Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-04-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. apríl 1951síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | 14. apríl 1951 | Føroya | SOSIAL-DEMOKRATUR Blaðstjóri VILHELM SØRENSEN Prent: A. ØSTER Balkan - kråttunnan Á Balkan kókar framvegis undir lokinum, og lætt kundi hendingin end- urtikid seg, at fest varð í hesa krút- tunnuna, ið áður hevur orsakað spreingju, ið skakað hevur øllum heiminum. Eisini Balkanlondini. og londini har nærhendis økja um sína vápnamegi. Hermálsliga er støðan henda í dag: Hermannatalið í Kominform-lond- unum: Bulgaria ... -. ser orn e+ 150.000 Rumenia ... ... sir sr vor = 200.000 Ungarn ... ... see or or ++ 150,000 Tjekkoslovakia ... --. + ++ 150.000 Albania ... … ser er ore or 60,000 Hini londini: Jugoslavia ... sé. oo +» ++ 600.000 Grikkaland … . + .. + 180.000 TurkiO ….. 0 0 … 200.000 Kominform-londini ráða yvir minst 1000 stríðsvognum av tí kenda russ- iska slagnum T 34, ið eru heimsins størstu. og verða nýttir við miklum úr- slitum á Koreu. Jugoslavia ræður yvir 300 stríðsvognum av tyskum og russ- iskum uppruna. Amerika er í ferð við ut åtgera Grikkaland og Turkíið. Minnist Barnahjálpina ! FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 21 8836 - heldur aðalfund í morgin, sunnu- dag 15/4—51 (í erva) í Losjuni kl. 3. sp. Dagskrá eftir lógini. Nevndin. Ójavnar meiningar Harra S. Petersen sigur, at hav- gásin er til skaða fyri eyrriðina (sjósíl) á sjónum, men ikki á Sandsvatni. Hansara meining er also, at Sandsvatn er ríkari uppá eyrriðir enn havið. Er tað so, mátti lað verið óneyðugt at ført eyrriða- yngul frá Íslandi. Samstundis sig- ur S. Petersen, at tað má tynnast út; kanska hann meinar, at hetta yngul hevur tikið slíka yvirhond, at tað verður reint galið. Eg og fleiri við mær meina heilt annaðleiðis. Eg persónliga haldi meg hava toluliga góðan kunn- | leika til sil, tá ið eg havi fiskað síl í rúmliga 40 tey seinastu árini, og legg til merkis: eg havi einans nýtt tráðu og maðk til agn. Síðani Sílafelagið við løgtingsstudningi tók sær fyri at fanga síl og seta út vngul her, meini eg, at tað er so væl úttynt her, at tað høvdu ikki allar havgæs í Europu gjørt tað betur. Havgæs hava, tað menn vita um at siga, komið á vatnið og nakrar TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Føroya Sjóvátrygging... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Føroya Kríggstrygging.. telf. 372 Føroya Brunatrygging .. telf. 372 Vit tryggja: Bát ar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagoðs bilar o.a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — Færøsk Margarine VITA Ne Vilaminiseret Færøsk Produkt. Fint Produkt. óvandamenn i áirnar í gytingar- , tíðini, men fyri tað hevur nógv verið at fiska. Nú kann ein gott fiska í dagavís og ikki verða varð- ur við eitt einasta síl. Hví tað er so vorðið, er kanska ikki gott at siga, men haldi eg tað vera vert at kanna — man kundi t. d. roynt at hildið Silafelagnum burtur — vil løgtingsstudningi — frá vatn- inum, ánni og har áin kemur í sjógvin eitt áramál, t. d. eini 5 ár. Tað var ein roynd, sum ikki gjørdi skaða fyri sílamongdina. Sóknarstýrið sendir fólk út at taka eyr á gýtingarstøðunum um heystið. Tað skuldi verið bannað. Tað eru aðrar árstíðir, ið eru bet- ur hóskandi at taka eyr enn beint tá eyrriðin gýtir. Mikkjal Ørvarodd. HEÐIN BRÚ: FEÐGAR A FERÐ. tá ið so bert eru hvalspýggjur ella gjarsteinar, gálvar hann út í veðrið, sýgur regnvatnið burtur úr skegginum og fer tolin aftur at andøva. Teir fáa fleiri hvalir út eftir náttini, hitta eina leið, har teir hvørja ferð fáa hval, rógva inn at landi við tveimum og trimum uppi við seg, og verða ernari fyri hvørja ferð, rópa skemt eftir hinum bátunum og gera seg breiðari og breiðari við klettin. Einaferð, teir eru inni at við hvali, fer Ketil upp á land, trilvar seg burtur eftir helluni og er leingi frá teimum. Tá ið hann kemur aftur, hevur hann oljutroyggjuna samanrullaða undir hondini. >Nú hugsaðu vit, tygum spurdust ikki aftur«. >Ég hugsi so við, tað vardi leingi. Tað gongur ikki tvey fyri eitt hjá tí gamla manninum, at fáa eitt sindur av sær«. , Hann leggur troyggjuna varliga frá sær undir rongina og fer aftur at rógva. Tað var eitt nýra, hann hevði verið og tikið sær, ætlaði at egna doktaran aftur fyri hann hevði hjálpt upp á Kålv. Tá ið teir komu til Seyrvågs var áljóst. »Ketil og Kålvur, tit koma við okkum, søgdu menninir. Teir fingu aftur greyt. Tá stórskeldaðust teir innantanna og kastaðu hatur á húsfólkini, men supu seg mettar. So fóru teir út í onnur hús at leita eftir grind. Einaferð úti á morgninum fara feðgarnir niðan til doktaran, þanka á dyrnar, biðja góðan dag. Um enn doktarin var inni? »Ja, komið inn, hann kemur beinan vegin«, sigur arbeiðskonan, skomið inn í stovuna og bukkið beinini«. Teir hugdu niður á klåssurnar og aftraðu seg, men hildu, at teir høvdu so mikið við sær, at tað gjørdi einki, um enn teir sporaðu teppið eitt sindur. So settu teir seg inn um dyrnar. Doktarin var skjótur: >Á góðan dag, góðan dage. Hann kendi teir aftur. frå ti hann hevði fingist vid økslina á Kålvi: >Ég vænti, tað er ikki grindaskaði aftur nú. tit koma fyra«. Hann setti seg á ein stól frammanfyri teimum. „Nei. tað var einki. vit vildu soleidis«, heldur Ketil, >tygum skulu hava tokk, fyri tygum hjálptu so væl upp á sonin. Tað var eitt små- ting. eg herði við, tygum kasta tað kanska íkki aftur á mege. Hann ballar nýrað út úr oljutroyggjuni og rættir doktaranum, lyftir tí á hondum: >Hetta er heilt ferskt. sum vera man, skar tað í Tindhólmi i morgun<. Doktarin ógvast við at síggja hetta ovurstóra blóðuga nýra her inni millum tað fína stovu innbúgvið hjá sær. Men hann er høv- iskur: »Takk, tað er ovmikid, at koma við einum heilum nýra til mína. Men hann fær so lítið sagt, tí hann er so bilsin og stendur bert og glúir. Konan kemur inn. Hon verður eisini standandi stív og spurin. Tey vóru bæði nýliga komin higar til lands úr Danmark, so tey vóru fremmand. Nyra kendi hon ikki, sá bert tað var eitthvørt, sum bløddi og minti um nýtt dráp. At Ketil var menniskja, ivaðist hon ikki í, men ikki av tí vanliga slagnum sum hon hevði sæð. Og nok:- ast kann tað ikki, at hann bregðaði eitt sindur frá tí vanliga Vestur- brúmanninum, har hann stóð í tungum klássum, stíkaðum brókum og kotinum niður á knø, breiður og reyðdæmdur, við hvítum blóðdálkaðum skeggi niður á beltið, við lærið hingu tvinnir slíðra: við snikblonkum knívaskøftum uppúr. Og so rætti hann hesar dass- leittu hendurnar fram og stóð og loftaði nýranum. Ketil veit ikki síni livandi ráð: »Hvi standa tey so vordin«, hugsar hann við sær. >Skilja tit meg ikki, hetta er eitt ferskt grindanýra, eg eri komin at bera tykkum, eitt spinnandi ferskt og stórt nýra. Er tað tvøstsnertin, tit ræðast, so havið ongan ótta, nú skal eg vísa tykkum«. Hann tekur knivin, ein nybryndan brand, sum máldi dastið úr alin, sló niður á nýrað og skar: >Hygg hvussu ferskt tað er í benið<. Men tá bliknaði konan og setti seg í ein stól. Men læknin tók blíður við nýranum: >Vit koyra ikki mann avstað aftur, sum kemur at geva tað besta, hann heldur vera«, hugsar hann við sær. >Komið nú við mær út í køkin. so skulu vit fáa okkum ein kaffimunn«. Feðgarnir fingu mat og drekka, og tá ið teir fóru avstað aftur. gav doktarin teimum eina konjakksfløsku: >Hon kann vera góð at leska seg á hjá tykkum, nú i sveigginum<. helt hann. »Ein vælsignaður maður, hasin doktarin«, tosa teir, tá ið teir koma út. Tá ið teir koma undir ein heyggj. leska teir seg dúgliga á fløskuna. >Betri vit goyma okkum restina til kvølds<. So gróvu teir fløskuna niður og fóru út í Hólma, tí nú skuldu seðlarnir koma út. Í Tindhólmi hava Seyrvingar eitt hús. sum teir búgva i, tá ið teir eru til bjargar og á fjalli. Har er ein roykstova við komfýri og breiðum koyggjum. Í erva hanga bakkabond. á bitunum liggja am- boð og órúm. Í einum króki er eitt skáp við seks hvítum krússum og kaffikannu. Tað rýkur í húsinum av fjalli og mold. fúnaðum viði og torvi. Rundan um eitt lítið borð undir vindeyganum situr sýslumaðurin við sínum hjálparmonnum í sprøklittum posatroyggjum og skifta grindina. Teir hava kaffikrúss í aðrari hondini og blýant í hinari. sita og skemta og eru stuttligir. Teir bera seg sum rættir grinda- menn, men kennast kortini. ti teir eru skinnfriari og reinari um høgru hond. Á einari brík við eldin sita tveir lærarar. Teir hava verið í einum