Sosialurinarkiv
Sosialurin 1951-10-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1951síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

13. oktober 1951 S0SIAL-DEMOKRATUR Føroya | | Í | Blaðstjóri VILHELM SØRENSEN Prent: A. ØSTER YMISK TÍÐINDI Sambært seinast skuldi tingid komid saman frásøgn við tingslit aftur mánadagin. bankaeftirlitsmaðurin Sølvsteen, Nýggi við Sjóvinnubankan, kom til Føroya við Tjaldrinum seinast. Faroe Shell, oljuflutningskipið hjá Shell, hevur skipað upp 180 tons av olju. NØKUR SKIPATÍÐINDI Seinastu Klakksvíkarskipini eru komin úr Grønlandi. Tað eru Fugloy, ið hevur veitt 1200 skp. og Carlton, ið hevur veitt 1000 skp. Polarfarid kom fyrst í vikuni á Klakksvík við 700 tunnum av sild og skuldi avstað aftur síðst í hesi vikuni. Seinast ið frættist frá Viðoy, ið er í Grønlandi á trolveiðu hevði hon er 57 tons. Fyri stuttum er »Vesturvik«, Fámjinskonnartin, komin úr Grøn- landi. Veiðan 1000 skp. HEYSTFRITIDIN Månadagin, tysdagin og miku- dagin hava skúlarnir í Havn heyst- feriu. HONDBÓLTUR Á STRONDUM Seinasta sunnudag var Neistin á Strondum og leikaði hondbólt móti Strandingum, ið reiðiliga hava brett sær á nú í seinastuni. Úrslitini vóru, at menn úr I lið vunnu Strandingar 9—2. II lið javnt 5—5. Eisini vunnu Strandagentur yvir Neistagentunum (TI. lið) vid 4-3. Seinrapartin gjørdist vána veð- ur, og tá Havnarfólkini komu aft- ur um kvøldið var veðrið heilt ringt. JOHNSON'S MOBEL POLISH CAR—PLATE OG CARNU til bilar GLO—COAT flótandi BONIVOKS fast BONIVOKS | | KLEEN—FLOOR STELLA—CLEAN sulf. sápa | tvogur og karklútar stoviklútar og bonimaskinur golvskrubbir og møbilbustir SÝRAN FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nýggjar bøkur Mikkjal á. Ryggi: Fuglabókin; Dýralæra 11., 84 bls. kr. 14,00. (Mentunnargrunnur løgtingsins gav út). Henda vælskrivada bók við nóg- vum myndum og litaðum talvum, er ein neyðug bók í hvørjum skúla, eingin skúli í landinum kann vera hana fyriuttan. A. C. Evensen: Lesibók fyri yngri børn. (Harubókin) triðja broytta útgáva. 114 bls., kr. 5,00. H. N. Jacobsens bókahandil gav út. Tey ið høvdu hesa bók at lesa í lá tey gingu í skúla vera ikki sein at keypa hana til børn teirra. Ein frálík gávubók til børn. Vísur til brúðardans. 47 bls., kr. 1,25. H. N. Jacobsens bóka- handil gav út. Nú er brúdleypstíðin. nú er brúdleyp í hvørjari viku, hann ið vil kvøða við í brúðardansinum má ogna sær hesa bók. Valið í Onglandi Attlee Bevan, andstøðumaður innan arbeiðaraflokkin: Vit hava brúk fyri Attlee á øllum økjum. Bevan segði fyri stuttum í stór- ari røðu: Á øllum økjum hava vit meiri brúk fyri Attlee enn Churchill, og innan okkara egna flokk mugu vit ansa eftir, at tað ikki gongur okk- um sum einstøkum sosialistaflokk- um inni á fastlandinum, at vit koyra fastir orsakað av foroldað- um doktrinum. listiskan politikk og finna javn- Vit skulu finna fram til ein rea- vág millum okkara mið og møgu- leikar, og eg hugsi, at veljararnir duga at síggja, at Attlee er realis- tiskur, Churchill ikki. Eg trúgvi, vit vinna valið. + Norski arbeidaraflokkurin vann við kommunuvalini í Noreg. Útlit er fyri at enski arbeiðaraflokkurin kemur at vinna enska valið í kom- andi viku. BOÐILIN Í FRAKLANDI DEYÐUR Fyri stuttum doyði franski bøð- ilin Julian Desfourneax, 74 ára gamal. Hann hevði avlivað fleiri hund- rað menniskju í hesum starvi. Fiskimenn. Tey tíðindi, sum menn fortelja heim úr Grønlandi eru so óhugna- lig, at eg føli tað sum mína skyldu at føra tey alment fram fyri at menn kunnu fáa høvi til at úttala seg um, hvørvítt tey eru sonn ella ikki. Er tað satt, sum menn siga, at skip hava ligið heilan mánað ella longri tíð inni í Føroyingahavnini, áðrenn tey eru sloppin at landa fiskin og at fáa útgerð umborð? Er tað satt, at vøruprísirnir eru triggjar ferðir so høgir í ti før- oyska handlinum í Føroyingahavn z ti norska handlinum i ini enn i sama plåssi? Er tað satt at norska krambúðin fegin vil selja til føroyskar fiski- menn; men at tað er føroyskk lóg ella fyriskipan, sum forðar okk- ara fiskimonnum at keypa tær bí- ligu norsku vørurnar og harvið tvingar teir til at keypa tríggjar ferðir so dýrar vørur út ti før- oysku krambúðini? Suðuroyar Fiskimannafelag og Føroya Javnaðarflokkur hava roynt at fáa Løgtingið til at við- taka, at fiskimenn skulu fáa toll- frítt tubbakk. Hetta málið eins og mong onnur er felt av okkara mót- støðumonnum á tingi. Ég loyvi mær ti at spyrja, um tollurin er skuld í, at cigarettirnar sum norsk- ir fiskimenn roykja ikki kosta meira enn tridingin av ti prisi, sum føroyskir fiskimenn noydast at rinda fyri sama slag av cigaret- um? Alt hetta er vert at fáa upplýst, fyri at feilurin kann verða rættað- ur, áðrenn okkara fiskimenn fara aftur til Grønlands næsta summar. Eg vóni at rætti viðkomandi vil upplýsa okkum um hetta. J. H. Danbjørg. | SILVIKRIN til hárið Brylereme MAG'S tannpasta Vigær tablettir SÝRAN Lastvognskoyring Anton Arge (y) Húsabrúgv TIf. 443. Grót og skervur. Øl, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað Bilstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa. Froðbíar sóknar kommuna Nr 61 1. OKT. Í ÁR Tann 1. okt. í ár hevði Hákun Dam tænt okkum her heima á Sandi sum kennari í 25 ár. 25 eru ikki 25 dagar, og vísti tað seg eisini at bygdafólkið mintist væl til hann henda dag, merkini veittr- aðu um alla bygdina, og væl av fólkið kom saman á kvøldi at heilsa honum. Vit sum har vóru samankomin, haldi eg skylda hon- um okkara bestu tøkk, bæði fyri tey 25 farnu árini, og eisini fyri tann blíðskap okkum bleiv sýndur. ár Hákun Dam er føddur í Skopun men var hann ikki meir enn 3 ára gamalur, tá hann misti faðir sín. Ikki var stuttligt í teirri tíðini at sita einkja eftir við nógvum børn- um; tað kenna tey best til sjálvi, sum roynt tað hava, og tað skal ikki undra meg um slíkir menn, tá teir koma til, eru eldhugaðir fyri at hjálpa gomlum sjúkum, einkj- um og faðirleysum. 15 ára gamal bleiv hann aftur móðurleysur, og var tá einki eftir av tí góða sum børn mest treingja til. Hákun Dam hevur ikki bert tænt okkum sum kennari í hesi 25 árini, men hevur eisini tikist við onnur størv sum t. d. hevur hann peningaliga sætt havt við sjúkra- kassan at gjørt í 23 ár, ja líka síð- an kassin bleiv stovnaður, og veiti eg honum mína bestu tøkk fyri tað. Í sóknarstýrinum hevur hann sitið í 8 ár, og tori eg at siga tað um Hákun Dam, um hann hoyrir til tey stillu her á foldum, at hann fyllir altíð sítt mannsstað út har hann kemur framat. Hákun Dam er kendur av mær í øllum hesum eg havi nevnt, av tí at eg bæði havi og framvegis ar- beiði saman við honum, men burt- ursæð frá tí, kenni eg eisini Hákun Dam sum húsfólk, av tí at hann búði hjá foreldrum mínum í 5 ár, og veiti eg tær tøkk fyri tey árini vit livdu saman sum brøður; okk- um fall ikki øvugt orð ímillum. Kæri vinur, eg ynski tær góða heilsu, við nógvum góðum árum á baki. Á Sandi. tann 8. okt. J. K. Petersen. TANNKLINIK Dr. Jakobsensgota 11, Tórshavn. Vidtalutid kl. 10—13 og 14—16 Leygardag 10—13 Máltráður. 171. Magnus Jensen, tannlækni. | Cljuklæði- fernis? køksborðslakk, | ovnlakk, | »Tveir timars« gólvlakk | lakkpenslar | Poal Isaksen |