Sosialurinarkiv
Sosialurin 1950-11-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. november 1950síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR FÓLKAFLOKKSTELEGRAMMIÐ Handilin og vørudýrkanin. Í 1942 vóru P. M, Dam og Knud Petersen niðri í London fyri at sam- ráðast um at fáa vørur til landið. Bretar høvdu sagt frá, at so nógv skipini vórðu søkt, at Bretland neyv- un kundi tryggja vørutilførsluna. Meðan samráðingarnar fóru fram, kom eitt telegram frá kjarnuni í fólkaflokkinum, stórreiðarunum, heilsølumonnum og stórkeypmonn- unum, sum mótmæltu, at Dam og Petersen samráddust fyri føroyingar. Dam hevði fingið lyfti frá ti skotska ko-operativa um, at hetta felag, sum hevur % av Skottlands handli, og sum er heimsins dugilig- asta keyp- og sølumiðstøða, vildi átaka sær at lata vøruhandilin fáa alla tilførslu til Føroyar á somu treytir sum ein av sínum skotsku limum, t. v. s. líka bíligar og við rætti til eftirgjald av yvirskotinum, Hetta eftirgjald plagar vanliga at vera um 3 pst. Hetta eftirgjald vildi verid nog stort til at goldid alla handilsins umsiting. Tilboðið uppá bara rugmjøli var 80.000 kr. bíligari enn frá ti næst- biligasta. Men telegrammid frå Føroyum gjørdi tað, at bara teir, sum høvdu handla við Førovar undan 1942, skuldu fáa loyvi at selja til Føroyar. Tað ko-operativa slapp tí ikki uppí part. Tað varð útskotið. Tá vóru Føroyar lagdar í leinkjur av fólkaflokksins kjarnumonnum, leinkjur, sum hava kostað okkum milliónur í hópatali, Einasti vegur at koma til biligastu og bestu prísir er eitt av hvørjum, at vit annaðhvørt seta ein ekspert frá tí skotska ko-operativa og annan frá tí norðurlendska ko-operativa, sum skulu góðkenna allar útlendsku vøruseljaraprísir, og bert teir ið kunnu selja til tann veruliga markn- aðarprísin, %ltso tann biligasta prisin og góðar vørur, skulu fáa loyvi at selja til Føroyar, ella landið átekur sær alla innflytan leidd av hesum ekspertum. Hetta, at vøra við sama kvaliteti kann verða seld fyri so ymiskar prís- ir sum 70 oyru 100 oyru og 150 oyru, ti fakturarnir vísa so ójavnar inn- keypsprísir, akkurát sum agentar hava verið smartir til at selja og menn hava í troti uppá kontantan pening ella skil uppá innkeyp, kann aldrin í verðini ganga. Fólkið tolir ikki hesa brandskatt- ing, hetta okur. Gevið javnaðarmonnum rætt og makt til at broyta hetta ræðuliga óskil. Tað gera tit við at stemma uppá LISTA C. É[[—————[[]| |[|£”h$ÉÉ[|—U[[ É[ [ [[[[[[f[[[[[[ff—————|ore— Føroya ungdómur! Tað, at valrættaraldurin varð sett- ur niður í 21 ár, var eitt stórt fram- stig fyri ungdómin. Samstundis sum vit fingu henda rætt, varð eisini ein stór ábyrgd løgd á okkum, og vit mugu tí gera okkum greitt, hvat ið tað er vit fara til valborðið til. 8. nov. er lagnustund Føroya fólks. Tá skal avgerast hvussu landið skal stýrast. Antin sum eitt kapita- listiskt samfelag, har nøkur få hava ov nógv og tey flestu ov lítið, har fjøldin av fólkinum, ja, sjálv hin lív- gerandi kjarnan livir í. trældóms- korum, við at hennara rættindi eru so nógv skerd og avmarkað, ella eis- ini sum eitt sosialistiskt samfelag, har fá hava ov nógv og færri av lítið, har frælsi, javnaður og bróðurskap- ur verður settur í hásætið, so fólkið alt skal fáa sín rættvísa lut av øllum ti, ið samfelagið gevur. Øll skulu vit nú vera við at avgera, um Føroyar skulu vera fyri nakrar einstakar ríkmenn og ognarmenn, ella um alt Føroya fólk, eisini ar- beidsmenn og fiskimenn, skulu ger- ast luthavarar í hesum landi og øll- um teimum góðum tað hevur at bjóða sínum íbúgvum. Eingin ung føroysk kvinna ella unglingur, ið hevur minstu umhugs- an um framtíðarlagnu sína, kann fara á val, og velja seg og sínar kammirátar inn í trældómskor við at geva afturhaldsflokkunum, fólka- flokkinum og sambandsflokkinum sína atkvøðu. Teir hava í roynd og veru víst seg sum tveir argir kapi- talistiskir afturhaldsflokkar, og ti eigur Føroya ungdómur í dag at verða við at fella teir, so alt valdið á Føroya lóggávutingi kemur at vera hjá teimum, ið umboða alheims- rørsluna, sosialismuna, hesa fríger- andi kraftina, ið vil skapa eitt rætt- vísari samfelag fyri øll. Farið tí á val eg veljið javnaðar- flokkin. Unglingur. Hvi er tað lønarleyst? Tað er harmuligt at okkara løgting ikki gitur hugsa um okkum arbeiðs- menn, ið sita í valstýrunum. Vit noyðast frá okkara vinnu at sita og einki fáa vit í løn fyri teir dagar vit brúka í almenna starvi. Eg havi í fleiri ár verið valstýrislimur, havi konu og børn at forsyrgja og havi mist í hundraðvís av krónum, sum eg aldeilis ikki havi ráð til. Aftur nú 14. oktbr. var eg noyddur úr einum lønandi arbeiði, ið kundi givið mær ca. 30 kr. Úti á bygd eru ikki fast- løntir menn at fáa at sita í valstýr- inum. Báturin eg rógvi við fekk 94 kr. í part ein valdag. Eg sat í valstýrinum tá sum nú. Soleiðis verður harmað um at hetta óskil av nógvum av mín- um slitmannabrøðrum. Vit vilja nú fegin biðja okkara heiðraða løgting um at gera enda á hesum óskili, og geva valstýrislimunum eina hósk- andi løn. Til tygara harra P. M. Dam, vilja vit siga okkara hjartans tøkk fyri at tygum altíð hava talað okkara sak á tingi og aðrastaðni. Tygum hava ver- ið okkum slitmonnum ein góður vinur og talsmaður. Eg skal ikki her lasta nakran, ella koma ov nær inn á politikk, men vit heita á tygum harra Dam um at bera hesa sak fram á løgting, og vil tað verða áhugavert at vita, hvørjir av løgtingsmonnun- um, ið vilja lata okkum arbeiða løn- arleysar. 8. nov. verður val aftur. Vit vita ikki hvat vit tá missa, men eitt er vist. verður útiarbeiðandi, ríkur ein dagløn, og verður sjóveður (væl verður streymurin harður) kunnu vit missa fleiri daglønir, sum vit hava harðliga brúk fyri til føði og klæðir. Hetta eg her havi ført fram, loyvi eg mær at biðja allar løgtingsmenn at taka undir við, tí tað er hæði synd og skomm at maður, ið livir frá hondini í munnin, sum tikið verður til, skal verða brúktur av tí almenna til vinnuligan skaða. Vit hava ikki ráð at missa daglønir og enn minni fiskipartar, sum nú eru 9—3 og 4 daglønir. Valstýrislimur. Sambandið og stættarpolitikkur. Hesi orð standa sanniliga í Diml. „Sambandspartiet, ene blandt samtlige færøske partier, staar over klasseinteresserne, fordi det er ene om at repræsentere alle dele af be- folkningen“. Allur sambandsins politikkur á tingi prógvar, at tað so nógv sum nakar flokkur er merkt av at kenna seg sum stórmannaumboðari. Lat okkum bara minna á: 1. Forsorgina til tey gomlu. Støðuna, sum sambandsins um- boðsmaður á sinni tók niðri á dana- tingi fíl forsorgina av teimum gomlu. Ju, tey livdu vanliga inni hjá børnunum varð sagt. Hví? Tað er bara eitt svar: Peningapungurin hjá teimum stóru skuldu verjast ímóti at gjalda til tey gomlu. Minnist til ta her í blaðnum førdu dokumentatión vit uppaftur tóku úr tingtíðindum um, hvussu sambandið við Johan Poulsen á odda stríddist ímóti, at tey gomlu og avlamisfólk skuldu fáa somu forsorg sum úti á landinum í Danmark. 9, Dýrtíðarviðbótina til arbeiðs- menn. Við krígnum kom dýrtíðin. Arbeiðsmenn kravdu fulla dyrtid- arvidbot, Eitt oyra stríðið! Men sambandið legði út í harð- astu orrustu ímóti hesum kravi — og tað gavst ongatíð. Var meira ágrýtið og áhildið enn fólkaflokk- urin. Hví? Svarið er givið: Sambandsmenn kendu tá sum teir altíð hava kent tað sum sína upp- gávu at verja peningapungin hjá teimum stóru. Tað var tí um at gera hjá tí at halda lønirnar so langt niðri sum møguligt. Tað arbeiddi sum trútt umboð fyri ein statt, stór- mannastættin, arbeiddi ímóti ar- beids- og fiskimanna lønkravum. 3. Tað sama arbeiði hevur sam- bandið gjørt við metingini av kost- naðinum av almennum vegarbeiði. Har hevur tað verið við til at klípt 120 oyru um tíman frá arbeiðs- manninum. Hví? Svarið er eisini her tað sama: Peningapungurin hjá stórmanni- num skal verða vardur. Arbeiðs- maðurin skal, sigur sambandið og afturhaldið á tingi, gjalda ein eyka- skatt uppá 120 oyru um tíman fyri stórmannin. 4. Fiskimaðurin ella reiðarin? Reiðarin, sigur sambandið. Dømi um, at so er, eru mong. Vit kunnu nevna: Sambandið hjálpti fólkaflokkinum at sláa hurðarnar aftur fyri fiski- manninum í Føroya fiskasølu. Sambandið saman við fólkaflokki- num noktaðu fiskimonnunum gene- rellan frábýtisrætt og trygg avrokn- ingsviðurskifti. Sambandið saman við fólkaflokki- num vardi reidaranna ræit ella vana at pantseta fiskimannsins part uttan at spyrja fiskimannin eftir. Sambandið hevur ikki komið fram við einum tí einasta uppskoti til at veita arbeiðs- og fiskimonnum betri kor, men hevur altíð andøvt og stríðst ímóti, tá ið aðrir eru komnir fram við uppskotum um at gera eitt hvørt framtak til fremjan av fiski- mannsins rætti. 4. november 1950 Sambandið er so statt so nogv sum nakar flokkur ein stættarflokkur — ein flokkur, sum í tunnum og tjúkk- um hevur vart og verður at verja teir, ið hava aðrar interessur enn fiski- og arbeiðsmannsins. Arbeiðsmenn og fiskimenn megu gera sær hetta fullkomuliga greitt og venda sær frá sambandinum og fara yvir til javnaðarflokkin. , . Vågbingar fara ikki at gloyma ta gerð, ið landsstýrismaður Kristjan Djurhuus gjørdi ímóti okkara heiðursmanni skipara Símun Vilhelm á Tjørn. VÁGBINGAR OG AÐRIR Føroyingar vilja hesa ferð minn- ast, at sami maður við øllum sam- bandinum hevur verið og er ímóti at arbeiðsmenninir skulu fáa fulla dýrtíðarviðbót (eitt oyra lógina), og at teir skulu fáa fulla løn fyri vegarbeiði og ikki sum higartil 120 oyru ov lítið um tíman. Vinur hjá Símuni. Dimmalætting høggur Dam har ið tað skuldi høgt Poul Niclasen, landsstýrið, men fyrst og fremst fískímálaráð- z harra okkara Kr. Djurhuus i grønlandsmálinum. Blaðið heldur, at Dam skuldi nú tingið var saman haft lagt fram spurningin ella støðuna viðvíkjandi søluviðurskiftunum av okkara fiski í Grønlandi rætt sum um tað ikki visti, at Poul Niclasen i landstinginum eisini hevur haft grønlandsmálið til viðgerðar, at landsstýrið, ið skal fyrileggja tinginum øll mál, hevdi fingið allar grønlandslógirnar og kommissionær- álitini og visti soleiðis alt um hvussu grønlandsspurningurin lá, at landsstýrismaðurin Kr. Djur- huus saman við ríkisdagsmonnunum hevdi verið á fundi í ministeriinum um søluspurningin viðvíkjandi grøn- landsfiskinum, at P. M. Dam hevur fingið í lag, at samráðingar skulu fara fram millum fiskivinnufeløgini, landsstýrið og ministeriið og umboðsmenn fyri grønlendingar, at boðað er til hesar samráðingar. Hýrur og Fólkaflokkurin, Eg sat uppi í Tinghúsinum, tá ið trolarasåttmålin var fyri. Tá fekk eg at hoyra hvør ið er fyri, og hvør ið er ímóti fiskimanni- num, tá ið støða skal verða tikin i løn- og sáttmálatrætu millum reið- arar og fiskimenn. Tá bardust Thorstein Petersen sum ein vargur ímóti okkum dekk- arum, meðan P. M. Dam vardi okk- um manniliga. Tíbetur tapti Thorstein Petersen. Fiskimenn, latið hann nú tapa i stórum tann 8. november. Trolaradekkari. 1