týsdagur 16. apríl 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 71 - 16. apríl 2002
Nr. 71 - 16. apríl 2002
13
VALGREINAR
Mannarættindi –
einans fyri tey
sterkastu?
Annfinn Brekkstein
valevni sambandsflokksins
í Suðurstreymoy
Í einum ásannan av hesum
veruleika vil undirritaði
sum valevni sambands-
flokksins stríðast fyri at
minka um almenna partin
av samfelagsbúskapinum. Í
hesi stremban er og verður
eitt av aðalmálum floksins
at minka um tað alt og høga
skatta- og avgjaldstrýstið,
sum er galdandi í føroyska
samfelagnum.
Tað er okkum til títlan
sóma at varðveita ein
marginalskatt uppá 58 % av
seinast forvunnu upphædd-
ini fyri vanligar meðal-
inntøkur, umframt at meir-
virðisgjaldið er tað hægsta í
Europa ájavnt tað danska
og svenska.
Tað skal altíð loysa seg at
arbeiða. Borgarin skal so-
statt ongantíð revsast fíggj-
arliga fyri sín góða arbeiðs-
hug. Fyri at stimbra og
motivera
tann
einstaka
eigur øll orka eitt komandi
valkskeið at vera løgd í at
fáa skattin niður um 50 %
seinast tjentu krónuni.
Hans J. Hermansen
Valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Er nakar hugsjónarmaður
eftir? Er nakar, sum saman
við mær hevur hug til at
royna at stovna eina altjóða
friðarrørslu, ið sprettur úr
fólkinum? Eina sonevnd
"grasrótarrørslu".
Rørslan skal vera óbund-
in í allar mátar og ikki
órógvast av nøkrum øðrum.
Einasta málið er friður fyri
øll.
Eg ivist ikki í, at meiri
enn 99% av heimsins
borgarum, ið hava ikki
fólkaræði, lata seg kúga av
minni enn 1%, sum situr
við valdinum. Hvussu hetta
prosentið
hevur
fingið
valdið at kúga onnur, er ein
annar spurningur.
Um vit, ið hava tað gott,
orka ikki at fara undir tílíkt
tiltak, hvussu skulu tey
kúgaðu so orka?
Hyggið at støðuni úti í
heimi: Skal framtíðin hjá
okkum og okkara eftirkom-
arum síggja út, sum hon
ger, uttan at vit hava lyft
hond frá síðu?
Trúgv flytir fjøll. Ein
langur gongutúrur byrjar
altíð við fyrsta fetinum.
Hetta verður ein langur
túrur, um hann skal eyðnast
og verður ikki avbrotin. Við
orðunum hjá Chamberlain í
huga, Peace in our time,
verður farið til gongu, fyrst
í Føroyum og seinri -
vónandi - úti um heimin.
Um onkur er, sum er
áhugaður at hjálpa mær við
hesum, kann viðkomandi
skriva til mín ella senda
teldupost. Skipað verður
fyri fundi, um undirtøka
verður fyri hesum.
T-postur:
hajah@post.olivant.fo
Gunnar K
Nattestad
Valevni Sambands-
floksins í Vágunum
Mangan geva vit okkum
ikki far um hvussu gott
vit hava tað. Vit liva væl,
hava tak yvir høvdið,
ríkiligt at eta og kunna
ferðast frítt. Vit hava
rættin
til
persónligt
frælsi m.a. at eiga okk-
ara egna, kunna stórt
sæð siga tað vit vilja og
hava ikki fyri neyðini at
finna okkum í at vera
álopin ella hótt við lívin-
um. Jú, vit hava tað gott!
Men hava øll tað gott?
Hvussu er við teimum
óføddu, teimum ið eru
brekaði og teimum ið
liva í fátaku londunum?
Nei, nógv av teimum
hava tað als ikki gott.
Okkara rættarskipan
skal eitast at tryggja at
tann óseki ikki verður
dømdur sekur. Men tá
talan er um tey óføddu,
kunna vit í praksis taka
lívið av teimum inntil
tey eru 12 vikur gomul.
Vit ógvast tá vit hoyra
um at fólk vera dømd til
deyða, men hvat hugsa
vit um at 10’tals av okk-
ara egnu borgarum verða
avlívað á hvørjum árið?
Skula vit snakka um
hvør, ið er sekur og ikki,
er neyvan yvi um, at
barnið má vera eitt tað
ósekasta
vit
kunna
ímynda okkum. Hóast
hettar, er tað mangan
ófødda barni ið má
gjalda við lívinum fyri
foreldrana
misstøk.
Hvussu ber tað til at
mannarættindini
ikki
røkka her? Hvat sigur
m.a.
AMNESTY
til
hetta?
Hvussu kunna somu
fólk, ið berjast fyri at
bjarga m.a. drápsmonn-
um frá deyðarevsing,
samstundis heilhjartað
tala fyri fríum fostur-
drápi og enntá viðmæla
hettar sum lið í bardag-
anum móti fólkavøkstri?
Vit hava ikki deyða-
revsing í Føroyum sigst,
men hvat mundu tey
óføddu sagt um tey blivu
spurd?
Barnið
við
mongolismu, barnið ið
er úrslit av eini neyðtøku
ella barnið ið hevur
foreldur ið verða metta
at vera illa fyri, er í
stóran mun óvart.
Ófødda barni kann
einki siga, kann ikki tala
sína søk, argumentera og
mótmæla. Men er tað
ikki
júst
her
at
MANNARÆTTINDINI
koma inn í myndina, er
tað ikki júst har tey
veikastu hava sína verju?
Vanliga kallað vit tey
ið tala søk teirra veiku
fyri stríðsmenn, men
hvussu er við teimum ið
berjast
fyri
rættindi
teirra óføddu. Tey vera
vanliga kallað fanatik-
arar, kvinnu-niðurgerð-
arar og tað ið verri er.
Mín vón og ynski er at
vit í Føroyum vilja geva
okkara óføddu somu
rættindi sum okkum ið
eru fødd, so at tey ikki
ein dag skula siga, "Tit
tóku tykkum rætt til at
velja um vit skuldu liva
ella doyggja í móður-
lívið, nú fara vit at av-
gera um tit skulu liva
ella doyggja sum gom-
ul".
Ein
ógvusligur
takni, men hygg at
hvussu veruleikin er,
m.a. í Hollandi.
Lívið er ein menning
frá gitnaði til deyða -
men tað er líka nógv lív
alla tíðina! Sjálvt um
eingin sær nakað og róp-
ini hoyrast ikki – so er
lívið ið verður tikið hitt
sama og deyðin er líka
veruligur.
Lat okkum úr øllum
flokkum standa saman
um at verja lívið vit øll
hava fingið frá Guði.
Friður í okkara tíð
Skattalækking
Hans Pauli Strøm
javnaðartingmaður
Hetta er yvirskriftin í heil-
síðisgrein í nýggjasta FF-
blaðnum, sum væl og virði-
liga grundgevir fyri og
dokumenterar, at tjóðveld-
istíðindini um at tann gitni
norski politikarin Thorvald
Stoltenberg arbeiddi fyri
føroyska/grønlendska
fullveldisbólkin í Fólka-
tinginum, "kunnu staðfest-
ast sum ósannindi". Onkur
hevur funnist at mær fyri at
kallað hetta nummarið hjá
tjóðveldinum fyri svindil.
Tað er møguligt at "bluff"
hjá FF-blaðnum er tað
rættara orðið. Men týdn-
ingurin er nakað tann sami.
Søgan um Stoltenberg var bluff
Birgir Mohr
valevni Javnaðarfloksins í
Sandoynni
Heimarøktin skal útbyggj-
ast við døgnrøktarskipan
Fleiri og fleiri eldri liggja
einsamøll
og
óhjálpin
heima, tá heimahjálpin fer
eftir dagligu ella vikuligu
vitjanina.
Tí vil Javnaðarflokkurin
beinanvegin
útbyggja
heimarøktina við einari
tilkalliskipan, fyri harvið at
økja um tryggleikan og
møguleikan at búgva og
vera verandi í egnum
heimi, hóast høgan aldur.
Pensiónin skal upp
Eingin einstaklingur skal
við pensiónsaldur hava
minni enn kr. 10.000,- um
mánaðin í pensión - og
hjúnarpør kr. 16.000,- tí
eingin kann ídag halda hús
og liva sámuliga fyri minni.
Fólkapensiónin og Sam-
haldsfasti eftirlønargrunn-
urin
skulu
tilsamans
tryggja pensionistum hesar
minstu upphæddir.
Tey møguleikaskerdu
Javnaðarflokkurin fer at
seta viðurskiftini hjá fólki
við skerdum møguleikum
aftur á dagsskrá, eftir at
hesi ikki hava verið raðfest
politiskt seinastu árini.
Ítøkulig stig skulu takast
at útvega og byggja bústað-
ir til sálarliga sjúk, menn-
ingar- og rørslutarnað fólk.
Somuleiðis skal arbeiðs-
marknaðurin gerast rúmari
fyri hesum fólkum, soleiðis
at lívsdygdin hækkar. Allir
almennir bygningar eiga at
vera gjørdir atkomuligir
fyri rørslutarnað fólk.
Heilsuverkið skal
styrkjast
Javnaðarflokkurin vil taka
ítøkjulig stig at betra fólka-
heilsuna, við at bjóða før-
oyingum
fyribyrgjandi
heilsukanningar til øll, og
viðgerð móti misnýtslu av
ymiskum skaðiligum slag.
Í sjúkrahúsverkinum skal
tørvurin hjá sjúklinginum
setast í hásæti, og somu
heilsuligu
tilboð
skulu
bjóðast um allar Føroyar,
uttan mun til hvar ein býr.
Støðið má vera sum tann
frægasta tænastan í okkara
grannalondum.
Hetta
kostar
pening.
Javnaðarflokkurin vil rað-
festa peningin á løgtings-
fíggjarlógini, til frama fyri
alt Føroya fólk - til lívs-
frælsi - framum óveruligar
tjóðskapardreymar
og
nationalismu.
Veljið Javnaðarflokkin
Føroya Javnaðarflokkur sigur og meinar tað –
FÓLKIÐ FYRST !
VALGREINAR
Ynskja vit fram-
haldandi at liva í
einum fram-
komnum Føroyum
- tá velja vit framhaldandi ríkisfelagsskap
- sum Sambandsflokkurin vil virka fyri
Jákup Lamhauge
Valevni Sambands-
floksins í Eysturoy
Løgtingsvalið hesaferð
stendur
meira
enn
nakrantíð áður um valið
millum varðveitan av
ríkisfelagsskapinum
millum Føroyar, Dan-
mark og Grønland, og so
hinvegin um valið at
slíta Føroyar úr ríkis-
felagsskapinum.
Samgonguflokkarnir,
Tjóðveldisflokkurin,
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin, hava í
sínum valuppleggið til
føroya fólki, gjørt greitt,
at um teir aftur fáa
meirilutan í løgting-
inum, so verður hildið
fram á somu leið sum
seinastu fýra árini -
nevniliga at slíta øll
bond við 600-ára gamla
ríkisfelagsskapin.
Stevna
sjálvstýris-
flokkana er ikki at taka
feil av, og tí er tað so
mikið meira umráðandi,
at vit føroyingar eru á
varðhaldi og leggja forð-
ingar
fyri
ætlanum
teirra. Hendan møgu-
leika hava vit á valdeg-
num 30. apríl.
Veljarakanningarnar
seinastu tíðina hava víst,
at stórur meiriluti av
føroyingum eru ímóti at
slíta við ríkisfelags-
skapin, og tað kunnu vit
bert fegnast um, men
løgtingsvalið hevur ikki
verið enn, og tí er um-
ráðandi, at vit halda fast
um støðu okkara og ikke
bert tað, men at vit hvør
í sínum lagi gera sítt til,
at valúrslitið verður eins
gott og veljarakanning-
arnar higartil hava víst.
Øll mugu gera sær
greitt, at talan er um eitt
sera álvarsamt val - tí
eru vit fyrst farin úr
ríkisfelagsskapinum, so
ber ikki til at venda
aftur.
Tí verður enn einaferð
rópt varskó til føroya
fólk - stemmið í við
Sambandsflokkinum,
flokkinum
sum
vil
tryggja
vælferð
og
trivna í landinum.
Bergur P. Dam
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Tjóðveldisflokkurin
er
farin í valstríð við eini
ræðumyndaherferð, har
tey kasta øðrum fyri at
vilja gera somu skaða-
gerðir, sum Tjóðveldis-
flokkurin sjálvur hevur
gjørt
Í politiskum útvarpslýsing-
um hevur Tjóðveldisflokk-
urin boðið til kafékvøld,
har ávíst tema hevur verið á
skránni.
Kriminalpreventión
Fyrsta reklaman, sum eg
hoyrdi snúði seg um lands-
kassan.
Orðaljóðið
var
nakað sum "Hvussu forða
vit hinum flokkunum at
tøma landskassan?". Í hesi
orðing er innbygd ein
ákæra ímóti øllum hinu
flokkunum, har teit verða
skýrdir at verða kriminellir.
Ein ákæra, sum ljóðar, at
sleppa hinir flokkarnir, so
aftra teir seg ikki at stjala
av landskassanum. Ein
ótrúliga grov ákæra. Ein
markleysur frekleiki, sum
helst stavar frá eini undir-
lutakenslu, sum er kon-
verterað til stórheitsvanvit
og sjálvsyvirmetan.
"Ræni eg alt, kunnu hini
ikki"
Men kanska trúgva tey
sjálvi hesum. Kanska hava
tey sannført seg sjálvi um,
at tað veruliga er so.
Kanska er hetta ein
grund fyri politisku fram-
ferðini
seinastu
tíðina.
Kanska er tað so at tjóð-
veldisumboðini hava hugs-
að sum so, at tryggasta
háttur at forða stuldri, er at
syrgja fyri, at onki er at
ræna. Tí royndu tey at
leggja alt so til rættis, at
onki er í landskassanum at
ræna hjá teimum sum taka
yvir.
Fyrstu árini í samgongu
brandskattaðu tey, hækk-
aðu blokkin til metstøði og
løgdu alt til síðis. Henda
uppsparing skuldi brúkast
at propagandera fyri loys-
ingini. Øll átrokandi máls-
øki blivu forsømd. Hóast
bestu tíðir bleiv onki gjørt.
Men so – tá seinasta
fíggjarlóg teirra skuldi
gerast – vendist alt við. Væl
vitandi, at tað, sum nú bleiv
avgjørt, komu eftirfylgjar-
arnir at skula fíggja, varð
hol sett á.
Útreiðslur í milliarda-
klassa blivu samtyktar í
evstu løtu, tá hurðin var um
at bresta í eftir samgong-
uni. Samstundis bleiv ein
triðingur av blokkinum í
einum høgdur burtur.
Úrslitið: Samtykta fíggj-
arlógin í ár – tá eykajáttanir
og nýggjar útreiðslur eru
innroknaðar – fer at geva
hall.
Eftir einum ári vendu tey
einum yvirskoti uppá fleiri
hundrað millónir til hall.
Og so var fullgjørt. Tí
hvør kann ræna ein lands-
kassa, sum longu er tømd-
ur?
Undirgrundarhandil
Onnur lýsing snúðið seg
um virðini í undirgrundini.
Í lýsingini varð spurt,
hvussu tey kunnu forða
andstøðuni
at
avreiða
ráevnini í undirgrundini.
Aftur ein grov, ærumeið-
andi ákæra innbygd í eina
útvarpslýsing. Og aftur ein
ákæra,
har Tjóðveldis-
flokkurin ávarar ímóti at
onnur kunnu finna uppá at
gera tað sama, sum tey
sjálvi hava gjørt.
Ikki nógv dømi eru um at
so at siga alt politiska um-
hvørvið í Føroyum hevur
staðið samt um eitt mál.
Men málið um undirgrund-
ina er slíkt dømi.
Allir flokkar í Føroyum
hava hildið rimmarfast um,
at møgulig virði í undir-
grundini eru ogn Føroya
Fólks og bara fólkið í
Føroyum eigur at hava
avgerðarrætt yvir hesum.
Hetta var full semja um.
Til Tjóðveldisflokkurin,
sum tann einasti, broytti
kós, og bæði vildi lata
onnur taka pant í møguligu
virðunum og kunngjørdu,
at tey ikki vóru samd í at vit
hava ræði á hesum virðum.
Eftir
at
fleiri
loys-
ingarstrategiir vóru koll-
sigldar, kom rættuligur
panikkur í Tjóðveldisflokk-
in. Í garvillari desperasjón
bjóðaðu tey dønum pant í
undirgrundini, um danir
afturfyri
vildu
fíggja
loysingina her og nú. So
fast hevði fáfongdin fingið
tøkur í teimum, at tey - og
bara tey – vóru til reiðar at
avreiða møgulig framtíðar
virði í undirgrundini til
danir.
Hvat er at vænta?
Av røttum kunnu vit spyrja,
hvat tað næsta verður, sum
tey vilja offrað á hesum
forfongiligheitsaltari.
Longu nú er ágangur fyri at
lata út til spekulantar fólk-
sins ognir – frá banka til
veiðirættindi. Og Tjóðveld-
isflokkurin er sárbærur.
Bara Javnaðarflokkurin
hevur sum stavnhald at
verja fólksins ognir ímóti
spekulantum. Bara Javn-
aðarflokkurin sigur korta-
nei at geva fólksins ognir
upp til skutils fyri at fjálga
einum loysingardreymi ella
eini liberalismuillusjón. Tí
mugu vit styrkja Javnaðar-
flokkin.
Ein sterkur Javnaðar-
flokkur er trygdin fyri at
fólksins virði verða verandi
fólksins virði.
Ræðumyndaherferð:
Støðgið tjóvinum, rópti tjóvurin
Ernst Kass
valevni Sjálvstýrisflokksins
í Norðurstreymi
Vit, sum hava okkara dag-
ligu gongd í Norður-
streymi, noyðast at gera
upp við okkum sjálvi, hvat
vit vilja við valdømi okk-
ara. Vit eiga at kunna koma
saman og standa saman
sum ein eind, til tess at øki
okkara eisini framyvir kann
taka lut í tí framburði og
menning, sum føroyska
samfelagið er merkt av.
So leingi vit ikki eru
saman um at tala okkara
søk - so leingi kemur søk
okkara ikki at vera hoyrd.
Nú
hava
teir
størri
flokkanir í eitt mannaminni
tala søkina hjá norðstreym-
oyingum á Løgtingið.
Er tað ikki uppá tíðina, at
vit fáa eina broyting? Er tað
ikki uppá tíðina, at Sjálv-
stýrisflokkurin gerst røddin
hjá norðstreymoyingum á
Føroya Løgtingið?
Valstríð og lýftir
Eins og tá ið jól eru í hond-
um, so verður tað í hesum
døgum ynskt og lova frá
øllum síðum;
tunnlar, skip, skattalættar,
lønarhækkingar, sjúkrahús,
os.fr. Men vit mugu ikki
gloymað, at í síðsta enda
eru tað vit sjálvi, sum skulu
gjalda fyri allar jólagáv-
urnar. Tað kemur ein dagur,
tá ið øll vallyftini og allar
rokningarnar skulu gjald-
ast. Vit í Sjálvstýrisflokk-
inum, ynskja ikki at Før-
oyar fara á heysin aftur.
Sjálvstýrisflokkurin
ynskir at hyggja realistiskt
uppá, hvat ið er best fyri
land og fólk. Vit ynskja, at
halda tað vit lova. Men tað
verður ikki gjørt við at
yvirbjóða okkara mótval-
evnum, men tað verður við
at lurtað eftir fólkinum.
Broyting og menning
Norðurstreymur hevur brúk
fyri broyting og menning,
og tað kunnu norðstreym-
oyingar fáa, um teir ynskja
tað. Sjálvstýrisflokkurin er
títt boð uppá eitt gott
alternativ.
Tískil
vil
undirritaði
heitað á allar Norðstreym-
oyingar - heilt frá Vest-
manna til Tjørnuvíkar - um
at fara á val 30.04-2002 og
stemma uppá Sjálvstýris-
flokkurin.
X við Sjálvstýrisflokkin -
títt alternativ
Vitjið heimasíðu okkara:
www.tingakrossur.fo
Frá Vestmanna til Tjørnuvíkar
Olav Enomoto
valevni Sambandsflokksins
í Norðstreymoy
Fiskivinnuskúlin átti at
verið mest týðandi mið-
námsútbúgving í einum
fiskivinnulandi. Her eiga
vit tilfeingi og møgu-
leikarnar. Fiskivinnan, ið er
okkara høvðusvinna, hevur
ein skúla ið fær minst
pening av øllum skúlum.
Hettar skal broytast sum
skjótast.
Samstundis
má
eitt
veruligt umhvørvi skapast
um henda so neyðuga
skúla.
Fiskirannsóknarstovan
eigur at verða flutt úr Havn
til Vestmanna. Sjálvandi
átti
havransøkarskipið
Magnus Heinason at havt
heimstað sína í bestu
náttúruhavn í Føroyum.
Sjálvandi
skulu
fiska-
stovnsgransking
og
komandi starvstova fyri
fiskasjúkur liggja saman
við
einum
møguligum
komandi
fiskivinnuhá
skúla. Fiskivinnugransking
og menning skal beina
okkum á eitt hátøknuligt
støði, soleiðis at Føroyar
sum land varveitur kapp-
ingarførið við umheimin.
Arbeiðast skal fram ímóti
einum fiskivinnumiðdepli.
Tá tað ber til at ferðast úr
Norðstreymi til Havnar
hvønn morgun, skuldi tað
eisini borið til at koyrt úr
Havn til Vestmanna. Tað er
bara ein spurningur um at
fáa okkara áhugamál førd
fram á tingi.
Norðstreymoy sum miðdepil
- Fiskivinnuskúlin í Vestmanna skal gerast besti ídnaðaskúli í Evropa
C
M
Y
K
13
12