týsdagur 29. mai 1951síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
x
29. mai 1951
Føroya
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILHELM SORENSEN
Prent:
A. ØSTER
Torshavnar
tekniski skúli.
Sum áður fråsagt vóru vit úti á
tekniska skúla fyri stuttum, men
við tað at so nógv fólk var saman-
komið fingu vit onga samrøðu við
stjóran J. Ziska. Vit hittu hann
henda dagin, og bóðu hann siga
okkum eitt sindur frá nær skúlin
byrjaði og hvar hann hevur húsast
síðani lá.
Skúlin varð stovnaður 1934 við
12 næmingum og var hann á tí
gamla navigatiónskúlanum, seinri
varð flutt út á skiparaskúlan. Men
skjótt varð ovlítið pláss, og 1945
vórðu vit noyddir at leita okkum
eftir ødrum høli. Býráðið gav okk-
um so V.B.V., men fingu vit at
vita, at studentaskúlin skuldi eisini
húsast har og varð sagt okkum, at
studentaskúlin var tann premieri
og tekniski skúlin tann sekunderi
skúlin.
Tórgarð helt, at tit høvdu ikki
verið ágrýtnir nokk á býráðnum?
Eg hoyrdi tað, men tey ið kenna
nakað til mannagongdina har
hugsa óivað nakað heilt annað. Í
1943 fóru vit at hugsa okkum um
at fáa okkum okkara egna skúla.
Vit tosaðu við býráðið, og varð
sagt okkum, at frá 1945 skuldu
teir seta 25.000 kr. burturav á
hvørjum ári til skúlan, so vit áðr-
ann alt ov leingi kundu fáa egnan
skúla. Hetta sá jú heilt gott út, vit
høvdu gjørt tekningar og tílíkt til
ein nýggjan skúla. Eftir tí ætlan ið
gjørd er skuldi ein skúli til 160
næmingar komi at kosta millum
400—500.000 kr. Sum eg segði í
áðni skuldi býráðið leggja 25.000
kr. um árið burturav; men so varð
ikki, vit hava til dagin í dag fingið
um 50.000 kr. frá teimum. Á
fígjarætlanini fyri 1951 er einki
lagt burturav til nýggjan skúla,
men 5000 kr. til rakstur. Í vetur
kundi býráðið heldur ikki hjálpa
okkum við høli tá vit máttu hava
eina stovu afturat, hana leigaðu
vit so frá nunnunum fyri 200 kr.
um mánaðin. Vit hava fingið í
studningi til rakstur frá býráðnum
um árið frá 1000—5000 kr. Sum
tit kunnu síggja hava vit saktans
verið ágrýtnir; og tað hugsi eg, at
Tórgarð heldur ikki vil avsanna.
Vilhelm Nielsen ið er formaður
fyri skúlaneynd tykkara segði nak-
að um at millum 30—40 vóru lid-
nir við lærutíðina, meðan bert 7
tóku sveinaprógv, hvussu ber tað
til, og hvussukann tað rættast?
Skuldina fyri atso er hevur løg-
ferðir skrivað til løgtingið um at
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR -
ferðir skrivað til løgtingi um at
fáa tvungna sveinaroynd, men teir
hava borist undan. At løgtingi ikki
hevur vilja ásett hesar treytir er
hópin skeivt, tí vit fáa ikki tann
handverkarastætt vit áttu at havt,
uttan so er, at teir fáa sína fakligu
og bókligu læru.
Tygum søgdu, at um allir teir
ið áttu at gingið í skúlan vóru, so
var talið um 180, eru tað so innan-
fyri viss handverk at hesir eru?
Ja tað kann sigast, og teir kunnu
ikki koma, tí vit hava ikki rúm fyr
teimum. Fyri at nevna nakrar,
kunnu vit nevna: bakarar, prent-
arar, bókbindarar, skræddarar
(seymigentur).
Onkur tosaði um løgtingji, at tit
einki fingu frá teimum, og hvørj-
um fáa tit studning frá?
Vit hava einki fingið frá ting-
inum, og harafturat er tað teirra
skúli ið tekur plássið frá okkum,
so vit hava ikki nógv at vera teim-
um takksamir fyri. Danski statur
gevur okum studning á hvørjum
ári, seinasta ár fingu vit um 8.300
kr., harafturat kunnu vit fáa til
skúlabyggingina líka so nógv sum
vit sjálvir kunnu fáa til vegar,
t. v. s. um býráðið hevði staðið
við orð sítt kundi skúlin veri ein
verunleiki í dag.
Tað ið mest liggur fyri er at fáa
høli til tey ymsu fakini. Fríhand-
atekningin verður nógv heft. Hvar
skulu vit hava ein málaraflokk?
Hvar skulu elektrikkarirnir gera
royndir sínar? Soleiðis kunnu vit
rokna upp fak fyri fak. Og hvar
skulu vit so goyma tey amboð vit
skulu nýta? tað teir skulu tekna
eftir, maskinurnar ið smiðir og
sniðkarir skulu nýta o. s. fr.
Sum tit síggja er tað ikki altíð
ein dansur á rósum at arbeiða
undir teimum umstøðum okkum er
lagað.
YMISK TÍÐINDI
Ítróttin.
Sunnudagin spældi II lið hjá
K. Í. móti II lið hjá B 36. K. Í.
vann 4—2. I lið hjá H. B. vann Í
lið hjá K. Í. 1—0. Í hondbólti fyri
menn vann »Neistin« yvir Klakks-
vik vid 4—2.
Skipini.
Á Klakksvík eru skipini nú lið-
ug at landa, men enn er einki farið
til Grønlands, tá ið tað hava verið
trupulleikar við at fingið proviant.
Fríggjadagin kom Saxaberg til
Grønlands.
Kallsevnir hevu fingið 170 tons.
Stella Argus kom á Vestmanna
leygardagin. Hann hevði danskan
post við.
Leivur Øssurson er í Keypmh. og
landar.
Rankin, ið hevur ligið undir
streikuni fór leygardagin.
Polarstjørnan komin úr Íslandi
við 400 skp.
Nr. 32
RUBA ger sær
ómak.
Einki verður spart fyri at veita
eina service sum stendur
frammalaga
1. Alt harratoy verður væl
skræddarpressað.
2. Damukjólar missa ikki pass-
formin.
3. Ruba reinskar skjótt.
4. Ruba er heilt nýtt virki —
við øllum teim nýggjastu
maskinum og hentleiknm.
RUBA reinsað —
VÆL reinsað !
Føroya fremsta virki fyri
kemiska toyreinsing.
RUBA,
tlf. 693. M. Heinasonsgeta 15
Tórshavn
Útróðrarbátar í Klakksvík land-
aðu 100 tons mánadagin.
Klakksvíkingar eins og aðrir
bygdakeypmenn eru aftaná Havn-
astreikuna sinnadir at fáa vørur-
nar uppskipaðar á staðnum og ikki
sum frammanundan í Havn.
z
Í seinasta Nordlysid verður m.
a. sagt: »Burtur við centralisa-
tiónini í Havn.< — <Latið okkum
ikki kúga av yvirgangskroppum !<
Í Vági er lockout, tí arbeidsgev-
ararnir eru limir av Føroya ar-
beiðsgevarafelag og tað sigst
kosta 10.000 kr. í bót at fara út
undir ósemju.
Handverkararnir siga tað er
ósatt, ið Kjartan Mohr hevur sligið
upp á steyrar, at teir hava lock-
outa skipasmiðjuna. Teir vilja ar-
beiða fyri sáttmálan, ið var undir-
skrivaður kl. 3 ígjáranáttina við
handverksmeistarafelagið og Kjar-
tan Mohr veit av tí.
Shell og Esso noktaðu fyri at
flýggja olju út og umbóru seg við
at einki fólk var til. Fólkið hevur
mánaðarløn, so hetta er ikki til
hindurs.
Zacharias Niclasen fór til
Klakksvíkar í Tjaldrinum.
Balslev og Timburhandilin
flýggjaðu ikki tilfar út í gjár.
Kaldbaksbátur er komin við
mjólk í gjár, hon verður seld hjá
Vilhelm Reinert, Villumsgøtu.
Nólsoyingar fingu 1 tn. av ben-
sini á Toftum í fyrradagin.
Á Tvøroyri arbeiða teir aftur
hjá A. T., kommununi og á Drel-
nesi.
Í gjárkvøldi róðu 2 10-manna-
før kapp á vánni. Annað var
mannað við næmingum úr studen-
ta- og læraraskúlanum og hitt við
manning, ið skal rógva á Norðoya-
stevnuni. Næmingarnir vunnu.
Margarinevirkið fær umleið 80
oyr. kg av eykatollinum ið vit
skulu rinda fyri klæðir og skógv-
ar. Afturfyri nokta teir at gera
margarin og at sigla í teim rutum
løgtingið hevur givið tesimum ein-
arætt til. Rímar hetta?
Verkfallið hevur orsakað at vit
einki hava fingið sett av Feðgun-
um og arbeiðið kom so seint aftur
í gongd, at ikki var tíð at fáa nak-
að sett til heta blaðið.
Ein prentari hevur úttikið hesar
vinnarir av seinastu krossorðagát-
uni:
15 kr. Jóhan Sigurðsson, Stong-
unum, Klakksvík.
Feðgar á ferð: Kjartan Festirstein
Sigmundargøta 17, Tórshavn.
5 kr.: Bjarni Joensen, Grønlands-
vegur, Tórshavn.
Á uppsløgum í Havn í gjár av-
noktar Kjartan Mohr, at skipa-
smiðjan hevur lockoutað arbeiðar-
nar har. —
Í gjáramorgunin tókust Sakaris
á Skipafelagnum og nakrir heil-
sølumenn við at lossa úr Tjaldr-
inum. Teir góvust skjótt (fyri-
lagstir?) og sendi Tjaldrið norður
á Klakksvík.
KUNNGERING
Hervið verður gjørt kunnugt,
at rokningar uppá tann til fíggjar-
árið 1951/52 álíknaða skattin til Landskassan eru sendar øllum teimum
persónum, virkjum og feløgum, ið eru skattskyldug sambært lógina, tó
undantikið íbúgvarar í Viðareiðis og Tórshavnar uttanb. kommunum,
haðani eingir skattalistar eru komnir enn.
Møguligar klagur hesi skattaálíkning viðvíkjandi verða at stíla til
Sl.attanevnd Løgtingsins og mugu verða sendar inn áðrenn 10. í næsta
mánaða.
Aftaná 1. juni í ár eigur renta at verða goldin av skattinum, so-
leiðis sum tilskilað er á rokningini.
Lagt verður afturat, at útflýggjan av rúsdrekka (spiritus, vín og
sterkt øl) er treytað av, at allur til gjaldingar fallin skattur er goldin.
FØROYA GJALDSTOVA, 17. mai 1951.
J. Nicolaisen.