leygardagur 30. juni 1951síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41
Higartil hevur verið lítið veður
at svimja í hjá okkum, men nú
man skjótt fara at viðra, og so er
at nýta hvørja løtu, so frætt sum
gjørligt kann fáast burtur úr.
Tíverri er summarið stutt her í
flestu skúlum okkara so, at bert
2 skúladagar eru í hvørjari viku
frá 15. juni til Ólavsøku, og so
kemur summarfrítíðin og varðar
til 15. september, og í summum
skúlum byrjar summarfrítíðin
longu 1. juli og vardar til 18.
august.
Hetta er besta svimjitid okkara,
og kediligt er tad, at hesa tidina
eru eingir lærarar til at læra børn-
ini svimjing. Og tå ið vit ikki hava
eina skipan sum í øðrum londum.
at lærarar fáa løn fyri at undir-
vísa børnunum í svimjing hesa tid-
ina. kunnu vit ikki rokna við, at
lærarar yvirhøvur lata frítíð teir-
ra ókeypis til hetta arbeiði.
Tá ið so er, so er væl einki at
vera enn at børnini sjålvi og ung-
dømurin, sum heima er, sjålvur
roynir at fåa so mikið sum gjør-
ligt burtur år, og kanska foreldr-
ini vid elva teimum til so mikið
sum gjørligt at íðka svimjing.
Tad heyrði ivaleyst verið ein
góður máti, sum ætlanin er í
Klakksvík. at skålanevndin seinn-
apartin i august fyrireikar eina
progvioku í svimjing vid skúla-
børnum. og eisini við teimum av
teimum ungu, sum heima eru og
hava hug at stilla seg fram til
hesar royndir.
Hvørjar svimjiroyndir hava vit
í Føroyum? Her skal í stuttum
vera greitt frá teimum. Og skuldi
okkurt verið ógreitt kortini, so
kunnu flestu lærarar í Føroyum
greiða frå øllum royndunum við-
víkjandi, so áhugaði fólk kunnu
bert venda sær til teirra, ella eis-
ini um tað er neyðugt til undir-
ritaða.
Vit hava t. d.
4-ROYNDINA
Henda er fyrsta mál vit seta
fram fyri børn okkara. Hon er
ikki nógv krevjandi,bert 10 m.
bringusvimjing. Men øll vita,
hvussu ringt tað er at fáa uppí lag
at »halda sær uppi« og øll tey.
sum duga al svimja, minnast ta
fri. tað var, tá ein fyrstu ferð
kundi taka tey fyrstu tøkini utt
belti og uttan at stydja føturnar á
botn. og hetta er tað, vit vanliga
kalla at duga at halda særuppi.
og A-royndin skal eisini va it
progv, sum næmingurin fær fyri
sær upp"
bygd tykkara
gerast A-svimjarar í summar“
Lærari tykkara sigur tykkum,
hvussu tit skulu bera tykkum at,
og hann sigur mær frá úrslitin
at duga at halda
Hvussu nógv í
um í bygd tykkara.
| gerast C-svimjarar í
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
A ——w—wdiaamanaaaaatto A ——
HVUSSU ER TAÐ VIÐ SVIMJINGINI i
HJA OKKUM I SUMMAR?
Vakurt prógv fært tå fyri royn-
dina, undirskrivað av lærara tín-
um.
B-ROYNDIN
Næsta royndin er B-royndin.
Hon byggir uppá A-royndina, og
krevur 30 m. í bringusvimjing, og
lað vísir seg skjótt, at næmingurin
er førur fyri hetta, men royndin
krevur eisini, at næmingurin skal
duga eitt sindur av ryggsvimjing,
tó bert 10 m. So krevur B-royndin
ikki stórt meira, bert eitt sindur
av dirvi.
Hvussu nógv í bygd tykkara
gerast B-svimjarar í summar?
Lærari tykkara sigur tykkum,
hvussu tit skulu bera tykkum at,
og hann sigur mær frá årslitinum
í bygd tykkara.
Ert tú A-svimjari, so kannst tú
lættliga gerast B-svimjari,
Tú fært vakurt prógv, tá ið tú
hevur tikið B-royndina, og er tað
undirskrivað av lærara tínum.
C-ROYNDIN
Triðja royndin er C-royndin
Stig fyri stig hevur nú næming-
urin lært grundarlagið í bringu-
svimjing og ryggsvimjjing, og síð-
ani lært grundarlagið í útlopum
og at kava: C-royndin krevur nak-
að meira í hesum tåttum og av
nýggjum bjarging og svimjing
undir vatni, og er hetta neyðugt,
um ein skal gerast góður svimj-
ari. Treytirnar fyri C-royndini
eru annars hesar:
60 m bringusvimjing,
25 m ryggsvimjing,
5 m bjargingarsvimjing við javn-
aldra (báðir í svimjibúna),
3 m undir vatni,
Kavað eftir luti á 1 m djúpum
vatni.
Stoytt sær útí frá bakka. háivan
m yvir vatnskorpu.
Hvussu nógvir í bygd tykkara
í summar?
Lærari tykkara sigur tykkum.
hvussu tit skulu bera tykkum at,
hann sigur mær frá årslitinum
og
í bygd tykkara.
Ert tú B-svimjari, so kanst tú
lættliga gerast C-svimjori.
Tú fært vakurt prógv.
hevur tikið C-royndina,
undirskrivað av lærara tínum. og
umframt fært tú vakurt merki at
tá ið tú
og tað
seta í bringuna.
D-ROYNDIN
So er tað D-royndin. Hon krev
ur nokk so nógv, men kortini ikki
meira enn at ein lættliga kann
klára hana. um ein hevur tíkið C-
royndina.
Krøvini eru annars hesi:
|. 200 m frí svimjing (ein hevur
loyvi at nýta bæði bringusvimj-
ing og ryggsvimjing, og hevur
loyvi at:skifta ímillum hesar
hættir. so ofta ein vil, meðan
teinurin verður svomin).
2. Ryggsvimjing 40 m.
3. At flóta,
4. At kava år tøvingarstøðu eftir
luti,
9. Svimjing undir vatni 10 m,
6. Bjarging av javnaldra 20 m
(báðir í svimjibúna),
7. At gera seg leysan úti í
8. Upplívgan.
Hvussu nógv í bygd tykkara
ara gerast D-svimjarar í summar?
Lærari tykkara sigur tykkum,
1VUSSU tit skulu bera tykkum at,
og hann sigur mær frå årslitinum
i bygd tykkara.
Vakurt diplom fært tå fyri
royndina, og vakurt merki at seta
i bringuna.
Ert tå C-svimjari, kanst tå lætt-
liga gerast D-svimjari.
E-ROYNDIN
F-royndin er størsta
,
royndin,
vit hava, og hon krevur nogv, kort-
mi ikki meira enn ein kann kre ja
av einum góðum svimjara. Krøv-
ini eru hesi:
1. 800 m frí svimjing (sum vid-
víkj. 200 m í D-royndini).
100 m ryggsvimjing,
At Mota,
AM kava år tøvingarstøðu eft-
ir luti 3—4 m,
2. Svimjing undir vatni 15 m.,
6. Bjarging av javnaldra 25 m,
7. Urlata úti i,
ON
8. At gera seg leysan úti í,
9. Upplívgan.
10. Utlop við hørdinum fyri
standandi og við renningar-
lopi,
11. Kunnleiki til crawl,
Hvussu nógv i bygd tykkara
gerast E-svimjarar í summar?
Lærari tykkara sigur tykkum,
hvussu tit skulu bera tykkum at,
og hann sigur mær frá úrslitinum
í bygd tykkara.
Vakurt diplom fært tú fyri
royndina, og vakurt merki at seta
í bringuna.
Ert tú D-svimjari kanst tú ger-
ast E-svimjari.
Hvussu gamal skal ein vera, tá
ein tekur svimjiroyndirnar, er
vanligur spurningur. Tað er einki
aldursmark sett; ein kann tí vera
langt yvir skúlaaldur og kortini
taka A-royndina, og ein kann vera
undir skúlaaldur og taka E-roynd-
ina, um ein er førur fyri tað.
Á bygd verður tað vanliga lær-
ararnir, ið standa fyri prógvtøk-
uni, ella kanska saman við skúla.
neyndini sum ætlanin er í Klakks-
vík.
Í Tórshavn kunnu tað
vera lærararnir,
eisini
ið standa fyri
prógvtøkuni, og kanska saman vid
skålanevndini, skúlanevndunum
ella skúlaneyndarlimum, men ann-
ars er tað ætlanin, at undirritaði
sjálvur skal standa fyri prógvtøk-
uni í Havn. Og skuldi ta Sti ver-
30. juni 1951
ið onkur, sum ætlar sær at 'akxa
svimjiprógv í Havn í summar, so
sigi mær frá, og vit kunnu avtala
tíð og stað. Vanliga verði eg at
hitta heima leygardag og mána-
dag, antin við hús, ella við Sanda-
gerðishyl ella Sandagerðsvík, eis-
ini í ummarfrítíðini.
Hvussu nógvir A-svimjarar, B-
svimjarar, C-svimjarar, D-svimj-
arar ella E-svimjarar koma aftrat
í Tórshavn í summar?
Og so er tað
NORRON
FÓLKA-LANDAKAPPING
í fríari svimjing í summar.
Luttakandi lond eru Danmark,
Ísland, Noreg, Svøríki og Finn-
land. Roysni er at svimja 200 m
uttan belti og uttan at steðga á
ella styðja á botn; eingin tíð er
sett fyri, hvussu skjótt hesin tein-
ur skal svimjast.
Tað land hevur vunnið, sum
hevur flestar svimjarar procentvís
eftir fólkatalinum í landinum.
Eg haldi, at tað hevði verið for-
vitnisligt at fingið at vita, hvussu
aftarlaga ella betur hvussu framm-
aliga vit Føroyingar høvdu verið
í slíkari landakapping. Ella
mundi tað verið møguligt hjá okk-
um Føroyingum at vunnið í einari
slíkari kapping?
Svimjingin skal vera liðug 20.
august í ár, og teir, sum kunna
svimja hesar 200 m, fáa eitt merki
at keypa til minnis um, at teir
vóru luttakarar í landakapping-
ini í svimjing í árinum 1951.
Eg loyvi mær tí at heita á allar
lærarar í Føroyum, øll ítróttafe-
løg og á øll svimjihugaði fólk í
Føroyum at standa fyri hesari
landakapping.
Tey, sum hava áhuga fyri hes-
um máli, biðjast siga mær frá
skjótast gjørligt.
Tórshavn, 17. juni 1951.
Poul E Petersen.
Palmolive
| baðisápa
x
. rakikrem
Colgate
| håndsåpa
tannkrem
altid á goymslu.
TH, PAULI CHRISTIANSEN,
Telefon 446.
A, P, Bendtsen | "360
AGENTUR & COMMISSION
Tórshavn
Box 33 Feroyar
Útvega vørur frå útlendskum
fabrikkum og heilsølumonnum