leygardagur 20. oktober 1951síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62
Ein fiskimadur, ið hevur verið
í Grønlandi í ár, hevur sent okk-
um drúgva grein um viðurskiftini
har yviri.
Tí verri er blaðrúmdin lítil, so
vit hava loyvt okkum at stytt eitt
sindur um greinina, men tó soleið-
is. at einki, id hevur tydning í
hesum máli, er farið fyri einki:
Frá Grønlands veðurbardu strondum eru
teir flestu fiskimenn heimaftur komnir, so
at teir kunnur vísst sanna orð mini, Tað er
eråtuligt at vita sær til, at hin føroyski
fiskimaðurin hevur mist i Gronlandi í år
einar 2 milliónir krónur av ringari ordning
heimanifrå; ti eg taki ikki feil, tå eg haldi
it vit kundu havt veitt um 4000 tons meira,
dersum alt var Jagt til rættis sum tad skuldi
og åtti at verdi.
Í 26 ár hava teir føroysku fiskiminninir
rundað Hvarvið og vent skútuni inn mót Før-
ovingahavnini. Hvat er har gjørt?
Jú, har er komin ein handil, id er so til
rættis lagdur, at tær útgerðir, ið vit fyrr
fingu sendandi heimanífrá eru monopol-
hundnar til henda handil, so vit vóru noydd-
ir at keypa fyri tvífalt ella trífalt hækkandi
prísir. Inni í hesum jødahandli fekst tubbak
fyri 45 til 50 krónur kiloid. Kartongir a
sigarettum 28 til 30 krónur. Einkultar siga-
rettbøkur fyri 3,40 kr. bókin. Eisini tann út-
cerð. ið Grønlandsfelagið sendi inn í henda
handil av matna, var ikki bråkandi. Har
vóru spilt epli, rotin egg. mogið mjøl og
havragrýnini spilt av Cuprinolroyki, men
alt sýnist at vera gott at kasta fyri tann
nevdar fiskimann. Hetta er also arbeiði aft-
urhaldsisns har yviri í 26 ár. Hyggja vit
vvir í Suðurhavnina til norðmenninar, sum
har hava verið í 3 ár, so síggja vit hvat hitt
norska Arbejderpartiet hevur útrættað fyri
sínar landsmenn. Har eru stórar kajir, ný-
mótans smiðja, saltzoymsluhús og flótandi
koliskip til sild, og oljutangar, somuleidis ein
tíðarhóskandi handil við øllum biligum vor-
um Æótollaðar). Har fáa teir kartongina a
sivarettum fyri 10 krónur, tubbakspakkan
undir krónu, og klæðini nógv biligari enn
vit fingu tey.
Tá vit hoyrdu at norðmenninir høvdu so
híliga vøru harinni, fóru vit yvir at fáa okk-
um frá teimum. Vit hittu ein Dana, og bóðu
um at fáa at keypa tað okkum tørvaði. Hesin
Dani risti við høvdinum og segði: Nei í
stakkels Færinger, í kan desværre ikki lá
det sá billigt som Nordmændene: thi vi har
fået ordre at sælge eder det lige dyrt som
derovre hos eders butik. Og so legði hann
aftrat: Mig tykkes, at en stor synd er begået
mod eder stakkels færøske somænd, som i 26
år har boet her oppe om sommeren.
Vit stårsadu vid. Alt okkara hat blei
vent mót Føroya landi, hvørs afturhald situr
og sýgur mergin úr okkum, so búkarnir
standa á tambi, gøddir av tí neyðars fiski-
mannsins blóðiga sveitta. Ég má spyrja,
hvør hevur skuldina? Er tað landastýrið og
Grønlandsfelagið, ið saman við Føroya Fiska-
sølu. ið hevur verið úti eftir tí føroyska
fiskimanninum. Hví søgdu tit okkum ikki
frá tí áðrenn vit fóru avstad, at tit høvdu
stonet Charles Mauritzen burt, og hví søgdu
tit okkum ikki frá ti, at tubbak og annað
bleiv nógv dýrari haryviri enn her heima, so
hovdu vit visst spart okkum tær 3 til 400
krónirnar, ið vit vóru noyddir at keypa fyri
haryviri. Men eg vóni at hin føroyski fiski-
maðurin krevur tað aftur, ið so lumpisliga
glapp teim av hondum. Áðrenn eg fari víðari
vil eg biðja mínar lagsbrøður um at teinkja
ser um og handla við køldum blóði, tí hesi
feløg sum Grønlandsfelagið og Føroya Fiska-
søla hevur brotið seg so hart mót okkum at
tey mugu upploysast í løtuni, og vit seta okk-
ara menn har í staðin. Menn, id hava vilja
fiskimanninum. Aftur her er so lágt
sjort mót okkum, at vit fiskimenn mugu
ikki himprast, men krevja val í stundini, so
at ikki vit fiskimenn såman”id arbeidar-
unum skulu svølta. Tí hetta afturhald, id nú
ræður í Foroyum, brýtur tað niður aftur,
tað sum vit hava sveitta fyri í hálvhundra ár
tyri
ella longur.
Tá ið vit komu til Grønlands bleiv fiskað
áðrenn inn varð farið. Vit fingu 40 tons í 12
dagar. So var farið inn at landa. Har máttu
vit liggja inni vi fiskinum í 14 dagar, áðr-
enn vit sluppu frá lastini. Somuleiðis lógu
fleiri onnur skip og bíðaðu. Tá landað var,
íálvsagt. tå manglaða sild og garantipening-
ur fyri olju. So mátti bidast, og fyri at stytta
um orðini skal sigast, at vit fiskadu í 2 mán-
aðir. men vit vóru 4 burtur Tridja túrin vit
vóru úti høvdu skipini ligið inni í 14 dagar
og bíða eftir sild, hariblant kann nevnast
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Drápsgerðirnar móti fiski-
monnunum í Grønlandi
Høganes, Harald. Tá teir sluppu út aftur
høvdu teir ikki meir enn 14 dagar at fiska
uppí. Tað vil siga tað sama, at har var so
longu ein last spilt burt fyri teimum, og
hvussu mong vóru tey, id ikki høvdu somu
lagnu. Meðan fleiri skip lógu inni og hið-
aðu eftir sild bleiv damparin Brass sendur
yvir til Reykjavíkar eftir sild, so har kann
teinkjast, hvussu lagi var á fiskimonnunum.
Tá Bras kom aftur, heyði hann eini 70 tons,
ið var lagt oman á salti sum var í lastini.
Sjálvsagt var blot komið í sildina og snik-
urin var runnin niður í saltið. Tey fyrstu
skipini tóku sær eitt sindur av hesi spiltu
sildini og rest fór í havið. Rokna vit við
1000 kr. tonsið av sildini, so fóru 70.000 kr.
í havið, men tað er ikki alt, tí tá var saltið
spilt, ið undir var, Eini 3 til 400 tons blivu
eisini av saltinum koyrd í havið. Rokna vit
við 120 kr. tonsið, verða 300 tons 3600
kr. Har blivu so 100.000 krónur varpaðar í
havið: meðan lå hin neyðars fiskimaður aft-
ur og bíðaði eftir agni. Endabresturin var so
tann, at skipini einki salt fingu, so har kann
eitt skip nevnast, tað var Mazeppa. Hon
hevði landað nakd av lastini og mátti so
heim við hálvari last í góðari tíð. Aftur har
hava tess fiskimenn mist sínar 20.000 krónur
við at vera noyddir at sigla heim við hálv-
ari last. Nú er eitt eftir at spyrja: Hvør skal
hetala hetta? Tað kann aldrin vera soleiðis
lagt til rættis, at tann sild og tað salt, id
bleiv koyrt burt, skal koma út yvir okkara
útgerð. Hendir tað, tå vóni eg, at fiskimad-
urin. ið hevur verið í Grønlandi í ár reisur
ses upp og krevur sín rætt. Tí vita mugu
teir harrar i soleiðis hava rått, at teir og
eingin annar skulu bera tær útreiðslsur.
Til fundar í
Grønlandsfelagnum
Hósdagin kl. 5 vóru bløðini boðin
til fundar hjá Grønlandsfelagnum. Til
steðar hjá Grønlandsfelagnum vóru
Johan Dahl .frm.. Jens Chr. Johanne-
sen, stjóri og Poul Lamhauge. skriv-
stovustjóri.
Formaðurin bað allar vera vælkom-
nar. Tí næst greiddi Jens Chr. Johan-
nesen frá felagsins virki.
Hann segði. at hetta var fyrstu ferð.
ið fiskað var innanfyri mark í Grøn-
landi. Greiddi frá tingingunum, ið
fram vóru farnar hesum viðvíkjandi.
og ti fyrireikingararbeidinum, ið gjørt
var áðrenn skipini fóru av stað. Poul
Lamhauge hevði ferðast runt til allar
reiðarar í Føroyum fyri at fáa at vita,
hvørja útgerð. ið menn vildu hava
yvir í Grønlandi. Jóhan Dahl og Debes
Christiansen vóru yviri í Noreg og
gjørdu sáttmála viðvíkjandi agninum.
Tíðliga var farið undir at spyrja seg
fyri viðvíkjandi fluttningsførum. 50-
statt skuldi alt lagi. men so
komu ymsir trupulleikar. Kassakreditt-
ur. sum teir høvdu roknað við at fing-
ið. gekk ikki í lagi. og vegna verkfallið
máttu teir leiga »Bras«, ið er 800 tons,
í staðin fyri »Phonix«, ið er 1200 tons.
Skipini komu ikki yvir til ta tíð. tey
skuldu.
»Norco« skuldi vera í Føroyinga-
havnini 28. mai, kom 1. juni. »Oyrna-
fjall« skuldi vera 21. juni, kom 9. juli.
»Norco« aðru ferð skuldi verið 7. aug.
kom 22.
verið í
aug.
Ígnspurningurin.
Reiðarar í Føroyum høvdu bidid
um sløk 600 t av sild. Grønlandsfelagið
bad um 800 t. men av ti at verkfallið
kom, og skipini fóru seinni enn ætlað.
varð hetta aftur broytt til 600 t.
Agnleysir dagar vóru. Tvær grundir
vóru til tess. Eitt av skipunum mátti
venda aftur til eitt skip ið var í havs-
neyð. og eitt annað rendi á land yviri
í Noreg, tå ið lað fór av stað. Hetta
seinna skipið orsakaði eisini, at tað
Embætissetan
Aftaná at:hava sett hinar synir
sínar í ymisk almenn størv her á
landi, hevur Kr. Djurhuus nú sett
hin seinasta, ið einki stsarv hevði,
il føroyskan umboðsmann í
danska uttanríkisráðnum.
Nú er also eingin eftir.
Svimjuroyn
ynd A
Vestmanna.
Ongantíð áður hevur svimji-
ítróttin verið so nógv íðkað her
sum í summar og væl sæst eftir.
Ein hópur av børnum hava tikid
tær smærru svimjuroyndirnar og
nú seinast hava fleiri tikid ta stóru
royndina — A-royndina.
Fugloy at taka
bátafisk
Klakksvík.
Sagt verður, at Fugloy um stutta
tíð skal leggja til í Gøtu at:taka
fsfisk frå útróðrarbhátum har um
gjordist eplaneyð. tå tað hevði 300 ks.
av eplum við.
Norðmenn skuldi lata agnið til Før-
oyingar, men sýndu teir ógvuliga stórt
óbeinasemi. hóast tað. at Grønlands-
felagið bæði i fjør og í ár hevdi hjálpi
teimum úr stórari knípu.
Nakað av sild. ið kom úr Íslandi var
spilt. 40 tons.
Grønlandsfelagið hevdi sak
ímóti teimum islendingunum, ið seldu
lagt
sildina.
Oljuspurningurin.
Í fjør hevði felagið fingið stóran
kreditt frá oljufeløgunum. men í ár
mátti teir gjalda oljuna áðrenn hon
var latin umborð. men vísti tað seg, al
fjarrit, ið fóru ímillum komu ógvuliga
seint fram. so at støðgur kom í i ein-
støkum førum.
Teir hava selt til skipini 2 milj. litra
av gassolju og 100 tons av fuelolju.
Í juli mánaði stedgadi peningatrotið
Í Sjóvinnubankanum oljusølu í 4 5
dagar.
Kolið.
Frammanundan var umbidid 81 tons
av koli. Teir sendu nakað av føroysk-
um og nakað av enskum yvir. men tað
føroyska var lítið umtókt har yviri.
Vegna óveður fóru 35 tons av koli við
>Norco< yvir borð. Teir hava latið 60
tons av koli til skipini. umframt nakað
frá felagnum >Agrikox. men teir vístu
ikki reiðiliga hvussu nógv tað var,
Onnur útgerð.
Felagið hevur selt fyri
tús. kr. í aðrari útgerð.
Klagað varð yvir eina nøgd av snøri
21 dusin, ella i peningi umleið 9
tús. kr. Hetta snøri var beinleiðisíksom:
ið úr Onglandi. Menn ráða til at keypa
snøri úr Noreg ella Danmark. tí tað
enska er so vánaligt.
Seldir vórðu 200 ks. av mjólk
(Molly?) harav varð klagað yvir 4.
ið vóru spiltir.
100--—150
20. oktober 1951
AL kæri faðir okkar:
Axel Waldemar Dalsgaard
keypmaður
er deyður, verður kunngjørt fyri
æll og vinum.
Jarðarferðin verður av Mølini
í Skálavík mánadagin 22. okt.
á miðdegi.
Synirnir.
Hjartaliga takki eg tykkum
ið á ymiskan hátt heiðraðu meg
á 70 ára fodingardegi mínum
tann 27/9
Joen Olsen,
Skúlavík.
Í vár reiðarnir, at línu
skipini bert skuldu royna við línu, ti
var bert roknað við hóskandi snøri til
snørisfiskiskap, soleiðis at linuskip, ið
ætlaðu sær at royna við snori, ikki
kundu fáa hóskandi snøri.
Allar vørurnar vóru beinleiðis flutt-
ar úr útlondunum.
Um tollvørurnar er at siga, at:øll
skip. i9 fiskadu innanfyri markið,
mátti gjalda toll til grønlendingar. og
orsakaði hetta at nógvar vørur vóru
ovurdýrar.
Sicaretipappir: 3 kr. fyri bókina.
Tubbakstollur: 25 kr. fyri kg.
Sigarettpappír: 3 kr. fyri bókina
Í alt hava føroyingar goldið í tolli
til Grønlands umleið 43 tús. kr.
Hava biðið um frihavn í Grønlandi.
men er hetta ikki gott við at gera. tá ið
vit onga frihavn hava í Føroyum.
Okkurt kom í land her í Føroyum,
úðren tað fór yvir og var tað eisini
tollad her. Sostatt varð dupultur tollur
voldin av hesum vørunum.
Norðmenn. id arbeiddu uppi á landi.
máttu eisini gjalda grønlendskan toll,
meðan norskir fiskimenn. ið noyddust
at fiska innanfyri mark ikki goldu
oronlendskan toll. Hartil er at siga at
teir eisini fingu >hond<.
søedu
Saltið.
Reiðararnir bóðu um at fáa 5200
tons av salti, men teir hava selt 6000
tons. Meginparturin var keyptur bein-
leiðis frá Miðalhavslondunum. og nakð
ímóti ætlan frá Drelnesi. 150
tons. ið vóru eftir í »Norco« fyrra túr-
in. var ætlanin at nýta aftur, tí at menn
sum Magnus Dahl og Ólavur Mikkel-
sen. vrakarakontrollørur í Vági. søgdu
hetta saltið vera væl nýtiligt, varð
koyrt í havið. tí vrakararnir har yviri
noktadu at taka tað Ul nýtslu.
Teir seldu saltið fyri 155 kr. tonsið,
meðan norðmenn seldu tað fyri 150
kr. tonsið.
Hvi skip bíðaðu eftir landingartørni.
Ætlanin var av fyrstu tíð. at tad
altíð skuldu vera tvey skip at taka fisk,
men við tað at skipini ikki komu til
ásettu tíð. var ofta bert eitt skip.
Tey fiskiskip. ið komu við fullum
farmi sluppu fyrst framat. og ikki vóru
tað øll skip. ið søgdu frá áðrenn tey
komu. og kundi sostatt vera tarnaði
upp til eina viku.
Hetta kann tó bert sigast til 21. aug,
tí tá før Poul Lamhauge úr Grønlandi.
(Peter Otto Ellingsgaard var eftir í
Grønlandi. men hann var ikki á fundi,
hóast hann sat á skrivstovuni í Fiska-
søluni. har fundurin varð hildin. tá ið
blaðmenninir komu).
Framhald á 2. síðu.