Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 16. apríl 2002 15 VIÐMERKINGAR Einaferð var tað ein politikkari ... sum ynskti, at allir hinir bóru seg virðiliga at, vóru sakligir og góvu hvørjum øðrum "fair play" Jóannes Eidesgaard formaður Javnaðarfloksins Fyri ikki so langari tíð síðan heitti Høgni Hoy- dal so alfaðirliga á okk- um, at vit førdu okkum virðiliga fram í politiska kjakinum og vóru sak- ligir. Stutt sagt "fair play". Ikki kundi man annað enn vera samdur við honum í hesum. Eg haldi eisini, at løgmaður hevði á leið sama boð- skap, tá hann útskrivaði løgtingsvalið. Í hesum anda vil eg Javnaðarfloksins vegna harmast onkran skeiv- leika, sum er komin fram í onkrari valgrein hjá onkrum av okkara valevnum, har ikki rættir upplýsingar hava staðið. Men síðan má eg eisini í sama anda undrast yvir ta lýsingar- herferð, sum Tjóð- veldisflokkurin hevur í Útvarpinum nú um dagarnar. Lýsingar um m.a.: • Hvussu hinir flokk- arnir ætla at tøma landskassan ? • Hvussu hinir flokk- arnir ætla at geva undirgrundina burtur? Álvaratos. Eitt er, hvat ein hart sperdur polit- iskur flokkur kann finna uppá í einum valstríði, men annað er, hvat ein almennur fjølmiðil letur seg brúka til. Tað er ótrúliga langt úti, at slíkt sleppur framat, sam- stundis sum sami fjøl- miðil sendur innkrevjing fyri lurtaragjald út til allar føroyingar, sum eiga eitt útvarp. Eisini teir mongu lurtararnar, sum als ikki finna seg í síkum. Hetta er demagogiskt, ósakligt og óvirðiligt. Og hetta ger áðurnevndi áheitan frá Høgna Hoydal so staðiliga til skammar. Kann tað møguliga hugsast, at hinir flokk- arnir eisini høvdu fingið lýsingar av líknandi slag við? Lýsingar um m.a.; • Hvussu Tjóðveldis- flokkurin ætlar at forkoma vælferðini? • Hvussu Tjóðveldis- flokkurin ætlar at skipa fullveldið fyri tey sterku og væl- bjargaðu? Men tíbetur hava vit aðrir tikið áheitanirnar frá báðum sitandi løg- monnum til okkara. Men ein farri av sak- ligheit hevði verið ynskiligur, eisini tá tað snýr seg um Tjóð- veldisflokkin. Góður siður er, at ein ikki krevur meira av øðrum, enn ein sjálvur megnar at liva upp til. Óli Jacobsen Í næstseinastu viku kom Thorvald Stoltenberg eftir, at tað í føroyskum fjøl- miðlum høvdu verið borin, stórt uppsligin, tey tíðindi, at hann skuldi standa fyri ein kanning hjá NA- bólkinum í Fólkatinginum m.a. av, hvussu nógv Dan- mark hevði forvunnið burtur úr NATO støðunum í Grønlandi og Føroyum. Tá hann als ikki hevði átikið sær ein slíka upp- gávu, hevði hann sjálvsagt áhuga fyri at hesi tíðindi vórðu rættaði í Føroyum. Hetta gjørdi hann við í stuttum at greiða okkum sum hava tosað við hann frá, at hann hevði játtað Lars Emil Johansen at vera ráðgevi í uttanríkis- og trygdarmálum. Men tá hann so kom eftir, hvør uppgáva var ætlað honum tók hann seg aftur. Tí er hann als ikki við í nakrari kanning. Men hesi tíðindini um, at hann hevði tikið seg aftur, vóru ikki send fjøl- miðlunum av NA-bólkin- um. Tá hetta kemur fram sendir NA-bólkurin út tíðindaskriv, sum sjálvtsagt verður endurgivið sum ætlað av "hansara" tíðinda- tænastu í Føroyum. Men við hesum skjølum er bólkurin komin at lýsa sína egnu arbeiðsgongd. Eftir øllum at døma hevur verið bæði munnligt og skrivligt samskifti við Stoltenberg. Men um tað bert verður gingið eftir upplýsingum hjá NA- bólkinum sjálvum hevur gongdin verið henda: Gongdin í málinum. 1.Tann 28.februar verður sent bræv til Thorvald Stoltenberg, sum skal "betragtes som en for- sigtig føler" áðrenn send verður honum "en offi- ciel henvendelse" saman við ætlaða arbeiðssetn- inginum hjá ætlaða bólk- inum. 2.Tað einasta sum stendur í hesum brævi um ar- beiðssetningin er, at hann "omhandler blandt andet belysning af vores landes udenrigs- og sikkerheds- politiske forhold.." Tað er óneyðugt at siga, at hetta er eitt øki, sum kann umfata ein hóp av evn- um. Ikki minst hjá einum fyrrverandi uttanríkis- og verjumálaráðráðharra. 3.TS vísir sína stóru væl- vild at játta henda "følar- an". Og samb. umrødda brævi frá NA-bólkinum skuldi næsta stigið verið, at hann fær eina almenna umbøn saman við upp- skot til ein arbeiðssetn- ing. Og tað skuldi annars verið ein sjálvfylgja, at arbeiðssetningurin verð- ur gjørdur í samráð við tí ætlaða formannin í bólk- inum. Men hetta verður ikki gjørt! 4.Í staðin verður ein ar- beiðssetningur sendur fjølmiðlunum, sum einki hevur við uttanríkispoli- tikk at gera, og sum stórt sæð bert snýr seg um ein verjupolitiskan spurning, nevniliga hvat danir hava fingið fíggjarliga burtur úr NATO í Føroyum og Grønlandi. Og hesin út- greinaði arbeiðssetningur verður sendur fjølmiðl- unum uttan um TS, hóast hetta kundi verið gjørt eftir eini løtu við nú- tíðartøkni. Meðan "ar- beiðssetningurin" í bræv- inum til Stoltenberg telur eina reglu, so fyllir tann útgreinaði arbeiðssetn- ingurin meira enn eina síðu. 5.Grundað á hesi tíðindi sláa føroysku fjølmiðl- arnir stórt upp og út- greina í smálutir, at nú skal Stoltenberg skera ígjøgnum mótvegis Dan- mark í hesum eldfima máli. Hetta verður gjørt, uttan at Stoltenberg kennir og enn minni hev- ur góðkent at arbeiða eftir hesum arbeiðssetn- ingi, og uttan at hann verður spurdur av fjøl- miðlunum um hansara leiklut. 6.Tá Stoltenberg ger vart við, at hann als ikki er við í hesum arbeiði, fer NA-bólkurin saman við "sínum fjølmiðlum" í gongd at sáa iva um trúvirðið hjá Stoltenberg. NA-bólkurin sendir út eitt tíðindaskriv, sum er grundað á, at Stoltenberg samb. Sosialinum ongan- tíð hevur játtað at vera við til at kanna uttan- ríkis- og hernaðarpolitisk viðurskifti hjá Grønlandi og Føroyum. Hóast tað stendur heilt greitt í samrøðuni, at hann júst hevur givið eina generella tilsøgn í hesum spurningi. Út frá hesi "heimagjørdu" fyritreyt verður "skjalprógvað", at TS hevur sagt ósatt, hóast skjølini frá NA bólkinum júst prógva, at hann ikki hevur játtað at vera við í teirri útgreinaðu kann- ing, sum talan er um. Og henda "úleggingin", sum stríðir beint ímóti veru- leikanum, verður rátt endurgivin í fjølmiðl- unum. Ikki minst í tí "óhefta" útvarpinum. Nú er tað Stoltenberg, sum er "skurkurin", og sum hevur villleitt føroyingar! 7.Samstundis verður váttað av Lars Emil Johansen, at Stoltenberg hevur tikið seg aftur, og hetta hevur hann eisini kunnað um í grønlendskum fjølmiðl- um. Og at tað skal vera eitt "mistak", at føroysku fjølmiðlarnir ikki eru kunnaðir! Men umrødda tíðindaskriv sleppur sær behendiga undan at geva nakra sum helst frágreið- ing um hetta "mistak". Tveir avgerandi spurningar: 8.Hetta førir til tveir av- gerandi spurningar. Tann fyrri: Hvussu ber tað til, at henda kunning um, at Thorvald Stoltenberg kortini ikki er í bólkin- um, ikki er farin til føroysku fjølmiðlarnar? Henda nærliggjandi spurning hava 3 av 4 fjølmiðlum ikki sett av- varðandi fólkatings- manni. Tíðindaskrivið frá NA bólkinum í hesum máli gevur onga ábending um henda heilt avgerandi spurningin. Serliga má hetta undra, tá hugsað verður um, hvussu væl tað annars verður kunnað um virk- semið hjá bólkinum. 9.Hin seinni spurningurin: Hvussu kann tað bera til, at føroysku fjølmiðlarnir á so tunnum grundarlag kunnu spinna eina søgu, som hevur so lítið við verunleikan at gera? Og sum als ikki hevði verið avdúkað, um tað bert stóð upp til hesar fjøl- miðlar! Hetta má seta ein sera stóran spurning við trúvirðið hjá føroysku tíðindatænastuni. Í hvussu er til tann partin sum aktivt medvirkar til at grugga málið sum greitt frá. Fallin í ránsmannahendur. Thorvald Stoltenberg er ikki hvør sum helst. Hann man vera ein tann fremsti norðurlendski politikkarin á heimspolitiska leikpartin- um. Tann sum vil vita meira um Stoltenberg kann í seinasta FF-blaðnum lesa eitt norskt ummæli av hansara sjálvsævisøgu "Det handler om mennesker". Tað skuldi verið eitt kvett hjá einum og hvørjum politiskum bólki at fáa lyfti um ráðgeving frá einum slíkum manni. Tí sovæl uttanríkis- sum verjuviður- skifti eru spennandi øki hjá tí, sum hevur áhuga fyri tí. Men tað sum NA bólk- urin so ger er at draga mannin uppá tráð. Eftir at hann hevur víst játtað at vera við, setir NA-bólkurin saman ein arbeiðssetning, sum skal nýtast politisk móti Danmark í einum av teimum mest eldfimu politisku evnunum yvir- høvur. Hetta er serliga galdandi fyri Grønland, men tað er ein longri søga, sum m. a. kann lesast í ævisøguni hjá Hendrik Kaufmann "På kongens bud". Síðan verður kunngjørt við stórum bókstavum í føroysku fjølmiðlunum, at Stoltenberg skal standa fyri hesi kanning, og nú skal hann seta Danmark uppá pláss í spurninginum, um hvussu nógv Danmark hevur vunnið uppá her- støðir í Grønlandi og Før- oyum. Hetta verður gjørt uttan at Stoltenberg veit av hesum. Tá Stoltenberg so ger vart við, at hann als ikki er við í nakrari slíkari kann- ing, og at hann hevur gjørt vart við hetta á røttum stað, verður hetta gjørt til, at tað er Stoltenberg, sum vill- leiðir føroyingar! Tað skal sigast, at grundgevingarnar hjá Stoltenberg fyri ikki at vera við í hesum arbeiði eru so fullkomiliga inn- lýsandi fyri ein mann í hansara støðu. Hóast hetta verður nú róð uppundir, at maðurin skal hava latið seg ávirka á øðrum í hesum spurningi! Tað finst neyvan orð fyri ein slíkan atburð. Eitt er, at NA-bólkurin hevur beint fyri sínum egna trúvirði í altjóða spurningum. Men tað at føroyingar kunnu bera seg soleiðis at kemur heilt greitt at skaða møgu- leikarnar hjá Føroyum framyvir at fáa hjálp frá slíkum serfrøðingum, sum her er talan um. Tað er ein trupulleiki! Skammilig viðferð av statsmanni Valtilfar í Sosialinum Treytir fyri upptøku av valgreinum er, at tilfarið verður latið okkum sum teldupostur ella á diskli. Prísurin er hálvur lýsingarprísur. Fyri valgreinar á valsíðuni í Internet-Sosialinum er prísurin 50 kr fyri hvørja grein, um ikki onnur avtala er gjørd við flokkarnar. Sosialurin 15 14 Nr. 71 - 16. apríl 2002 VALGREINAR Fiskidagaskipanin fyri smábátar eigur at avtakast! Thomas Arabo valevni Javnaðar- floksins í Suðurstreymoy Kvotaskipan undir Før- oyum riggaði ikki. Fiskidagaskipanin sær út til at rigga hampu- ligani væl .Um hon verjur fiskastovnarnar nakað serliga væl, eru menn eitt sindur ymiskir á máli um. Eitt er tó breið semja um, og tað er, at tann umfatandi friðingarskipanin, íð var gjørd í 93/94, hevur riggað óføra væl. Fiskiveiðulógin endurskoðast. Lógin um vinnuligan fiskiskap hevur nú virkað í 8 ár og er broytt óteljandi ferðir. Vit kunnu í dag konstatera at fiskivinnan í hesum tíðarskeiði er samlað á fáar hendur, og rættindir til tilfeingið, sum eru fingin ókeypis frá Landsstýrinum, standa til sølu í bløðunum fyri nógvar pengar. Hettar var ongantíð meiningin við lógini. So fløkjaslig sum lógin er blivin, eigur hon at verða end- urskoðað sum skjótast. Smábátar út úr fiskidagaskipanini. Javnaðarflokkurin hevur á landsfundi samtykt, at fiskidagaskipanin fyri bátar undir 15 tons eigur at avtakast, og at bert friðingarskipanirnar eiga at galda fyri hesa bátastødd. Bátastøddin hevur náttúrligar av- markingar frá skaparans hond og oyður undir hesum treytum ongar fiskastovnar. Ein atkvøða fyri Javn- aðarflokkinum kann hjálpa tær at røkka hetta mál. Hav tað í huga 30 apríl! Niklái Petersen valevni tjóðveldisfloksins í Norðurstreymi Tað komandi løgtingsvalið hevur alstóran týdning fyri sjálvstýrisvongin í før- oyskum politikki. Valið fer í høvusheitinum at standa ímillum sjálvstýrisvongin og heimastýrisflokkarnar, tað er ongin ivi um tað. Fyri 8 árum síðani til løgtingsvalið í 1994 settust heimastýrisflokkarnir við árarnar. Í stýriborð sótu Sambandsflokkurin og Gamla Sjálvstýrið, og í bagborð Javnaðarflokkurin og Verkamannafylkingin. Sum øllum kunnugt róðu teir bert hálvt málið, so løgdu javnaðarmenninir árarnar inn, teir vóru pøstir - orkaðu ikki meir. Verkamannafylkingin kundi sum vera man ikki einast um nakað sum helst, tí har vóru ov nógvir høvuðkambar, og tey løgdu eisini árarnar inn. Í stýriborð sótu so hinir og róðu einsamallir, báturin kom sum vituligt ikki úr stað, men mól bert í kling- ur, og púrt onki kom av skafti. Hetta hevur verið eyðkennið fyri hesar flokkar. Tað eru nú eini øgilig rin og hvin at hoyra frá einum stórum parti av hesum flokkum, nú nakað veruliga er hent í samfelagnum, hetta er allarhelst púra ókent í teirra verð, at vit veruliga kunna nakað sjálvi. Hvussu í allari víðastu verð kunnu tit borga fyri trygd??? Tjóðveldisflokkur saman við restini av samgonguni róði alt málið, hóast tað breyt í bæði borð og nógv stóð á. Tjóðveldisflokkurin vísti ábyrgd og rygg, tá á stóð. Veljið tí ein sterkan tjóðveldisflokk á ting X við E. Roar Heini Olsen valevni fyri Sjálvstýris- flokkin í Suðurstreymoy Í komandi valskeiði vilja vit í Sjálvstýrisflokkinum eggja hinum flokkunum til, at ideologi og klandur um Ríkisfelagsskap mótvegis Fullveldi verður lagt til viks, so at politikkarar og Landsstýri kunnu røkja sína fremstu skyldu: at lata tørvin hjá tí einstaka borgaranum og hjá heildini av borgarum vera avger- andi fyri, hvussu týðandi samfelagstrupulleikar verða raðfestir og loystir, at uppbyggja eitt sjálvberandi vinnulív, sum ikki lutvíst er almannaklientur men er ført fyri at gjalda fyri ta vælferð, allir borgarar vænta at fáa lut í og fyri ta hjálp, sum serliga tey, ið ikki klára seg sjálvi, hava krav uppá. Tann fallni, antin hann frá barnsburði ella vegna sjúku, óhappi ella aðrar orsakir er heilt ella lutvíst óhjálpin, hevur ikki bert tørv á hjálp og umsorgan. Tørvurin, neyðin, hjálpar- loysið og vónin og for- væntingin um at fáa eina hjálpandi hond og um- sorgan frá tí einstaka eins væl og frá felagsskapinum av einstaklingum, sum samfelagið jú er, er meira enn ein tørvur, sum skal nøktast, um ráðini eru til tess. Eins og ein druknandi, ið rættir sína hond upp ímóti teimum, sum sita trygg í bjargingarbátinum, er tørvurin og forvæntingin um hjálp ein etisk avbjóð- ing - eitt etiskt krav til hvønn einstakan av okkum eins og til samfelagið - felagsskapin. Tað er júst tá ið vit eru hjálparsleys og allarmest sárbar, at sam- felagið - tað at vit standa saman um hvønn annan - hevur stórst týdning. Tá fánar alt annað burtur, sum kann vera mikið gott og sum tað til dagligt tykist at hava týdning, at tað al- menna stuðlar. Sjálvandi skulu vit hugsa um alt annað eisini, eisini tey frísku og sjálvhjálpnu, men hjálpin til og um- sorganin fyri teimum, sum hava hjálp og umsorgan fyri neyðini, má og skal ikki svíkja og eigur at liggja okkum fremst í huga. Loysing / samband Sjálvberandi búskapur fyri at kunna veita hjálp og umsorgan Eyðólv Dimon Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Javnaðarflokkurin sigur í valskránni "Fólkið Fyrst", at øll hava rætt til ein bú- stað fyri ein sámuligan kostnað. Hetta líkist als ikki gerandisdegnum í Tórshavn og langt burtur frá tí. Sethúsaprísirnir eru fyri langari tíð síðani farnir upp um tað, teir vóru í 80´unum og at royna at finna sær ein leigubústað er vónleyst. Borgarligu po- litikkararnir síggja tað ikki sum sína uppgávu at loysa henda trupulleika. Teirra uppskot er at geva útleig- arum skattafrían ágóða av leiguinntøkuni, og so siga teir, at leigan fer at lækka av sær sjálvari, og útboðið av íbúðum fer at økjast. Men vit minnast, tá tollurin varð avloystur av MVG- skipanini. Hetta gjørdi tað bíligari hjá timburhandl unum at innflyta byggi- tilfar, og tí átti kostnaðurin av byggitilfarið at lækka samsvarandi, men tey ein- astu, sum ongantíð merktu eina lækking í kostnað inum, vóru vit, sum bygdu um hetta mundi. Fastognarprísurin hækkaður 50% At tað er vónleyst at finna sær eina leiguíbúð ger, at einasta loysn er at byggja ella keypa sær eini sethús. Men sum støðan er, so eru tað færri og færri, sum hava møguleika fyri hesum. Fastognarprísurin er sein- astu fýra árini hækkaður við 50%. Skulu fólk byggja egin sethús, so kostar hetta frá 1,5 mió. kr. og uppeftir. Velja tey so ístaðin at keypa eini hús, so kostar hetta í høvuðsstaðarøkinum eina- staðni millum 1,5 til 2 mio. kr.. Tórshavn er tí við at gerast ein býur, har einligir forsyrgjarar, lág- og partar av miðalløntum ikki hava ráð at búseta seg. Javn- aðarflokkurin ásannar, at henda støðan kann ikki sleppa at halda fram. Fakfeløgini sinnað at byggja íbúðir Okkara uppskot er tí, at umstøður mugu skapast, so Húsalánsgrunnurin, pen- sjónsgrunnar, kommunur, fakfeløg og onnur, sum hava áhuga í eini lang- tíðaríløgu í leiguíbúðir, fáa loyvi at gera íbúðarfeløg. Føroyska fakfelagsrørðslan hevur fleiri ferð gjørt vart við, at hon er sinnað at fara undir íbúðarbygging heldur enn at seta peningin hjá limum sínum í útlendsk virðisbrøv. Men ein treyt er sjálvandi, at íbúðarfeløgini fáa sama rætt til almennan stuðul, sum tey, sum byggja privat sethús, fáa. Hetta merkir, at tey fáa rentu- stuðul, og harafturat at tey fáa endurrindað MVG út- reiðslurnar. Miðalstór leiguíbúð fyri 3200 krónur um mánaðin Við uppskotinum gerast eisini fleiri møguleikar hjá teimum, sum vilja búgva í egnari eigaraíbúð. Møgu- leiki verður at búgva í minni og bíligari íbúðar- eindum, so fólk ikki longur standa í valinum millum at byggja hús fyri 1,5 milli- ónir ella als onki at eiga. Fær Javnaðarflokkurin møguleikar at seta hetta í verk, so verða nógvir trupulleikar á íbúðarøk- inum loystir. Nøkur dømi eru • at samlaða útboðið av eigara- og leiguíbúðum økist, og tað hevur við sær, at sethúsaprísirnir gerast normalir. • at eldri fáa møguleika at selja egin hús og flyta í minni íbúðir. • at tilboðið av miðal- stórum íbúðum, t.v.s. einar 80 fermetrar økist. Hetta gevur ungum møguleika at keypa sítt egna, og soleiðis byrja uppsparingina til tey møguliga seinni hava tørv á størri bústaði. Tí tá kunnu tey brúka frívirðið sum eginpening í nýggju húsunum. Hetta frívirðið er eftir 10 árum blivið góð hálv millión. Útrokningar vísa at hesar íbúðir kunnu byggjast fyri einar 800 túsund krónur. Hetta merkir so aftur, at útreiðslurnar fyri keyparan koma at verða einastaðni millum 5-6000 kr. um mánaðin. Ynskja fólk held- ur at leiga, kann hetta gerast fyri 3200 kr. um mánaðin. Tú hevur møguleikan at gera títt fyri, at hetta skal gerast veruleiki við at seta krossin fyri Javnaðarflokk- inum týsdagin 30. apríl. Einlig eisini rætt til bústað fyri ein sámuligan kostnað C M Y K 14