søluskipanini. Grønland er framtíðarvónin hjá førovyingum. Allir, ið vilja varðveita føroyingum fullan bú- og virkisrætt í Grønlandi, eiga at velja javnaðarmenn tann 8. november 1950. Allir sum velja fólkaflokkin ella tjóðveldisflokkin eru ímillum teirra, ið við eini loysing úr ríkisfelagsskap- inum avskriva føroyinganna virkis- og búrætt í Grønlandi. Hvor? Fiskimenn og arbeiðsmenn! Hvør er tann einasti flokkur, sum í øllum málum hevur verið 100 pst. við tykkum? Hvør var tann flokkur, sum reisti málið um minstuløn og procentligan ágóða til fiskimenninar undir kríg- num? Hvor var tann flokkur, sum reisti málið um fulla dýrtíðarviðbót til arbeiðararnar (eittoyralógina.)? Og hvørjir flokkar vóru ímóti? Og hvør flokkur gekk ongatíð við til hesa viðbót? Hvør flokkur reisti málið um løn- javningargrunnin? Hvør flokkur var tað sum reisti málið um forskotsrindanina? Hvør flokkur var tað sum reisti málið um Tryggingarsambandið sum hevur spart Føroyum 7—9 milliónur? Hvør flokkur var tað sum ár eftir år, ferð eftir ferð setti uppskot um at vegarbeiði skuldi metast við somu løn sum privat arbeiði og ikki sum hevur verið við 120 oyru ov lítið um tíman ella 9 kr. og 60 oyru ov lítið í ein 8 tíma dag? Og hvørjir vóru teir flokkar, sum hvørja ferð feldu hetta málið? Hvør flokkur var tað, sum reisti málið um, at fiskimenn skuldu fáa helmingin av stjórnar- og umboðs- nevndarlimum Føroya Fiskasølunn- ar? Og hvørjir flokkar feldu hetta uppskotið ferð eftir ferð og ripaðu hurðarnar aftur á næsarnar á fiski- manninum? Hvør flokkur var tað, sum reisti málið um, at fiskimenn skuldu hava frábýlisrætt við øllum førum og í allari vinnu? Og hvørjir flokkar vóru leir, sum feldu hetta uppskotið? Hvør flokkur var tað, sum reisti málið um at allir fiskakeyparar skuldu avrokna fiskimanninum bein- leiðis ígjøgnum annað av hansara feløgum, so reiðarin ongatíð skuldi fáa hond á fiskimannsins parti? Og hvørjir flokkar feldu hetta uppskot- ið? Hvør flokkur reisti málið um, at eingin reiðari ella útgerðarmaður skuldi kunna pantseta fiskimannsins part uttan fiskimannsins samtykki? Og hvørjir flokkar feldu hetta upp: skotið? Hvør flokkur var tað, sum reisti málið um Vinnulánsgrunnin? Hvør flokkur var tað, sum reisti málið um hin sociala grunnin? Hvør flokkur hevði fíggjarleiðsl- una, tá 10 ára havnaætlaninar vóru gjørdar? Og hvør flokkur var ímóti inntøkunum til hesar byggiætlanir? (Fólkaflokkurin var at byrja við harðasti mótstøðumaður móti hesum inntøkum — tað var fyrstu ferð, ið uppskot lá frammi um ein sterkari vaksandi skattaskala fyri tær stóru inntøkurnar). Hvør flokkur hevur reist málið um ein serligan ríkmannaskatt? Og hvørjir flokkar feldu hetta málið? Hvør flokkur var tað sum reisti málið um at dýrtíðarviðgera tær fyrstu 6000 krónurnar, og at eingin skuldi hava rætt til at taka meiri frá enn hesa dýrtíðarviðgerð, ið liggur um 3700 kr., so stórmaðurin ikki slapp undan skatti, sum tilfelli er nú, men mátti borið skatt av sínari fullu inntøku? Men hvørjir vóru teir flokkar, sum feldu hetta uppskotið og vardu ríkmannin, so hann framvegis kundi sleppa at vera skattafriur? Hvor flokkur hevur líka síðani 1930 barst fyri, at gomul, sjúk og avlamisfólk skulu fáa somu forsorg sum gomul, sjúk og avlamisfólk fáa úti á landinum í Danmark? Men hvørjir vóru flokkarnir sum líka til 1948 bardust ímóti hesum? Hvør flokkur var tað, sum longu í 1944 legði fram eitt fullfíggja upp- skot um endurnýggjan av okkara skipaflota soleiðis, at tað skuldi verða nýggj skip, 25 trolarar, snurru- váðsskip og trol- og línuskip, ið skuldi verða bygd heldur enn at keypa gamalt, og sum samtidis vísti á, hvussu keypspeningurin kundi Nr. 44 Setið við LISTA vera fingin til vega? Og hvørjir vóru flokkarnir sum feldu hetta stórbara uppskot? Hvør flokkur var tað, sum skriv- aði „Vina- og frælsisbrævið“ ið at kalla orðrætt varð gjørt til lóg og okkara stjórnarskipan? Hvør var tann flokkur, sum longu í 1931 settu fram uppskot um, at okkara flagg við lóg skuldi verða góðkent uttanfyri trymilamarkid? Og hvørjir vóru teir flokkar, sum ikki vildu styðja hetta uppskotið? (Ótrúligt, men satt er tað, at sjálv- stýrið við Jóannes Paturssyni á odda var ein flokkurin, sum var ímóti!) Hvør flokkur er tann, sum hevur haft uppskot um, at landið skuldi taka alt bankalagið? (Ótrúligt, men satt er tað, at fólkaflokkurin við Th. Petersen á odda, var ein flokkurin, sum var ímóti). Hvør flokkur reisti málið um, at fiskimenn í Føroyum skuldu fáa tubbaksbonn eins og fiskimenn fáa alla staðni í heiminum? Og hvørjir flokkar feldu hetta uppskotið? Er tað tykkum greitt, at sambands- menn við Johann Poulsen og Andr. Samuelsen fyri flokkin skrivaðu undir, at teir vildu vera við javn- aðarmonnum at taka einkarinnflytan av oljuni og yvirtaka Føroya Banka? Men teir brutu undirskrift sína. Teir brutu orð sítt. Teir feldu málið tá ið javnaðarflokkurin á tingi setti upp- skot um tað? Er tað tykkum greitt, at Th. Pe- tersen við einum meirluta av fólka- flokkinum alla tíðina hevur barst ímóti, at landið skuldi keypa olju- bingini í Søldarfirði og taka olju- søluna? Fyri at forða hesum aftraði hann seg ikki við at siga, at tað bar ikki til at fáa botnoljuna upp úr teimum, og at oljubingini tí vóru ónýtilig. Vita tit, at Th. Petersen av fullum álvara bjóðaði sær ella sínum hvala- veiðufelag at keypa oljubingini í Seyrvági fyri at rulla tey oman á sjógv og føra tey burtur úr Seyrvågi til hansara hvalastøðir? Vita tit, at tað vóru sambandsmenn á tingi, sum komu fram við hinum ræðuliga tolluppskotinum, ið fyllti at kalla alla „Dimmalætting“, og at tað vóru teir og fólkaflokksmenn sum viðtóku henda mikla toll, men at javnaðarmenn mótmælti hesum tolli harðliga og greiddu ikki at- kvøðu fyri honum? Og hóast hetta er tollveruleikin, ið kann verða prógvaður í tingtíðind- um, smæðist „Dimmalætting“ ikki við beinanvegin at ljúgva fyri fólki, at tað eru javnaðarmenn, ið saman við fólkaflokkinum, sum leggja toll- byrðirnar á fólkið? Prestar! Tit sum eru sannleikans umboðsmenn, hvussu kunnu tit skriva guds orð í eitt tílíkt blað?