leygardagur 3. november 1951síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3. november 1951
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
MEIRA UM LØGTINGSMÅL
Foroya Fiskasøla
Málið um Føroya Fiskasølu kemur
til viðgerðar á Løgtingi í hesi tingsetu.
Fiskimenn krevja ta núverandi Fisk-
asøluna avtikna. Orsøkin er tann, at
tann prisurin, sum føroyskir fiskimenn
verða avroknaðir við liggur nógv
lægri enn í nøkrum av grannalondum
okkara.
Fiskimenninir eru Øtilfrids vid, at
stýrið í landinum hevur givið einkar-
rætt monopolrætt til eitt privat-
felag, har fiskimenn eru útistongdir
frå allari vitan um prisirniar í teim
londum. sum keypa okkara fisk.
Fisskimenn eru greiðir yvir. at vit
megu hava eina fasta skipan, men
ikki sum hana, ið nú er.
Prísurin má ikki niður um eitt fast
ásett mark og allir ið hava fisk at selja
skulu kunna selja t. v. s. at nakrir
einstakir ikki skulu kunna selja alt
sítt meðan aðrir verða liggjandi inni
við øllum sínum.
Eina útflutningsskrivstovu megu vit
hava við einum fultút handilskønum
stjóra, ið skal hava í sínum hondum
at kanna sólulíkindini og prísir. og eis-
ini at ansa eftir at eingin liggur inni-
brendur við sínum fiski, tá ið sølulík-
indi eru.
Eina nýggja skipan við-
víkjandi Grønlands
fiskiveiðini
Vit vita. at mong brek hava verið
tey farnu árini og ikki minst í 1951
Hesi brekini megu bøtast. Viðvíkjandi
viðurskiftini hava
1 summar. Tann
agni vita vit at
verið út av lagi ring
Bókin
FEÐGAR A FERÐ
eftir Heðin Brú
verður liðug um miðjan nov.
x
Sum lovað geva vit
haldarum og lesarum blaðsins
fyrstarætt at tekna seg fyri eitt
Prísurin verður 575 og
vakurt prenta á gott
hervið
eintak.
bókin er
pappír.
Vilja tygum ognast eitt eintak
seti tá navn tygara á lepan nið-
anfyri og vit senda hana so
skjótt hon er liðug.
Við heilsu til allar
vinir feðganna
Forlagið FRAMHALD
j S |
<< Q |
zoo
o m Ar
= 5
| = 5 Á 5 |
| 8 ;,-= = :2 2 |
| = = = og
| 73 = kú
|EF = æ |
Ss 7 har |
hje. o |
(5 = => |
| 8. "is æt
= Stíf i |
| £ Í = fS |
|= "5 må |
| > = þr; |
> a þ- |
|
|
frammanfyri nevndi handilsskøni mad
ur må tingast vid feløg, sum hava sild
at selja, og agnkeypið må ikki forðast
ella tarnast av ti, at einstakir skipa-
eigarar tå í løtuni ikki hava tøkan
pening at rinda agnið við; ti hetta er
stóran týdning, og harfyri má landið
taka sær um reiggj.
Menn hava hug at fara tíðliga yvir
um summarið og verða har til út á
heystið. Harfyri megu vit hava frysti-
hås har yviri, soleidis at veidan skal
kunna fara ótarnað fram. Eisini må
olja kunna fåast til allar tíðir har yviri,
Goymsluhús megu gerast og mangt
annað.
Tað má verða kannað eftir. hvat ið
liggur til grund fyri teim frásøgnum.
sum eru heimkomnar úr Grønlandi.
Alt má koma fram og síggjast frá
øllum síðum, soleiðis at brekini kunna
verða bøtt.
Tryggingarsambandið
Tað er eitt stórt framstig. at trygg-
ingin nú er í Føroyum heldur enn á
útlendskum hondum; men byrðurnar
eru tungar at bera, og fiskimenn eru
av teirri áskoðan, at yvirskotið eigir at
koma fiskivinnuni til góðar t. d. sum
lán fyri at kunna keyp agn og olju til
fiskifør í Grønlandi og aðrastaðni.
Peningur landsins
Føroyar eru tað einasta land. ið
vit kenna, sum sjómenn ikki fáa tollfri
ar vørur til nýtslu umborð. Vit krevja
eina tollfría vørugoymslu í Føroyinga-
havnini.
Fyri at bøta um tey peningaligu
viðurskiftini í landinum, krevja vit. at
landshandilin tekur einkarsølu við slík-
um vørum, sum geva stóran vinning
serliga luxusvørum øllum klædna-
vørum, bilar, syklur, sjómannsklæði.
gummistyvlar og annað.
Vinningurin av hesi sølu
nýttur til at nidurseta prísirnar á neyð-
synjarvørum, fyri at landshúsarhaldið
kann gerast biligari.
Um frammanfyri nevndu løgtings-
mál havi eg talað við nógvar fiskimenn
verður
og teir eru allir á einum máli um, at
øll hesi mál eru av lívsviktigum týdn-
ingi fyri allar fiskimenn og fyri landið
í síni heild. Tað sama siga teir um tey
mál. sum eg fyrr havi umtalað í hes-
um blað og sum vit aftur í ár fara at
reisa á Føroya løgtingi. Eg loyvi mær
lika at nevna tey aftur her:
I. Endurgjald til sóttardeyðaeinkjur
allar skulu hava rætt til
eisini tær hvørs
soleiðis at
sama endurgjald
maður doyr av sjúku.
II. Peningurin fyri alla veidu skal
rindast fiskimonnum beinleiðis og ikki
gjøgnum reiðararnar. Eg hugsi her
serliga um peningin fyri feskan fisk.
sum gloymdur varð, tá ið lóg varð
gjørd um pening fyri salt- og klipp-
fisk.
III. Lønjavningargrunnurin skal
veita fiskimonnum kr. 700.00 um mán-
aðin í staðin fyri kr. 500,00 og allir
menn skulu hava rætt til endurgjald
eisini teir, sum av misgávum hava
sent umsókn í seinra lagi.
IV. Fáa lagalig lán til húsabygging.
V. Forða fyri at selja góð skip út av
landinum og gera útveg fyri at byggja
stór og tíðarhóskandi før.
VI. Byggjan av kostsskúla soleiðis
at tad gerst lagaligt hjá fátækum ung-
lingum at ganga á teir hægru skúl-
arnar.
At enda vil eg loyva mær at biðja
fiskimenn um allar sum ein úttala seg
|
Nr 64
hvar er SÝRAN ?
SÝRAN
ÅARVEG NR. 4 Í
er flutt niðan í
NB: Nýggja telefonin er 671
um hesi mál og siga teirra hugsan.
Landssýtrið og Løgtingið hoyrir ov-
lítið frá fiskimonnum. Tit fiskimenn.
sum vága lívið fyri at bjarga landi og
fólki eiga at lata teir sum landinum
stýra vita hvørji krøv tit seta fram.
og hvørji mál tit vilja hava framd.
J. H. Danbjørg.
5
FØROYA
frentarafel 1
Føroya prentarafelag hevur til enda-
máls at fáa allar Føroya prentarar og
tey. ið beinleiðis virka á prentsmiðju,
at standa saman í felagsskapi, fyri á
tann hátt at fremja alt føroyskari prent
ing og prentarum at gagni.
Hesi eru ordini, grein eitt í viðtøk-
um Føroya nýstovnaða prentarafelags,
og við hesum orðum fara vit fúsir til |
verka.
Fyrsti snerturin verður at royna at
fáa enda á ti óskilinum, ið nú valdar
við at arbeiði ið átti at verðið gjørt í
Føroyum, verður gjørt uttanlanda.
Gerið allir avvarandi so væl, áðrenn
tit næstu ferð senda arbeiði av land-
inum, at siga okkum hví tit ikki lata
tað gera í Føroyum.
Eru føroysku prentsmiðjurnar ov
dýrar við arbeiði sínum ella gera
prentararnir vánaligt arbeiði ?
Við at siga okkum hetta, geva tit
Føroya prentarafelag høvi til at rætta
skeivleika á hesum og hasum øki.
Ívast tit, um eitt ella annað kann
prentast í Føroyum, so skrivi til Før-
oya prentarafelag, og somuleiðis, um
okkurt tykist óhampuliga dýrt.
Um henda áheitan ikki
verða vit noyddir at biðja tingið seta
bann fyri at lata prentarbeiði av land-
hjálpir
inum, sum ikki gongur gjøgnum Før-
oya prentarafelag.
Felagið vil gera hvat ið gerast kann
fyri at arbeiðið kann verða gjørt so
ódýrt og snotuligt sum gjørligt er. við
tí tilfari vit hava at virka við.
F.P.v
Nevndin:
Benny Samuelsen. Martin Thomsen. |
Esmar Jacobsen.
Hví verða fiska-
kassarnir gjørðir
í útheiminum ?
Við bryggjuna her í Havn liggur
norskur bátur og lossar ósamansettar
fiskakassar. Hétta eru kassarnir. ið
fiskurin til Suðurameriku skal sendast
i.
Um hetta skrivar Dagblaðið eit |
petti, og er tað helst hetta ein hevur
hug at steðga vid: >Áður hevur verið
gjørt til í Føroyum, men tá verður tað
væl dyrari,« verður sagt okkum.
Heita er ein spurningur. ið vit ógv-
uliga fegnir vilja hava gjøllari greidd-
an.
Hvussu nógv kostar ein kassi í No-
reg tilfar og arbeiðsløn ?
Hvussu nógv kostar ein kassi í Før-
oyum, tilfar og arbeiðsløn ?
Er hetta arbeiðið boðið út alment?
Tað eru spurningar, ið vit vilja hava
svar uppá, tí sum nú er ganga nógvir
timburmenn = arbeiðsleysir. Nógvir
kundu sloppið framat her.
Hví verða kassar, ið nýttir verða í
Fuglafirði og Gøtu settir saman í Havn
og tínæst fluttir norður? Duga teir
ikki at gera tað har norduri, og er tað
ikki bíligari at senda teir ósamansettar
norður ?
Tveir Hovbingar
fylla 80
Nú fyllir annar Hovbingurin 80 ár
i ár.
Hin fyrri er Hans P. Hammer (Han-
us undir Homrum).
Hans hevur altíð verið og er av
raskastu monnum, morgunmaður sum
fåur og ikki hevur nakar sætt hann
koma gerandisdag hendur í lumma
spákandi eftir vegnum.
Enn sum fyrr arbeiðir hann fleiri
mannskurðar av torvi á hvørjum ári.
rekur og nú í heyst sást hann undir
hoybyrðuni.
Mánadagin fyllir Olávus Jespersen
(Olávus oman Lon) 80 ár.
Olåvus hevur verið raskur bóndi og
sum seyðamaður man fáur hava verið
betur.
Stuttligt var at síggja Olávus tá hann
var upp móti 70 skunda sær í grind.
Tíanverri hevur heilsan svíkt hann. so
í ár var hann ikki í hoynum.
Vit vóna at tit báðir verða at halda
á nakað væl atfurat.
Kenningur.
Tey, ið ætla at fylgja við nýggju
skaldssøguni hjá Heðin Brú, ið
verður prentað sum framhalds-
Sosialinum, eiga at vissa
soga 1
?
sær blaðið nú beinan veign.
?„Jdni
Smiðju- og maskinverkstaður
Autogen-elektrosveising.
Máltr. 83, Klakksvík
TANNKLINIK
Dr. Jakobsensgota 11, Tórshavn
Vidtalutid kl. 10—13 og 14—16
Leygardag 10—13
Máltráður. 171.
Magnus Jensen, tannlækni.